Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

HF skeið í Klaksvík í meiri enn 40 ár

Eftir Jóannes A. Hansen í miðnámsrit 5, mars 2015

Á sumri í 2014 vóru 40 ár liðin síðani, at farið varð undir HF útbúgving í Klaksvík. Hóast ágangurin onkuntíð hevur verið stórur, og ætlanir hava verið um at niðurleggja skeiðið ella flyta tað úr Klaksvík, so livir Klaksvíkar HF skeið framvegis sítt fríska lív.

Fyrsta próvtøkan var á sumri í 1976, og fram til og við á sumri í 2014 vóru 720 prógv út­skrivað,  og harumframt eru tey mong, sum hava lokið eina ella fleiri lærugreinar.

HF skeiðið var fyrsti møguleikin at taka gymnasialt miðnámsprógv í Klaksvík og yvirhøvur uttanfyri høvuðsstaðin, og søgan um skeiðið er søga um, hvussu tað ofta hevur eydnast við frambrotum í Føroyum, uttan at formligu fyrireikingarnar hava verið víðar og drúgvar frammanundan, at farið er undir átakið.

Dømini eru mong um tey, sum ongantíð høvdu ímyndað sær, at tey skuldu taka fult prógv, men sum so eftir lestur í trý ella kanska fýra ár, meðan tey hava røkt arbeiði og havt ábyrgd fyri familju og heimi, væl nøgd hava staðið í føroyskum búna og undir eyðkendu húgvuni og við prógvi í hondini.

Eitt, sum eyðkennir Klaksvíkar HF skeið, er, at talan hevur verið og er um lítið, tætt og hugnaligt umhvørvi. Tað hevur alla tíðina verið stutt millum lærarar og næmingar og til leiðsluna.

Tað ber til at vísa á fleiri, sum fóru undir lestur á HF skeiðnum, og sum nú eru læknar, prestar ella juristar ella hava aðra akademiska útbúgving, og sum hava gjørt seg galdandi í samfelagnum, um tað so hevur verið í vinnulívi, umsiting ella politikki.

Uttan iva høvdu hesi farið aðrastaðni at nomið sær útbúgving, um tilboðið ikki var í Klaksvík. Tí er tað ikki minni áhugavert at vísa á øll tey mongu, sum fóru undir lestur á HF skeiðnum, og sum eftir at hava lokið prógv eftir miðal langar útbúgvingar, komu aftur til heimbýin og lokaløkið, har tey eru við til at lyfta, bæði í arbeiði og í lokala økinum sum heild. Her verður hugsað eitt nú um  sjúkrarøktarfrøðingar og aðrar útbúgvingar innan heilsu­verkið, lærarar, pedagogar, banka- og sparikassafólk, sosialráðgevar, handverkarar, skriv­stovu­fólk, maskinmeistarar og tey við nautiskari útbúgving.

Formligu ásetingarnar

Tá ið tað í august 1974 varð farið undir HF frálæru í Hoydølum, í Suðuroy og í Klaksvík vóru formligu karmarnir kring útbúgvingina ikki komnir upp á pláss. Tann 15. mars 1974 legði Asbjørn Joensen vegna landsstýrið uppskot til samtyktar fyri tingið um HF-undir­vísing í Føroyum (løgtingsmál nr 110/1973):

Landsstýrið heitti á løgtingið um at taka undir við, at HF-undirvísing varð stovnað frá skúla­árinum 1974/75, og at landsstýrinum varð veitt heimild til at samráðast við ríkis­myndug­leikarnar um hesa skipan (hetta var, áðrenn umsitingin av studentaskúlanum varð yvirtikin í 1979).

Í viðmerkingunum segði landsstýrið, at uppskotið um at stovna HF-undirvísing í Føroyum var gjørt fyri ein part av ynski um at gera læraraútbúgvingina á Føroya Læraraskúla betri, og fyri ein part av ynski um at geva teimum, sum hava verið úti í vinnulívinum, eitt nýtt útbúgvingartilboð, um tey ynskja at fara undir víðari útbúgving, serliga á tí bókliga økinum.

Og í viðmerkingunum verður eisini sagt soleiðis: “Í hesum sambandi kann upplýsast, at lands­stýrinum kunnugt fáa í løtuni 25 føroyingar HF-útbúgving í Danmark. Fyribils sam­ráðingar hava verið við “direktoratet for gymnasieskolerne og HF-undervisningen”, og úslitið av hesum samráðingum er, at grundarlag er fyri at stovna HF-flokkar við studenta­skúlan í Hoydølum, og at møguligt er í ein vissan mun at seta HF-undirvísing í verk sum undirvísing í einstøkum lærugreinum á bygd. Í hesum sambandi verður gjørt vart við, at treytirnar fyri at seta HF-undirvísing í verk eru: 1. nóg stórt næmingatal, 2. hóskandi høli og 3. lærarar, sum eru førir fyri at røkja undirvísingina.”

Skúlanevndin hjá løgtinginum mælti eftir fyrstu viðgerð tinginum til at samtykkja upp­skotið, og 5. apríl 1974 samtykti løgtingið uppskotið frá landsstýrinum óbroytt við aðru og endaligu viðgerð við atkvøðunum 20-0.

Við hesum formliga grundarlagið varð í august 1974 farið undir HF-útbúgvingina í Hoydølum, Suðuroy og í Klaksvík.

Formligu karmarnir komu upp á pláss tvey ár seinni – stutt undan próvtøkuni hjá fyrsta árganginum. Tá samtykti løgtingið lógina, og nakrar dagar seinni lýsti landsstýrið kunn­gerðina. Tað gekk soleiðis fyri seg:

Tann 13. desember 1975 legði Finnbogi Isaksen vegna landsstýrið uppskot fyri tingið um løgtings­lóg um Føroya Studentaskúla og HF-skeið (løgtingsmál nr. 46/1975). Í grein 1 og stykki 2 verður sagt, at eftir avgerð landsstýrisins kunnu deildir av Føroya Studentaskúla og HF skeiði setast á stovn. Hetta var lógarheimildin fyri at seta HF skeið í Klaksvík og í Suðuroy á stovn.

Umframt lógina um Føroya Studentaskúla og HF-skeið, sum millum annað snúði seg um bygnaðin og leiðslu (I), vóru í uppskotinum lóg um studentspróvtøku (II) og løgtingslóg um hægri fyrireikingarprógv (III).

Lógin um HF-próvtøku varð skotin upp at galda frá 1. august 1974, og at hægri fyri­reikingar­­próvtøka skuldi vera fyrstu ferð á sumri 1976, skeyt landsstýrið upp fyri tinginum.

Í viðmerkingunum til uppskotið segði landsstýrið, at grundarlagið undir verandi HF-frá­læru í Føroyum var samtyktin frá 5. apríl 1974 í løgtingsmáli nr. 110/1973: HF-undir­vísing í Føroyum, har tingið tók undir við uppskoti landsstýrisins til samtyktar um, at HF-frálæra varð sett á stovn í Føroyum frá skúlaárinum 1974/75 og gav landsstýrinum heimild at sam­ráðast við ríkismyndugleikarnar um hesa skipan.

Uppskotið varð samtykt við 3. viðgerð 7. apríl 1976, og 30. apríl varð kunngerðin um hægri fyrireikingarpróvtøku lýst.

Møguleikin at taka miðnám aðra staðni enn í høvuðsstaðnum var væl fagnaður kring landið. Longu tá var ynskið millum unga fólkið um bókliga útbúgving stórt. Tað hevði við sær vanda fyri, at fráflytingin til høvuðsstaðin og av landinum varð vaksandi, og komm­unalu myndug­leikarnir og skúlamyndugleikarnir kring landið gjørdu sítt til at ávirka, at møgu­leikin fyri at útbúgva seg kring landið varð størri.

Í uppskotinum til samtyktar, sum løgtingið samtykti í 1975, vóru tríggjar treytir nevndar sum avgerandi, um ætlanin at seta HF-útbúgving á stovn skuldi verða veruleiki – nóg nógvir næmingar, nóg góð høli og nóg dyggir undirvísarar.

Næmingarnir

Tann fyrsta var, at næmingatalið var nóg stórt. Í Klaksvík var hetta ikki nakar trupulleiki fyrsta árið. Longsulin eftir heimstaðnum var so stórur, at onkrir klaksvíkingar, sum vóru farnir undir lestur í Hoydølum í 1973, góvust eftir 1. s og fluttu norður aftur fyri at vera partur av fyrsta árganginum í nýggja HF skeiðnum.

Fyrsti árgangurin var væl mannaður flokkur, og tá ið tey høvdu lisið í tvey ár og fóru til próvtøku, vóru tey nítjan, sum luku fult prógv. Annað árið kendist tað vera torførari at liva upp til fyrstu politisku treytina, tí í 1977 vóru tey ikki fleiri enn níggju, sum luku prógv.

Næstu árini vísti hetta seg ikki at vera trupulleiki. Talið á prógvum er ongantíð farið niður um tíggju aftur, og tveir árgangir hava verið so mikið stórir, at tað var neyðugt við tveimum flokkum.

Hølini

Onnur treytin var, at hóskandi høli vóru tøk til undirvísingina. Hóskandi høli er vítt hug­tak. Eitt er at hava tak yvir høvdið, og annað er at vera í hølum, har amboð og tilfar er tókt til allar lærugreinar. Soleiðis var tað ikki, tá ið Klaksvíkar HF skeið í august 1974 bjóðaði fyrstu næmingunum at fara undir lestur, og tað ber ikki til at siga, at tað nakrantíð fult og heilt hevur verið soleiðis í tey meiri enn fjøruti árini, sum skeiðið hevur verið til. Men við góðum vilja og stórum hugflogi hevur tað gingið.

Í meira enn eitt ár helt fyrsti árgangurin til í bygninginum hjá Klaksvíkar Sjómansskúla við Garðavegin. Umframt at hýsa skipara-, telegrafist- og kokkaútbúgving helt bókasavnið eisini til har. Tað var so mikið trongligt, at ikki bar til at hýsa næsta árganginum, sum fór undir lestur í august 1975. Hesi hildu fyrstu vikurnar til í bygninginum, sum Tekniski skúli í Klaksvík í 1953 flutti inn í.

Fyri at finna meira permanenta fyribilsloysn, varð bygningur leigaður við Klaksvíksvegin í Víkunum. Talan var um fyribils loysn, men síðani hevur HF skeiðið hildið til her. Hóast bygningurin varð bygdur fyrst í sjeyti árunum og harvið var nýggjur, tá ið HF skeiðið flutti inn, so var bygningurin ikki teknaður at vera skúlabygningur. Í veghæddini var klædna­handilin Norðtex og seinni málingahandilin Iris, men seinastu stóru fjórðingsøldina hevur tað bara verið HF skeiðið, sum hevur verið undir lonini.

Í fyrstuni varð bygningurin leigaður frá privata eigaranum Eskildi Norðbúð. Tann 16. november 1981 legði Eilif Samuelsen vegna landsstýrið fram uppskot til løgtingslóg um lán til keyp av ognini. Í viðmerkingunum varð sagt, at landsstýrið eftir tilmæli frá Lands­skúla­fyrisitingini í samráð við fíggjarnevnd Føroya Løgtings hevði samtykt at keypa ognina. Skúlanevndin viðgjørdi málið og mælti til at taka undir við uppskotinum. Málið varð samtykt við 2. viðgerð og við 3. viðgerð sama dag. Bygningurin er framvegis ogn hjá landsmyndug­leikunum. Serhølir til alisfrøði, evnafrøði og lívfrøði vórðu innrættað, meðan aðrar læru­greinar ongantíð fingu serhøli – eitt nú tónleikur og landafrøði.

Óvissan um framtíðina hjá skeiðnum er ivaleyst høvuðsorsøkin til, at bygningurin als ikki er hildin og harvið á ongan hátt er nakað prýði. Nú er tað greitt, at HF skeiðið eftir summar­­frí­tíðina 2015 fer at flyta í nýggj høli í Tekniska skúla í Klaksvík.

Leiðsla og lærarar

Tað var stór avbjóðing at vinna á triðju treytini fyri at seta HF skeið á stovn – at finna skikkaðar undirvísarar. Meðan tað í omanfyri nevndu lóg frá 1976 var grein, sum ásetti førleikakrøvini til lærararnar, ið undirvístu í studentaskúlanum, so var henda greinin ikki við í lógini fyri HF skeið. Krøvini at undirvísa studentaskúlanæmingum vóru kandidatsprógv á universiteti ella magistaraprógv, og fyri at verða settur í fast starv var kravið roynd í teoretiskum og praktiskum pedagogikki.

Hóast hetta ikki var krav í HF lógini, so varð strembað eftir, at tey, sum vórðu sett í starv, høvdu kandidatútbúgving frá lærdum háskúla.

Klaksvíkar HF skeið var partur av Føroya Studentaskúla og HF skeiði. Harvið var tað rektarin í Hoydølum, sum hevði formligu ábyrgdina av undirvísingini og próvtøkunum. Lærarar úr Hoydølum ferðaðust fyrstu árini einstakar dagar til Klaksvíkar at undirvísa, og viðhvørt vóru næmingarnir úr Klaksvík í Hoydølum fyri at fáa undirvísing, eitt nú at gera royndir. Í øðrum førum vóru tað fólkaskúlalærarar, sum tóku sær av undirvísingini, meðan tað vóru lærarar í Hoydølum, sum høvdu formligu ábyrgdina og stóðu fyri próvtøkunum. Eisini tá vóru teir í Hoydølum einstakar dagar í Klaksvík og undirvístu.

Millum teirra, sum undirvístu fyrstu árini, og sum búðu í Klaksvík, vóru Johnny Thomsen, sum var leiðari, Agnar á Dul, sum hevði búskaparliga útbúgving, Símun Pauli Kunoy, sum var verkfrøðingur, Bogi Lützen, musikkskúlalærari, Hans Dávid Matras og Bjarni Jacob­sen, sum vóru fólkaskúlalærarar, og Jacob Magnussen og Henning Bøgesvang, prestar. Bette Rasmussen, sum av aldri var farin úr starvi í høvuðsstaðnum, var nakrar mánaðir í føði­staðnum og undirvísti.

Eftir Johnny Thomsen tók Helle Heinesen við sum leiðari, og hon setti rættiliga dám á bæði skúlan og lokala samfelagið, inntil hon 3. februar 1986 doyði bara 43 ára gomul. Eftir at Helle var farin, tók Bo Jørgensen við sum leiðari. Hann og konan, Margit Dahl Nielsen, vóru komin til Føroya í 1983. Sigrun Skálagarð tók við leiðarastarvinum í 1995, og hon er fram­vegis leiðari.

Í 1980 var HF skeið sett á stovn við Gøtugjógv. Hetta var partur av HF skeiðnum í Klaks­vík. Tvey ár seinni, í 1982, varð Studentaskúlin í Eysturoy settur á stovn. Um henda skúlan hevur Kári Nolsøe Olsen skrivað grein. Fyri Klaksvíkar HF skeið bar nýggi skúlin við sær, at ábyrgdin fyri skúlanum varð flutt úr Hoydølum og til rektaran við Gøtugjógv.

Arnbjørn Mortensen var øll árini, meðan HF skeiðið í Klaksvík var partur av Føroya Studentaskúla og HF skeiði, rektari í Hoydølum. Í 1982 varð Sámal í Skorini útnevndur at vera rektari í Eysturoy. Frammanundan hevði hann í eitt stutt skifti verið lærari á HF-skeiðnum í Klaksvík, sum hann nú fekk ábyrgdina fyri. Síðani í apríl 2011 og fram til í februar 2015 var tað Helga Foldbo, sum hevði høvuðsábyrgdina. Eftir Helgu Foldbo tók Páll Isholm við sum fyribilssettur rektari í Eysturoy og harvið ábyrgdarmaður fyri skeiðið í Klaksvík.

Síðani 1982 hava lærarar ferðast millum Eysturoy og Klaksvík. Fyrstu árini vóru nógvir danir í starvi í Eysturoy og harvið eisini í Klaksvík. Tey seinnu árini er liðið av teimum, sum búgva í Klaksvík og arbeiða á HF skeiðnum vorðið stórt og støðugt. Tað hevur verið stórur fyrimunur. Millum teirra, sum hava undirvíst nógv á Klaksvíkar HF skeiði, eru Kári Purkhús, Kári Nolsøe Olsen, Anna Thomsen, Nikolina Olsen, Óluva Klettskarð, Katrin Næs og Jóannes Hansen.

Brotasjógvar

Síðani studentaskúlin í Eysturoy sá dagsins ljós í 1982 hava fleiri royndir verið gjørdar at niðurleggja Klaksvíkar HF skeið ella at flyta tað í skúlan í Eysturoy, sum umsitingin og politiski landsmyndugleikin hava orðað ætlanirnar.

Onkra ferðina hevur staðið heilt illa til. Tá hava næmingar, lærarar og lokali myndugleikin tikið lógvatak, og so hevur tað eydnast at varðveita skúlan.

Undir stóru kreppuni fyrst í nítiárunum var um reppið, at Klaksvíkar HF skeið varð svævað. Tá var tað skifti í landsstýrinum, sum bjargaði skeiðnum. Bergur Jacobsen úr Klaksvík varð valdur at vera landsstýrismaður í skúlamálum 24. apríl 1993, tá ið Sjálv­stýrisflokkurin aftur varð partur av samgonguni, og stutt eftir varð ætlanin slept um hetta summarið at niður­leggja skeiðið.

Í 1996 var aftur nær við, at hurðin í Víkunum varð latin aftur fyri síðstu ferð. At kreppu­rakti landskassin var so illa fyri, var orsøk til, at landsstýrismaðurin í skúlamálum í 1995 setti nevnd við tí setningi at vísa á, hvussu tað í fíggjarlógini fyri 1996 kundi bera til at spara fleiri milliónir innan undirvísingarøkið. Nevndin fór eftir útbúgvingunum uttan­fyri høvuðsstaðin og skeyt eitt nú upp, at fiskivinnuútbúgvingin varð flutt til Tekniska skúla í Klaksvík, og at Klaksvíkar HF skeið varð flutt yvir á Kambsdal. Eingin upptøka skuldi vera í Klaksvík á sumri í 1996, og tey, sum tá fóru í 2. flokk, skuldu halda fram á Kambsdali. Heldur ikki tann royndin eydnaðist.

Eyðkent fyri royndirnar at niðurleggja skeiðið hevur verið, at tær eru íkomnar orsaka av, at talan hevur verið um fíggjarliga sperda støðu, heldur enn at talan hevur verið um yvir­skipaðan politikk á økinum.

Skifti í aldursbýtinum

Tey fyrstu árini var Klaksvíkar HF skeið mannað við blaðungum fólkum. Øll tey nítjan, sum tóku prógv í 1976, vóru fødd í fimmtiárunum, og tey flestu vóru fødd 1954-1957. At møgu­leikin at taka HF prógv í heimbýnum var kærkomin, tí tað harvið slapst undan í blaðungum aldri at flyta til Havnar ella av landinum, sæst aftur í, at nógv tey flestu, sum tóku prógv tey fyrstu árini, vóru 19-21 ára gomul.

Talið lækkaði á klaksvíkingum og norðoyingum, sum fóru í Hoydalar, og eftir at skúlin í Eysturoy var vorðin veruleiki, fóru fleiri úr Norðoyggjum um Leirvíksfjørð at taka mið­námsprógv.

Áhugin fyri HF skeiðnum hevur kortini framvegis verið stórur. Seinnu árini hava tað verið meiri tilkomin, sum hava tikið prógv í Klaksvíkar HF skeiði. Tað er vorðið alt vanligari, at næmingar hava tikið útbúgvingina yvir trý ár. Millum næmingarnar eru tað nú nógvar kvinnur, sum eftir at hava verið burtur frá skúla og útbúgving nýta hetta høvið at byrja aftur á undirvísingarleiðini, eftir at tær hava átt børnini. Útbúgvingin líkist meiri tí, sum danir nevna VUC ella Voksen Uddannelses Center. Í VUC er møguleiki hjá øllum 18 ára gomlum og eldri at taka HF-fak og útbúgving (og lærugreinir í fólkaskúlanum umaftur). Hetta verður gjørt við atliti at betra um møguleikarnar fyri at fáa starv, møguleikarnar fyri umskúling, møguleikarnar fyri víðari útbúgving og persón­ligari menning. Í so máta er setningurin hjá Klaksvíkar HF-skeiði framvegis í tráð við grund­­gevingarnar, ið vórðu brúktar, tá ið spurningurin um HF-útbúgvingina kring landið á vári 1974 varð reistur fyrstu ferð í løgtinginum.

Aðrar greinar í miðnámsrit 5