Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.
Miðnámsrit 14
Um blaðið
Ársverkið á miðnámi køvir hugin hjá lærarum í teirra veruliga arbeiði. Tapararnir eru næmingarnir. Kanning hjá Yrkisfelagnum Miðnámi vísir, at meginparturin av kvinnuligu miðnámsskúlalærarunum við børnum í barnagarðs- ella skúlaaldri arbeiða undirtíð.
Nám vil hava fleiri føroyskar grundbøkur á miðnámi. Fyrr í ár var handritakapping, sum skuldi birta upp undir føroyska lærubókaskriving.
Jagstranin eftir próvtølum oyðileggur læring og fakliga dýpd. Tað hava lærarar vitað leingi. Miriam Brems, sum bara fekk 12-tøl á miðnámi, iðrar seg nú um, at hon ikki tók av møguleikanum at læra meira og fáa betri innlit og meiri vitan fyri eitt neyðars 12-tal.
Skulu vit framhaldandi duga fremmandamál í Føroyum? Maria Heradóttir rópar varskó, tí øll fremmandamál uttan eingilskt eru fyri stórari afturgongd í føroysku skúlunum.
Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson
Innihaldsyvirlit:
Ársverkið køvir hugin, Tórður Johannesarson
Handrit til vinnulívsrætt vann kapping hjá Námi, Dorit Hansen
Betri sýni og størri dýpd, Dorit Hansen og Sólvá Jónsdóttir, Nám
Marknaðarlæra – lærubók á miðnámi, Olav Absalonsen
Marknaðarbúskapur, Olav Absalonsen
Próvtalsjagstran oyðileggur fakligheitina, Miriam Brems
Skulu vit framhaldandi duga fremmandamál í Føroyum? Maria Heradóttir
Tak niður sum PDF