Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Undirvísingargongd í evnafrøði B

Eftir Karin Kirke Petersen í miðnámsrit 13, mai 2017

Tá ið skúlaárið nærkast endanum, fara fyrstaársnæmingar á Tekniska skúla í Klaksvík í gongd við eina verkætlan. Teir hava í hesum tíðarskeiði m.a. lært um atom, elektronir, protonir og so framvegis.

Ætlanin er, at næmingarnir skulu brúka lærdómin til at loysa ein spurning og gera eina uppgávu, ið er størri enn vanligu skrivligu frágreiðingarnar. Tá fáa teir ofta eina lidna mannagongd útflýggjaða, og fara  síðan í starvsstovuna at gera, sum mannagongdin sigur, har teir kanna um ástøðið heldur í verki.

Eg havi undirvíst flokkinum síðstu tíðina um sýrur, basur og pH-virði. Nú ætli eg, at næmingarnir skulu fáa eina uppgávu, sum teir sjálvir loysa. Teir skulu seta eina hypotesu, tosa um, hvussu teir kanna, um hypotesan heldur, skriva mannagongd fyri arbeiðið á starvsstovuni, leggja arbeiðið til rættis á starvsstovuni, og at enda skriva frágreiðing við ástøði, mannagongd og úrslitum, har teir vísa á, um teir fingu prógvað hypotesuna.

Næmingarnir skulu skriva evnafrøðiligar reaktiónir, rokna evnisnøgdir, leita eftir rættari starvsstovuútgerð og gera kanningarnar.

Spurningurin er: hvør sitrusfrukt inniheldur mest sitrónsýru – appilsin, sitrón, lime ella grape?

Krøvini eru:

  1. Teir skulu framleiða 0,1 M sitrónsýru
  2. Potentiometriska titrering av sitrónsýru við natriumhydroxid
  3. Tekna titreringskurvu
  4. Velja indikator til koloriumetriska titrering av sitrusfrukt
  5. Áseta innihald av sitrónsýru í sitrusfrukt

Hetta arbeiðið er rúgvusmikið fyri ein næming á fyrsta ári. Arbeiðið verður gjørt sum bólkaarbeiði við um leið fýra næmingum í hvørjum bólki. Hvør bólkur fær eina sitrusfrukt. Úrslitini frá bólkunum verða savnað í eina talvu, sum allir bólkarnir hava við í síni frágreiðing. Arbeiðið verður eisini stýrt rættiliga nógv av læraranum, so at bitin ikki skal verða ov stórur at svølgja.

Fyrsta stigið er at skriva eina mannagongd, har ein ger eina 0,1 M sitrónsýru. Mannagongdin ger, at teir taka støðu til, hvussu stóra mongd teir vilja framleiða, finna evnafrøðiliga frymilin fyri sitrónsýru, rokna molaru vektina  fyri sitrónsýru og vektina av sitrónsýruni, sum skal í kolbuna. Lærarin má góðkenna arbeiðið, áðrenn næmingarnir sleppa í starvsstovuna.

Næsta stigið er at skriva mannagongd, hvussu potentiometriska titreringin fer fram, at gera titreringina, tekna titreringskurvuna og velja indikator sambært kurvuni. Ofta titrerar ein næmingur, ímeðan ein annar skrivar tølini inn í Excel, so titreringskurvan verður liðug beinanvegin. Her sæst ofta, at tolnir næmingar, sum eru varnir við titreringini runt um ekvivalenspunktið, fáa eina nógv “vakrari” titreringskurvu enn teir, sum hava ov nógvan skund. Tá ið tað hendir, kemur kapping í, og titreringarnar verða gjørdar av nýggjum fyri at fáa so neyva titreringskurvu sum gjørligt. Indikatorurin verður valdur. Lærarin vildi helst altíð valt phenolphtalein, sum hevur eitt sera greitt litskifti, men næmingarnir velja ongantíð tað lættasta, men heldur tað litríkasta. Tað fáa vit so eisini okkurt gott kjak um í eftirmetingini.

Arbeiðið er komið til síðsta stig í verkliga partinum. Teir skulu áseta innihaldið av sitrónsýru í síni sitrusfrukt. Enn eina ferð byrjar arbeiðið við at skriva mannagongd, og koloriometriska titreringin fer fram á starvsstovuni.

Neyðugt er at seta tíð av til viðgerð og útrokningar í skúlatíðini.

Næmingar seta ofta spurnartekin við, hvussu viðkomandi lærugreinin evnafrøði er.  Uppgávan hjá læraranum er so at vísa á týdningin, og at seta lærugreinina í samband við evni, ið vit kenna í okkara dagliga umhvørvi. Her eru sitrusfruktirnar eitt dømi um, hvussu teir kunnu kanna eina vøru, sum teir kenna, og vit samstundis lúka nógv av krøvunum í námsætlanini.

Nógvum næmingum dámar at arbeiða á starvsstovuni. Vanliga talvufrálæran verður avloyst av einum læriumhvørvi, har næmingarnir mugu vera virknir og taka stig til at loysa spurningin. Av tí at ein partur av skrivliga arbeiðinum er gjørt frá byrjan, er uppsamlingin ikki so rúgvusmikil at enda.

Henda uppgávan inniheldur nógva frálæru, sum er kravd í námsætlanini. Her eru pH-skalin, sýrur og basur, titrering, evnafrøðiligar útrokningar. Samstundis gita tey óført um, at sitrónin heilt vist inniheldur meiri sitrónsýru enn appilsinin. Lime og grape eru eitt sindur torførari fyri næmingarnar at hava eina meining um. Harumframt fáa teir prátað um, meðan teir arbeiða á starvstovuni, hvussu farast skal fram.

Við hesi uppgávuni fáa næmingarnir eisini innlit í problembaseraða læring, har teir sjálvir taka støðu til, hvussu farast skal fram, og síggja eitt dømi um, hvussu man kann brúka evnafrøði til at loysa ymiskar spurningar um vanliga matvøru.

Tað er neyðugt at seta fimm blokkar av til arbeiðið. Tá ið næmingarnir hava fingið at vita, hvat teir skulu, fara teir í gongd at skriva mannagongd til at framleiða sitrónsýruna. Heimaarbeiðið er at skriva mannagongd til potentiometrisku titreringina. Næmingarnir fáa eftirmeting í næsta blokki, og flestu bólkarnir koma á starvsstovuna, har sitrónsýran verður gjørd. Í triðja blokki gera teir potentiometrisku titreringina og velja indikator. Heimaarbeiðið er at skriva mannagongd til koloriometrisku titreringina. Í fjórða blokki verður saft titrerað frá sitrusfruktini. Og at enda brúka vit ein blokk, har næmingarnir rokna úrslit og byrja at seta frágreiðingina upp. Hvør bólkur letur eina frágreiðing inn. Allar útrokningar frá egnari sitrusfrukt skulu vera við. Talva av innihaldi av sitrónsýru í teimum fýra sitrusfruktunum skal eisini vera í øllum frágreiðingunum.

Aðrar greinar í miðnámsrit 13