Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.

Miðnámsrit 5
Um blaðið
Góðu lesarar!
Nú er eitt ár síðan, at fyrsta Miðnámsrit kom út. Fyri jól góvu vit bók út við greinum, ið hava staðið í netblaðnum 2014. Vit ætla at halda fram við at geva greinirnar út í bók; væntandi kemur ein nýggj út næsta vetur.
Í hesum blaðnum kunnu tit lesa grein hjá Vár í Ólavsstovu um vent flokshøli og venda læring. Rógvi Olavson hevur skrivað greinina Skúli ella skrímsl sum íkast til kjak um skúlasamanlegging og um depilin við Marknagil.
Tvær søguligar lýsingar eru um miðnámsskúlar. Kári N. Olsen hevur skrivað um Studentaskúlan í Eysturoy, sum byrjaði í 1982, og Jóannes A. Hansen um HF-skeiðið í Klaksvík, sum hevur meiri enn 40 ár á baki.
Olav hevur tvær greinir. Tann fyrra er um námsfrøðiliga leiðslu, tann seinna er um orðið eingilskt. Fyri jól kom bókin Ævintýr eftir Eyðun Andreassen út. Tórður hevur ummælt bókina.
Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson
Innihaldsyvirlit:
Vent flokshøli og vend læring, Vár í Ólavsstovu
Námsfrøðilig leiðsla, Olav Absalonsen
Skúli ella skrímsl, Rógvi Olavson
HF-skeið í Klaksvík í meiri enn 40 ár, Jóannes A. Hansen
Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy, Kári N. Olsen
Ævintýr – eitt valaverk, Tórður Johannesarson
Eingilskt er føroyskt, Olav Absalonsen
Tak niður sum PDF