Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Betri sýni og størri dýpd

Eftir Dorit Hansen og Sólvá Jónsdóttir, Nám í miðnámsrit 14, september 2017

Sýni & Dýpi  er undirvísingarrøð til øll trý árini í lærugreinini føroyskum í miðnámi. Heildirnar til tvey tey fyrstu árini eru tøkar, og triðja heildin er í gerð.

Sum móðurmálslærugrein hevur føroyskt altíð verið ein mentanarberandi lærugrein í føroyska miðnámsskúlanum, og tá danskt varð vallærugrein í 2013,  gjørdist ábyrgdin hjá føroyskum kanska uppaftur týðiligari.

Móðurmálslærugreinin skal, umframt føroyskt mál og føroyskar bókmentir, eisini kunna næmingarnar um evropeiska bókmentasøgu og um samskifti, málnýtslu, tekstgreining og samansettar tekstir. Henda ábyrgd hevur verið okkum ritstjórum frammarlaga í huga, tá vit hava fyrireikað og ritstjórnað bøkurnar Sýni & Dýpi.

Fyri at tryggja sær, at undirvísingin hevur fevnt um øll økini í námsætlanini, hava flestu føroysklærarar gjørt egið tilfar til teir partar av lærugreinini, har tilfar ikki hevur verið tøkt í grundbókum til lærugreinina. Men við Sýni & Dýpi er Nám fyri fyrstu ferð í holt við at geva út eina heild, sum fevnir um allar tættir, sum hoyra til lærugreinina føroyskt í miðnámi.

Samskifti, mál í nýtslu, samansettir tekstir, málpolitikkur, málsligt fjølbroytni og týðing eru dømi um øki, sum ikki áður hava verið í grundbókum til føroyskt í miðnámi. Føroyska bókmentasøgan og føroysku tekstirnir verða eisini í stóran mun settir í ein norðurlendskan og evropeiskan samtekst. Millum týddu rithøvundarnar kunnu vit nevna Homeros, Boccaccio, Shakespeare, Kingo, Holberg, Goethe, Oehlenschläger, Heinrich Heine og Emily Brontë.

sBøkur og pBøkur

Sýni & Dýpi 1 og Sýni og Dýpi 2 eru báðar tøkar sum sBøkur. sBók er heitið á netbornum bókapalli, sum Nám nýtir til sínar miðnámsútgávur. sBókin byggir á logikkin, sum vit eru von við í pappírsbókini, síðurnar eru t.d. settar saman í beinum rað. Men umframt vanligar tekstir og stillar myndir hava sBøkurnar eisini hentleikar, sum liggja í talgilda pallinum og internetinum, t.d. film, ljóð, samvirknar uppgávur og skjótar leitimøguleikar.

Nýggja tøknin setur nýggj krøv, eisini í skúlastovuni, har internetið bæði er ein avbjóðing og ein hentleiki. Við sBókunum vil Nám geva lærarum og næmingum undirvísingartilfar, sum er viðkomandi og gagnnýtir teir møguleikar, sum liggja í talgildu og netbornu tøknini. Næmingarnir hava sína egnu, persónligu sBók, har teir t.d. kunnu skriva viðmerkingar í, og teir hava atgongd til sína egnu bók á øllum pallum, sum eru knýttir at internetinum.

Harumframt ber eisini til at taka eina pdf-útgávu niður á telduna, sum næmingarnir kunnu brúka, tá teir ikki hava atgongd til internetið. Og í vár komu tvær tær fyrstu bøkurnar í sonevndari pBókaútgávu. Ein pBók er stytt útgáva av einari sBók. Alt tað talgilda og samvirkna tilfarið kann sjálvandi ikki flytast á pappír ella í eina bók við avmarkaðum síðutali, men allir høvuðstekstir eru við í pappírsútgávunum av Sýni & Dýpi 1 og 2. Pappírsútgávurnar eru tøkar sum fáprent, t.v.s., at tær eru ikki á goymslu, men verða prentaðar eftir bílegging frá lærarum og næmingum.

Tá Nám gevur skúlabøkur út, er tilfarið viðgjørt, soleiðis at tað riggar til málbólkin, svarar til námsætlanina og leggur upp til so góða læring sum møguligt. Tá talan er um pappírsbøkur, setur formatið greiðar avmarkingar fyri innihaldið, men støðan er ein onnur við talgildu og netbornu sBókini, sum í grundini kann verða givin út við óendaliga nógvum tilfari, sum kann dagførast so hvørt, sum tørvur er á tí. Øll tann nýggja týðingin av Føroyingasøgu passar t.d. í Sýni & Dýpi 2, og Sýni & Dýpi 1 hevur 1123 uppgávur, 65 samvirknar uppgávur, 8 verkstovur, 54 filmsbrot, 70 ljóðupptøkur, 140 myndir, 407 orðafrágreiðingar, 8 greiningarfrymlar, 102 skaldsligar tekstir, 14 yrkistekstir og 74 tekstbrot.

Í samsvari við námsætlan

Ætlanin við røðini Sýni & Dýpi er, at hon skal spegla fjølbroytnið í námsætlanini fyri lærugreinina, og viðkomandi fakligu førleikamálini standa á fyrstu síðu í hvørjum parti í Sýni.

Hvør bók er býtt í tveir partar, ein ástøðiligan part og eitt tekstasavn. Sýni er ástøði um samskifti, mál og tekstgreining umframt mál- og bókmentasøga. Dýpi er savn av tekstum, sum kunnu verða lisnir og greinaðir einsæris, í samteksti og/ella í sambandi við tað ástøði og ta søgu, sum eru í Sýni.

Í fyrstu bókini verður dentur serliga lagdur á tekstsløgini. Ástøði verða lýst í Sýni, greiningarfrymlar eru til øll høvuðstekstsløgini, og savnið í Dýpi er skipað eftir tekstsløgum. Í Sýni 2 og 3 verður bókmentasøgan lýst, og tekstirnir í Dýpi 2 og 3 verða skipaðir eftir bókmentaligum tíðarskeiðum. Kunning um rithøvundar, arbeiðsuppgávur og orðafrágreiðingar eru í øllum trimum bókum.

Men sum sagt, so fevnir Sýni & Dýpi um annað enn bókmentir og tekstir. Í Sýni 1 er ein partur um, hvussu vit samskifta, hvussu ymiskt málið verður brúkt til gerandis og til ymisk høvi, og um hvussu fjølbroytt og staðbundið málið er. Harumframt er ein partur, sum lýsir føroyska málsøgu og mállæru, og ein partur um okkara grannamál í Norðurlondum. Í Sýni 2 verður m.a. hugt at málpolitikki og týðing.

Harumframt hava allar tríggjar bøkurnar ein drúgvan inngang, sum viðger grundleggjandi støðisførleikan at samskifta: at bera fram hugsanir sínar munnliga (at tala og lýða á) og at lesa og skriva. Allar tríggjar hava ein inngang um samskifti, men stigvøkstur er millum bøkurnar. “Grund” í 2’aranum viðger m.a., hvussu vit brúka málið, hvussu vit lesa strategiskt, og hvussu vit byrja, tá ið vit skulu skriva ein tekst. Allar tríggjar bøkurnar hava eisini ein part um samansettar tekstir, sum viðger tekstsløg sum film, teknisøgur og myndir.

Ikki komin á mál enn

Fleiri miðnámslærarar í føroyskum hava verið knýttir at verkætlanini. Ann Ellefsen og Kristinbjørg Høgnesen gjørdu tekstasavnið í fyrstu bókini, Kirsten Brix hevur skrivað ymiskar ástøðiligar partar, funnið viðkomandi tekstdømi til ástøðið og tekstir til savnið í aðru bók. Harumframt hava Sigrun Hjalmarsdóttir og Katrin Reinert týtt og tillagað brot úr bókum hjá Norsk Gyldendal.

Tilfarið í Sýni & Dýpi byggir á fleiri aðrar útgávur, sum Nám áður hevur givið út. Fyrsti parturin av bókmentasøguni byggir t.d. partvíst á Føroyska bókmentasøgu 1 (2011) eftir Maluna Marnersdóttur og Turið Sigurðardóttur.  Mállæran og málsøgan byggir m.a. á Mállæru (1997) eftir Paulivar Andreasen og Árna Dahl og á Grannamálið fyri vestan (1987) eftir Árna Dahl. Og Kirsten Brix, sum hevur skrivað partin um skaldskap av mannamunni, hevur líknandi tekst í útgávuni Les Ástøði.

Tey bæði fyrstu bindini í heildini eru liðug og eru tøk hjá lærarum og næmingum at keypa og brúka. Triðja og seinasta bindið er í gerð, og ætlanin er, at partar av triðja bindinum verða latnir upp til royndarnýtslu seinni í skúlaárinum 2017-2018.

Fyri okkum sum ritstjórar hevur tað stóran týdning, at vit fáa afturmeldingar frá lærarum og næmingum. Tað er lætt at rætta skeivleikar í sBókunum, og tí ger tað beinanvegin mun, um lærarar boða frá. Og afturmeldingar um torleikastig, teksttyngd og áhuga geva okkum íblástur til framhaldandi menning av bókunum.

Aðrar greinar í miðnámsrit 14