Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.
Miðnámsrit 20
Um blaðið:
Karakterstigar eru lutfalsliga nýggir í søguligum samanhangi. Teir komu fram um 1800 sum avleiðing av ídnaðarkollveltingini og eini vaksandi bureaukratisering í útbúgvingum. Men tað var ikki við læring fyri eyga, at karakterstigar vórðu uppfunnir. Í aðrari grein spyrja vit, hví miðnámsskúlar hava sokallaðar karakterfundir, sum tíðin er farin frá.
Vísindaástøði er partur í lærugreinini lestrarmenning á miðnámi. Endamálið er at fyrireika næmingarnar til víðari útbúgving. Spurningurin er, hvussu umfatandi vísindaástøði á miðnámi skal vera.
Átakið Føroyar lesa skal stimbra lesihugin hjá teimum ungu, sum lesa lítið. Átakið stendur í andsøgn við námsætlanir í máli, sum siga, at næmingar skulu lesa minni, enn fyrr varð kravt, og eftirspurningur eftir føroyskum bókum er nógv minkaður. Sum ongantíð fyrr eru bókasøvn á miðnámi neyðug í talgilda meldrinum.
Skúlanet verður nýggjur KT-felagsskapur, ið fer at hava alt KT-økið í føroyskum skúlum um hendur. Við hesum er vandi fyri, at tað, sum einstakir skúlar hava bygt upp innan KT, verður brotið niður. Og eisini verður hetta dýrt fyri samfelagið.
Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson
Innihaldsyvirlit:
Hví hava vit karakterstigar? Olav Absalonsen.
Karakterfundir eru frá eini farnari tíð, Tórður Johannesarson.
Vísindaástøði fyri 1s – ein áhugaverd innleiðsla til miðnám? Christian Ihlen.
Næmingar lesa minni enn nakrantíð, Tórður Johannesarson.
Bókasavnið á Glasi, Tórður Johannesarson.
Skúlanet – ein KT-loysn? Tórður Johannesarson.
FabLab á Kambsdali, Jóannes Djurhuus.
Persónupplýsingar og dátuvernd – ein innleiðsla til dátuverndarrættin, John N. Olsen.
Tak niður sum PDF