Nú ber aftur til at søkja inn á Tænastubúskap og Fíggjarbúskap, sum eru partar av breiða útboðnum av hægri útbúgvingum og eftirútbúgvingum á Hægri Námi á Glasi.

Yrkisakademiskar útbúgvingar

Glasir bjóðar út Tænastubúskap og Fíggjarbúskap sum fulltíðarútbúgvingar í september 2022.

Tænastubúskapur (TBÚ) er ein tvey ára yrkisakademisk útbúgving, sum ger teg føran fyri at arbeiða á fleiri økjum innan tænastuvinnuna í Føroyum og uttanlands, millum annað á hotellum, matstovum, ferðaskrivstovum, flogfeløgum, eventskrivstovum, innan ítrótt og innan almannagagnligt virksemi, sum t.d. á søvnum og á almennum stovnum.  Útbúgvingin er m.a. ætlað teimum, sum hava praktiskar royndir innan tænastuvinnuna og ynskja at førleikamenna seg til at kunna arbeiða meira yviskipað – eitt nú við menning, stýring og leiðslu – innan tænastuvinnuna.

Beata Leifsdóttir Skaalum, sum júst hevur fingið prógv í Tænastubúskapi, viðmælir útbúgvingina her.

Fíggjarbúskapur (FBÚ) er ein breið yrkisakademisk útbúgving innan búskap, sum gevur servitan innan fíggjargeiran, serliga innan banka- og tryggingarvirksemi og sethúsasølu.

Útbúgvingarnar taka báðar tvey ár, íroknað praktikk. Umframt at geva vinnuførleikar innan nevndu øki geva tær eisini atgongd til framhaldandi lestur á Glasi og á yrkisakademium uttanlands. Eisini kanst tú við FBÚ fáa 1,5 ár avriksflutt, um tú fert undir HA.

Umsóknarfreistin til Fíggjarbúskap og Tænastubúskap er 1. juli 2022 umvegis innskriving.glasir.fo.

Somuleiðis bjóðar Glasir út Byggifrøði aftur, men flokkurin fer ikki í gongd fyrr enn í januar 2023. Byggifrøði er professiónsbachelorútbúgving, sum tekur 3½ ár, íroknað praktikk. Umsóknarfreistin til Byggifrøði er 1. januar 2023, men til ber at søkja longu nú.

HD1 og HD2

Glasir tekur upp nýggjan flokk á HD í summar. HD 1. partur, sum tekur tvey ár og er ein grundútbúgving innan vinnubúskap, verður boðin út í samstarvi við Århus Universitet. Undirvíst verður í Føroyum. HD 2. partur, sum serliga leggur dent á vinnulívsbúskap, fíggjarstýring og búskap, er víðka við nýggju linjuni, sum nevnist HD Business. Undirvísingin er fjarlestur í samstarvi við Århus Universitet.

Umsóknarfreistin til HD 1. og 2. part er 1. august 2022 og til Byggifrøði 1. januar 2023. Tú søkir talgilt á innskriving.glasir.fo.