Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

At læra deduktivt og induktivt

Eftir Óli Petersen í miðnámsrit 13, mai 2017

Tá ið tú byrjar at arbeiða sum lærari á miðnámi, er ikki so lætt at vita, hvussu undirvísingin skal leggjast til rættis og útinnast í verki. Fyri tað fyrsta hevur nýggi lærarin, sum forrestin slettis ikki er útbúgvin lærari, einans eina akademiska útbúgving at stuðla seg til. Í øðrum lagi er allur stuðul kærkomin, t.d. góð ráð frá lærarum, sum hava drúgvar royndir at undirvísa. Fyrsta tíðin sum nýggjur undirvísari er strævin!

Men aðrar avbjóðingar eru eisini. Til dømis er tað ein sannroynd, at ungdómurin nú á døgum hevur rættiliga ymiskar fortreytir, tá ið hann søkir inn á miðnám. Hetta er sjálvandi tí, at ein meiriluti av hvørjum árgangi í dag fer á miðnám, og tá má ein vænta eina ávísa spjaðing í fakligu førleikunum hjá næmingunum. Aðalmálið við undirvísingini má vera at menna og flyta hvønn einstakan næming so langt fram á leið, sum til ber, hesi trý árini, hann gongur á miðnámi, so at hann gerst førur fyri at átaka sær enn størri avbjóðingar, tá ið miðnámsprógvið er komið í hús. Um hetta skal eydnast, er umráðandi, at lærarin hevur góðar fakligar og námsfrøðiligar eginleikar, ið ger hann føran fyri at læra frá sær, og at hann røkkur øllum næmingum. Skal hetta eydnast, má lærarin hava skil á ymiskum undirvísingarháttum, og duga at velja millum hesar í undirvísing. Her fari eg at skriva um induktiva og deduktiva læring, sum eg bæði nýti í mínari undirvísing.

Í stuttum kunnu vit siga, at tað sum eyðkennir deduktiva undirvísing er, at lærarin gjøgnumgongur eitt nýtt evni við reglum og myndlum, gevur nøkur dømi um nýtslu, og síðan fáa næmingar venjingar ella uppgávur at nýta ta nýggju vitanina til.

Í induktivari undirvísing kann til dømis verða byrjað við eini eygleiðing, case ella einum spurningi, so at næmingurin sær tørvin á at læra.

Samanumtikið kunnu vit tí siga, at tá ið ein undirvísir deduktivt, fer ein frá reglum til dømi og frá teori til praksis. Fyri induktivar undirvísingarhættir er støðan júst øvugt – frá praksis til teori. Í bókini Pædagogik og Perspektiv, hevur høvundurin sett høvuðseyðkennini upp fyri ávikavist induktiva og deduktiva undirvísing.

UndirvísingarhættirInduktivtDeduktivt
NæmingavirkniStórt (er neyðugt)At síggja til minni
Læring – hvussu?At geraSíggja og hoyra
SamskiftiFleirvegisEinvegis
MotivatiónVerður øktKann sýnast køvandi
StýringLærari og næmingurLærari
TíðarnýtslaKrevur meiri tíðKrevur minni tíð

Kelda: Pædagogik og perspektiv, síða 104.

Eg læri av at síggja og hoyra

Um vit greina talvuna omanfyri, so síggja vit, at í deduktivari undirvísing er lærarin stýrandi, hann hevur fyrilestur um eitt evni, og næmingarnir sita og lurta og síggja tað, sum lærarin hevur fyrireikað, t.d. eina Powerpoint-framløgu. Samskiftið er (vanliga) einvegis, og næmingavirknið er, at síggja til, ikki stórt. Ein fyrimunur við hesum undirvísingarhátti er, at lærarin fær gjøgnumgingið nógva teori eftir stuttari tíð. Men tá er eisini neyðugt at seta okkum spurningin: Hvat fingu næmingarnir við, lærdu teir nakað?

Eg læri av at gera

Við induktivari læring er heilt øðrvísi: Støðan í skúlastovuni er meira “kaotisk”, bæði lærari og næmingar stýra, og samskiftið er fleirvegis. Neyðugt er við virknari næminga­luttøku, og motivatiónin verður økt. Ein vansi við induktivari undirvísing er, at hesin undirvísingarháttur krevur meiri tíð, og tí kann lærarin koma sær í eina støðu, at øll evnini í námsætlanini ikki verða lisin væl, um ov nógv tíð verður sett av til induktivar undirvísingargongdir.

Dømi um induktiva undirvísing

Í lærugreinini altjóða búskapi á øðrum ári læra næmingarnir m.a. um konjunkturpolitikk. Fíggjarpolitikkur er dømi um konjunkturpolitikk. Eitt annað slag av konjunkturpolitikki er pengapolitikkur. Nú er pengamál ikki heimastýrismál, og pengaheimurin yvirhøvur er kanska ikki altíð so lættur at gera forstáiligan fyri næmingarnar. Men her fari eg at greiða frá, hvussu ein kann gera pengapolitikk sum konjunkturpolitikk lætt skiljandi fyri ein næming á Búskaparbreytini við íblástri frá induktivum háttum.

Allir næmingar á Búskaparbreytini hava í minsta lagi støddfrøði C á fyrsta ári, og duga tí renturokning og at gera útrokningar við annuitetsfrymlum nú, ið teir eru á øðrum ári. Vit geva næmingunum hesa bundnu uppgávu: Vit hugsa okkum, at persónur tekur lán á kr. 50.000, lánið skal rindast aftur í 10 terminir, og talan er um annuitetslán. Rokna terminsgjaldið, tá ið rentan er ávikavist 8%, 6% og 4%.

Fyri at fáa allar næmingarnar við, ber til at seta næmingarnar í bólkar. Vanliga gongur ikki long tíð, so eru úrslitini klár:

Rentar = 8%r = 6%r = 4%
Terminsgjald7.451,476.793,406.164,55

Úrslitini kann ein skriva á talvuna, og seta útgreinandi spurningar til næmingarnar. Hvør er til dømis samanhangurin millum rentu og terminsgjald, og høvdu tit væntað henda samanhang? Hvønn týdning hevur tað fyri húsarhaldini og vinnufyritøkur, um rentan er høg ella lág?

Tá ið næmingarnir hava skift orð um hesar spurningar í smærri bólkum, kann onkur næmingur taka til orðanna og siga t.d.: Um eg skal keypa ein bil er lættari at rinda lán aftur, um rentan er lág, enn um rentan ikki er lág. Og onkur annar kann siga: Um eitt reiðarí skal keypa eitt skip, er lættari at gera íløguna, tá ið rentan er lág, enn tá ið rentan er høg.

Tá ið næmingarnir vita, hvussu ávikavist lánsfíggjað nýtsla og lánsfíggjaðar íløgur verða ávirkaðar av rentustiginum, ber til at spyrja næmingarnar, um teir antin kunnu orða eitt ástøði um hetta, ella kann tað hugsast, at rentustigið kann ávirka samfelagsbúskapin, og finst nøkur teori um hetta? Mínar royndir vísa, at teir skjótt koma eftir, hvat slag av búskaparpolitikki, talan er um, hóast eg altíð byrji slíka undirvísingargongd, áðrenn næmingarnir hava lisið um pengapolitikk í lærubókini. Nevnast kann, at skúlaárið 2016-17 nevndi ein næmingur orðið rentupolitikkur, tá eg sóknaðist eftir einum hóskandi navni fyri búskaparpolitikkin.  

At enda ber til at spyrja næmingarnar, hvussu eitt rentufall vil ávirka samfelagsbúskapin. Hetta er lýst í myndini niðanfyri:

 BTÚArbeiðsvirkniInflatiónGjaldsjavni
  Rentan fellur  

Tá ið næmingarnir soleiðis sjálvir hava verið við í tilgongdini at orða eina teori í samfelagsbúskapi, og teir eisini hava víst, hvønn týdning rentustigið kann hava fyri samfelagsbúskapin, kunnu teir fara heim at lesa kapittulin um pengapolitikk. Mínar royndir vísa, at næmingarnir skilja nógv betur pengapolitikk, tá ið teir hava havt hesa tilgongd, sum lýst er omanfyri. Eisini er hetta tí, at pengapolitikkur er annað og meiri enn rentupolitikkur, t.d. eisini open market operations, men tá er vandi fyri “data overflow”, um alt verður lagt fyri næmingin samstundis.

Kanningar av induktivum hættum

Nógvar kanningar eru gjørdar av induktivum hættum, og niðurstøðurnar eru eitt sindur ymiskar. Ein niðurstøða er, at tá ið talan er um lærdóm sum vitan, standa induktivu hættirnir veikari enn vanlig deduktiv undirvísing, um kanningin er gjørd beinanveg, men í longdini hongur lærdómurin betur við. Ein onnur niðurstøða er, at um talan er um fakliga fatan og evni at loysa spurningar, standa induktivu hættirnir nógv sterkari. Eisini vísa kanningar, at næmingar blíva dugnaligari við induktivum hættum; aðrar vístu ongan mun. At enda siga eisini nakrar kanningar, at induktivir hættir náa betur næmingar við læristílum, ið ikki eru so væl egnaðir til fyrilestrar í flokkinum.

Omanfyri havi eg umrøtt ymisk kanningarúrslit av induktivum undirvísingarháttum. Hvat er satt, skal støða ikki verða tikin til her, men eftir mínum tykki nema næmingar sum heild betur við induktivum undirvísingarháttum. Slíkir undirvísingarhættir kunnu vera tíðarkrevjandi, men til ber at vinna tað mista innaftur. At fara frá induktivari undirvísing til deduktiva undirvísing í einari undirvísingargongd er væl gjørligt, og ofta neyðugt. Tað er spennandi og mennandi at undirvísa induktivt; ikki minst fyri næmingarnar, tí hetta eggjar til virkna næmingaluttøku, og eydnast royndin, gloyma teir tað neyvan aftur: boðskapurin hevur fest seg í minnið.

At enda fari eg at endurgeva E. Kim Nebeuts. Hann hevur skrivað hetta um deduktiva undirvísingarháttin: To state a theorem and then show examples of it is literally to teach backwards. Hetta er í ávísan mun eisini mín boðskapur.

Keldur

Damberg, Erik (red.): Pædagogik og perspektiv – en gymnasial didaktik. Gyldendal 2000.

Michael J. Prince, Richard M. Felder: Inductive teaching and learning methods: Definitions, comparisons and research bases, Journal of Engineering Education, pp. 1-16, apríl 2006.

pptx-framløga frá Olavi Absalonsen.

Aðrar greinar í miðnámsrit 13