Próvtalsjagstran oyðileggur fakligheitina
Eftir Miriam Brems í Politiken 1. juli 2016 Óli Petersen týddi í miðnámsrit 14, september 2017
“Eg skammist um, at eg ikki tók av at blíva klókari”. Soleiðis sigur Miriam Brems, sum bara fekk 12-tøl, tá hon gekk á miðnámi.
Tá eg fyri tveimum árum síðan fekk handað miðnámsprógv, fekk eg tretivu 12-tøl av tretivu møguligum. Men fyri at siga sum er, so var mín fakligi førleiki í fleiri av lærugreinunum ikki so góður.
Tá ið eg byrjaði í 0. flokki í fólkaskúlanum fekk eg at vita, at vit altíð skuldu hava 10 spískar blýantar í penalhúsinum. Tá ið eg 10 ár seinni skuldi byrja á miðnámi, vóru tað ikki longur blýantarnir, men albogarnir, sum skuldu spískast og brúkast, so at vit lættari kundu standa okkum í kapprenningini eftir góðum próvtølum.
Hóast tikið verður til, at tað er tann besti, sum kemur fyrst, er tað ikki vist, at vit fáa teir bestu studentarnar um mállinjuna trý ár seinni.
Próvtalsjagstranin elur nevniliga til eitt sjúkt læriumhvørvi, har tað ikki longur snýr seg um at koma niður í djúpdina í einstøku lærugreinini, men heldur at skoyta omaná fyri at fáa so nógv 12-tøl, sum til ber. Slík atferð kann neyvan undra nakran, tá hugsað verður um tað stóra trýstið, næmingar eru undir, tá ið ræður um krøv til próvtøl. Hvørja viku fáa vit stílar og rapportir við próvtølum aftur frá lærarunum, og hvønn einasta dag er eitt áhaldandi stríð í flokshølunum at hugtaka læraran, tí støðumetini hótta støðugt.
Tá ið vit í heilum skulu vigast og metast á henda hátt, eru vit so ella so til próvtøku hvønn dag á miðnámsskúlanum: Lærarin er ikki longur bara ein vegleiðari og eitt fakligt orakkul, nei, hann er eisini ein próvdómari, sum skal døma teg. Og vit vita jú øll, at tað ikki akkurát er við tað grøna próvtøkuborðið, at man spyr, hvussu integralrokningin hongur saman.
Avleiðingarnar eru nógvar. Tann sjónligasta avleiðingin er, at næmingarnir tora ikki at rætta hondina upp og seta ein fakligan spurning, tá ið teir ivast. Nei, so er heldur at bluffa, og lata sum um, at alt er í lagi, enn at avdúka sínar fakligu veikleikar, tí tað er hóast alt frægari at vera býttur enn at síggja býttur út. Aðrar avleiðingar eru eisini. Próvtalskapprenningin ger síðumannin, sum tú fyrr kundi sparra við um fakligar spurningar, til ein kappingarneyta. Albogarnir verða ikki bara brúktir, nei, notur verða hildnar tætt at kroppinum. Onki við at deila vitan og síni gullkorn, tá okkurt er greinað í einum bólkaarbeiði, tí set nú fyri, at ein annar fekk loyvi til at leggja fram kjarnuna og høvuðsniðurstøðurnar fyri læraranum og harvið fáa alla æruna og við hesum eitt høgt próvtal?
Áhaldandi kappingin um at síggja best út ger okkum heilt einfalt til vánaligari næmingar. Í okkara innanhýsis dysti fyri at verða fyrst um mállinjuna er tað, sum vit hava gloymt, hvørjum vit renna eftir. Einaferð, tá ið vit byrjaðu í skúlanum, var tað helst faklig vitan og innlit, sum lógu til grund fyri flottu próvtølunum, sum vit jagstraðu. Men nú er tað sum um, tað er líka mikið, um tað er ein veruligur fakligur førleiki handan próvtølini. Tølini í próvnum avdúka jú ikki, hvussu 12-tølini eru fingin til vega, ella hvør verulig dygd liggur aftanfyri.
Tað er sjálvandi lætt at geva okkum næmingum skyldina. Men eg haldi ikki, at man kann brigsla næmingunum. Lærararnir kunnu saktans halda eina prædiku um, at vit hvørki kunnu ella skulu avmarka okkara vitan til eitt tal. Veruleikin er bara, at nettupp tað talið, sum stendur niðast á okkara miðnámsprógvi, avger okkara framtíð. Hetta talið hevur maktina til at lata dyrnar upp til okkara dreymaútbúgving, men hevur eisini megina til brutalt at klamsa hurðina í høvdið á tær.
Loysnin er sjálvandi ikki at beina fyri próvtølunum. Men í gerandisdegnum verða vit noydd til at seta fakligheitina í hásæti og at skapa eitt trygt læringsrúm, har næmingurin saktans kann ivast og hevur loyvi til at seta býttar spurningar, so ein gerst dugnaligari, uttan støðugt at verða mátaður og vigaður.
Á nøkrum miðnámsskúlum hava royndir verið gjørdar við, at flokkar ikki fáa próvtøl. Ein avleiðing er, at trivnaðurin í hesum flokkum er betri, og miðaltølini til próvtøkurnar eru eisini farin upp, vísa kanningar. Orsøkin til góðu úrslitini er, at man er givin við at geva næmingunum próvtøl í tíð og úrtíð, men er heldur farin yvir til at geva konstruktivt feedback og at hava samrøður við næmingar, og bíða við at geva próvtøl til endaligu royndina.
Tað kann væl vera, at politikarar ikki hava fangað hetta enn. Men í Jútlandi, har eg eri uppvaksin, er tað gomul vitan, at ein grísur verður ikki tyngri av at verður vigaður. Hinvegin kanst tú vera vísur í, at grísurin vigar minni, um hann hvønn einasta dag skal upp á vektina. Soleiðis er tað eisini við okkum næmingum. Próvtalskapprenningin sker vitan at rivjabeinunum, og máar fakliga støðið niður á miðnámi. Tá ið eg í dag síggi mítt miðnámsprógv, eri eg enn stolt av mínum innsatsi og av úrslitinum. Takkað veri nøkrum dugnaligum og inspirerandi lærarum, havi eg hóast alt lært rættiliga nógv. Men eg skammist yvir, at eg ikki tók av møguleikanum at læra meira og fáa størri vitan og innlit fyri eitt neyðars 12-tal. Tað er rætt, at eg fekk tríati 12-tøl við mær til hús. Men eg hevði lært meira, um eg hevði torað at býtt okkurt av teimum um við eitt 7-tal ella 10-tal.