Ævintýr - eitt valaverk
Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 5, mars 2015
Í desember í fjør kom út bókin Ævintýr. Eyðun Andreassen skrivaði, og forlagið Fróðskapur gav út. Bókin er eitt valaverk og sannur fongur fyri lærarar og fyri miðnáms- og setursnæmingar.
Á baksíðuni stendur m.a.: “Genturnar í ævintýrum eru klókar og vitandi, vita hvat tær vilja, og hvat tær skulu gera. Tær hava vilja, treyst, tol og seiggj at fremja sínar ætlanir og hava megi, áræði og dirvi at taka um endan, tá ið á stendur.” Júst hetta gongur sum reyður tráður gjøgnum alla viðgerðina.
Prologur
Eyðun hevur býtt bókina sundur í prolog, tveir høvuðspartar og epilog. Í prologinum greiðir hann stutt frá um ævintýr, tí veruleikakenda og tí íspunna. Sum lesari sakni eg ein part um, hvat fyri háttalag, Eyðun hevur brúkt. Eg kundi hugsað mær, at hann vísti lesaranum nágreiniliga, hvørjar keldur, hann hevur brúkt. Eyðun brúkar t.d. bara ævintýr, sum standa í bókini hjá Jákupi Jakobsen, Færøske folkesagn og eventyr, men hví bara hesi ævintýr? Helst er tað eitt tilvitað val hjá Eyðuni ikki at hava ein lærdan inngang, tí at ígjøgnum alla bókina er meginæðrin ævintýrini og frásagnirnar. Hetta fáa vit staðfest, tí at beint eftir prologin kemur ævintýrið “Genta og drongur í risahellinum.”
Fyrri partur
Bulurin í bókini eru báðir høvuðspartarnir, tann fyrri ástøðiligari enn hin seinni. Fyrri partur byrjar við, at Eyðun greiðir frá gandaævintýrum. Parturin er sera góður. Vit fáa at vita, hvat ið eyðkennir gandaævintýr, og Eyðun dregur fram tað kenniliga og fantastiska umhvørvið, sum ævintýrini snúgva seg um. Hann leggur tilvitað fyri við at greiða frá um gandaævintýr sum skaldskaparslag, har gentur eru høvuðspersónar. Síðan lýsir hann dreingjaævintýr. Hetta ger hann, tí at gentur og teirra leiklutur í ævintýrum eru sum heild ikki nóg væl viðgjørd í Føroyum.
Á síðu 15 býtir Eyðun gandaævintýr sundur í tríggjar partar: gentuævintýr, dreingjaævintýr og barnaævintýr. Hann kemur eisini inn á eyðkenni. Í viðgerðini verður næstan einki gjørt burtur úr barnaævintýrum.
Hann vrakar tulkingar, har granskarar síggja gentuævintýr sum frásagnir um gentuna, ið bíðar eftir prinsinum á hvíta hestinum, og tekur hana inn í eitt glæsiligt lív. Um tulkingar av fátæka dronginum, ið verður kongur, sær hann sum ímynd av vesturlendskari, ikoniskari hugmynd, sum er bygd á hugsanina um mannin, ið smíðar sær eydnuna góða. Slíkar tulkingar samsvara ikki við innihaldið í gandaævintýrum. Hann kallar hetta av røttum mentanarligar mistulkingar. Hann grundgevur fyri hesi mistulking í partinum um ævintýrsøguna, (s. 19-26).
Á síðu 20 kemur Eyðun inn á føroysk ævintýr. Hann skrivar, at tey líkjast nógv teimum norðurlendsku ævintýrunum, og at tey føroysku munnu koma haðani. Her kemur hann til somu niðurstøðu sum Jákup Jakobsen og Åse Nyman. Åse vísir á, at hóast føroyingar helst munnu hava lisið ævintýrini úr norðurlendskum bókum, so hava tey fingið ein føroyskan dám og eru so listuliga fortald, at vit ivast ikki í, at søgurnar eru um bygdargentur og bygdardreingir í Føroyum.
Eitt sindur provokerandi skrivar Eyðun niðast á síðu 20, at umframt arbeiðið hjá Åse Nyman er ikki nógv fyndugt skrivað um føroysk ævintýr. Hann nevnir tríggjar greinir í Varðanum, eina hjá Kirsten Brix og tvær hjá Hjalmari P. Petersen, og so eina hjá Reidari Th. Christiansen, sum stóð í Nordisk kultur, bind IX.
Her gevi eg Eyðuni rætt. Tað hevur verið alt ov lítið granskað og skrivað um føroysk ævintýr. Tó skal sigast, at føroysk ævintýr eru viðgjørd í t.d. Fjørið mítt og Les 3. Onkur ritgerð er eisini um ævintýr á fróðskaparstigi.
Parturin á síðu 23 um ævintýrtypur er sera spennandi. Her verður komið inn á altjóða skrá yvir øll kend ævintýr, sum eru skipað í typur, ið nevnist ATU. Upp í hesa skrá verða roknað tey ævintýr, ið verða mett at siga somu søgu, hóast tey í mangar mátar kunnu tykjast ólík í frásøgn og motivum. Føroysk ævintýr hava eisini fingið pláss í skránni. Størsti parturin í ATU eru gandaævintýr. Í Færøske folkesagn og æventyr eftir Jákup Jakobsen eru prentað og umrødd 79 ævintýr við frábrigdum. 45 av teimum hoyra til henda bólk, (s. 24). Eyðun vísir á, hvar tey 45 ævintýrini hoyra heima í ATU, (s. 24-25).
Hann ber fram, at orðið gandaævintýr er misvísandi, tí hesi ævintýr hava ikki við gand at gera, sum vit t.d. hoyra um í søgnum. Fleiri granskarar brúka nú á døgum orðið fairy tales; men hetta orðið vil Eyðun ikki brúka. Hann hevur enn ikki funnið nakað brúkiligt orð á føroyskum, og brúkar tí orðið gandaævintýr.
Hann vísir á, hvussu týski ævintýrgranskarin, Max Lüthi, (1968) lýsir, hvat eyðkennir gandaævintýr. Lüthi skrivar m.a., at høvuðspersónurin í ævintýrum ikki er knýttur at familjubondum. Eyðun mótprógvar hesum so dyggiliga við t.d. eini greining av Vetilskonu. Sum rætt er, vísir hann eisini á, at fleiri onnur dømi eru, (s. 29).
Eyðun kemur við sera góðum og áhugaverdum tulkingum í partinum Uttanverð og innanverð. Hann brúkar ástøðið hjá Lüthi um gandaævintýr og viðger munin millum frásagnir um gentur og dreingir. Granskarar hava gjørt nógv burtur úr avrikunum hjá dreingjum. Í gentuævintýrunum verður lítið gjørt burturúr, sjálvt um avrikini eru nógv størri enn hjá dreingjum. Eyðun leggur ikki fingrarnar ímillum, tá ið hann finst at ævintýrgranskarum, sum lata seg tøla av dreingjunum í ævintýrunum og fáa ikki eyga á gentuna og hennara avrik. Hann kallar hesar fyri mentanarligar, sjónbrekaðar ævintýrgranskarar, (s. 33).
Á síðu 34 kemur hann inn á strukturar og Vladimir Propp. Har tekur hann fram føroysk ævintýr og setir inn í funktiónirnar hjá Propp. Eyðun vísir á við dømum, at funktiónirnar hjá Propp ikki eru nóg nøktandi, tá ið ræður um t.d. gentuævintýr. Hann heldur, at Propp leggur alt ov stóran dent á ævintýr, har dreingir hava týðandi leiklut. Eyðun gevur Propp akademiskt av grovfílini, tí at hann er fongdur av reduktionismu, (s. 36-37). Parturin um Propp gongur heilt fram til síðu 44. Eins og Lüthi hevur Propp sett kikaran fyri sítt blinda, mannliga eyga og orðar eitt alment ástøði um ævintýr, har gentan ikki reiðiliga er uppií, tí ævintýr við gentum einans verða lýst sum frábrigdi av dreingjaævintýrum. Hann heldur, at veikleikin við hugsanini hjá Propp er m.a., at hann bert greinar strukturar, og ikki tað, sum frásøgufólk veruliga siga, (s. 36).
Í bókini verður eisini komið inn á tær fimm aktirnar hjá Bengt Holbek, (s. 44). Holbek finst at strukturfrymlinum hjá Propp, tí at hesin ov einfalt fylgir lívsleiðini hjá dreingjum. Eyðun er kritiskur mótvegis aktfrymlinum, eisini tí hesin ikki hóskar til gentuævintýr, (s. 44-46).
Á síðu 46-49 fer hann eisini inn á aktantfrymilin hjá Algirdas Greimas. Hann vísir á, at hesin frymil als ikki er skottryggur og hevur síni lýti, tí at Greimas m.a. ikki tekur frásøgufólkið við í skipanina.
Undir yvirskriftini Luturin hjá dronginum verður víst á, at drongurin í ævintýrunum í stóran mun er lítið dugandi. Hann rúgvar nógv upp í frásagnunum, men hevur ofta, tá ið saman um kemur, lítlan annan leiklut enn at vera á røttum staði í rættari løtu. Hann fremur ikki avriksverk, (s. 51).
Vit lærarar á miðnámi munnu mangan hava sagt við næmingar, at høvuðspersónurin (drongurin) í ævintýrum fer eina menningarferð og hevur eitt mál, nevniliga at mennast. Eyðun skrivar, at fleiri av høvuðspersónunum í dreingjaævintýrinum hava einki mál við ferðini og vita ikki, hví teir gera, sum teir gera. Hann kemur við góðum dømum, sum styðja próvførsluna. Eyðun er ikki einvegis í síni próvførslu av hesum, men vísir eisini á dreingir, ið eru knáir.
Seinni partur
Eyðun skrivar, at granskingarluturin í hesi bók eru ævintýrini sjálv, hvussu tey eru søgd, og hví tey eru søgd, (s. 69). Hann vísir aftur, at ævintýrini kunnu brúkast til kjak um almenn, sosial viðurskifti, átrúnað, politikk ella heimspekilig ástøði. Hann sigur stutt og greitt, at ævintýrini siga frá alkendum, gerandisligum tvørleikum og tvístøðum í einum ávísum lívsskeiði í ungdóminum, (s. 69). Tey eru samskifti, har felags almenna bakgrundin er mál, trúgv, siðir, lívskor o.a. Stutt sagt kreativar, mentanarligar framsetingar, (s. 71). Hann greiðir m.a. frá klúgving, eksternialisering, kontraktión, kvantifisering, hyperbul, projektión o.ø. Her greiðir hann væl frá við góðum dømum.
Níggju ævintýr verða greinað og tulkað. Greiningarnar og tulkingarnar er ómetaliga góðar, og bæði næmingar og lærarar fara at fáa stóra gleði av hesum arbeiði Eyðunar.
Í fyrra parti av bókini vísir Eyðun á, at strukturalistar sum Propp eru blindaðir av strukturum og hava m.a. gloymt ein týdningarmiklan part, nevniliga frásøgufólkið. Eyðun svíkur ikki lesaran. Umframt at greina og tulka ævintýrini, lýsir hann m.a. frásøgufólkini og setir ævintýrini í sín rætta samtekst. Í seinna parti brúkar hann ta hugsan, sum hann hevur lagt fyri lesaran í fyrra parti, og alt rennur saman í eina hægri eind.
Epilogur
Epilogurin er stuttur, eins og prologurin. Argandi skrivar Eyðun í fyrstu reglu, at veruleikin er ikki til. Tað einasta, vit hava , eru søgurnar um veruleikan. Lukkutíð, sigur Eyðun, hava tó funnist og finnast enn skapandi fólk sum Erika Katrina í Lykkirshúsi á Syðradali og mong onnur, ið hava kunnað og kunnu enn siga søgur úr klókum sjónarhorni, so glið hóast alt er á. Tá verður meining í søgunum.
Sum heild Við hesum verki hevur Eyðun Andreassen ríkað okkum almikið. Við sínum livandi máli hevur hann skrivað eina bók, sum púra vist kemur at standa í mong ár. Hon stendur eisini mát við aðrar slíkar vísindaligar bøkur um ævintýr. Í 1986 gav Eyðun út bókina Úr søgn og søgu. Tann bókin verður enn brúkt í fólkaskúla og á miðnámi og er eitt valaverk. Tað sama er at siga um hesa bók. Eyðun hevur víst á, at hugmyndir sum strukturalisman brúka blinda eygað fyri at skilja gentuævintýr. Slíkar hugmyndir hava hámett dreingjaævintýrini. Rithøvundurin hevur eisini sett ævintýrini inn í tann samtekst, sum tey hoyra til, nevniliga sum frásagnir, ið eru sagdar úr klókum sjónarhorni. Eins og gløggu frásøgufólkini, so er sjónarhornið í hesi bók sera klókt.