Ársverkið køvir hugin
Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 14, september 2017
Í Mentamálaráðnum hava fólk ofta lyndi til at kopiera loysnir innan miðnám, sum danskir skúlamyndugleikar gera, og hetta bleiv tíverri eisini gjørt, tá ið vit fingu arbeiðstíðaravtalu við ársverki og nýggja gymnasiala skipan í 2013.
Fólkaskúlin og ársverk
Í 1993 varð ársverkið ella ársnomurin settur í verk í danska fólkaskúlanum. Áðrenn ársverkið kom, bleiv arbeiðið hjá lærarum skipað í vikuverk ella vikunorm.
Lærarar í føroyska fólkaskúlanum vóru fram til 1998 bert settir í starv sum tænastumenn – har var ongin sáttmáli at seta lærarar eftir. Frá 1987 og tey næstu 10 árini varð ongin lærari í fólkaskúlanum settur í fast starv. Hetta var ein ótolandi støða hjá nógvum lærarum, ið vóru noyddir at søkja starv á hvørjum ári. Við sáttmálasamráðingarnar í 1997 ásetti Fíggjarmálaráðið, at lærarar skuldu fáa ein sáttmála, men ein av treytunum var, at arbeiðstíðin varð skipað sum ársverk.
Í semjuni millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í 1999 varð niðurfelt, at samráðingar um arbeiðstíðina skuldu byrja í seinasta lagi í januar 2000. Har var eisini ein avtala um eina áseting av arbeiðstíðini. Arbeiðstíðin var 2080 tímar íroknað frítíð, halgidagar og fastar frídagar. Tá hesir dagar vóru drignir frá, var arbeiðstíðin 1800 tímar. Hetta varð galdandi frá 2003. Áðrenn hevði Føroya Lærarafelag eina uratkvøðu millum limirnar, og tað var stórur meiriluti fyri at fella uppskotið. Tveir triðingar atkvøddu ímóti, hetta kom møguliga av, at næstan allir lærarar vóru tænastumenn – og teir ynsktu onga broyting í verandi arbeiðsviðurskiftum. Ein onnur orsøk kundi verið, at lærarar vóru ímóti ársverkinum?
Ársverk á miðnámi
Í 2013 bleiv arbeiðstíðaravtala við ársverki gjørd fyri gymnasialt miðnám og fyri yrkisútbúgvingar innan handil. Frammanundan hevði ársverk verið innan tekniskt miðnám, har tað var væl egnað, tí nógv av undirvísingini har var í skúlaskeiðum og ikki í skúlaárum; men tað var meira einfalt enn tað, sum hinir miðnámsskúlarnir fingu í 2013.
Hesi fýra árini við ársverki innan gymnasiala økið og FHS hava miðnámsskúlalærarar gjørt sær nakrar royndir. Tankin um ársverk byggir nokk á, at lærarar skulu hugsa um skúlaárið sum eina heild, har teir skulu arbeiða í toymum og hugsa meira tvørfakligt. Lærarar, sum knossaðust og stríddust, fingu í vikunorminum somu løn sum teir, ið lógu á linkanum. Sum dømi kann nevnast, at í próvtøkutíðini var sera órættvíst fyrr, tá ið summir lærarar fingu frí hálvan mai at kalla, meðan aðrir vóru næstan koyrdir í senk hesa tíðina – men allir fingu somu løn.
Hugsanin var nokk, at ársverkið skuldi verja teir, ið arbeiddu ov nógv? Onkursvegna varð eitt loft sett á, so hesir ikki skuldu overva seg, og tískil fáa strongd. Í ársverkinum liggur ein akkordskipan, sum helst er ein motivatión, at arbeiðir ein lærari nógv, so kann hann eisini fáa fleiri akkordir. Tað vil siga, at teir “latu” fáa lítið og teir “ágrýtnu” fáa meir. Nú skuldu vit hildið, at skipanin var motiverandi. Men er tað so einfalt? Leiðslurnar bæði í fólkaskúlanum og miðnámi hava sannað, at ársverkið er ein ósmidlig skipan, og hava tær tí lagt fleiri akkordir inn fyri lærarar frá ársbyrjan, til dømis toymisarbeiði, fundarvirksemi, royndir, eftirmetingar og tiltøk av ymiskum slagi. Enn eru fleiri ting, sum ikki verða løgd inn frá ársbyrjan, sum áður vóru natúrligur partur av lærarayrkinum. Við ársverkinum verður hetta gjørt ónatúrligt, tí at nú mugu lærarar skráseta slíkt virksemi. Teir skulu fleiri ferðir um árið senda leiðslum akkordir inn, og gera teir ikki tað, kunnu teir fáa stórt undirskot í sokallaða tímabankanum. So lærarar eru í dag blivnir til bókhaldarar, ið skulu skráseta líkt og ólíkt í einum rokniarki. Fleiri kenna tað sum, at hetta gongur út yvir undirvísingina og gleðina at undirvísa, tí fokus verður sett á skráseting ístaðin fyri undirvísing. Hetta er stórt spell, tí at flestu lærarar hava ikki hug at fáast við bókhald, teir vilja sleppa at fáast við læring. Helst liggur sum nevnt í tankanum um ársverkið ein motivatión, men onkursvegna er tað blivið soleiðis, at ársverkið køvir hugin at gera meir enn hægst neyðugt. Og umsitingin í skúlanum hevur fingið nógv eyka arbeiði av at halda skil á ársverkinum og tímabankanum hjá tí einstaka læraranum. Her eru nógv eyka ársverk komin afturat, sum kundu verið brúkt til undirvísing og læring.
Skipanin hevur sløkt eldsálir, ið fyrr framdu alt tað, sum lá sum natúrligur partur av lærarayrkinum, tær gjørdu sítt arbeiði við gleði og eldhuga, tí at tað gav meining. Nú yppa hesar eldsálir øksl við umberingini “eg havi nokk av akkordum!” Tað er lættari hjá lærarum at siga nei til serligar uppgávur, sum verða løntar við akkordum, tí teir kunnu so at siga “gjalda” seg frá tí. Tað ger tað eisini truplari hjá leiðsluni at fáa skúlan at virka. Hvørja ferð okkurt skal gerast og onkur skal biðjast, verður svarið: Hvussu nógvar tímar fái eg fyri tað? Hugsanin við ársverkinum er nokk, at lærarar fáa løn fyri tað, sum teir gera. Men henda hugsanin er eitt tvíeggjað svørð, tí nú ger eingin nakað uttan at fáa løn fyri tað. Lærarar verða til dømis bidnir um at gera viðmerkingar til heimasíður, kunngerðir og nýggjar sáttmálar, men eingin ger hetta, tí at akkordir ikki fylgja við. Sáttmálin, sum vit hava í dag, fer heilt niður í at rokna hálvar tímar av einum ársverki upp á 1.750 tímar. Ársverkið er eitt kopi úr Danmark, har tað ikki virkar væl, og mentanarligir munir gera, at tað als ikki riggar í Føroyum. Alt hetta gongur út yvir trivnaðin hjá lærarunum – og harvið undirvísingina og læringina. Ársverkið verður sostatt dýrt í longdini, tí minni lærdómur spyrst burtur úr skattapengunum, sum skuldu og verið – og kundu verið – brúktir við betri skili. Skúlaskipanin tapti aðrastaðni, sum hetta varð sett í verk, og vit vistu, at soleiðis fór at vera í Føroyum.
Nýggja miðnámsskúlaskipanin
Sama ár, sum avtalan um ársverk kom, fingu vit nýggja gymnasiala miðnámsskúlaskipan. Stórur munur er á hugsanini ella tonkunum í nýggju og gomlu skipanini. Í gomlu skipanini var arbeiðið stýrt eftir pensum. Lærarar og næmingar vistu effinett, hvat ið teir skuldu gera. Í nýggju námsætlunum verður dentur lagdur á førleikar, sum næmingar skulu ogna sær. Í nógvum førum eru nýggju námsætlanirnar orðaðar óneyvt, og lærarar eru noyddir at gita sær til, hvat myndugleikin ynskir av teimum.
Samstundis, sum vit fingu nýggja skipan, fingu vit eisini nýggjan sáttmála og áðurnevnda ársverk, sum hevur verið eitt bakkast fyri miðnám. Sum heild hava miðnámsskúlalærarar ikki tikið væl móti nýggju skipanini. Ein kanning, sum Yrkisfelagið Miðnám gjørdi í mars 2017, vísir, at 78% av miðnámsskúlalærarum dámar betur gomlu skipanina.
Lærarar skulu undirvísa meir
Nýggi sáttmálin bar millum annað í sær, at lærarar á miðnámi skuldu undirvísa nógv meir, enn teir høvdu gjørt fyri at koma upp á ársnormin, ið bleiv settur til 1750 tímar. Vit kunnu á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum 6. juni 2013 lesa, “at partur av semjuni er, at næmingar, ið fara undir útbúgving 1. august í ár, skulu lata inn færri skrivligar uppgávur. Tá fara lærarar at brúka minni tíð til at rætta uppgávur og meira tíð saman við næmingunum. At lærararnir fara at undirvísa meira er ein sparing fyri landið, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri”. Á Vágaportalinum fyrst í juni 2013 kunnaði hann um, at landið kom at spara 9 milliónir um árið við hesum sáttmálanum.
Ein orsøk til, at lærarar skuldu undirvísa meir, var, at tað vóru nógvir rættibrøkar, ið fóru sera nógv niður. Rættibøkur er tann samsýning, sum lærarar fáa fyri at rætta uppgávur. Í summum lærugreinum fór brøkurin niður við um 60%. Í fleiri lærugreinum skuldu næmingar ikki lata uppgávur inn, og tí skuldu lærararnir undirvísa meir fyri at koma upp á 1750 tímar. Sum dømi kann nevnast, at í lærugreinini søgu, skulu næmingar ikki lata uppgávur ella ritgerðir inn, tí lærarin fær ikki samsýning fyri at rætta. Avleiðingin er, at dygdin ella førleikar at skilja søgu er minkaður munandi. Soleiðis er eisini í øðrum lærugreinum. Sum heild skriva næmingar nógv minni nú enn fyri 2013, og orðatilfeingið er eisini blivið verri. Fyrr kundu lærarar eisini kanna førleikarnar hjá næmingunum við innanhýsis royndum, men hetta verður ikki gjørt longur, tí at eingin rættisamsýning er fyri hetta arbeiðið. Samstundis stendur í námsætlanum, at dentur skal leggjast á eftirmeting, men so lítil tíð er sett av til rætting og meting, at fleiri lærarar kenna seg noyddar bara at geva próvtøl ístaðin fyri dygdargóðar eftirmetingar, sum næmingar kunnu læra nakað av.
Ein avleiðing av nýggja sáttmálanum var, sum sagt, at lærarar skuldu undirvísa meir fyri at koma upp á 1750 tímar í ársverkinum. Um vit hyggja burtur frá rættisamsýningini, skal hvør einstakur lærari í miðal hava ein flokk meir við trimum lektiónum um vikuna fyri at koma upp á ársnormin. Hetta kann tykjast ikki at vera so nógv, men avleiðingin er, at dygdin í undirvísingini er fallin munandi síðan 2013. Fyrr høvdu lærarar góða tíð at fyrireika seg, men soleiðis er ikki longur. Nú skal alt ganga skjótari, og fakliga dygdin kann ikki verða sett í hásæti, tí at lærarin rennur úr einari stovu í aðra.
Hvørjar avleiðingar eru av nýggju skipanini og sáttmálanum?
Misnøgdin millum miðnámsskúlalærarar er sera stór. Kanningin hjá Yrkisfelagnum vísti, at 25% av teimum spurdu arbeiddu undirtíð, serliga eru tað konufólkini. Kanningin vísti eisini, at 71% av teimum spurdu kundu hugsað sær at farið niður í tíð. Hjá teimum, sum antin vóru noydd at arbeiða minni enn fulla tíð, vísir kanningin, at hjá 72% er hetta hent seinastu tvey árini. Kanningin vísir eisini, at heili 31% eru farin niður í tíð seinastu trý árini. Høvuðsorsøkirnar eru, sambært kanningini, at arbeiðsbyrðan er økt munandi, og at broytingar eru í skúlaskipanini. Hetta hevur eisini havt avleiðingar, tí at 62% av teimum spurdu miðnámsskúlalærarunum siga seg innan fyri tey seinastu árini kent seg havt illgruna um strongd. Heili 76% siga, at tey kenna, at teirra arbeiðslív gongur út yvir privatlívið.
Um vit hyggja at tølunum fyri teir lærarar, sum arbeiða undirtíð, so er meginparturin kvinnur, talan er serliga um kvinnur, ið hava børn í barnagarðsaldri og fólkaskúlaaldri. Samstundis sum tær hava valt ella eru noyddar at fara niður í tíð, verður ein av avleiðingunum framyvir, at tær fáa eina lægri pensjón enn menninir, tá ið tær fara frá. Sum heild kann sigast, at tapararnir eru næmingarnir, samfelagið og alt Føroya fólk.
Um vit skulu fáa miðnámsskútuna aftur á kós, mugu vit endurskoða ársverkið, sum er, og varðveita tað sindrið í tí, sum er gott, og vraka alt tað, sum bara køvir undirvísing og læring, og sum økir um umsiting og skrivstovuveldi. Vit mugu hugsa stórt og skilja, at ein sparing í kostnaði kann hava við sær, at tað verður dýrt í longdini, um sparingin ikki vigar upp í móti tí skaða, hon ger.
Keldur
Kanning hjá Yrkifelagnum Miðnám, 2017.
Nýggjur sáttmáli: Meira og betri skúli, 6. juni 2013.