Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Skulu vit framhaldandi duga fremmandamál í Føroyum?

Eftir Maria Heradóttir í miðnámsrit 14, september 2017

Týdningurin av at menna millummentanarligar førleikar hevur ongantíð verið so stórur sum nú. Tí er tað ein mótsøgn, at øll fremmandamál undan­tikið enskt eru fyri so stórari afturgongd í skúlunum í Føroyum sum nú, tá mest sjálvsagda leiðin til hesar førleikar gongur ígjøgnum fremmanda­málini. Her má vend koma í sum skjótast.

Fremmandamál eru førleikagevandi

Grundleggjandi spurningurin, hvussu vit útbúgva yngra ættarliðið til størv, sum enn ikki eru til, og til menniskju við førleikum at fóta sær hóast alsamt broytandi tíðir, hevur ført við sær, at skúlamyndugleikar hava flutt fokus frá pensum til førleikamál. Førleikar til framhaldandi at menna og útbúgva seg, førleikar at tillaga seg, førleikar at samstarva, førleikar sjálvstøðugt at ogna sær vitan og brúka hana í nýggjum samanhangum. Lykla­orðið eitur nýhugsan. Vit skulu bróta upp úr nýggjum, endurhugsa tað gamla, finna og brúka nýggja vitan í verki. Tað eitur seg, at Føroyar skulu hava fleiri bein at standa á og eiga lut í altjóða kappingini. 

Í Føroyum fara vit fullkomiliga av kós í okkara tillagingum til framtíðar avbjóðingar, um grundleggjandi førleikar sum tað at duga fremmandamál mál gleppa okkum av hondum. Tað er ein sannroynd, at fremmandamál eru við til at lata hurðar upp til nýggjar møgu­leikar, nýggjan íblástur, nýggja fatan og nýtt innlit. At læra mál noyðir okkum at síggja úr øðrum sjónarhornum enn okkara egnu. Á tann hátt hava tey ein avgerandi leiklut í at stimbra júst tað, vit kalla nýhugsan. 

Dugir tú eitt fremmandamál, fært tú innlit í eina fremmanda mentan, t.v.s. ein øðrvísi hugsanarhátt, onnur virði, fremmandar skipanir og harvið aðrar veruleikar. Tú lærir at síggja við øðrum eygum og at skilja aðrar mentanir innanífrá. Hetta gevur stórar møgu­leikar fyri at mennast sum menniskja, sum føroyingur og sum heimsborgari og kann eisini gerast spírin til nýggjar óendaligar møguleikar, sum bara bíða eftir at verða sæddir.   

Tað fremmanda kann eisini varpa ljós á okkara egna. Ofta varnast tú ikki tað sermerkta við tíni egnu mentan, fyrr enn hon gerst sjónlig í ljósinum av tí fremmandu. Vilja vit branda og selja Føroyar, skal nýggj vitan til, sum vit enn kunnu vera blind fyri. Fyrimunirnir við slíkari spegling galda báðar vegir, sum aftur vísir á fyrimunir við at læra fremmandamál.   

Harumframt er tað at duga fremmandamál eisini ein týdningarmikil førleiki í sjálvum sær sum samskiftismiðil. Tað er eyðsæð, at førleikar í fremmandamálum hava stórar fyrimunir við sær í altjóða høpi – ikki minst í nútíðar globaliseraða samfelagnum, sum vit eru partur av. Einki er heldur sum at samskifta beinleiðis á móðurmálinum hjá tí hinumegin borðið, sum greitt gevur fyrimunir fram um onnur.

Enskt sum heimsmál

Enska málið hevur vunnið sær tign sum millumtjóða samskiftismál. Vit kunnu tí av røttum spyrja, um tað ikki er nóg mikið við einum fremmandamáli, sum røkkur so langt, sum enskt ger. Jú, enskt er eitt sera týdningarmikið mál at duga í dag, og við tí kemur tú eisini langt. Tó kann enskt ongantíð gerast betri sum samskiftismál enn móður­málið, tá tað er møguligt. Tú fert tí altíð at eiga fyrimunin fram um onnur, um tú dugir málið. Eitt mark er sjálvsagt fyri, hvussu nógv mál vit kunnu leggja okkum eftir at læra, og enskt er í stóran mun málið, sum vit kunnu detta afturá, tá annað ikki ber til. Tað er tí einki minni enn eitt bragd at eiga eitt felags heimsmál, sum alsamt fleiri duga.

Hinvegin er tað júst tað plássið, sum enskt hevur fingið millum øll heimsins mál, sum ger, at vit fáa meir og meir tørv á eini mótvekt eisini. Enskt hevur lagt seg sum eitt filtur, sum vit hyggja ígjøgnum og spegla okkum í. Vit halda, at soleiðis sær verðin út, og soleiðis síggja vit út í mun til útheimin, men veruleikin er nógv fjølbroyttari enn so. Tað kann hugsast, at serliga smátjóðir sum okkara við egnum máli eru mest útsettar fyri hesum, tí okkara egna mál ikki fyllir líka nógv í almenna rúminum hjá okkum sum t.d. onnur heimsmál enn enskt gera í sínum heimlandi. Hetta er enn ein orsøk til at læra onnur fremmandamál enn bara enskt.

Bókmentir hava týdning

Bókmentir, sum fremmandamálsundirvísingin vanliga eisini fevnir um, snúgva seg um menniskjalívið og viðgera evni, sum koma okkum við sum menniskju. Tær eru við til at menna okkum og at flyta mørk á ein hátt, sum bara bókmentir kunnu. Gamaní kunnu vit lesa nógvar týddar bókmentir á føroyskum og enskum, men tað slepst ongantíð uttanum, at nakað dettur burtur í týðingini, sum ikki kann verða endurgivið á øðrum málum.

Fremmandamál í framtíðini 

Í Føroyum skulu vit finna fyrimunirnar í at vera ein lítil tjóð og tilvitað gera teir til okkara styrki. Vit eru í tí hepnu støðu, at vit dagliga verða mint á, at vit ikki hava nóg mikið við okkum sjálvum. Í tí liggur ein ásannan, at vit sjálvsagt eisini skulu duga fleiri mál í fram­tíðini. Tó nýtist okkum ikki øllum at duga tey somu málini og líka nógv mál. Tey við evnum og áhuga eiga at hava møguleikan at læra enn eitt fremmandamál eftir enskt í fólkaskúlanum. Upplagda valið er týskt, sum vit longu eiga førleikan til. Týskt er eitt sera hent mál fyri júst føroyingar at læra, tí tað hevur sama málsliga uppruna sum føroyskt og stuðlar tí væl okkara móðurmáli. Samstundis víkir tað so mikið grundleggjandi frá enskum, at tú við báðum málunum ognar tær eina breiðari málsliga fatan. 

Í okkara heimsparti er týskt harumframt mest útbreidda móðurmálið eftir russiskt. Og við Brexit kann hugsast, at onnur mál fara at traðka meir fram sum samskiftismál í Evropa í framtíðini. 

Her heima er eisini nógv frammi um, at ferðavinnan skal mennast. Stórur partur av  ferðafólkunum í Føroyum er týskmæltur, men onnur mál eru eisini væl umboðað. Skal ferðavinnan veru­liga gerast eitt eyka bein at standa á, er ilt at ímynda sær eina støðu, har vit í framtíðini fara at innflyta útlendska arbeiðsmegi at tosa málini fyri okkum, sum vit við verandi gongd ikki longur fara at duga. 

Fortreyt fyri góðum málkunnleika

Týskt er harumframt ein góð barlast fyri næmingar, sum ynskja at velja fremmandamál á miðnámi. Royndir vísa, at næmingar ofta ikki hava nóg góðan málsligan førning við sær, um ikki tey eisini hava havt týskt í fólkaskúlanum. Hetta sæst aftur í fráfallinum í fremmanda­málslærugreinum á miðnámi, sum er sera óheppið fyri teir næmingar, sum á hálvari leið í skúlagongdini varnast, at tey hava valt skeivt. 

Eisini vísa royndir, at næmingar, sum hava neyðuga málsliga førningin við sær, klára seg betur í øllum fremmandamálum á miðnámi. Týskt í fólkaskúlanum er sostatt við til at lyfta stigið í fremmandamálunum sum heild á miðnámi, sum eisini er neyðugt, um næmingar­nir skulu fóta sær so mikið, at teir megna at brúka eitt byrjanarmál sjálvstøðugt eftir lokið miðnám.

Framtíðar útlit fyri fremmandamálum

Støðan hjá fremmandamálunum undantikið enskum er so kritisk sum ongantíð áður. Samanumtikið er undirtøkan metlág í týskum og fronskum, tó nakað frægari í sponskum. Øll trý málini hava verið fyri støðugari afturgongd seinastu árini, men nú er botnurin rokkin fyri tvey teirra, og við verandi gongd er spurningurin, um ella hvussu leingi hesi fremmandamálini enn verða at síggja á tímatalvuni.

Hóast stóra afturgongd er ein orsøk eisini, at flestu næmingar nú velja spanskt fram um bæði franskt og týskt. Hví ójavnin er so stórur, er ein áhugaverdur spurningur. Ikki tí, einki mál er í sjálvum sær meira ella minni vert enn eitt annað. Øll eru tey týðandi heimsmál, og tí átti myndin helst at sæð nakað øðrvísi út. Hugsa vit um málførleikan í Føroyum sum heild, átti myndin eisini at sæð nakað øðrvísi út.

At týskt framhaldsmál á miðnámi røkkur einum hægri B og A stigi, enn bæði franskt og spanskt kunnu sum byrjanarmál eina, tykist heldur onga ávirkan at hava á næminga­valini.

Bygnaðarligar broytingar

Tað gongur greitt fram, at við verandi skúlaskipan eru fremmandamálini hvørki fuglur ella fiskur. Tí er mest átrokandi og grundleggjandi spurningurin av øllum: Skulu vit fram­haldandi duga fremmandamál í Føroyum? Omanfyri er víst á, at fremmandamálini hava síni eginvirði – og meir enn tað. 

Vilja vit fremmandamál, skulu eisini neyðugu karmarnar til. Sum nú er, eru tað tey 13-16 ára gomlu, sum gera av, hvørji mál føroyingar skulu duga í framtíðini. Tað er hvørki nøktandi fyri næmingar ella landið sum heild. Vit mugu viðurkenna, at neyðugt er at læra enn eitt fremmandamál í fólkaskúlanum eftir enskt, um fremmandamál á miðnámi skulu røkka nøktandi stigi. Alt talar fyri at halda fast í týskt, sum aftur má gerast krav fyri at koma inn á í øllum førum hugbreytina á miðnámi. Harumframt tørvar næmingunum kunning um fremmandamálini og møguliga vegleiðing, tá teir søkja inn á miðnám.

Samstundis, sum týskt aftur má verða upptøkukrav til hugbreyt, átti týskt sum byrjanar­mál at verið avtikið á miðnámi, tí tað ger meir skaða enn gagn sum valmøguleiki á pappírinum. Hetta hevur fleiri óhepnar avleiðingar við sær fyri næmingarnar. Har­umframt stuðlar týskt byrjanarmál ikki tankanum, at næmingarnir skulu ogna sær neyðuga málsliga førningin, áðrenn teir koma á miðnám. Kanska lærugreinin týskt á miðnámi skuldi fingið eina «gularót» fyri at vera einasta framhaldsmál av teimum trimum fremmandamálunum á miðnámi (umframt enskt).

Ein loysn má finnast fyri lærugreinina danskt, sum ikki hoyrir heima í flokki við fremmanda­málum. Danskt tekur í verandi skipan frá fremmandamálunum, hóast tað ikki er eitt fremmandamál hjá okkum. Óneyðugt er at krevja enskt A stig yvirhøvur, tí B stig er nøktandi til flestu framhaldsútbúgvingar og gevur meir enn neyðuga førleikan at fóta sær sjálvstøðugt í enskum.    

Útlendingar hava mangan havt á orði, hvussu væl føroyingar duga mál. Lat okkum varðveita hetta føroyska sereyðkennið og leggja okkum eftir at fáa enn meir burtur úr hesum førleika í framtíðini.

Aðrar greinar í miðnámsrit 14