Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Listasavn Føroya - eitt ríkt tilfeingi á miðnámi

Eftir Solveig Hanusardóttir Olsen í miðnámsrit 24, mars 2022

Komið út um skúlagátt og fáið tykkum eina læruríka og serstaka uppliving við at seta myndlist á tímatalvuna á Listasavni Føroya. Savnið kann brúkast á alskyns hátt í undirvísingini í nærum øllum lærugreinum. Allar skúlavitjanir eru ókeypis.

Í náttúruvøkrum umhvørvi í Viðarlundini liggur Listasavn Føroya, tjóðlistasavnið, har til ber at uppliva tað besta av føroyskari myndlist. Nógv vitja savnið, og millum teirra eru skúlaflokkar, sum ofta koma á gátt – eisini flokkar á miðnámi, og nærum einki mark er fyri, hvussu lærarar kunnu brúka Listasavn Føroya í undirvísingini.

Eg havi starvast á Listasavni Føroya síðani 2014 og havt nógvar rundvísingar. Eg havi ivaleyst heilsað uppá fleiri tykkara, sum hava vitjað savnið. Hetta skúlaárið (21-22) havi eg undirvíst í føroyskum á Glasi. Skiftið frá at vera savnsvørður til at vera miðnámsskúlalærari hevur váttað mína sannføring um, at listin veruliga kann seta alskyns evni á breddan og er sanniliga viðkomandi í undirvísingini. Eitt samspæl millum myndlist og ta meira siðbundnu undirvísingina gevur næmingunum eitt gott og fjølbroytt grundarstøði fyri læring.

Um savnið

Listin bjóðar einum vælkomnum, so skjótt ein traðkar inn á Listasavn Føroya. Í forhøllini eru listaverk, sum antin eru partur av serframsýningini, sum er frammi í løtuni, ella ein framsýning í sjálvum sær. Forhøllin leiðir inn í ta føstu framsýningina, har føroysk myndlist verður sett í hásæti. Fasta framsýningin er sett saman av 12 ymiskum evnum við støði í føroyskari list, søgu og mentan. Millum teirra eru havið, landslagið, steinar, portrett, dýr og grafikkur. Her ber til at uppliva fleiri enn 250 listaverk í ymiskari tøkni. Tey flestu verkini eru málningar, og umframt hesar eru standmyndir, grafikkur og installatiónir. Listin fevnir um eitt breitt tíðarskeið, frá 1840-árunum til í dag.

Serframsýningar eru fastir tættir á Listasavni Føroya. Hetta eru skiftandi framsýningar, sum kunnu upplivast í nakrar mánaðir og taka ofta støði í einum evni ella einum listafólki. Á skránni frá mars og til mitt í juni í 2022, er “Landslagið í broyting”. Á framsýningini verður føroysk landslagslist gjøgnum tíðina sýnd fram, og við tí verður ljós varpað á, hvussu náttúran í listini endurspeglar broytingar í føroyska samfelagnum og náttúruni. Kunning um serframsýningar, sum eru frammi í løtuni, er á heimasíðuni hjá Listasavni Føroya.

Savnið hevur eitt toymi av rundvísarum, sum kunnu bókast til at vísa runt. Hetta er ein ókeypis tænasta, sum verður boðin heilt frá dagstovnum til hægri lærustovnar í Føroyum. Rundvísingarnar kunnu taka støði í einum ávísum evni, sum verður viðgjørt í undirvísingini, einum ráki, listafólki ella onkrum heilt øðrum. Ein rundvísari hevur ofta eina øðrvísi tilgongd til evnið, og tað kann vera áhugavert hjá bæði lærarum og næmingum at viðgera evnið frá nýggjum sjónarhornum. Lærarar eru eisini vælkomnir at ganga runt við næmingunum sjálvir. Allar føroyskar skúlavitjanir eru ókeypis.

Um savnið

Tað er viðkomandi hjá stórt sæð øllum lærugreinum á miðnámi at vitja Listasavn Føroya. Um tað so er í føroyskum, fronskum ella fyriskipan, kann ein vitjan á Listasavni Føroya seta undirvísingina í frásjón. Tað er bert hugflogið, sum setur mørk.

Mest umbidna vitjanin á Listasavni Føroya er ein almenn innleiðsla í føroyska list. Tá bóka lærarar ofta ein rundvísara. Rundvísarin byrjar við at bjóða vælkomin, greiðir stutt frá um savnið, og síðani verður farið inn í føstu framsýningina, har flokkurin verður leiddur ígjøgnum tey 12 evnini, og útvald listaverk verða viðgjørd. Ein slík rundvísing tekur umleið 45 minuttir. Við hesi vitjan fáa næmingarnir fyrst og fremst eitt grundleggjandi innlit í føroyska myndlist, umframt at tey hava vitjað tjóðlistasavn Føroya. Á vitjanini síggja næmingarnir fleiri klassikarar í føroyskari list, og bara at hava verið á gátt, er ein uppliving í sjálvum sær.

Myndlist er ofta ein partur av undirvísingartilfarinum í føroyskum, donskum og øðrum mállærugreinum. Næmingarnir skulu duga at greina og tulka eitt listaverk, og tá kann ein rundvísing á Listasavni Føroya leggja afturat undirvísingini. Upplivingin av at síggja eitt listaverk í veruleikanum gevur næminginum eitt innlit og ein eldhuga, sum ikki kann samanberast við at hyggja í eina bók. Til ber at bóka eina rundvísing, sum tekur støði í myndagreining. Eitt annað uppskot er, at lærarin gevur næmingunum uppgávur, sum skulu loysast við støði í einum listaverki á savninum.

Tín lærugrein á savninum

Skiftandi serframsýningarnar hava aloftast ein samfelagsligan vinkul, sum hóskar væl at brúka í undirvísingini. Eitt dømi er, hvussu lærarar á miðnámi fingu íblástur frá serframsýningini Havið, sum var á savninum heystið 2020 til várið 2021. Í føroyskum hevði ein flokkur lisið stuttsøgur og yrkingar, sum snúgva seg um havið, í samfelagsfrøði hevði ein flokkur havt um havdálking, streym og avleiðingarnar fyri náttúruna, og á Vinnuháskúlanum komu allir fyrsta árs næmingarnir á gátt at samansjóðast og síggja, hvussu teirra arbeiðsøki varð miðlað í myndlistini.

Møguleikarnir eru mangir. Tað kundi verið upplagt at vitja serframsýningina “Landslagið í broyting” í landafrøði og fingið eitt innlit í náttúruna og okkara samspæl við hana, bæði jaliga og neiliga, ígjøgnum listina, sæð listaverk úr torvi, mold og ull og hugleitt um tilfeingi. Eisini ber til at vitja við samfelagsfrøði og hugleiða um, hvussu menniskjan og umhvørvið verða ávirkað av samfelagsmenning millum annað gjøgnum rák og politiskar avgerðir, millumtjóða og í Føroyum. Eg vil eggja teimum lærarum, sum kundu hugsað sær eina vitjan smíðaða til júst teirra tørv, at práta við savnið um møguleikar og tilboð.

Tær skapandi lærugreinirnar vitja javnan á savninum, alt eftir evni og uppgávu, sum eru á skránni í undirvísingini. Næmingar á klædnaatstøði geva serliga teimum mongu verkunum úr tekstili ans, og samstundis fáa teir íblástur frá hinum listaverkunum. Í myndlist venja næmingar onkuntíð at tekna perspektiv, og aðrar ferðir verður føroysk list sett í samband við altjóða list, sum verður viðgjørd í undirvísingini.

Samskifti og góðar upplivingar

Mínar royndir sum miðnámsskúlalærari hava gjørt mær greitt, at ein savnsvitjan kann víðka og styrkja læringina hjá næmingum á ein annan hátt enn undirvísing í flokkshølinum kann.Gransking vísir, at læriúrtøkan økist, um næmingarnir sleppa úr flokkshølinum av og á. At flyta undirvísingina frá tí kenda flokkshølinum til tað dynamiska umhvørvið á einum savni er ein uppliving í sjálvum sær.

Á Listasavni Føroya koma næmingarnir í eitt læringsumhvørvi, sum víkir frá tí gerandisliga, við nýggjum íblástrarkeldum og læriháttum. Undirvísingin gerst fjølbroyttari, og lærarin kann sparra við felagar á savninum. Tá næmingarnir hava verið á eini væl eydnaðari vitjan á savninum, gerast tey meira opin fyri mentanarupplivingum. Savnið gerst atkomuligt og viðkomandi fyri næmingarnar, og teir síggja tað sum eina keldu til vitan og uppliving. Næmingar og lærarar uppliva savnið sum eitt stað at ogna sær vitan á jøvnum føti við bøkur, og næmingarnir ogna sær vitan á ein annan hátt. Tilfarið, sum tey hava lisið um og sæð í bókum, gerst ítøkiligt. Næmingarnir kenna listaverkini og listafólkini aftur, gerast forvitin um aðra list og víðka sín mentanarliga sjónarring.

Kunning

Allar skúlavitjanir eru ókeypis
Til ber at vitja Listasavn Føroya frá kl. 9-16
Bóka eina vitjan við at senda ein teldupost til skular@art.fo ella at ringja 31 35 79
Tað er ókeypis at bóka ein rundvísara til vitjanina
Kunnið tykkum, hvat er á skránni, á heimasíðuni hjá Listasavni Føroya, www.art.fo

Aðrar greinar í miðnámsrit 24