Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Skúli ella skrímsl

Eftir Rógvi Ólavson í miðnámsrit 5, mars 2015

Í sambandi við at skúlin í Marknagili nú verður bygdur, viðger henda grein týdningin av at vera tilvitaður um endamálið við skúladeplinum.

Søgnin sigur, at Elijah Ba’al Shem, ein rabbinari í polska býnum Chelm í 16. øld, skapti ein sokallaðan Golem[1] úr leiri, sum skuldi ganga honum til handa. Hesin tænti rabbinaranum í eina heila viku, men tá ið hann sá, at skapningurin vaks seg størri og størri, fór Shem at ræðast, at hann skuldi leggja alheimin í oyði, og gjørdi tí av at beina fyri honum aftur. Jødisku sagnirnar um Golem-manandi rabbinarar góvu seinni íblástur til kendu søguna um Frankenstein.

Tá ið ein organisatión verður stovnað, er tað altíð við einum umhugsaðum endamáli. Fyri at siga tað so banalt sum gjørligt, verður ein organisatión ongantíð til av tilvild. Ein íborin eginleiki hjá organisatiónini er, at hon setir greið mørk millum seg sjálva og umheimin. Organisa­tiónin verður til gjøgnum inkludering og ekskludering, har gjørt verður av, hvat hoyrir organisatiónini til, og hvat hoyrir umheiminum til. Hesin skilnaðurin verður framdur fyri at røkka endamálinum. Til dømis verður ein fyritøka (ofta) stovnað fyri at vinna pening, ein almennur stovnur (onkuntíð) fyri at veita borgarum eina tænastu, og alskyns áhuga­bólkar og felagsskapir verða stovnaðir við endamálinum um at gera samfelagið ella heimin til eitt betri stað.

Tá ið organisatiónin hevur livað eina tíð, sleppur hon illa undan, at upprunaendamálið skeiklast og broytist munandi. Feskasta dømi um hetta er Eik Banki, sum í 1832 varð settur á stovn sum “fólksins peningastovnur,” men sum fá ár framman undan krakkinum í 2010 hevði broytt identitet frá almannagagnligum sparikassa til framfýsnan íløgubanka.

Silo-sinnalagið, sum leingi hevur livað millum føroysku miðnámsskúlarnar og miðnáms­skúlaútbúgvingarnar, er eitt annað dømi um, at aðalendamálið: at veita unga ættarliðnum borgara-uppalandi førleika og vitan til víðari lærdóm, verður gloymt í royndini at framhevja eina fiktiva gjógv ímillum, til dømis, eina studentaskúlaútbúgving og eina hægri handils­skúlaútbúgving ella fiskivinnuskúlaútbúgving.

Hesin mentaliteturin, sum frá antrolopologiskum sjónarhorni best kann lýsast sum nú­tímans stammumentan, livir eisini feitur og fregin í útbúgvingarstovnum uttanlands. Fólk, sum skulu eitast at vera lærd, hava ofta lyndi til at framhevja sína egnu akademisku námsgrein sum heilaga bollan innan útbúgving og samfelagsmenning. Ein blindur blettur mennist orsakað av áralangari spesialiering innan eina ávísa lærugrein, og viðførir alt ov ofta eitt slag av ontologiskum snobbaríi, har ”mín” lærugrein sigur meira um tilveruna enn ”tín” lærugrein. Hetta minnir ikki sørt um, tá ið vit sum óvitar keglaðust um, hvør átti flottastu súkkluna í grannalagnum. Okkara ”klókastu” heilar eru harvið minst líka freistaðir av stammu­mentanini sum øll onnur.

Hugtakið autopoiesis, sum týski sosiologurin Nicklas Luhmann hevur lænt úr lívfrøðini, er ivaleyst eitt av einfaldastu amboðunum í royndini at greina og basa stammumentanini, sum so ofta krýpur inn í eina sosiala skipan ella organisatión, aftaná at hon hevur livað eina tíð. Autopoiesis sipar til eina støðu, har ein vera læsir seg um sína egnu menning; tað vil siga, at hon er merkt av einum sjálvtilvísandi (ella sirkulerum) samskifti, tí hon framleiðir sjálv teir partar, sum hon er sett saman av.

Ein organisatión kann ongantíð liva púra óheft og uttan nakað íkast frá umheiminum, men í autopoietisku organisatiónini verður alt samskifti við umheimin lagað eftir teimum skipan­um, sum organisatiónin sjálv hevur bygt upp. Í stuttum – og so einfalt sum gjørligt – kann sigast, at objektivi og “veruligi” umheimurin, sum organisatiónin ikki hevur atgongd til, verður koyrdur ígjøgnum eina uppfatanarliga kjøtmaskinu, soleiðis at organisatiónin sjálv kann tilevna, hvussu umheimurin skal síggja út innanífrá.

Luhmann vildi vera við, at allar sosialar skipanir (eins og lívfrøðiligar verur) eru auto­poietiskar – at hetta er eitt grundleggjandi eyðkenni við øllum organisatiónum, og at jú størri og fløkjasligari organisatiónin er, jú betur er hon før fyri at møta avbjóðingum úr um­heiminum.

Hvat kunnu vit so brúka hetta háteoretiska sjónarhornið til? Ein størri tilvitska um fyri­brigdið autopoiesis kundi lagt upp fyri einari gongd, har organisatiónin mennir seg á sama hátt sum skrímslið hjá rabbinaranum í Chelm, har upprunaendamálið ikki longur leiðbeinir atburðin og menningina hjá organisatiónini; tá ið tað evsta endamálið, sum var atvoldin til, at organisatiónin bleiv til av fyrstan tíð, verður sett til síðis, og yvirlivilsi, og harvið vøkstur, verður málið í sjálvum sær.

Um vit leggja til merkis, hvussu organisatiónir lata seg sjálvar aftur til tess at stýra síni egnu menning, og til tess at tilevna sína egnu umheimsuppfatan, eru vit eisini nógv betur før fyri at leggja til merkis, tá ið ein organisatión hevur gloymt, hví hon er til, og leggur einamest dent á at tryggja egnan eksistens fyri ein og hvønn prís.

 Hóast Marknagilsdepilin ikki er formliga stovnaður enn, so hevur bygningsverkið, sum tekur seg upp í Marknagili, við sær, at henda (eftir føroyskum mátistokki) risa útbúgvingar­organisatión longu er blivin veruleiki í hugaheiminum hjá okkum øllum, serliga hjá teimum, sum starvast innan miðnám. Men vit mugu ansa væl eftir, at tað, sum vit longu vænta okkum av útbúgvingarstovninum, ikki er ávirkað av somu stammumentan, sum í áratíggir hevur sett dám á miðnámsskúlalandslagið.

Vit mugu halda rimmarfast um endamálið við nýggja bygninginum, og nýggja útbúgving­ar­­bygnaðinum: at betra um okkara evni at útbúgva unga ættarliðið á skilagóðan hátt. Lærarar og starvsfólk eru týdningarmiklir partar av miðnámsskúlaverkætlanini, men tað eru næming­ar­nir einsamallir, sum eru orsøkin til, at nýggi miðnámsskúlin verður til. Ætlanin er, at Marknagilsdepilin fyrst og fremst skal útbúgva fólk. Um eitt sekundert enda­mál er, at Marknagildepilin skal vera eitt gott arbeiðspláss hjá lærarum og øðrum, so er hetta bara til tess at røkka endamálinum at skapa eitt stimulerandi umhvørvi fyri næmingar. Afturat undirvísing og fyrisiting hava tey, sum fara at starvast í skúladeplinum, eina áhaldandi ábyrgd av, at upprunaendamálið framvegis er høvuðs­endamálið; eisini langt aftaná at nýggi miðnámsskúlin er farin at klekja pisur.


[1] Ein Golem er ein skapningur úr lívleysum tilfari, ofta úr steini ella leiri, sum verður livandi við gandi. Orðið verður ofta brúkt sum metaforur fyri eina fávitskuta veru, sum tænir menniskjum undir ávísum umstøðum, men sum kann vera vandamikil undir øðrum umstøðum. Á Yiddish menti orðið seg til goylem, sum sipar til ein, ið er klossutur ella seinur.

Aðrar greinar í miðnámsrit 5