Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Bókasavnið á Glasi

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 20, oktober 2020

Føroya størsta skúlabókasavn er á Glasi. Umleið 26.000 bøkur og umleið 1.000 filmar eru til láns. Til bókasavnið eru avsettir 1.416 tímar um árið, ið eru javnt býttir millum starvsfólkini har. Miðnámsrit hevur tosað við tey trý: Onnu-May Djurhuus, Paulu Gaard og Sigurd Nordendahl.

Hvussu savnið verður brúkt

Bókasavnið verður nógv brúkt í sambandi við at skriva breytaruppgávur, breytarverk­ætlanir og tílíkt. Í hesum tíðar­skeiðum hjálpa vit næmingum bæði við at finna hóskandi bøkur og við at leita á EBI (elektroniskar bókasavnstænastur á inerneti) eftir viðkomandi talgildum tilfari. Lærarar brúka bókasavnið meira javnt alt skúlaárið, tó brúka lærarar bókasavnið eitt sindur meira við ársbyrjan, tá undirvísingarætlanir verða gjørdar, og í próvtøkutíðini, tá próvtøkutilfar skal fyrireikast.

Hvat kann mann læna á bókasavninum?​

Bókasavnið hevur bøkur innan flest øll øki, sum almenn bókasøvn hava. Tað vil siga fagrar bókmentir og aðrar bókmentir innan flest øll øki í 10-talsskipanini hjá Landsbóka­savni­num. Tó kanst tú ikki læna til dømis kókibøkur, barnabøkur og heldur ikki so nógvar ung­dómsbøkur, ið vit meta venda sær til ung undir 15-16 ára aldur. Orsøkin er, at hetta er eitt miðnámsskúlabókasavn, og tí leggja tey seg eftir at hava tað tilfar, ið tey meta vera við­komandi fyri miðnámskúlanæmingar, næmingar á hægri námi og lærarar. Tær bók­mentir, sum falla uttan fyri hetta øki, verða tí ikki raðfestar, men tær eru til taks á almennu bóka­søvnunum so sum Býarbókasavninum og Landsbókasavninum. Á bóka­savni­num eru bæði spælifilmar og dokumentarfilmar. Bókasavnið á Glasi hevur filmar á teimum málum, ið undirvíst verður í á miðnámi (tó ikki latíni), og filmar, sum eru við­komandi fyri søgulig, samfelagslig og landafrøðilig evni. Orsøkin er tann sama: vit hava filmar, sum eru við­komandi at brúka í sambandi við undirvísing á miðnámi. 

Hvat læna næmingarnir og hvussu verður savnið brúkt?

Næmingar læna mest fagrar bókmentir og yrkisbøkur, ið eru viðkomandi í sambandi við uppgávuskriving og aðrar uppgávur, sum teir fáa í undirvísingarhøpi. Tá tað snýr seg um frítíðarlesnað, so læna næmingar mest føroyskar og enskar fagrar bókmentir.

Tað eru næmingar á bókasavninum so at siga hvønn skúladag – serliga í fyrsta og triðja fríkorteri. Umframt at læna bøkur og finna tilfar, brúka næmingar bóka­savnið nógv til bólkaarbeiði, og eisini sum eitt ‘hvílistað’ í millumblokkum ella fríkorterum, har tey bara sita og lesa ella slappa av fyri seg sjálv. 

Fysiskar bøkur hava týdning fyri nógv fólk. Nógv menniskju minnast betur, hvat tey hava lisið, tá ið tey minnast, hvar á einari bókarsíðu okkurt stóð – vinstru ella høgru megin, niðast, ovast ella mitt á síðuni.

Fysisk bókasøvn hava eisini týdning. Tey eru støð, har tú fysiskt ert, meðan tú lesur, ella ert fyri at skaffa tær lesnað. Tað er ikki líkamikið, hvat tað er fyri eitt stað, tú vitjar. Bóka­savnið er eitt stað, har bøkur standa, og har fólk eru, sum eru áhugað í bókum. Tey, sum sita har, eru har av somu orsøk sum tú: fyri at læna bøkur ella lesa bøkur og arbeiða við evnum, sum krevja djúphugsni, og har tað er møguleiki fyri at finna tilfar um evnini. Bókasavnið er ein informatiónsdepil, og tað ávirkar huglagið inni har. Á bókasavni­num verða spurningar reistir, sum kanska ikki verða settir aðra­staðni, og meðan tú leitar eftir einari bók, kemur tú fram á aðrar, og víðkar soleiðis tína vitan um ymisk evni uttan at gáa um tað. Bara tað, at bøkur standa frammi, skapar forvitni og grundarlag undir kjaki um bøkur og skúlaskap.

Bókasavnið verður nógv brúkt í gerandisdegnum. Næmingar leita sær oman hagar at arbeiða og sita í friði og náðum og lesa. Fyri fleiri er tað ein frístaður, har tey kunnu koma og hvíla seg og kenna seg trygg. Tað eru nógv, sum uppliva, at bygningurin er so opin og gjøgnumskygdur, og tað kennist trygt at koma oman á bókasavnið at slappa av og gera okkurt arbeiði.

Bókasavnið verður eisini nýtt til at hava ymisk tiltøk. Vit hava havt upplestur har og rit­høvundarvitjanir. Skúlaárið 2019-2020 hava vit havt eitt afturvendandi tiltak á bóka­savni­num, sum vit hava kallað “Bókin henda mánaðin”, har næmingar hava meldað seg til at ummæla/viðmæla bøkur, sum teimum dámar at lesa. Hetta hevur gingið fyri seg á tann hátt, at tey sjálv hava sett seg í samband við bókavørðin og bjóðað seg fram. Vit hava so sett tveir næmingar á skrá hvørja ferð. Næmingarnir seta sjálvir treytirnar og gera av, hvat og hvussu tey leggja fram. Onkuntíð hevur tað verið eitt sindur formelt, aðrar ferðir hava vit sitið um eitt borð og prátað um bøkurnar. Hetta hevur typiskt verið, tá onkur bók er løgd fram, sum fleiri hava lisið. Tað koma eini 10-15 fólk til eitt slíkt tiltak, og tað er óført. Tað er ikki altíð stór mongd av fólki, sum skal til, at eitt tiltak er væleydnað. Tað, at eitt tiltak er fyri tey, sum elska bøkur – sum elska at lesa og fegin vilja seta tíð av til at leggja fram, hóast tey hvørki fáa karakter ella grønan blokk fyri tað – er endamál í sjálvum sær. Tað er lesigleðin, sum verður sett fremst á hesum tiltaki. Tiltakið stuðlar eisini upp undir eitt av endamálunum við bókasavninum: at vita, hvat næmingarnir tíma at lesa og at bí­leggja bøkur, sum vit vita, at teimum dámar. Vit hava tí bílagt allar tær bøkurnar, sum næmingarnir leggja fram, og endamálið er at hava eitt bókasavn, sum ikki bara er eitt út­búgvingarbókasavn, sum vegleiðir næmingar í uppgávum, sum hava við sjálvt curriculum at gera, men eisini eitt, sum stimbrar lesi­gleðina hjá okkara næmingum og leggur upp til ekstracurrikulert virksemi. Tá hugsað verður um, hvussu nógv orka fer á skúlunum til at stimbra lesiveik, hevur bókasavnið eina natúrliga uppgávu her at birta upp undir lesi­gleðina, sum er drívmegin aftan fyri alla lestrarmenning.

Bókasavnið verður eisini nýtt til at hava smáar fundir, til dømis tá ið breytaverkætlanir eru, og næmingurin skal hava fund við vegleiðarar. Tað er upplagt at hittast har, sum tilfarið til uppgávurnar er at finna.

Avbjóðingin hjá einum skúlabókasavni nú á døgum

Hugsa vit um bókasøvn yvirhøvur, er ein av teimum stóru avbjóðingunum hjá teimum at flyta seg inn í ta nýggju tíðina, har talgildir miðlar eru ein stórur partur av tí, sum fólk læna og lesa. Kortini eru fysiskar bøkur týdningarmiklar og neyðugar, og tað snýr seg um at finna javnvág millum savnið av fysiskum bókum og talgildum miðlum. Stóra nøgdin av talgildum tilfari ger, at bókasøvn kenna seg noydd til at gera ymisk átøk fyri yvirhøvur at fáa fólk at koma á bókasavnið, og tað er ymiskt, hvussu nógv bóka­søvnini gera burturúr. Tað er vanligt, at bókasøvn í dag hava rithøvundarvitjanir, fram­førslur og framsýningar av ymiskum slag fyri at fáa fólk at vitja søvnini. Skúlabóka­søvnini hava fyri ein part somu avbjóðing, og tað ljóðar kanska undarligt, men ein av stóru avbjóðingunum hjá skúlabóka­søvnunum í dag er at fáa skúlaleiðslurnar og politiska myndugleikan at síggja týdningin og virðið í einum skúlabókasavni. At fáa myndugleikar­nar at skilja, at tørvur er á bæði at halda tað fysiska savnið av bókum við líka og at menna førleikar hjá starvsfólkinum á bóka­savninum at vegleiða næmingum í at nýta teir talgildu miðlarnar.

Tað skal bera til at hugsavna seg á einum bókasavni, men bókasavnið skal eisini vera inn­bjóðandi. Bókasavnið á Glasi er innrættað soleiðis, at tað eru møguleikar hjá næmingum at seta seg inn har at arbeiða í bólkum. Tað skal vera lív í, men ikki so nógv lív, at tað ó­rógvar onnur. Tað snýr seg um at finna ta góðu javnvágina.

Aðrar greinar í miðnámsrit 20