Handrit til vinnulívsrætt vann kapping hjá Námi
Eftir Dorit Hansen í miðnámsrit 14, september 2017
Visjónin hjá Námi er, at allar lærugreinir í fólkaskúlanum og allar kravdar lærugreinir á B og C stigi á miðnámi skulu hava eina grundbók, sum er á føroyskum máli og ikki er eldri enn 10 ár, og at lærugreinir á A, B og C stigi, sum nógvir næmingar velja, eisini eiga at hava undirvísingartilfar á føroyskum máli.
Louise Restorff Jacobsen úr Havn vann í summar (2017) handritakappingina, sum Nám hevði skipað fyri. Tvær virðislønir upp á 50.000 krónur vórðu latnar, onnur fyri besta skúlabókahandrit til miðnám og hin fyri besta skúlabókahandrit til fólkaskúlan. Níggju handrit komu inn til kappingina, fimm til fólkaskúlan, trý til miðnám og eitt, sum var ætlað lærarum í bæði fólkaskúla og miðnámi. Dómsnevndin metti, at uppskotið hjá Louise Restorff Jacobsen til lærugreinina, vinnulívsrætt, var besta handritið til miðnám. Høvuðsútgávumiðilin til miðnám er sBóka-skipanin, og tilfarið hjá Louise Restorff Jacobsen varð mett væl egnað til hesa skipan.
– Vit løgdu hundrað túsund krónur á borðið, tí vit vildu troyta nýggjar leiðir og koma í samband við nýggjar møguligar lærubókahøvundar, segði Regin Marnersson, táverandi stjóri í Námi, í sambandi við, at kappingin varð kunngjørd. Samstundis legði hann dent á, at Nám var áhugað í at fáa fleiri upprunaføroyskar útgávur.
Vinnulívsrættur við støði í tí føroyska
Vinnulívsrættur er lærugrein á C-stigi í miðnámi og kravd lærugrein á Búskaparbreytini. Eingin føroysk lærubók er til lærugreinina frammanundan.
Í síni grundgeving fyri, at handritið hjá Louise vann, segði dómsnevndin m.a.: Handritið er væl skrivað, málsligi og námsfrøðiligi búnin hóska væl til miðnám, og høvundurin hevur hugsað um at hava bæði filmsbrot og venjingaruppgávur aftur at lærutilfarinum.
Tørvur er á at fáa løgfrøðiliga vitan á føroyskum máli, heldur vinnarin.
– Donsku lærubøkurnar eru grundaðar á danskar ásetingar og læra ikki næmingarnar um tey serligu føroysku viðurskiftini, sigur Louise Restorff Jacobsen, sum hevur lisið løgfrøði bæði í Danmark og Føroyum.
– Tað er rættiliga stórur munur á føroyska og danska samfelagnum, og eg minnist, hvussu óviðkomandi eg helt bøkurnar vera, tá eg sjálv hevði vinnurætt á hægri handilsskúla.
Handritið hjá Louise tekur atlit at galdandi føroyskum rætti, og rithøvundurin hevur lagt dent á, at dømini eru føroysk, nýggj og so viðkomandi fyri ung, sum til ber.
Handritið leggur upp til, at tað verður ein grundbók og ein arbeiðsbók, og harumframt eru smáar ávegis royndir, ið skulu vísa, um næmingarnir hava skilt tilfarið, ella um tørvur er á at varpa ljós á serlig brot. Ætlanin er, at bókin skal verða skipað í kapitlar, sum umframt grundtekst og myndir eisini hava kassar við lógarteksti og kassar við dømum og rættarsiðvenjum.
Kapping gav dirvi at bjóða seg fram
Louise Restorff Jacobsen er 27 ár og útbúgvin løgfrøðingur frá Aalborg universiteti í 2015. Harumframt hevur hon eisini júst lokið prógv sum master í løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya. Hon hevði leingi hugsað um at skriva føroyskt undirvísingartilfar í vinnurætti, men hevði ikki havt mót at bjóða seg fram, tí hon ikki hevði royndir sum lærari.
Louise hevur arbeitt sum løgfrøðingur í Fjarskiftiseftirlitinum, í Hugskotinum hjá Tórshavnar Kommunu og í Rættarhjálpini. Beint eftir at handritakappingin varð kunngjørd í fjør (2016), fekk Louise starv í grønlendska heilsumálaráðnum, og hon flutti til Nuuk við manni og syni sínum. Men dreymurin um at skriva undirvísingartilfar helt fram at spøkja, og eftir jól 2016, tá tey vóru komin til sættis í grønlendska høvuðsstaðnum, byrjaði hon spakuliga at arbeiða við handritinum.
– Eg hugdi einaferð á heimasíðuna hjá Námi, og har stóð, at Nám helst brúkti royndar lærarar sum rithøvundar, so hóast eg leingi hevði hugsað um tørvin á føroyskum tilfari, hevði eg ongantíð boðið mær til, tí eg ongar undirvísingarroyndir hevði. Men tá kappingin varð útskrivað, hugsaði eg, at nú var tað handritið sjálvt, sum kundi vísa sínar dygdir. Eg brenni fyri føroyskari løgfrøði, so hetta var ein møguleiki, sum eg mátti royna, sigur Louise Restorff Jacobsen.
Hon vónar eisini, at nýggja bókin verður ein góð sjálvhjálparbók hjá føroyskum íverksetarum.
– Tá tú hevur fingið miðnámsprógv á Búskaparbreyt, so eigur tú at hava ta vitan, sum er neyðug fyri at kunna stovna egið virki í Føroyum. Handritið lýsir tí teir týdningarmestu føroysku stovnarnar og viðger øll tey týdningarmestu rættarøkini, og kanska verður bókin eisini hent hjá teimum, sum longu hava stovnað egið virki.
Louise Restorff Jacobsen hevur gjørt rithøvundasáttmála við Nám, og eftir ætlan skal nýggja sBókin verða til keyps næsta skúlaár (2018-19), men longu seinni hetta skúlaárið (2017-18) verða partar av tilfarinum tøkir hjá lærarum og næmingum at royna.