Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

At læra fakliga og tvørfakliga

Eftir Olav Absalonsen í miðnámsrit 16, apríl 2018

Nógv verður tosað um tvørfakligt samstarv, tvørfakliga undirvísing og tvør­fakliga læring. Men tosa vit altíð um tað sama, tá ið vit tosa saman um tvørfaklig­heit? Tíverri gera vit ikki tað, og orsøkin er, at vit ikki altíð hugsa um sama slag av tvørfakligheit, tá ið evnið verður umrøtt.

Faklig læring

At læra fakliga og tvørfakliga eru tvær síður av somu søk, tí vitan er faklig og tvørfaklig samstundis. Tað fakliga er eitt arbeiðsbýti, ið er vorðið til í samfelagi og mentan. At býta vitan sundur í fak er mannaverk, og tað er ikki púra tilvildarligt, hvussu tað er gjørt. Fakini eru úrslit av eini søguligari gongd, og fakini eru tað, ið vit sum menniskju hava gjørt tey til.

Vit kunnu skilja ímillum fak, sum eru vísindalig ella vinnulig, og fak, sum eru fak í skúlanum. Vísindalig ella vinnulig fak eru fak, ið professionell fólk arbeiða við, og sum fevna frá gransking til menning og víðari til at nýta. Skúlafak eru nøvn á lærugreinum, sum standa í lógum og kunngerðum fyri viðkomandi útbúgvingar. Vísindalig og vinnulig fak hava í stóran mun verið fyrimyndin fyri skúlafakini. Tí virka skúlafakini ofta soleiðis, at endamálið er at geva vitan, sum er skapt í gransking ella á annan hátt, víðari til næmingarnar.

Mátin, sum arbeitt verður í einstaka fakinum, kann vera partur av undirvísingini. Tá er háttalagið partur av fakinum, og næmingarnir læra at arbeiða sum granskarar ella onnur professionell fakfólk innan fakið. Eitt dømi um hetta er umrøtt í grein í Miðnámsriti nr. 13 2017 um undirvísingargongd í evnafrøði. Við nøkrum undantøkum sum hesum er undir­vísing á miðnámi nógv merkt av at miðla vitan til næmingarnar.

Hesi bæði sjónarmiðini at síggja tað fakliga (at ogna sær fakliga vitan ella at læra at arbeiða fakliga) eru grundarlag undir, hvussu vit skilja tað tvørfakliga:

  1. Tað tvørfakliga sum ófaklig læring
  2. Tað tvørfakliga sum formlig læring
  3. Tað tvørfakliga sum funktionell læring
  4. Tað tvørfakliga sum dynamisk læring

Ófaklig tvørfaklig læring

At tvørfaklig læring ikki er faklig, ljóðar sum ein andsøgn, tí hvussu kann læring vera tvørfaklig, um einki fakligt er uppií? Verður hon so ikki bara tvørlig? Hugsanin við tí ófakliga er, at læringin byrjar við lítlari ella ongari vitan um tað fakliga. Næmingarnir arbeiða í verki við at granska umheimin í staðin fyri at hava ávíst pensum, lærubók ella ásett førleikamál. Hetta ger upp við ta siðbundnu undirvísingina, ið er býtt sundur í fak, og ístaðin skulu næmingarnir læra at læra. Meðan fakliga læringin ofta dyrkar eitt sjónarmið fyri at skapa djúpari fakliga fatan av evninum, læra næmingarnir at síggja evnið frá meira enn einari síðu. Teir arbeiða á sama hátt sum journalistar, ið hvørki eru vísinda­menn ella serfrøðingar. Talan er um induktiva læring sum til dømis IBL (inquiry based learning) ella EBL (enquiry based learning), har forvitni er drívmegin í læringini, og forvitnið hevur eingi faklig mørk. Viðhvørt kann talan vera um uppdagingarlæring (discovery learning), har lítil og eingin lærarastýring er.

Børn læra á henda henda hátt, tá ið tey spæla, tí fakini eru ikki til í teirra huga. Í søguni Vátt heimbýli (Våd hjemstavn) eftir William Heinesen er dømi um hetta. Høvundurin minnist aftur á barnaárini, tá ið hann og ein vinmaður royndu at verja eitt æðureiður ímóti likkum, sum vildu fáa fatur í ungunum. Mong ár seinni situr hann og hugsar aftur á hesa hending og samanber hana við lívið og stríðið ímóti óndskapi. Tá ið hann hittir vinmannin nú, og prátið kemur inn á hendingina, kemur fram, at teir báðir eru ikki heilt á einum máli um hetta. Teir hava upplivað tað sama, men teir hava ikki lært tað sama. Annar heldur, at vit hava skyldu til at stríðast ímóti tí ónda, men hin heldur, at tað loysir seg ikki, tí tað ger ongan mun.

Ein hjáveiða við hesum læringshátti kann vera, at næmingarnir læra nakað, sum liggur uttan fyri orðað førleikakrøv, tí teir eru leysir av námsætlanum. Hetta ger næmingar kompetentar á ein hátt, ið fevnir um meir enn bara at duga og hava fakligar førleikar. Hugsanin snýr seg her um, hvussu vit eru sum borgarar í samfelagnum við skyldum og rættindum, til dømis við rættindum at siga okkara hugsan, skyldum at lurta eftir øðrum hugsanum, at duga at semjast og duga at vera ósamd.

Formlig tvørfaklig læring

Her verður hugsað um samstarv, har lærarar velja eitt felags evni, men har einstøku fakini ikki verða integrerað í eina heild. Hvør lærari finnur upp á okkurt í sínum faki innan valda evnið. Ole Stramer og Hans Hemmet nevna hetta dømið um formligt tvørfakligt samstarv á miðnámi:

Í einum klassa hava lærarar valt Frankaríki sum evni. Lærarin í hvørjum faki kemur so við einum fakligum íkasti. Lærarin í støddfrøði velur valuta og rokning í tí sambandi. Søgulærarin velur til dømis fronsku kollveltingina. Lærarin í sam­felagsfrøði velur kanska millumlanda handil. Lærarin í fronskum velur einar tvær franskar stuttsøgur. Lærararnir í vinnubúskapi (felags navn fyri sølubúskap og virkisbúskap) velja at arbeiða við framleiðslu og marknaðarførslu av víni. Teir semjast allir um at arbeiða víðari hvør sær og kunna hvønn annan um, hvat teir gera, soleiðis at gongdin kann hanga saman sum ein heild.

Hetta slagið av tvørfakligum samstarvi er ikki annað enn parallell undirvísing, har hvørt fak varðveitir tað fakliga innan fyri eitt tema. Tað keðiliga við tí formligu tvørfakligu læringini er, at undirvísingin ikki leggur upp til tvørfakliga integratión í læringini, sum sostatt bara verður til, um onkur næmingur í sínum egnu tonkum finnur fram til eina heildarfatan. Formligt tvørfakligt samstarv hevur fingið tað atfinningarsama eyknevnið ‘fakligt samanskotsgildi’, tí lærarar í hvørjum faki hugsa fakliga við tí, sum teir borðreiða við, og læringin blívur ikki ein integrerað heild.

Funktionell tvørfaklig læring

Tann formliga tvørfakliga læringin førir bara til heildarfatan hjá einstøkum hugsanar­somum næmingum, sum av sær sjálvum síggja heildina, tí undirvísingin leggur ikki upp til tað. Øðrvísi er við tí funktionellu tvørfakligu læringini, har einstøku fakini virka saman í sjálvari undirvísingini. PBL (problem based learning) kann verða brúkt til hetta. Pro­blemið verður kannað við at nýta hugtøk og hættir í viðkomandi fakum. Undirvísingin kann verða skipað sum samstarv ímillum lærarar í fleiri fakum.

Í 2013 høvdu vit til dømis eina undirvísingargongd, ið var eitt samstarv ímillum 8 læru­greinir í tveimum flokkum á Handilsskúlanum, har næmingarnir skuldu læra búskap gjøgnum orðatøk. Hugskotið var, at orðatøk kunnu varpa ljós á búskaparliga atferð, sum búskaparfrøðin í lærubókum ikki megnar so væl. Talan varð um transformativa læring, ið fer longur enn bara at ogna sær vitan, læra uttanat og duga at endurgeva, og sum ber í sær at læra at hugsa sjálvstøðugt.

BV (breytarverkætlanin) á triðja ári á gymnasialum miðnámi er dømi um integreraða tvørfakliga verkætlan, ið telur sum próvtøka. BU (breytaruppgávan) á øðrum ári er ein uppgáva, ið hevur sum endamál at menna og fyrireika næmingin, soleiðis at hann verður betur fyri at skriva BV á triðja ári. Í báðum førum er tað tvørfakliga eitt krav. Eitt evni verður valt, og síðani avmarkað og fokuserað, soleiðis at tað verður ein saman­hangandi uppgáva. Í reglunum stendur tó, at BU og BV skulu skrivast í tveimum fakum, og tað fær ein at spyrja, hvussu eitt og hvørt evni kann skal avmarkast til einans tvey skúlafak. Meira um hetta seinni í greinini.

Dynamisk tvørfaklig læring

Hugsanin um, at læring er bæði faklig og tvørfaklig samstundis, elvir til hugtakið um tað tvørfakliga sum dynamiskt. Hugsanin við hesum er, at vit viðurkenna, at vitan verður borin fram fakliga, har tað ikki er eitt endamál í sjálvum sær, at næmingarnir ogna sær hesa vitan, men heldur at hetta setur gongd í læringina. Hetta ber í sær, at lærararnir sum fakligir serfrøðingar undirvísa við tí í huga, at tað, sum teir gera, er partur av eini størri heild. Tí eigur tað fakliga ikki at verða lýst sum ein avbyrgd skipan, men sum partur av eini størri skipan, har tann fakliga vitanin og fatanin verður dynamisk saman við øðrum fakum. Hetta er í tráð við hermeneutisku ringrásina, soleiðis at tað fakliga verður fatað í einum samanhangi, og samanhangið verður fatað fakliga. Hetta dømi er frá Robert H. Frank, sum undirvísti í búskapi:

Tvær ferðir hvørt lestrarhálvár biði eg næmingarnar hvør sær seta ein spurning um okkurt, sum hann persónliga hevur sæð ella lagt til merkis. Við 500 orðum í mesta lagi skal hann nýta grundreglur í búskapi at svara spurninginum. Ein næmingur spurdi, hvussu tað bar til, at foreldur skulu binda smábørn í barnastól, tá ið tey fara eitt stutt ørindi við bili, men hava loyvi at flúgva úr New York til Los Angeles við smábørnum í fanginum. Við cost-benefit regluni má svarið finnast á kostnaðar­síðuni, segði hann: Tá ið tú fyrst hevur sett ein barnastól í bilin, kostar tað einki at brúka hann. Men við flogfari mást tú keypa ein ferðaseðil afturat, sum kann kosta einar $1.000. Barna­stólar klára tískil oftari cost-benefit testina í bilum enn í flogførum.

Tú kanst siga, at hetta er innan fyri fakið, og er ikki tvørfakligt sum so. Men hetta er kortini tvørfaklig læring á tann hátt, at faklig mørk ikki forða, tá ið spurningurin verður svaraður, tí dømini kunnu ikki altíð haldast innan fyri hesi mørk.

Case-undirvísing, ið er grundað á dømi, sum næmingar kunnu kenna seg aftur í, hóskar væl til tvørfakliga læring. Keith Goree hevur givið hetta dømið um eina søgu, sum verður brúkt í undirvísingini:

Tú arbeiðir í einum gimsteinahandli, sum fyrireikar eina stóra útsølu. Í lýsingar­herferð verður sagt, at prísir verða lækkaðir 70%, og stjórin hevur biðið teg prísa nakrar vørur av nýggjum. Tú leggur til merkis, at bara eitt avmarkað tal av lutunum eru við í útsøluni, hóast einki verður nevnt um tað í lýsingunum. Har­umframt er prísásetingin løgin: tú tekur tað upprunaliga prísmerkið av, har $50 stendur, men tað nýggja prísmerkið sigur, at upprunaligi prísurin var $200, og við 70% avsláttri, verður útsøluprísurin $60.

Hvat hendir her? Tú fært varhugan av, at hetta er ikki útsøla, men ein máti at lumpa kundar at keypa gimsteinar, sum handilin ikki hevur klárað at selt, og ein roynd at billa kundunum inn, at teir fáa ein dýran lut fyri nógv lækkaðan prís. Hvat gert tú?

Hetta skal so fáa næmingin at hugsa um støðuna og taka eina avgerð.

Tvørfaklig læring á miðnámi

Tað, sum lært verður í skúlanum, skal hava samband við lívið uttan fyri skúlan – so ella so. Og lívið uttan fyri skúlan er tvørfakligt og fjølbroytt. Har er samfelagslív, arbeiðslív, privat­­lív, mentan­ar­lív og annað. Tí krevst, at skúlin er tvørfakligur, sjálvt um undirvísingin er býtt sundur í fak á tímatalvuni, og próvtøkur eru í hvørjum einstøkum faki.

Hyggja vit eftir, hvussu miðnámsútbúgvingar eru bygdar upp, síggja vit, at tað at læra tvørfakliga er hugsað inn í reglurnar fyri útbúgvingar og breytir. Tak til dømis fakið stødd­frøði, sum á miðnámi hevur ymsar námsætlanir til ymsar breytir. Innihaldið í støddfrøði á búskaparbreytini er lagað til breytina, soleiðis at støddfrøðiligir myndlar í búskaparfrøði verða nýttir. Sjálv próvtøkan er eisini merkt av hesum. Av tí sama eru lærarar í støddfrøði á búskaparbreytini vanliga búskaparfrøðingar. Somuleiðis er við tøknibreytini, har lærarar í støddfrøði eru verkfrøðingar, sum vita, hvat støddfrøðin kann brúkast til í øðrum fakum, sum næmingarnir hava á tí breytini.

Eitt annað dømi er føroyskt. Føroysk mállæra og málsøga hevur nógv samband við onnur mál. Teir tekstir, sum næmingarnir lesa í føroyskum, eru innihaldsliga inni á nógvum ymiskum øðrum fakum. Er talan um blaðgreinir, kann innihaldið vera um politikk, búskap, samfelagsfrøði ella annað. Søguligar skaldsøgur skulu setast inn í tíðina, tá ið søgan fer fram. Skaldskapur kann eisini koma inn á sálarfrøði, heimspeki ella náttúruvísindi.

Í sambandi við námsætlanir í føroyskum og øðrum fakum stendur, at 80% av tíðini verða brúkt til kjarnaøkini í fakinum; hini 20% eru ískoytisøki, sum verða vald soleiðis, at kjarna­økini verða lýst meira nágreiniliga. Eisini stendur, at endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum. So her verður lagt upp til læring, ið hevur samband við tað, sum næmingar hava í øðrum fakum á breytini.

At lærarar eru tvørfakligir er sostatt ein treyt fyri tvørfakligari undirvísing, um tvørfakliga læringin skal vera funktionell. Hetta var eisini orsøkin til, at allir lærarar, sum undirvístu í Handilsskúlanum fyrr, skuldu taka skeið í handilsskapi, búskapi og løgfrøði í sambandi við námsfrøðiligu útbúgvingina, sum var ein liður í handilsfaklærarapróvnum. Ein minsta vitan um aðrar lærugreinir enn ta, tú undirvísti í, varð hildin at vera neyðug fyri at stuðla upp undir tvørfakliga læring í handilsskúlaútbúgvingum. Í 1999, tá ið námsfrøðiliga út­búgvingin gjørdist felags fyri alt miðnám, varð hetta kravið slept; og tað var stórt spell, tí tá ið lærarar ikki eru tvørfakligir, verður undirvísingin neyvan tvørfaklig; og tá ið undir­vísingin ikki er tvørfaklig, stuðlar hon ikki næminginum í at læra tvørfakliga.

Breytarverkætlanin á miðnámi skal vera tvørfaklig

Hetta gevur at bíta í sambandi við BU (breytaruppgávur) og BV (breytarverkætlanir), ið eru kravdar í breytaskipanini frá 2013. Ætlanin við bæði BU og BV er, at tær skulu vera tvørfakligar á tann hátt, at næmingurin velur eitt evni, sum ein integrerað tvørfaklig uppgáva verður orðað um. Næmingurin skal so loysa uppgávuna ella svara henni. Meiningin er sostatt, at hesar uppgávur skulu vera funktionelt tvørfakligar, ið er lýst oman­fyri. Sambært reglunum skulu hesar uppgávur vera innan tvær lærugreinir, sum næmingur­in hevur ella hevur havt, hóast evnið kann fevna um fleiri enn tvær lærugreinir, ella kann møguliga rúmast innan eina lærugrein. Reglurnar siga eisini, at tveir faklærarar skulu vera vegleiðarar, ein í hvørjum faki. At tað skulu vera tveir vegleiðarar, fær ein at hugsa um høvuðsuppgávuna, sum var í gomlu skipanini fyri HH (hægri handilsskúla), og sum BV nú hevur loyst av. Tann høvuðsuppgávan kundi vera í einari ella fleiri læru­greinum, tó at bara ein vegleiðari var til hvønn næming.

Ein avleiðing av, at tveir vegleiðarar eru nú, hevur verið, at eitt tema kann verða góðkent sum evni, soleiðis at uppgávan dettur sundur í tvey, og tískil verður til tvær uppgávur innan valda temað. Hanne og Verner Schilling nevna eitt dømi um breytar­verkætlan (studieretningsprojekt) á donskum gymnasium, at næmingur hevði valt lottospæl sum evni, har valdu fakini vóru støddfrøði og danskt. Tveir vegleiðarar vórðu settir, ein í hvørjum faki. Hvussu hesir báðir hava tosað saman, vita vit ikki, men upp­gávuorðingin hevði 4 spurningar, tveir í støddfrøði og tveir í donskum. Tískil blivu tvær uppgávur burtur úr hesum, ein í hvørjum faki, men alt innan fyri sama tema. Tað sama hendir í Føroyum: at breytarverkætlan, sum annars skal vera funktielt tvørfaklig, blívur formliga tvørfaklig, tí vit duga ikki altíð at vraka uppskot frá næmingum um tvørfakligar uppgávur, ið ikki eru um integreraðar tvørfakligar spurningar. Vit kunnu ikki lasta lærararnar fyri hetta, tí tá ið tveir vegleiðarar eru, eru tvey, sum hava ábyrgdina, og tá hendir lættliga, at eingin tekur ábyrgd.

Tú kanst siga, at tað er kanska ikki nøkur vanlukka, at BV verður til eitt sokallað ‘saman­skotsgildi’, sum víst er á omanfyri. Men tá ið uppgávan skal dømast, verður verkætlanin til eina vanlukku. Tveir próvdómarar skulu døma uppgávuna; annar er uttanhýsis próv­dómari, ið er lærari í øðrum av fakunum, og hin er tann av vegleiðarunum, ið er lærari í hinum fakinum. Hesir skulu so semjast um eitt met, men ofta kunnu teir bara døma tann partin av uppgávuni, ið er í teirra faki. Hin partin hava teir ikki skil fyri, havi eg hoyrt lærarar siga. Eisini veit eg um lærarar, sum bera seg undan at vera próvdómarar undir hesum um­støðum, tí teir meta seg ikki at hava førleika at døma alla uppgávuna.

Próvtøkur á miðnámi tarna tvørfakligari læring

BV er eitt slag av próvtøku, ið er tvørfaklig. Aðrar próvtøkur eru meira og minni fakligar. Í lóg um gymnasialar útbúgvingar stendur einki beinleiðis um tvør­fakliga læring, og um próvtøkur stendur, at tær skulu hava støði í greitt fyrisettum fak­ligum málum. Í kunn­gerðini stendur, at útbúgvingarnar eru heildarskapandi á ymiskum økjum og enda allar við próvtøku eftir fyrisettum málum. Ilt er at siga, hvat heildar­skapandi man merkja her, men hetta kundi bent á, at kunngerðin er eitt sindur meira opin fyri tvørfakligari læring, enn lógin er. Seinni í kunngerðini stendur, at skrivlig venjing í lærugreinum og í læru­greina­samstarvi skal vera við til at menna lestrarfyrireikandi skriviførleikarnar hjá einstaka næminginum. Her hómast nakað av tvørfakligari hugsan, men meiri dentur er á, at lærarar skulu samstarva, enn at næmingurin skal læra tvørtur um fakmørk.

Vit hava her staðfest, at regluverkið leggur lítið og einki í tvørfakliga læring á miðnámi, og próvtøkurnar eru fakligar burturav. Tá ið vit vita, hvussu nógv karakterir hava at týða fyri næmingar nú á døgum, kunnu vit ikki vænta, at næmingar hava stórvegis áhuga í tvør­fakligari læring uttan so, at hon er bygd inn í fakið sum til dømis í støddfrøði, sum nevnt omanfyri. Lærarar kunnu sjálvsagt eggja til tvørfakliga læring, og tað gera teir eisini, men eisini lærarar vita, at í próvtøkuni verður næmingurin ikki løntur fyri at hava tvørfakliga fatan út um tað, sum er ásett í námsætlanini í viðkomandi faki. Próvtøkur á miðnámi tarna tískil tvørfakligari læring.

Vallærugreinir og tvørfaklig læring

Í flestu breytum í gymnasialu skipanini eru vallærugreinir stórur partur av útbúgvingini. Á búskaparbreyt, hugbreyt og náttúrubreyt fylla vallærugreinir ein triðing av út­búgvingar­tíðini. Á tøknibreyt og tilfeingisbreyt eru vallærugreinir hinvegin ein sera lítil partur. Tað, at næmingar í einum flokki hava møguleika at velja ímillum nógv valfak, leggur ikki upp til skipaða tvørfakliga undirvísing, har lærarar í flokkinum samskipa undir­vísingargongdir í ymsu fakunum. Tað fyrsta árið ber hetta betur til, tí tá hevur hvør næmingur bara eitt valfak, men á øðrum og serliga triðja ári eru næmingarnir spjaddir runt í nógvum val­flokkum, so tá eru møguleikar fyri tvørfakligum undirvísingargongdum nógv skerdir.

Stórt valfrælsi í sambandi við valfak er annars ein av fleiri grundgevingum fyri at leggja miðnámsskúlar saman í deplar. So fer at bera til at hava valfak, sum vit annars ikki høvdu kunnað havt, verður sagt. Men henda grundgeving er eitt tvíeggjað svørð, tí fleiri valfak vit hava tvørtur um breytir, verri er tað fyri tvørfakligu undirvísingina – og læringina.

Niðurstøður

Tá ið vit tosa um tvørfakliga læring, meina vit ikki altíð tað sama. Til dømis eru formlig tvørfaklig læring og funktionell tvørfaklig læring ikki júst tað sama. Tað seinna stendur fyri at læra at síggja eitt evni ella vandamál í síni heild. Breytarverkætlanin á miðnámi skuldi verið funktionelt tvørfaklig, men vit mugu staðfesta, at hetta hevur ikki eydnast serliga væl, síðani vit fingu nýggju gymnasialu skipanina í 2013.

Tvørfaklig læring á miðnámi finst eisini inni í nógvum av skúlafakunum, tí einki fak kann liva sítt egna lív og ikki hyggja út um eingjargarðarnar. Støddfrøði og føroyskt eru nevnd sum dømi, men vit kundu eisini nevnt samfelagsfrøði, búskap og handilsskap. At fakliga undirvísingin er tvørfaklig, er treytað av, at lærarin í fakinum hugsar tvørfakliga.

Aðramáta hevur tvørfakliga læringin á miðnámi tað ikki gott. Um tað tvørfakliga ikki er skrivað inn í námsætlanina, er tvørfaklig læring ikki viðkomandi í sambandi við próvtøkur. Karakterir nú á døgum hava næstan alt at siga fyri næmingar, og tí eru teir lítið áhugaðir í tí, sum ikki kemur til próvtøkuna; og nógvir lærarar geva eftir fyri hesum trýsti, sum ikki fremur tvørfakliga læring. Á gymnasialum miðnámi fylla valfakini nógv, og val­holdini eru blandað við næmingum úr ymsum breytum; heldur ikki tað leggur upp til samskipaða tvørfakliga undirvísing.

Keldur

Hanne og Verner Schilling, Kursus í vejledning og opgaveformulering, Syddansk universitet, juni 2015.

Karin Kirke Petersen, Undirvísingargongd í evnafrøði B, Miðnámsrit nr. 13, 2017.

Keith Goree, Etikkur í undirvísingini, Miðnámsrit nr. 11, 2016.

Michael Prince and Richard Felder, The Many Faces of Inductive Teaching and Learning, Journal of College Science Teaching, Vol. 36, No. 5, March/April 2007.

Ole Stramer og Hans Hemmet, Pædagogisk håndbog for Handelsskolen, SEL 1993.

Óli Petersen, At læra deduktivt ella induktivt, Miðnámsrit nr. 13, 2017.

Robert H. Frank, Hví ger undirvísing í búskapi so lítlan mun? Miðnámsrit nr. 2, 2014.

Rógvi Thomsen, Undirvísing ella læring 1, Miðnámsrit nr. 7, 2015.

Rógvi Thomsen, Undirvísing ella læring 2, Miðnámsrit nr. 11, 2016.

Tórður Johannesarson, At læra búskap gjøgnum orðatøk – tvørfaklig læring, Miðnámsrit nr. 9, 2016.

Tórður Johannesarson (ritstjóri), Føroya Handilsskúli 1986-2016 – Eitt 30-ára tíðarskeið, Glasir 2017.

William Heinesen, Våd hjemstavn, Fortællinger fra Thorshavn 1973.

Aðrar greinar í miðnámsrit 16