Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Studentaskúlin og HF-skeið í Eysturoy

Eftir Kári N. Olsen í miðnámsrit 5, mars 2015

Fyritreytir fyri Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy

Tá ið vit skulu greiða frá byrjanini serliga, tá ið Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy varð sett á stovn, er neyðugt at siga nøkur orð um næmingatalið av studentum generelt, og ikki minst at taka Klaksvíkar HF-skeið við inn í frágreiðingina (ein grein um Klaksvíkar HF-skeið er í hesum blaði).

Stásiligi bygningurin – eftir tátíðar meti – í Hoydølum, varð tikin í brúk í 1965. Hesin bygningurin varð ætlaður til 288 næmingar, 12 stovur á 24 næmingar.

Føroya Studentaskúli – seinni nevndur Føroya Studentaskúli og HF-skeið – varð settur á stovn 1937, og tey fyrstu 20 árini vóru í meðal góðir 10 studentar lidnir um árið, men í 1960’unum vaks næmingatalið, og tá ið komið varð út í seinnu helvt av 1960’unum, byrjaði tann stóri vøksturin í studenta­talinum. Í 1968 vórðu fyri fyrstu ferð tveir matematiskir flokkar tiknir inn, og í 1972 varð málsliga deildin eisini víðkað, soleiðis at tveir flokkar vórðu tiknir inn á hvørjum ári.

Tá ið framhaldsdeildir komu á teim størru bygdunum, minkaði tørvurin á realdeildini á Studentaskúlanum, og í 1973 vórðu teir seinastu realskúlanæmingarnir tiknir inn. Í staðin kom so HF. Í 1974 varð HF-útbúgvingin sett á stovn í Hoydølum við tveimum deildum úti um landið, eini í Suðuroy og eini í Klaksvík.

So hvørt sum áhugin gjørdist størri fyri students- og HF-útbúgvingini, vaks trýstið á skúlan í Hoydølum. Í 1980 verður sagt í Hoydølum, at vøksturin í talinum av nýggjum næmingum er so stórur, at skúlin akkurát klárar at húsa teimum, sum byrja í august 1980, treytað av, at skúladagurin verður longdur við einum tíma. Í 1980 verður HF-skeið eisini sett á stovn við Gøtugjógv, soleiðis at nakað av trýstinum verður tikið av Studenta­skúla­num í Hoydølum.

Í oktober mánað 1980 setti landsskúlastjórin nevnd at meta um støðuna í Hoydølum. Nevndin sigur, at “Í hesum skúlanum (t.v.s. Føroya Studentaskúla í Hoydølum), sum fyri stívliga 15 árum síðani varð gjørdur til 288 næmingar, ganga í dag umleið 510 næmingar, og ger hetta viðurskiftini í skúlanum ikki sørt ruðuleikakend”.

Nevndin sigur eisini, at neyðugt er við skúla aðrastaðni í Føroyum til teir næmingar, sum pláss ikki verður fyri í Hoydølum, og at neyðugt er, at stig verður tikið til hetta í stundini, um ikki alt skal gerast ein ruðuleiki, tá farið verður undir komandi skúlaár t.v.s. 1982/83.

Skúlin byrjar

Hetta vóru nakrar av fyritreytunum fyri Studentaskúlanum í Eysturoy, og við løgtings­lóg nr. 76 frá 21. mai 1982 samtykti løgtingið at seta Studentaskúla og HF-skeið á stovn í Eysturoy,  og í august mánað 1982 byrjaðu so tríggir 1. flokkar, ein málsligur og tveir matematisk­ir. Skúlin helt til í leigaðum hølum við Gøtugjógv frá 1982, til hann flutti í nýggja bygningin á Kambsdali í august mánað 1993.

Nú vóru næmingar tiknir inn á skúlan, men hvussu skuldu teir koma til og frá skúlanum? Bygdaleiðir vóru ongar tá, so rektarin fekk samband við teir bussførarar, ið koyrdu skúla­børn í oynni og samráddist so við teir um at koyra næmingarnar til og frá Studenta­skúla­num. Bussførararnir vóru sinnaðir at taka hesa uppgávu á seg, men teir vildu ikki hava nakað við pengar at gera, t.v.s. vildu ikki krevja pening inn frá næmingunum, so skúlin seldi ferðaseðlar ella mánaðarkort á skrivstovuni, inntil bygdaleiðir komu í fasta legu miðskeiðis í áttati­árunum.

Umstøðurnar á skúlanum

Umstøðurnar við Gøtugjógv vóru alt annað enn nøktandi, og tað gekk bara við einum góðum vilja, og við at øll hjálptust sum frægast.

Tá ið Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy vóru mest “spjødd”, helt skúlin til í 8 ymiskum støðum við Gøtugjógv:

  • Í 1887 skúlanum
  • Í 1929 skúlanum
  • Í Gamla svimjihyli, ið bleiv umbygdur til studentaskúla
  • Á Handilsloftinum hjá Haldor Konoy
  • Í Bilhúsinum hjá Jakku skómakaranum
  • Í Losjuni
  • Í Barnaskúlanum í Gøtu
  • Í privathúsum við síðuna av Gamla svimjihyli

Frá 1983 var ítróttarhøllin á Kambsdali eisini nýtt til fimleik og aðrar ítróttargreinar.

Av serstovum var í fyrstani bert kemi/biologi hølið, sum var í kjallaranum í “1929 skúla­num”. Fyri at nøkta tørvin á serstovum var neyðugt at samstarva við barnaskúlan við Gøtugjógv. Frá barnaskúlanum lænti Studentaskúlin: fysikkstovu, fimleikahøll/svimjihøll, bókasavnið, har tónleikaundirvísingin fór fram, og Auluna til felagstímar. Barnaskúlin hevði næmingar frá 1. til 7. flokk, tað vil siga, at hesir næmingarnir vóru í einum heilt øðrum aldursbólki enn næmingarnir, ið gingu á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum, so neyðugt var sjálvandi at laga seg hvør eftir øðrum. Tað var tætt samstarv ímillum skúlanar báðar, og eitt slíkt samstarv er bert gjørligt, um viljin til samarbeiði er til staðar. Sigast má, at samstarvið var sera gott við lærararnar við Gøtu skúla, teir broyttu skema, og vóru altíð til reiðar at hjálpa við onkrum, tá ið biðið varð um tað.

Kantinuviðurskiftini vóru eisini út av lagi fyrstu tíðina, og var kantinan á loftinum í “1929 skúlanum”. Har kundu næmingarnir keypa: kaffi, te, sodavatn, rundstykkir, men pláss var ikki fyri meir enn 8-10 næmingum at sita í senn. Í 1985 flutti kantinan niðan í kjallara­hæddina í nýggja bygninginum, t.v.s. bygninginum, ið bygdur varð oman á gamla svimji­hylin. Nú kundu umleið 90 fólk sita, men tað nøktaði langt frá tørvin. Í kantinuna komu eisini bløðini – bæði føroysk og donsk.

Longu í 1984 var næmingatalið vorðið so stórt, at ikki var møguligt at hava skrivligu árs­royndina á skúlanum, samstundis sum HF-próvtøkurnar fóru fram (fyrr vóru skrivligu HF-próvtøkurnar fyrst í mai mánað – áðrenn skrivligu studentspróvtøkurnar). Tí var neyðugt at finna annað høli, og gjørdist tað Ítróttarhøllin í Runavík. Ítróttarhøllin í Runa­vík var stak væl egnað at hava terminsroyndir, ársroyndir og próvtøkur í. Har kundu saktans 100 fólk sita, uttan at luftin gjørdist tung og kvalin. Vit brúktu Ítróttarhøllina í Runavík til allar royndir og próvtøkur, til skúlin flutti inn á Kambsdal í 1993. Tað var eitt øgiligt knoss og baks, áðrenn royndirnar og próvtøkurnar. Allar orðabøkur, formlasøvn, pappír og hvat annars skuldi nýtast, mátti koyrast út til Runavíkar. Man mátti snøgt sagt hava alt við, og onki mátti liggja eftir við Gøtugjógv av tí, sum brúkast skuldi.

Lærarahópurin

Stóri trupulleikin fyrstu árini var lærarahópurin, soleiðis at skilja, at skiftið av lærarum var sera stórt. Hyggja vit t.d. at árinum 1984, so byrja 12 nýggir lærarar, og 9 lærarar fara.  Skúla­árið 1983/84 var lærarahópurin íalt 34 lærarar. 1985 eru 11 nýggir lærarar, og 11 sum fara.  Skúlaárið 1984/85 var lærarahópurin íalt 50 lærarar. Hetta stóra tal av lærarum kemst av, at vit høvdu nógvar tímalærarar, og nógvir av teimum høvdu heilt fáar tímar.

Ein stórur partur av lærarunum vóru danir, og nógvir av teimum vórðu settir eftir tí so­nevnda 2-ára sáttmálanum. 2-ára sáttmálin merkti, at danskir lærarar aftan á 2 ár á skúla­num kundu søkja starv á jøvnum føti við aðrar umsøkjarar, um teir høvdu lokið skeið, sum lands­skúla­fyrisitingin skipaði fyri, í føroyskum máli og føroyskari mentan. Danskir lærarar fingu altíð ferð og flytigóðs goldið, tá ið teir komu til Føroya. Fóru teir aftur til Danmarkar aftan á 2 ár, fingu teir eisini heimferðina við flytigóðsi goldna frá skúlanum.

Tað, at ein stórur partur av lærarunum vóru danir, hevði við sær, at lærararáðsfundirnir vórðu hildnir á donskum til ársskiftið. Tá varð hildið, at teir skiltu so mikið av føroyskum, at fundirnir kundu haldast á føroyskum. Henda mannagongdin, við at halda lærararáðs­fundirnar á donskum fyrsta hálva árið, vardi líka til miðskeiðis í 1990’unum.

Ein annar bági, hvat lærarum viðvíkti, var, at tað var ikki altíð líka lætt at fáa lærarar við akademiskari útbúgving til allar lærugreinir. Hesin trupulleiki varð sum oftast loystur, við at fólkaskúlalærarar lósu tímarnar, og so var ein stuðulslærari úr Hoydølum, sum hevði umsjón við, at undirvísingin var í lagi. Stuðulslærarin kom norður einar 6 – 8 ferðir um árið. Umframt at hava eftirlitið skuldi stuðulslærarin gera próvtøkuspurningar og hava næmingar upp til próvtøku. Hendan skipan við stuðulslærarum var bert tey allar fyrstu árini.

Studentaskúlaskipanin

Studentaskúlaskipanin, sum var galdandi, tá ið skúlin við Gøtugjógv varð stovnaður, var ein greinskipan. Næmingarnir á málsligu deild kundu aftan á fyrsta árið velja ímillum ný­málsliga grein ella samfelagsgrein. Næmingarnir á matematisku deild kundu velja ímillum matematisk-fysiska grein, biologiska grein og samfelagsgrein. Á samfelagsgreinini kundu næmingar úr bæði málsligu og matematisku deild lesa nakrar lærugreinir saman. 13 næmingar (bæði málsligir og matematiskir) valdu samfelagsgreinina aftan á fyrsta árið, t.e. 1983, men skúlin fekk ikki loyvi at seta hesa grein á stovn. Hesir 13 næmingar kundu velja ímillum at gevast við skúlagongdini, fara á annan skúla ella á eina aðra grein. Nakrir næmingar avgjørdu at skifta skúla, og hevði hetta stórt árin á hinar næmingarnar, og tað skuggaði yvir gleði teirra, tá ið tey tóku studentsprógv, at nakrir av teirra floksfeløgum nú tóku studentsprógv á øðrum skúla.

Hvar skal nýggjur studentaskúli byggjast?

Tað var nógv kjak um skúlan gjøgnum árini, og hetta kjak snúði seg fyrst og fremst um, hvar skúlin skuldi standa. At studentaskúli skuldi setast á stovn í Eysturoy, vóru øll samd um, men tað vóru bæði flokkar og persónar, sum lótu lokal áhugamál ganga fram um yvirordnaða sjónarmiðið, og hevur hetta helst darvað byggingini – kanska í fleiri ár.

17. mars 1988 legði landsstýrismaðurin í skúlamálum “Uppskot til Løgtingslóg um bygging av ávísum skúlum” fyri løgtingið. Í hesi løgtingslóg stendur, at ástøðisskúli (HF- og studenta­­skúli) skal byggjast í Eysturoy, og í løgtingslógini stendur eisini, hvar skúlin skal byggjast, nevniliga í Gøtudali. Landsskúlafyrisitingin verður í brævi, dagfest 22. juli 1988, biðin um at fara undir at fyrireika og byggja nevnda skúla. Í november 1988 ávísti Gøtu kommuna øki í Gøtudali til hesa bygging.

Politiskt var talan um eina turbulenta tíð. Nýtt landsstýri tók við í januar 1989, og nýggi landsstýrismaðurin í skúlamálum setti eina 3 manna nevnd at kanna eftir teimum fyri­munum, peningaliga og undirvísingarliga, sum standast av at byggja studentaskúlan nær­hendis handilsskúlanum í Eysturoy. Eru fyrimunir, verður málið loyst samsvarandi kanningarúrslitinum. Nevndin kom til ta niðurstøðu, at fyrimunir vóru við at byggja nýggjan studentaskúla í Eysturoy á Kambsdali heldur enn í Gøtudali. Peningaligi fyri­munurin var størstur, um bygt varð saman við Handilsskúlanum. Mett varð, at sparast kundu 14,8 mill krónur. Harumframt varð mett, at í alt kundi raksturin gerast 600 – 900 tús. krónur bíligari pr. ár. Undirvísingarliga varð eisini mett, at nógvir fyrimunir vóru við eini samanbygging. Nevnt varð: felags lærarar, bjóða lærugreinir hvør til annan, nýggjar útbúgvingar, føroyskar royndir o.s.fr. Tann 2. august 1989 kemur Landsstýrið við uppskoti til broyting í løgtingslóg um ávísar skúlar, har orðingin í løgtingslóg frá 9. juni 1988 fær hesa broyting: “Gymnasiala útbúgving í Gøtudali í Eysturoy”, verður broytt til “Gym­nasiala útbúgving á Kambsdali”. Nýggi Studentaskúlin og HF-skeiðið bleiv sostatt bygdur á Kambsdali, men samstarvið, ið var grundarlagið fyri at byggja skúlan saman við handils­skúlanum, hevur gjøgnum árini verið minimalt.

Tann 6. mars 1990 samtykti landsstýrið at góðkenna tað prosjektið, sum tá fyrilá av skúla­num, har kostnaðurin varð mettur til 33 mill. krónur. Í sambandi við fíggjarlógina fyri 1991, varð farið undir ymiskar sparingar, og heitti landsstýrið tá á bygginevndina fyri skúlan um at kanna møguleikarnar fyri at minka prosjektið við umleið 10 mill. krónum, ella niður á 23 mill. krónur. Tað var sjálvandi sera trupult nágreiniliga at gera av, hvussu nógvir fermetrar skuldu takast burtur, svarandi til tær 10 mill. krónurnar. Fyri at spara pening til um­prosjektering og av byggitekniskum grundum, varð avgjørt í fyrstu atløgu at taka allan tann norðasta bygningin (felagshøllina, køkin og sangstovuna) burtur úr pro­sjektinum. Tá ið skúlin var liðugur í 1993, leyp so mikið av pengum av, at sangstova varð bygd á 2. hædd, samstundis sum vit fingu eina stovu eyka (undir sangstovuni) á 1. hædd. Í 1998 fingu vit so  “klossan”, sum varð tikin úr í sparirunduni, nevniliga skúlahøllina og køkin aftur, og var kostnaðurin umleið 5 mill. krónur.

Skúlin varð sostatt bygdur í ringastu krepputíð í ára tíggju og hann er eisini merktur av tí. Gongirnar eru sera smalar. Bókasavnið er úti undir eini væðing.  Ónøktandi viðurskifti hjá lærarum at fyrireika seg á skúlanum, og soleiðis kundu vit blivið við. Men við einum góð­um vilja, tolsemi, og at hvør roynir at gera sum frægast, hevur skúlin koyrt væl, og prógv­ini, ið verða útskrivað, eru fult á hædd við tey í øðrum skúlum.

Tal av prógvum og flokkatal

Av Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy eru til og við 2014 íalt útskrivað 2158 students- ella HF-prógv. Umframt hesi 2158 heilu prógv, er eisini ein hópur av stakgreina­váttanum – váttan fyri eina ella fleiri lærugreinir – útskrivaður.

Skúlin hevur skúlaárið 2014/2015 16 flokkar, 14 studentaflokkar og tveir HF-flokkar, og er hetta størsta flokkatal, sum skúlin nakrantíð hevur havt.

Kvøldsetur Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy hevur seinastu 15 árini skipað fyri tveimum kvøld­setum hvørt skúlaár. Kvøldsetan um heystið er vanliga í november mánað, meðan kvøldsetan um várið  er í mars mánað. Á kvøldsetuni í mars mánað hevur sum oftast ein fyrrverandi næmingur greitt frá tíðini, hann/hon gekk á skúlanum. Ferðafrásagnir frá túrunum hjá 3. flokkunum eru eisini fastur táttur á skránni. Møguleiki er hjá lærarum og næmingum at profilera sína lærugrein. Nógvur tónleikur er altíð við. Lærugreinin leiklist plagar at sýna tað fram, tey hava arbeitt við. Fleiri ferðir hava næmingar og lærarar sýnt fram listarlig verk, bæði málningar og fotomyndir. Yngri flokkar selja kaffi og køkur, so­leiðis at tey kunnu savna nakrar krónur til námsferð. Hesar kvøldsetur eru vanliga væl vitjaðar, og fáa eisini góð skotsmál frá teim vitjandi. Hetta er ein roynd at koma í sam­bandi við nærumhvørvið, og hon hevur eydnast.

Aðrar greinar í miðnámsrit 5