Vent flokshøli og vend læring
Eftir Vár í Ólavsstovu í miðnámsrit 5, mars 2015
Øll, sum hava undirvíst í nógv ár, hava spurt seg sjálv spurningarnar: hvussu fái eg allar næmingarnar við, og er okkurt, sum eg kundi gjørt øðrvísi?
Tað er eingin ivi, at talgilda tøknin og talgild námsfrøði hava provokerað okkum í okkara fatan, hvussu eindarskúlin eigur at vera, tí tøknin letur dyrnar upp fyri øðrum møguleikum fyri undirvísing, miðlan av vitan, eftirmeting, fjølbroyttari næmingaluttøku, framleiðslu av uppgávusvarum, og ikki minst setur talgilda tøknin sosiala floksfelagsskapin í heilt annan samtekst.
Vent flokshøli og vend læring, á enskum flipped classroom og flipped learning, eru eitt slag av grasrótarrørslu, sum hevur sítt støði í praksis, eini úr neðra vísindi og tí ikki so ástøðilig og akademisk sum nógv onnur vísindi. Tað er kanska eitt eyðkenni við frálærufrøði, at hon í stóran mun byggir á royndir, lærarar hava gjørt sær, tí tað er ikki fyrr enn vit í frálærupraksis royna vísindaligt ástøði, at vit kunnu gera av, um praksis virkar. Vit vita, at tað er rættiliga trupult at staðfesta, hvør læring er farin fram. Vit kunnu gera ítøkiligar royndir og eftirmetingar, men heldur ikki tær kunnu við fullari vissu siga okkum, hvat næmingarnir hava lært. og hvørja undanvitan nýggja vitanin hevur knýtt seg til ella er vorðin grundarlag fyri til víðari vitanartilognan.
Spurningurin, nær vit læra, og hvussu vit læra, er knýttur at einstaklinginum, og nútíðarskúlin hevur ilt við at finna gylta millumvegin, har felagsundirvísingin skal fara fram. Við støði í egnum royndum veit eg, at bæði tann góði og tann veiki næmingurin hava trupulleikar við at menna seg víðari við støði í sínum egnu førleikum og fortreytum.
Vent flokshøli er sprottið í einum undirvísingarveruleika, sum mangir lærarar kenna aftur. Miðnámsskúlalærararnir Jonathan Bergmann og Aaron Sams, sum í mong ár hava undirvíst í evnafrøði, byrjaðu frálærustevnuna vent flokshøli nærum av tilvild. Teir sótu við spurninginum, hví næmingarnir alt ov ofta høvdu trupulleikar við at umlaga innihaldið í síni undirvísing til nýtiliga vitan, sum gjørdi teir førar fyri at gera heimaarbeiðið. Teir byrjaðu at taka undirvísingina upp á film og leggja tað út til næmingarnar, og tað gjørdi tað gjørligt, at næmingarnir kundu ogna sær ástøðiligu gjøgnumgongdina, sum vanliga fer fram í flokshølinum, í egnari ferð, og tá ið tað passaði inn í teirra arbeiðsdag.
Um venda læring siga Bergmann og Sams, at hon er “neither a pedagogy nor an educational philosophy. Flipped learning is a flexible technique to be used when appropriate to maximize face-to-face time with students. And students are what matter most. Content is important, and we encourage teachers to use flipped learning to drill down deep into the content that students must learn. We desire all students to have a solid foundation in a variety of subjects from which they can build future knowledge” (Bergmann & Sams 2014: 559).
Grundleggjandi byggir vent flokshøli á, at tann fakliga innleiðslan, sum vanliga verður gjøgnumgingin í flokkinum, verður gjørd heima, og tað, sum vanliga varð gjørt sum heimaarbeiði, nú verður gjørt í flokkinum (Bergmann&Sams 2014: 192).
Sams og Bergmann vísa á, at talan er um ein øðrvísi námsfrøðiligan hugsanarhátt, har: “direct instruction moves from the group learning space, and the resulting group spaces is transformed into a dynamic, interactive learning environment where the educator guides students as they apply concepts and engage creatively in the subject matter”. Teir vísa eisini á, at vend læring er einstaklingsvend læring, og at talan kann vera um ymisk háttaløg, frábrigdi og sløg av næmingasavnaðari læring, har miðlanin av fakliga tilfarinum er: “differentiated instruction, problem/project-based learning, inquire-based study, and many others.” Teir vísa á, at hesar strategiir eru lættar at seta í verk, og teir vísa á, at vend læring er grundleggjandi næmingadeplað (Bergmann & Sams 2014: 203).
At seta næmingin og læring hansara í miðdepilin var greitt tann hugsan, sum lá undir at taka samvirknar talvur í nýtslu í skúlastovunum. Námsfrøðiliga ætlanin var, at næmingurin í fakligum uppgávuloysnum og fakligum samskifti skuldi yvirtaka talvuna. Tá ið eg havi tosað við lærarar, er tað rættiliga sjáldan, at næmingar sleppa fram at talvuni, og tað eru rættiliga nógvir lærarar, sum als ikki fáa gagnnýtt teir møguleikar, sum samvirkna talvan hevur. Samvirkna talvan tykist einans at hava avloyst ta grønu, svørtu ella hvítu talvuna. Samskiftið millum lærara og næming tykist óbroytt við samvirknu talvunum. Lærarar, eg havi tosað við, tykjast meiri at sakna gomlu talvuna enn at fegnast um teir frálærumøguleikar, sum nýggja samvirkna talvan gevur teimum av ymsum frálæruháttum, og næmingurin tykist als ikki at vera sloppin fram at talvuni, sum jú var eitt av aðalmálunum við samvirknu talvunum. Vit kunnu bara gita okkum til, hví talvurnar ikki hava havt stórar frálærufrøðiligar broytingar við sær.
Ein lítil kanning millum fólkaskúlalærarar, sum ein lesandi á NÁD gjørdi á sumri 2014, gevur eina ábending um, at nógvir lærarar halda seg ikki hava førleikan at nýta samvirknu talvurnar til fulnar, og at tað tekur nógva tíð heima at gera talvurnar. Lærarar halda eisini, at tað tekur dekan og nógva tíð at tendra talvurnar, og tann afturvendandi trupulleikin tykist vera, at tøknin virkar illa og koyrir ov seint. Hesar orsøkirnar verða tiknar fram sum frágreiðing um, at samvirknu talvurnar og aðrir tøkniligir miðlar ikki verða meira brúkt í undirvísingini (Kerá 2014).
Vend frálæra knýtir seg at óformligu læring næmingsins, hon nýtir førleikar, sum skúlin ikki hevur “lært” teir, men sum tøknin og viljin at brúka møguleikarnar, sum tøknin gevur teimum, hevur lært næmingarnar. Um undirvísing á henda hátt siga Bergmann og Sams, at næmingar í dag skilja, hvat talgild læring snýr seg um, og at teir sum lærarar einans tosa við næmingarnar á teirra egna máli. Um atfinningarnar, at næmingar frammanundan brúka ov nógva tíð við talgildum miðlum, siga teir heilt einfalt, at teir gagnnýta talgilda videomentan í læringarmiðlanini í staðin fyri at berjast ímóti henni (Bergmann & Sams 2012: 21).
Við tað at vent flokshøli ella vend læring ikki eru eintýddir læringarstílar, er trupult at tosa um eina endaliga allýsing av, hvat vent flokshøli ella vend frálæra eru. Heldur ikki kunnu vit tosa um, at vit burturav skulu undirvísa soleiðis, tí fakligt samskifti millum lærara/næmingar og næmingar/næmingar sínámillum verður altíð ein partur av fakligu menningini, men møguleikin fyri, at fleiri kunnu luttaka er væl størri, tí tey hava ognað sær vitanina við teirri tilgongd og teirri ferð, sum hóskar til teirra. Vend frálæra gevur møguleikar, sum vit ikki hava havt fyrr og gevur okkum møguleikar at samantvinna formliga og óformliga læring, soleiðis at skilja, at næmingar í formligari læring kunnu brúka sínar tøkniligu talgildu førleikar, sum teir hava ognað sær ígjøgnum m.a. spæl. Henda óformliga vitanin gevur eina ørgrynnu av møguleikum, sum vend frálæra kann fáa nógvan ágóða av, samstundis sum vitanartilognanin gerst einstaklingslagað og gevur einstaka næminginum ta avbjóðing, sum hann megnar júst ta løtuna, tá ið evnið/tilfarið skal lærast. Tað er ein spurningur um at venda sær frá læraranum og hansara fakliga førleika og fakmiðlan og heldur hugsa um læringartilgongd næmingsins. Eingin læringartilgongd verður heilt eins. Sjálvt um tú sum lærari brúkar venda frálæru sum læringarstrategi, hongur frálæran framvegis saman við, hvussu lærarin er, hansara fakligu kunnleikum og førleikum og ikki minst evnum hansara at miðla fakliga vitan.
Bergmann og Sams hava við støði í teimum royndum, teir hava við vendum flokshøli, flutt seg frá at tosa um vent flokshøli, har øll síggja sama film og arbeiða við sama evni í næmingalagaðum samteksti. Teir tosa í dag um venda førleikalæring (Flipped-Mastery Model), har næmingar fara víðari til nýtt tilfar og nýggjar filmar ella hyggja umaftur, alt eftir, hvussu teir skilja og megna tað nýggja tilfarið og eru førir fyri at loysa uppgávur (Bergmann & Sams 2012: 34)
Næmingalagað undirvísing er avgjørt ein týðandi partur av vendum flokshøli og serliga vendari førleikalæring, og Bergmann og Sams vísa á, at við vendum flokshøli brúka teir meiri tíð til veiku næmingarnar enn fyrr, tí tá vóru tað teir góðu næmingarnir, sum tóku lut og spurdu í undirvísingini. Nú hava hesir næmingar sum oftast fingið svarið í filminum, og meiri tíð verður tískil til at hjálpa teimum næmingunum, sum ikki skilja fakligu spurningarnar (Bergmann & Sams 2012: 27f). Tað er eingin ivi, at tað er ymiskt, alt eftir hvørja lærugrein talan er um, hvussu vent flokshøli og vend læring kunnu nýtast, men vert er at undirstrika, at teir filmar, sum næmingarnir skulu hyggja at heima, einans skulu avloysa ta fakligu innleiðsluna, sum lærarin vanliga hevur, tá ið næmingarnir hava fyrireikað seg heima til eitt evni.
Bergmann og Sams eru eftir nøkrum árum við vendum flokshøli og vendari førleikalæring komnir til ta sannkenning, at tað eru ymiskir hættir, sum næmingarnir læra uppá, og teir vísa á, at teir næmingar, sum ikki halda seg læra við at síggja filmarnar, kunnu brúka aðrar hættir at ogna sær vitan. Hesir næmingar kunnu t.d. lesa í lærubókum ella finna tilfar á alnetinum. Teir eru tískil við tíðini givnir at krevja, at næmingarnir hyggja at filminum, halda teir seg ikki læra av teimum. Tað, at næmingarnir sjálvir gera av, um teir hyggja at filmunum ella ogna sær vitan á annan hátt, hevur sambært teimum givið teimum ábyrgd av síni egnu læring (Bergmann & Sams 2012: 67). Tær “nógvu” síðurnar, sum serliga næmingar á miðnámsskúla verða noyddir at lesa fyri at seta seg inn í eitt evni, mugu teir framvegis lesa, men fakliga høvuðsúrdráttin í dagsins heimaarbeiði, sum vanliga verður gjøgnumgingin av læraranum í onkrum slagi av yvirhoyring, fáa tey í filminum, og tað er hann, sum í høvuðsheitum skal brúkast at stuðla uppgávuloysnum og bólkaarbeiði í skúlanum.
Við tað, at stórur partur av lærarans tíð snýr seg um at hjálpa næmingunum, kann hann laga undirvísingina til einstaka næmingin. Næmingar, sum skilja skjótt, hava ikki fyri neyðini at loysa so nógvar uppgávur. Slíkur arbeiðsháttur verður eitt slag av einstaklingsarbeiðssáttmálum, sum verður undirskrivaður av hvørjum næmingi sær, har teir verða noyddir at prógva sína fatan av fakliga tilfarinum. Bergmann og Sams hava royndir við, at næmingar virða hesa skipan, tí teir skilja, at lærarin ikki er áhugaður í bara at halda teimum í gongd, men at tað snýr seg um læring.
Fakligu filmir lærarans byggja sambært Bergmann og Sams á niðastu fláirnar í taksonomi Blooms. Teir eru best nýttir sum tilfarsavhendingaramboð í teimum niðastu fláunum: at minnast og skilja. Tað gevur lærarunum høvi at brúka sína virðismiklu flokstíð saman við næmingunum í tilgongdini at megna førleikar á hægri stigum í taksonomi Blooms, sum føra til djypri læring.
Royndir, gjørdar í USA, vísa, at filmarnir, sum eru lagdir út í sambandi við vent flokshøli, ofta verða sæddir av foreldrunum eisini, og hetta skapar gott fakligt kjak millum foreldur og næmingar og er við til at økja fakliga tilvit næmingsins í samvinnu við nærfelagsskapin (Bergmann & Sams 2012: 30) og kann soleiðis vera við til at skapa læringarfelagsskap uttan fyri skúlan, sum kann hjálpa næmingunum í læringartilgongdini.
Í vendari læring verður taksonomi Blooms í stóran mun sett í verk í øvutari røð, tí næmingarnir byrja við úrslitinum – skapanini og framleiðsluni – og arbeiða niðureftir, so staklutirnir í úrslitinum gerast greiðari, og ítøkiliga vitanin um einstøku stigini, sum føra til úrslitið, verða meiri tilvitað. Teir fara niður í taksonomiløgini, so hvørt teir hava brúk fyri at ítøkiliggera vitanina, sum førir til endaliga úrslitið. Við tað at hugsjónargrundarlagið undir vendari læring og vendari førleikalæring er lagað til fakliga hegnið hjá hvørjum næmingi sær, fara teir víðari hvør í sínum lagi, tá ið teir megna vitanarstigið, teir eru á. Hesin læringarstílur ger, at næmingarnir brúka mestu tíðina til at skapa og eftirmeta, og tá ið teir renna á eina fakliga forðing, fara teir niður á lægri stig í taksonomiini, finna ta vitan, teir hava brúk fyri, og fara síðani upp á toppin aftur, har teirra verkætlan er (Bergmann & Sams 2014: 528).
Filmsgerð
Filmarnir skulu vera lættir og skjótir at framleiða, og royndir, sum eru gjørdar aðrastaðni, vísa, at tað besta er, at tað er egni lærari floksins, sum ger filmarnar. Hvør filmur skal helst ikki vera drúgvari enn 8 minuttir. Sjálvandi eru undantøk, um næmingurin fær onkra rímiliga lætta yvirlitskenda innleiðslu. Tó skulu teir filmarnir heldur ikki fara upp um 15 min. Tí skulu vit heldur gera fleiri filmar um sama evni fyri at tryggja okkum, at filmarnir ikki gerast ov langir. Avbjóðingin í filmsgerðini er at halda áhuganum hjá næminginum føstum, tí tað er einki vunnið, um næmingarnir ikki hava sæð filmarnar, tá ið teir koma til undirvísingina. At tryggja sær, at næmingarnir síggja filmin og at teir vita, hvussu teir skulu hyggja og fyrireika seg, er sambært teimum, sum hava brúkt venda frálæru, sera týðandi.
Í samstarvi við ein føroysklærara í einum 6. flokki eru vit farin í gongd við at framleiða nakrar mállærufilmar. Hesir filmarnir skulu vera grundarlag undir einari undankanning, sum vónandi verður grundarlag undir einari aktiónsgranskingarverkætlan av talgildum undirvísingartilfari í føroyskfrálæruni og ætlandi eisini í støddfrøðilærugreinini. Har ætla vit at leggja til rættis talgilt undirvísingartilfar grundað á vendar undirvísingarhættir og læringsstílar. Tað, vit ætla at kanna og menna, er, hvussu undirvísingargongdir skilabest verða settar saman við talgildum tilfari og talgildum læringaramboðum. Vit fara í hesi undankanning at kanna, hvussu vent flokshøli verður móttikið, og hvat og hvussu næmingarnir læra av filmunum og hvørjir læringarstílar eru gjørligir við at venda flokshølinum. Ætlanin er eisini at fáa eina mynd av, hvussu óformlig læring kann gerast virkin í formligari læring.
Í filmsframleiðsluni hava vit higartil brúkt forritið Camtasia, serliga tí at tað hevur nógvar møguleikar og er lutfalsliga lætt at ritstjórna við. Tað, sum hevur stóran týdning fyri filmsframleiðsluna er, at hon er rímiliga einføld, og at ein og hvør kann sita framman fyri telduni og framleiða filmar. Í filmsframleiðsluni eru tvey viðurskifti sera týðandi. Annað er, at læringarmálið er greitt. Hitt er, at filmurin greitt leggur upp til, at næmingarnir fáa fakligan kunnleika til at loysa uppgávur á ymsum torleikastigum og grundað á teirra egna fakliga førleika. Við støði í tonkum Jerome Bruners um, at vitan verður miðlað gjøgnum søgur, hava vit havt í huga hugsan Jerome Bruners, at: “people narrativize their experience of the world and of their own role in it” (http://oaks.nvg.org/bruner-sayings.html). Søgurnar, sum binda saman, eru reyði tráðurin í filminum, og tær skulu – við mentanargrundaðum og afturkenniligum søgum knýttum at fakligari vitan – fremja og tryggja kognitiva fakliga menning. Søgurnar eru smáir spurningar, sum børn á sama aldri seta, og svarmøguleikar, sum tey skemtandi spæla sær við. Bergmann og Sams vísa á, at tað ber væl til at brúka filmar, sum onnur hava gjørt, serliga um teir eru fakliga væl úr hondum greiddir, men teir vísa samstundis á, at teir hava royndir við, at næmingunum dámar betur, at teirra egni lærari hevur framleitt filmin, sjálvt um filmurin ikki hevur serliga góða góðsku. Teir taka fram dømi um lærara, sum hevur skrivað til teirra og sagt, at teirra filmar eru væl betri enn hansara, men næmingunum dámar betur hansara filmar (Bergmann & Sams 2014: 570). Ráðini eru sostatt at gera sínar egnu filmar og byrja í smáum. Neyðugt er at gerast trygg/ur við tøknina og skriva handritið til filmin greitt og einfalt og síðani royna seg fram til, hvat ið virkar. Við tað at Camtasia er lætt at ritstjórna við, ber væl til at leggja afturat og taka slíkt burtur, sum ikki virkar.
Fakligi bulurin í filmunum er eitt power point, sum vit leggja rødd til. Síðani hava vit havt tvær smágentur, sum spyrja fakligar spurningar í einum skemtiligum tóna. Hesi klippini ganga aftur gjøgnum filmin og eru tikin upp við Iphone/Ipaddi. Eini ráð, sum øll, ið hava roynt seg við at gera filmar geva, er at lata skemt vera ein týðandi part av fakligu miðlanini – sjálvandi við máta, men tað siga tey flestu er sera viðkomandi fyri at halda næmingunum føstum við filmin, tí faklig miðling á filmsmiðlinum kann vera ov turrislig at hyggja ov leingi at. Somuleiðis eru ráðini, at fakliga “tættir/tungir” filmar ikki mugu verða longri enn 5-8 minuttir, men kunnu væl vera uppaftur styttri. Skemtið hava vit megnað at fingið inn í filmarnar, men verri er at gera filmarnar nóg stuttar og greiðar, so tað er størsta avbjóðingin í løtuni.
Keldur
Bergmann, Jonathan og Sams, Aaron. 2012: Flip your Classroom. Eugene, Oregon, Washington, DC: Iste og Alexandra, Virginia: ASCD. Talgild útgáva.
Bergmann, Jonathan og Sams, Aaron. 2014: Flipped learning. Eugene, Oregon, Washington, DC: Inernational Society for Technology in Education. Talgild útgáva.
http://oaks.nvg.org/bruner-sayings.html, tikið niður 20.02.15 Kerá, Guðrun. 2014: Hvørja ávirkan hava tilgild námsfrøði og talgildir frálærumiðlar á motivatiónina? Yrkisrættað uppgáva á NÁD, ikki loyvd atgongd.