Breytarverkætlanin á miðnámi - fyri tey vælbjargaðu
Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 13, mai 2017
Fyri okkurt um 30 árum síðan skuldu næmingar á triðja ári á miðnámi skriva eina høvuðsuppgávu. Sum fyrireiking til hesa skrivaðu teir m.a. støðisritgerðir og serritgerðir á fyrsta og øðrum ári.
Høvuðsuppgávan skuldi vera 5.000 orð. Í studentaskúlanum og HF varð bara skrivað í einari lærugrein og við einum vegleiðara. Próvdómarin til uppgávurnar var ein lærari, ið hevði somu lærugrein sum vegleiðarin. Á yrkisskúlunum kundu uppgávurnar vera tvørfakligar í tveimum lærugreinum við einum vegleiðara, um næmingurin ynskti tað. Próvdómarin hevði førleika í høvuðsgreinini.
Næmingar lærdu at arbeiða keldukritiskt, tá ið teir skrivaðu høvuðsuppgávu. Sum frá leið, varnaðust fleiri lærarar, at sokallaðir veikir næmingar lótu sera góðar uppgávur inn, ið kundu fáa 10 ella 11. Gitingar vóru um, at teir fingu hjálp at skriva uppgávurnar, men illgrunin kundi ikki prógvast. Kjakast varð um hesar uppgávur á til dømis á lærararáðsfundum. Ráðaloysi valdaði onkursvegna, men leiðslurnar royndu at tala til samvitskuna hjá næmingunum. Kanska hava myndugleikar ella tey, sum endurskoðaðu miðnámsskúlaútbúgvingina, ikki hoyrt um trupulleikan?
Breytaruppgávan
Í 2010 sótu lærarar og endurskoðaðu lærugreinirnar í miðnámsskúlaskipanini, men tíverri sluppu teir ikki at endurskoða høvuðsuppgávuna. Í staðin fyri at spyrja lærarar í Føroyum, kopieraðu myndugleikarnir donsku SRO- og SRP-uppgávurnar.
Sum fyrireiking til breytarverkætlanina skal næmingurin skriva eina tvørfakliga breytaruppgávu á øðrum ári á Búskaparbreyt, Náttúrubreyt og Hugbreyt, sum er tað sama sum SRO-uppgávan.
Hetta merkir, at hann onkursvegna skal hava arbeitt tvørfakliga, áðrenn uppgávan skal skrivast; men í nýggju gymnasialu breytaskipanini er einki ítøkiligt skrivað um tvørfakligt samstarv. Hetta ger, at tað er trupult hjá næmingunum at hugsa og at arbeiða tvørfakliga. Næmingarnir fáa frí í tveir dagar at skriva uppgávuna og taka meiri tíð til uppgávuna eftir skúlatíð.
Í allari undirvísing er eftirmeting sera týdningarmikil, og tað kom eisini inn í kunngerðina um breytaruppgávuna.:
Uppgávan verður dømd við eittans próvtali. Harumframt fær næmingurin eina skrivliga meting, har tað væleydnaða og tað minni væleydnaða verður nevnt.
Vit kunnu spyrja, hvør meiningin er at døma eina uppgávu við próvtali, tá ið sjálvt endamálið við breytaruppgávuni er at venja næmingin til eina størri verkætlan. Lærarar fáa bert ein tíma í samsýning til at gera spurningar, vegleiða og eftirmeta. Eftirmeting tekur sjálvsagt drúgva tíð, um hon skal vera góð. Henda uppgávan gevur onga meining, um lærarar ikki fáa samsýning fyri ta tíð, tað tekur at geva næmingum dygdargóðar viðmerkingar at læra av. Í løtuni verða næmingar sleptir upp á fjall, tí at tað eru ikki stundir til dygdargóðar eftirmetingar. Teir kunnu als ikki brúka breytaruppgávuna sum fyrireiking til breytarverkætlanina á triðja ári.
Breytarverkætlanin
Tá ið næmingar koma til triðja árið á miðnámi skulu teir, sum sagt, skriva eina tvørfakliga breytarverkætlan:
Endamálið við breytarverkætlanini er, at næmingurin sjálvur skal royna at arbeiða við at fara til botns í og bera fram eitt fakligt greiðsluevni í einum sjálvvaldum øki. Við at seta saman ymiskar tilgongdir og vísindagreinar, skulu næmingarnir vísa, at teir sjálvir eru førir fyri at velja út, nýta viðkomandi tekstgrundarlag og eru førir fyri gera kritiskar metingar á fakligum grundarlagi og eftir vísindaligum reglum. Arbeiðið við breytarverkætlanini skal menna lestrarførleikar næmingsins soleiðis at skilja, at hann umvegis eitt skrivligt avrik vísir, at hann megnar at hava yvirlit, viðgera, skipa, taka samanum og bera fram torgreidd greiðsluevni.
Breytarverkætlanin á triðja ári verður skrivað í lærugrein á A-stigi í tvørfakligum samstarvi við eina aðra lærugrein á A-, B- ella C-stigi sum stuðulslærugrein. Næmingurin fær tveir vegleiðarar. Á Búskaparbreyt, Náttúrubreyt og Hugbreyt verða 10 skúladagar nýttir til verkætlanina, harav skulu fimm teir síðstu liggja saman. 10 dagar er sera nógv, tá ið hugsað verður um, at Mentamálaráðið ikki hevur sett krøv um longd á uppgávu. Dømi eru um, at næmingar fara uttanlands á skíðferiu ella fara til arbeiðis, tí at teir hava so góða stundir.
Eftirmetingin av uppgávunum
Tá ið uppgávan er latin inn, skal hon próvdømast hjá uttanhýsis próvdómara. Sum nevnt, er onnur lærugreinin høvuðslærugrein, og hin er stuðulslærugrein. Vit kunnu taka eitt dømi um næming, ið velur at hava støddfrøði sum høvuðslærugrein og føroyskt sum stuðulslærugrein. Próvdómarin er lærari í føroyskum. Hesin skal so meta um støddfrøðiliga partin í uppgávuni. Øll skilja, at hetta ikki er heppið, og vit kunnu bara gita, hvussu eftirmetingin fer fram, tá ið ein lærari í føroyskum skal rætta eina støddfrøðiliga uppgávu. Sama er eisini galdandi í øðrum faksamansetingum.
Veikir næmingar eru stóru tapararnir
Í Danmark hevur í áravís verið kjakast um hesar uppgávur, og m.a. er komið fram, at næmingar kundu bíleggja eina SRP-uppgávu frá lesandi á bachelor-stigi aftur fyri eina samsýning. Í donsku sjónvarpsrásini DR1 hava sendingar verið um hetta virksemi, og eitt sjónvarpslið fylgdi nøkrum næmingum nakrar dagar. Har sóu vit m.a. foreldur hjálpa næmingum at skriva uppgávurnar. Tá ið teir so fingu próvtøl, sóu vit, at børn hjá akademikarum fingu tey bestu próvtølini. Lítið man vera at ivast í, at tað sama hendir í Føroyum.
Eins og í sambandi við høvuðsuppgávur í gomlu gymnasialu skipanini hava lærarar á miðnámi varnast, at sokallaðir veikir næmingar lata sera góðar uppgávur inn. Teir hava eisini varnast, at aðrir veikir næmingar lata sera vánaligar uppgávur inn. Tað kann hugsast, at teir fyrru hava eitt sterkt akademiskt bakland, og at hinir ongan akademikara eiga í familjuni ella vinaskaranum.
Hvat skulu vit gera?
Spurningurin er, hvussu vit koma víðari. Ein máti er, at vit byrja upp á synopsur, men ein vandi við teimum er, at næmingar ikki læra at skriva ein langan og samanhangandi vísindaligan tekst, sum teir skulu gera á hægri námi. Í øllum førum mugu vit førka okkum frá teimum tvingandi tvørfakligu uppgávunum, sum í løtuni eru ein forðing fyri næmingar og lærarar, bæði tá ið tað snýr seg um vegleiðing og eftirmeting. Onkursvegna skulu næmingar upp at verja uppgávuna munnliga, tí tá fáa vit kanska rættað eitt sindur upp? Hetta er sjálvsagt dýrt, men spurningurin er, um vit kunnu lata vera? Eitt hugskot kundi verið, at Mentamálaráðið skipaði fyri lutakasti, tað er, at summir næmingar skulu upp at verja uppgávuna.
Keldur
Námsætlanir til miðnámsskúlar
Sabrina U. Skjødt, Hej, det er Gustavs mor – Hvorfor har han ikke fået 12? Dr. 4/3-2016.
Studentereksamen til salg, DR 8/2-2016.