Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Eingilskt er føroyskt

Eftir Olav Absalonsen í miðnámsrit 5, mars 2015

Tá ið eg fór í 6. flokk fyri mongum árum síðani, skuldu vit hava eingilskt fyri fyrstu ferð. Í tímatalvuni brúkti skúlin tá orðið eingilskt. Eitt ella tvey ár seinni, var hetta broytt til enskt, sum tá var eitt fremmant orð fyri mær, men tá ið myndug­leikarnir brúktu tað, fekk ein ta fatan, at tað mundi vera meira føroyskt enn eingilskt. Henda fatan fekk tó eitt skot fyri bógvin, tá ið ein lærari nøkur ár seinni, eitt sindur tilvildarliga, kom inn á evnið; hann helt, at eingilskt var tað rætta orðið á før­oyskum, og at enskt var óføroyskt. Hann kom eisini við grundgevingum fyri hesum.

Hann vísti á, at orðið eingilskt finst í nógvum staðarnøvnum í Føroyum. Hesi dømi eru at finna hjá Símuni Hansen (1966):

Á fjøllunum sunnan fyri bygdina í Svínoy er lítið hús, sum fólk fær kropið inn í; tað rópast Eingilskahúsið, sum eftir navninum at døma kundi sipað aftur til ófriðartíðir, men húsið er so lítið, at ikki fær meir enn eitt fólk verið inni, ei heldur er útsýnið av tí besta har, so navnið kann vera komið av onkrum øðrum.

Beint oman fyri húsini í Kunoy er Hálendaraskor; hagar skuldu kuningar einaferð rýma undan hálendarum, men teir duttu oman í brattanum og doyðu, meðan kuningar sjálvir sluppu til rýmingar. Heimantil í Jarðardali undir Breiðskorahamri er Eingilskarókin; hagar skuldu kuningar einaferð vera rýmdir undan eingilsk­monnum.

Bæði í Mikladali og á Trøllanesi eru staðarnøvnini Eingilskigarður; í báðum plássum er hesin garður í bakkanum við lendingina, og søgnin sigur, at teir eru gjørdir fyri at verja uppgongdina av helluni móti ránsmonnum.

At orðið er at finna í gomlum staðarnøvnum, kundi bent á, at eingilskt er gamalt orð á føroyskum. Tað, sum eisini er áhugavert, er tvíljóðið í byrjanini á orðinum, sum verður úttalað ymiskt: í flestu dialektum verður sagt ongilskt, men í onkrum støðum siga tey angilskt, og fyri ikki at gera mis­mun, verður orðið tí stavað við ei. Hinvegin verður Ong­land ikki stavað við ei, tí at eingin føroy­ingur sigur Angland, og so er eingin orsøk at skriva Eingland. Tó hevur hesin stavingarháttur verið nýttur, áðrenn skriftmálið hevði fingið so fastar reglur, sum tað hevur í dag. Hesi brot eru úr Føroyingatíðindum (nr. 6, juni 1890):

Tey flestu av teimum Føroysku rossunum, ið nú verða seld til Einglands, verða havd til at draga kol inni í kolholum.

Í Hetlandi er eitt fínligt rossaslag, heldri smærri enn tað Føroyska. Fleiri menn hava har í mong ár lagt sær nær at fáa slagið so vakurt og fínligt sum møguligt, og selja nú mongd av slíkum rossum til Einglands.

Sambandið millum tvíljóðið ei og sjálvljóðið o er serføroyskt. Vit kenna tað aftur í orðum sum eingin og ongan, sum verða stavað soleiðis, tí at nakrir føroyingar siga angin, men allir siga ongan. Tað er spell, at hetta snøgga og serføroyska orðið eingilskt er trokað til viks, og lærd sum ólærd í staðin brúka einans orðið enskt fyri eingilskt. Tað, sum ger mun, er helst, at skúlar og skúlamyndugleikar skriva heldur enskt enn eingilskt, og eisini forløg, sum geva skúlabøkur út, hóast móðurmáls­orðabókin ikki á nakran hátt hevur vrakað orðið eingilskt – tvørturímóti. Har finna vit til dømis navnorðini eingilskdansur og eingilsk­maður.

Lat meg enda við einari søgu úr gerandisdegnum. Eg prátaði við ein mann, sum var fluttur til Føroya og ikki hevði føroyskt sum móðurmál, men hann dugdi rættiliga væl føroyskt. Hann fortaldi í skemti, at hann hevði tosað føroyskt við ein mann, sum ikki skilti hann so væl: Men hevði eg vitað, at hann var enskmaður, so kundi eg bara havt tosað enskt við hann. Hann hevði helst hoyrt orðið eingilskmaður, men royndi at vanda sær um málið.

Keldur

Føroyingatíðindi, nr. 6, juni 1890.

J. Símum Hansen, Havið og Vit II, Egið forlag, Klaksvík 1966.

Aðrar greinar í miðnámsrit 5