Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

At velja upplýsingar heldur enn at sálda frá

Eftir Ólavur Ellefsen í miðnámsrit 13, mai 2017

Tøkniliga menningin seinastu 20 árini hevur fullkomiliga broytt, hvussu vit tilogna okkum vitan. Við internetinum eru upplýsingar nógva ferðir lættari at fáa fatur á, tær eru meira knýttar at øðrum upplýsingum, og kjakast kann um alt við øll.

Í bókini “Too Big to Know” roynir granskarin David Weinberger at “endurhugsa vitan, nú fakta ikki longur eru fakta, serfrøðingar eru allastaðni og klókasti persónurin í rúminum er rúmið sjálvt.”

Til umleið ár 1600 varð hildið, at vitan best kundi fáast sum opinbering við at lata seg upp fyri tí guddómliga. At putlast við at kanna veruleikan var mett sum at gera seg inn á Guð.

Í upplýsingartíðini gjørdi Sir Francis Bacon greitt, at tað ikki er halgibrot at kanna veruleikan, og at vísindalig vitan einans kann fáast við at gjøgnumkanna og samanseta fakta um verðina.

Síðani hetta hava vísindafólk borið fram ástøði og ótroyttiliga leitað upp fakta at eftirkanna hesi ástøði. Og hetta hevur kollvelt alt samfelagið og ført við sær vælferð og framburð.

Fremsti miðilin at savna og útbreiða vitan seinastu 400 árini hevur verið pappírið, og pappírið sum miðil hevur nøkur eyðkenni, sum hevur formað okkara fatan av, hvat vitan er.

  • Tá vit geva út á pappíri, er torført at rætta feilir. Hetta førir við sær, at áðrenn nakað verður givið út, verður nógv orka brúkt til at eftirkanna, um upplýsingarnar eru, sum tær skulu.
  • Tað er kostnaðarmikið at útgeva á pappírs-miðilinum, so skipanir eru settar upp at velja tað besta burtur úr og lúka restina burtur.
  • Pappír fyllir nógv og flutningskostnaðirnir eru høgir, og fyri at gera alt atkomuligt, er tað savnað í bókasøvn.

So tá vit í dag síggja vitan sum søvn av eftirkannaðum verkum, er tað eitt úrslit av, at vit hava brúkt pappír sum miðilin.

Við menningini av teldum miðskeiðis í tjúgundu øld minkaði kostnaðurin av at varðveita og flyta upplýsingar niður í einki, og hetta hevur merkt, at upplýsingar í alt størri mun eru fluttar frá pappíri í teldur.

Harafturat hevur internetið gjørt, at upplýsingar eru blivnar knýttar saman, at tær eru blivnar alt meira atkomuligar og ikki minst, at øll kunnu vera við í innsavnanini, skapanini og kritikkinum av upplýsingum.

Úrslitið er, at nøgdin av upplýsingum er eksploderað. So mikið nógv, at fólk eru farin at tosa alt meira um information overload.

Men hetta er ikki nakað heilt nýtt fyribrigdi. Sum rómverski heimsspekingurin Seneca segði fyri umleið 2000 árum síðani: “Hvat skulu vit við óteljandi bókum og bókasøvnum, sum vit ikki klára at lesa, um enn vit brúka alt lívið til tað?”

Veruleikin er, at vit altíð hava valt burtur úr floyminum av upplýsingum, soleiðis at heilin hjá okkum kundi fylgja við. Men mátin, sum vit filtrera, stendur í broyting.

Sum Weinberger sigur tað: ”Filters no longer filter out. They filter forward, bring their results to the front. What doesn’t make it through a filter is still visible and available in the background.”

Á føroyskum kunnu vit siga, at vit heldur enn at sálda frá eru farin at framhevja upplýsingar.

Áður høvdu vit myndugleikar, sum sáldaðu frá fyri okkum. Blaðstjórar, ritstjórar, høvundar, bókavørðar, innkeyparar, útvarp, sjónvarp og onnur við myndugleika ikki bara fortaldu okkum, hvat vit skuldu lesa, hoyra og síggja, men tey gjørdu tað í praksis ómøguligt hjá okkum at fáa atgongd til tað, sum tey høvdu valt frá.

Hetta er broytt í netøldini. Vit hava framvegis myndugleikar, sum royna at siga okkum, hvat er skitt og hvat er kanel, men valdið hjá teimum er minkandi. Tey kunnu ikki longur forða okkum at síggja tað, tey halda vera skitt, vit kunnu lættari velja okkara egnu vørðar, og vit kunnu enntá sjálv gerast ritstjórar og royna at leiða fólk og okkum sjálv til kanelið. Øll fakta og allar meiningar kunnu vendast og snarast, og blíva tað eisini.

Nógvir fyrimunir eru við hesum nýggja filtrinum. Við so nógvum eygum á fakta og meiningum, ber verri til at fjala veruleikan. Við stórum fjøldum gerst lættari at eftirkanna fakta skjótt. Leik og lærd um allan heim kunnu arbeiða við tí, sum hevur týdning, og kunnu stuðla og kritisera allan vegin. Vísindaliga tilgongdin er meira sjónlig, og alt gongur nógv skjótari. Hetta er ein gulløld hjá vísindini.

Eitt úrslit er, at eingin einstakur serfrøðingur longur kann rúma allari vitan innan sítt øki, og Weinberger fer so langt sum at siga, at fakta eru blivin skift út við “netverkað fakta”, sum einans finnast í tí talgilda netverkskontekstinum.

Vansar eru eisini. Tað er lættari enn nakrantíð at snara veruleikan og at finna sokallað fakta, sum styðja upp undir eina forskrúvaða mynd av veruleikanum. Tað er lætt at niðurgera og knúsa sjálvt harðvunna vísindaliga vitan við følskum álopum. Lætt er at finna líkasint og savnast í ekko-kømurum, har vit umaftur og umaftur kunnu staðfesta tað, vit frammanundan hildu okkum vita. Ekko-kømur eru í ávísan mun ein fortreyt fyri vísindi og framburði, men eru veggirnir ov tjúkkir, gerast vit býtt og ekstrem.

Tí hevur tað alstóran týdning, at vit læra okkum at virka í hesum nýggja heimi. Í hesum høpi hevur taktikkurin hjá útbúgvingarverkinum verið at stinga høvdið í sandin og lata sum, um alt var við tað gamla.

Skúlin roynir sjálvur at virka sum ein myndugleiki, sum noktar atgongd til tað, sum tey ikki halda vera vert at síggja. At banna fartelefonir, Facebook, Skype, YouTube, Wikipedia og teldur yvirhøvur. Alt fyri at næmingarnir betur skulu kunna fokusera – sum um manglandi fokus er nakað, sum er komið við internetinum.

Stundin er komin, at skúlin tekur í álvara uppgávu sína at menna kritiskar samfelagsborgarar í eini netverksøld. Í høvuðsheitum er neyðugt at læra:

  1. At brúka nýggju tøknina
  2. At fyrihalda okkum kritiskt til øll filtur og allar upplýsingar
  3. At vera fjølbroytt

Hjá næmingunum er tað einfaldasta av hesum at læra at brúka tøknina. Tað gera tey longu uttan fyri skúlagátt, og brúkaramarkamótini betrast støðugt.

Torførari er at læra at vera kritiskur og at skapa góð filtur til sín sjálvs og sítt netverk. Eins og alt annað, sum skal lærast, kann hetta bara gerast við, at næmingarnir fáa høvi at royna seg. Leikluturin hjá læraranum er at geva íblástur og at vegleiða. Krøvini til ein stimbrandi og stuðlandi lærara eru nógv størri enn krøvini til ein myndugleika-lærara, og tí er avgerandi at uppstiga førleikarnar hjá lærarunum á hesum øki.

Men tað torførasta er allarhelst at tryggja fjølbroytni. Tá vit sjálv seta okkara filtur upp, er vandi altíð fyri at vit enda í ekko-kømurum við tjúkkum veggjum. Hinvegin gevur netið okkum lættari atgongd til tað fremmanda, og avbjóðingin er at finna javnvágina millum at vera opin og at vera kritiskur. Verðin er broytt, og tað ber ikki longur til at lata sum um, at vegurin til sannleikan gongur gjøgnum myndugleikarnar. Vit eiga øll at taka ábyrgd og framhevja tað, ið er vert at framhevja, heldur enn at vænta, at onnur sálda frá fyri okkum.

Aðrar greinar í miðnámsrit 13