Vísindaástøði fyri 1s - ein áhugaverd innleiðsla til miðnám
Eftir Christian N. Ihlen í miðnámsrit 20, oktober 2020
Í grannalondum okkara er frálæra í vísindaástøði á miðnámi. Vit hava í nøkur ár gjørt tað sama, men spurningurin er, hvussu umfatandi henda frálæran um vísindi skal vera. Hvat er endamálið við hesi frálæru?
Í námsætlanini til miðnám fyri lestrarmenning frá 2013 stendur um frálæruna í vísindaástøði: ”Vísindaástøði er um sannkenningarmøguleikar og tilgongdir, ið vísindi nýta at lýsa og meta um heimin, vit liva í, bæði um kosmos, náttúruna, samfelagið og menniskjuna. Vísindaástøði viðger m.a. deduktivt og induktivt arbeiðslag, kvalitativar og kvantitativar kanningar, empiri (dátugrundarlag) og ástøði”.
Vísindaástøði er lutvíst ein ung lærugrein innan heimsspeki; serliga hesi seinastu 150 árini hevur vísindaástøði av álvara tikið seg fram. Hvussu hevur søguliga gongdin verið í frambrotunum innan vísindini? Hvussu hevur menniskjan arbeitt seg fram til nýggjar fatanir og uppdagingar innan vísindini? Hetta eru stórir spurningar, sum eru torførir at svara, men eitt av endamálunum í frálæruni í vísindaástøði er, at næmingarnir fáa eina fatan av, hvørjar styrkir og avmarkingar eru í vísindi.
Endamálið er at læra næmingarnar at vera atfinningarsamar og duga at ”reflektera” um ta vitan, teir fáa. Endamálið er eisini at geva næmingunum møguleika á skikkaðum grundarlagi, at seta spurningar til vitanina, teir fáa og vitan um, hvaðani vitanin hevur uppruna. Um ikki, stendur næmingurin við “óreflekteraðaðari” vitan. Hetta er tað sama sum munurin á tí “dannaða” menniskjanum og tí “ódannaða” menniskjanum, á tí upplýsta, sjálvstøðuga og mynduga menniskjanum mótvegis tí óvitandi, ómynduga og “manipuleraða” menniskjanum.
Vísindaástøði og arbeiðsháttur (metoda) verða søgd ikki at vera tað sama. Men í nógvum førum hanga hesi saman. Greinin ella uppskot til undirvísing í vísindaástøði niðanfyri er eitt dømi um, hvat ein stutt innleiðsla til vísindaástøði kann fevna um, og sum vónandi kann hava tað við sær, at lærugreinirnar á gymnasialum miðnámi kunnu byggja víðari á soleiðis, at næmingarnir á einum tilvitaðum grundarlagi kunnu taka støðu til vísindini!
Vísindaástøði í lestrarmenning
Hvat eru vísindi?
Nógvar allýsingar eru av vísindi. Samanumtikið leita vísindi eftir vitan. Vanliga myndin, vit síggja fyri okkum í sambandi við vísindi, er ein maður ella kvinna í hvítum klæðum, sum gera royndir í eini royndarstovu (laboratorium) við ymiskum mátitólum. Hetta er tó bert eitt slag av vísindi, nevniliga náttúruvísindi.
Náttúra, menniskja og samfelag
Vanliga býta vit vísindini sundur í náttúruvísindi, hugvísindi og samfelagsvísindi. Náttúruvísindi kanna livandi og deyð fyribrigdi í náttúruni og royna at finna fram til lógir í náttúruni, eisini nevndar náttúrulógir. Í hugvísindi og samfelagsvísindi er áhugin í minni mun at finna vísindaligar lógir, men heldur at skilja fyribrigdi. Hetta er tó eisini galdandi fyri náttúruvísindi.
Í hugvísindum snýr tað seg um at skilja hugsanir, m.a. at greina ætlanir, meiningar og endamál. Henda vísindagrein granskar serliga mál, bókmentir, list og søgu.
Samfelagsvísindi snúgva seg um menniskju í samfelagnum. Tey snúgva seg lutvíst um at skilja støðuna hjá menniskjuni, men nýta eisini náttúruvísindalig amboð, t.d. hagtøl og eygleiðingar.
Skúlin og vísindi
Í skipanini av gymnasialum miðnámi síggja vit hesa sundurbýting. Sí talvuna niðanfyri.
Dømi um lærugreinir innan ymisku høvuðsøkini:
Hugvísindi | Náttúruvísindi | Samfelagsvísindi |
fornaldarfrøði | alisfrøði (fysikk) | samfelagsfrøði |
tónleikur | evnafrøði (kemi) | búskaparfrøði |
mál m.a. føroyskt | lívfrøði | sosiologi |
myndlist | geologi | stjórnmálafrøði |
Vísindi og arbeiðshættir
Í roynd og veru eru vísindi partur av øllum evnum. Tú kanst arbeiða vísindaliga við spurninginum um, hvussu heimurin varð skaptur (innan alisfrøði ella átrúnað). Tú kanst granska, hvussu samfelagsbúskapurin verður stýrdur (innan búskaparfrøði og samfelagsfrøði). Tú kanst kanna, hvat fotosyntesan er (lívfrøði og evnafrøði), ella hvat skaldsøgan hjá Williami Heinesen ”Den sorte gryde” í grundini snýr seg um (í føroyskum/donskum og bókmentafrøði), eins og tú kann granska málsøgu í føroyskum og søgu.
Hví hevur tað týdning at læra um vísindaástøði? Jú, vísindaástøði liggur sum grund fyri, hvørjir arbeiðshættir (metodur) verða brúktir at savna saman og skapa vitan. Arbeiðshættir verða býttir sundur í kvantativar og kvalitativar arbeiðshættir (sí fylgiskjal nr. 1). Kvantitativir arbeiðshættir verða brúktir til at kanna tað, sum kann teljast. Kvalitativir arbeiðshættir verða brúktir til at skilja og tulka tekstir av ymiskum slagi, t.d. politisk, mentanarlig og onnur viðurskifti.
Ein háttur at brúka vísindaástøði er at seta upp útsagnir (hypotesur), ið verða søgd at vera vitan. Vit fyrihalda okkum atfinningarsamt til spurningar og spyrja, hvussu vit eru komin fram til hesa vitan, og hvørjar fyritreytir liggja sum grund fyri vitanini. At enda kunnu vit vátta ella avsanna hesar útsagnir. Hetta amboð hevur stóran týdning í hesum tíðum, nú miðlarnir eru fullir av Fake News, tilvitaðum villleiðingum og skeivleikum.
Vísindini hava nógv til felags, men eru eisini sera ymisk. Arbeiðið hjá einum alisfrøðingi í eini royndarstovu (laboratorium) er heilt øðrvísi enn arbeiðið hjá einum bókmentafrøðingi, sum arbeiðir við greining og tulking av eini skaldsøgu. Hetta er aftur heilt øðrvísi frá arbeiðinum hjá einum samfelagsfrøðingi, ið t.d. ger samrøður við fólk um, hvørji virði føroyingar hava.
Sum áður nevnt, er siðvenja at býta vísindi í tríggjar megindeildir, sum einstøku vísindini og lærugreinarnar eru knýttar at. Í dag verður tó lagdur dentur á at arbeiða tvørfakligt. T.d. er krav um, at brúka tvær lærugreinir í tvørfakligum samanhangi, tá breytarverkætlanin í 3.s skal gerast. Fyri at fáa eina grundleggjandi fatan av yvirskipaðu mununum á hesum trimum høvuðsdeildunum ber til at skilja ímillum trý eyðkenni:
- Hvat verður kannað, og hvat er evnið innan ymisk vísindaøki?
- Hví verður hetta kannað, og hvat er endamálið hjá ymiskum vísindaøkjum?
- Hvussu verður hetta kannað? Hvørjir arbeiðshættir verða brúktir innan ymisk vísindaøki?
Um hugvísindi
Hvat verður kannað í hugvísindum?
Hugvísindi eru tað, sum menniskjan sjálv hevur skapað og hugsað. Tað kann snúgva seg um talað ella skrivað mál, tekstir frá ymiskum tíðarskeiðum, myndir, bygningar, listaverk av ymiskum slagi o.s.fr. Tað kann vera ein avbjóðing at seta seg inn í, hvat aðrar mentanir ímynda sær, at fata ein tekst úr miðøldini, skilja eina symfoni eftir Beethoven ella á annan hátt at seta seg inn í hugaheimin hjá øðrum menniskjum.
Tekstir, myndir, keldur, sum hugvísindi arbeiða við, eru ikki eins, og tí siga vit, at tað, sum hugvísindi fást við, er serstakt (unikt). Hetta verður nevnt idiografisk vísindi (sí fylgiskjal nr. 2). Orðið idiografisk merkir á forngrikskum ”tað, sum er serstakt”. Dømi um hetta kunnu verða tey føroysku kvæðini. Hugvísindaligu lærugreinirnar kanna tað, menniskjan hevur skapað sum eindømi, og sum altíð hava ein serligan týdning, av tí tær hava sín uppruna í tilvitskuni hjá menniskjum.
Hví kanna tað, menniskjan hevur skapað?
Stutta svarið er: fyri at skilja og greiða frá øllum, ið menniskjan hevur skapað og skapar. Eitt heldur drúgvari svar er, at tað snýr seg um at skilja okkum sjálv, lívið hjá menniskjanum og gerast betur til at liva okkara lív við at læra fatanir, virði, argument, hugmyndir, kenslur og ideal, sum menniskjan hevur borið fram í bókmentum, myndum, tónleiki o.s.fr. gjøgnum øldir. Hugvísindi royna sostatt at skilja menniskjuna gjøgnum tað, sum menniskjan hevur skapað.
Endamálið við hugvísindi er at skilja ætlanir handan gerðir intentionel frágreiðing (sí fylgiskjal nr. 4): Intentión merkir ”ætlan”, og endamálið hjá hugvísindi eru júst at skilja og greiða frá og lýsa tær ætlanir, sum liggja aftan fyri t.d. eitt listaverk. Hetta sama gera bókmentafrøðingar og søgufrøðingar, ið kanna ætlanina við skaldsøgum ella søguligum tíðarskeiðum og hendingum.
Hvussu gera vit hugvísindaligar kanningar?
Hvat, ið vísindi kanna, er altíð avgerandi fyri, hvussu vit kanna eitthvørt. Tá listaverk við ávísum týdningum verða granskað, royna vit at tulka hesi listaverk. Okkara hugaheimur, kenslur, hugsanir og ætlanir eru ikki sjónligar og kunnu ikki mátast. Vit kunnu t.d. ikki síggja ella máta ætlanirnar við eini yrking ella meiningar í einum kjaki. Tí mugu vit tulka og liva okkum inn í tað, sum onnur menniskju hava framleitt. Ein tulkingarháttur, ið verður brúktur innan hugvísindi til tulking, nevnist hermeneutikkur (hermeneutikkur merkir ”læran um, hvussu alt, ið hevur týdning, kann/skal skiljast ella tulkast”). Hugvísindi eru hermeneutisk: tær tulka meiningar, týdningar og ætlanir aftan fyri list t.v.s. bókmentir, myndlist, tónleik o.s.fr. Í kanningarháttinum verður tann hermeneutiski spiralurin nýttur (sí fylgiskjal nr. 3). Kanningarhátturin, sum hugvísindi nýta verður nevndur tann kvalitativi kanningarhátturin (sí fylgiskjal nr. 1).
Um náttúruvísindi
Hvat kanna vit í náttúruvísindi?
Náttúruvísindi kanna náttúruna, her undir náttúruskaptar lutir og gongdina í náttúruni. Hesi fyribrigdi eru ofta lógarfest í náttúruni, t.d. tyngdarlógini. Náttúruvísindi eru fjølbroytt og kanna so ymisk fyribrigdi sum djór, plantur, mannakroppar, veðurlag, atom, sólarskipan, høv, jarðarviðurskifti o.s.fr.
Náttúruvísindi eru grundað á ítøkiligar royndir. Vitanin kemst av uppdagingum, ið eru fingnar til vega gjøgnum kanningar. Øll vísindi seta spurningar, tá eitt fyribrigdi skal kannast: hvat er hetta? Er hetta eitt súrepli, ein yrking, ein vøra ella ein foton?
Náttúruvísindi kanna í høvuðsheitum almenn, universell og lógarbundin fyribrigdi í náttúruni. At tað er lógarbundið og universielt, merkir, at tað er æviga galdandi og í øllum førum. Náttúruvísindi eru í høvuðsheitum nomotetisk vísindi (sí fylgiskjal nr. 2). Á forngrikskum merkir nomos ”lóg”, og tihthenai merkir ” at seta fram, fastseta” ástøði um náttúruna. Í summum førum eru náttúruvísindi tó idiografisk, t.d. tá geografar granska serstøk støð ella øki.
Náttúran tosar ikki sjálv, lutirnir í náttúruni siga ikki frá sjálvir, hvussu teir eru vorðnir til, og hvørjum samanhangi teir eru vorðnir til í. Ofta verður sagt, at náttúruvísindi hava eitt eindarmál, sum granskarar úr øllum heiminum skilja. Tílík universell eindarvísindi eru hevjað upp um einstaka granskaran, yvir tíð og stað, mentan og søgu, eru merkt av objektiviteti og prógvaðum sannroyndum. Hetta myndar eitt ideal fyri øll vísindi.
Tað vísindaástøðiliga hugtakið, sum verður nýtt og er endamálið við náttúruvísindini er at geva kausalar frágreiðingar (sí fylgiskjal nr. 4). Týdningurin av hugtakinum kausal er ”tað, sum viðvíkur “orsaks-og-árins-virðurskifti”, har tað ræður um, at seta fram so almenn ástøði sum møguligt um, hvussu náttúran ber seg at.
Hví kanna nattúruvísindi náttúruna?
Stutt kann sigast, at endamálið við at kanna náttúruna er at skilja tað almenna og lógarbundna í náttúruni, hvussu fyribrigdi og lutir hátta sær, t.d. gosfjøll, plantur, menniskjaheilin ella ódnir. Endamálið er við øðrum orðum at seta fram universellar frágreiðingar um orsakir og áseta náttúrulógir fyri hesi náttúrufyribrigdi. Tað djúpa endamálið er at skilja náttúruna, sum vit eru ein partur av. Eisini í mun til at gagnnýta náttúrutilfeingi (t.d. í sjónum) betur og at menna nýggjan heilivág, útvega reint vatn, og læra, hvussu vit skulu ansa eftir náttúruni.
Nattúruvísindi verða í høvuðsheitunum søgd at verða faktuell (sí fylgiskjal nr. 5), sum merkja, at tey við støði í eygleiðingum og ymiskum data royna at prógva ella mótprógva útsagnir/úrslit, tá kanningar verða gjørdar.
Hvussu kanna náttúruvísindi fyribrigdi og lutir í náttúruni?
Náttúruvísindi eru grundað á eygleiðingar og vísindaligar royndir. Náttúruvísindi eru also grundað á empiriska vísindi = grundað á at savna eygleiðingar og royndir inn.
Í náttúruvísindum verður tann kvantativa tilgongdin í høvuðsheitum brúkt. Tann kvantitativa tilgongdin (sí fylgiskjal nr. 1) er nýtilig til tess at fáa svar upp á ymiskt, vit undrast á. Náttúran er lutfalsliga einføld á tann hátt, at náttúrufyribrigdi oftast eru knýtt at einum ella fáum variablum, ið kunnu setast upp í støddfrøðiligar formlar. Vanligt er at siga, at hugvísindi ella samfelagsvísindi ofta eru tengdar at fleiri ymiskum viðurskiftum, variablum og samanhangum.
Ein nógv nýttur arbeiðsháttur í náttúruvísindini er tann hypotetiski-deduktivi arbeiðshátturin (sí fylgiskjal nr. 6). Hvat merkir so hetta hugtak? Vit kunnu svara spurninginum við at býta hugtakið í tveir partar: Hypotesa merkir, “at vit halda, at so er” ella “sannlíkindini fyri” ella ein møguligt frágreiðing”, meðan deduktiv ella at deducera hevur tann týdning, at vit ” gera ein úrskurð” ella, at vit fara frá einum yvirskipaðum spurningi til eindømi og gera alment galdandi niðurstøður.
Ein annar arbeiðsháttur er induktivi arbeiðshátturin (sí fylgiskjal nr. 6) og er hetta ein øðrvísi arbeiðsháttur, tí vit fara frá at hava eygleitt tað einstaka (t.d. vøksturin hjá plantunum) og til niðurstøðu um, at hetta er alment galdandi. Induktión merkir, at vit gera niðurstøður útfrá einstøkum dømum til alment galdandi niðurstøður, grundgevingar ella ástøði.
Um samfelagsvísindi
Hvat kanna samfelagsvísindi?
Samfelagsvísindini kanna samfelagið, t.v.s. menniskjaligar felagsskapir, stórar sum smáar. Samfelagsvísindi kanna sosial (sosiologi), búskaparlig (búskaparfrøði) og politisk viðurskifti (stjórnmálafrøði/politologi) og granska í samfelagsviðurskiftum og samfelagsgongd bæði alheims og staðbundið (globalt og lokalt).
Hví kanna samfelagsvísindi samfelagið?
Svarið er í stuttum: fyri at skilja samfelagið og fyri at gera samfelagið betri at liva í. Samfelagsvísindaligar kanningar eru grundaðar á empiri og ástøði og verða gjørdar fyri ymiskar samfelagsstovnar, t.d. Búskaparráðið, ið hevur áhuga fyri búskaparligum útlitum í Føroyum. Eisini verða sosial og mentanarlig viðurskifti kannað. Samfelagsfrøðingar á Setrinum gera kanningar og tilráðingar um politisk, sosial og búskaparlig viðurskifti o.s.fr., so vit á skilvísan hátt kunnu taka avgerðir grundaðar á serfrøðingavitan. Samfelagsvísindi verða søgd at verða grundað á faktuella vitan og verða eisini søgd at vera normativ (sí fylgiskjal nr. 5).
Hvussu kanna samfelagsvísindi samfelagið?
Samfelagsvísindini ella sosiologiin tóku seg upp í 1800-talinum orsakað av grundleggjandi samfelagsbroytingum í Evropa, tá modernaða samfelagið byrjaði. Áhugi fyri at skilja marknaðarbúskap kyknaði, tað spírandi fólkaræðið og býarsamfelagið við vaksandi arbeiðsspesialisering.
Hildið verður, at samfelagsvísindi eru sera tilvitað um, hvørjir arbeiðshættir verða brúktir í samfelagsvísindaligum greiningum, tí tað, sum verður kannað, er óstøðugari enn tað, sum verður kannað innan hugvísindi og náttúruvísindi. Hugburðir, virði, atferðarmynstur, búskapur o.s.fr. broytast støðugt, og tí er tað torført at máta hetta nágreiniliga. Eisini verða samfelagsvísindi søgd at nýta kausalar og intentionellar frágreiðingar. Í kausalum frágreiðingum verður roynt at finna fram orsakirnar til tað, sum kannað verður. Intentionellar frágreiðingar leggja dent á, hvørjar ætlanir eru aftan fyri tað, sum kannað verður (sí fylgiskjal nr. 4).
Yvirskipað brúka samfelagsvísindi bæði tulkingar og mátingar, tá data verða savnað og greiningar gjørdar av samfelagsviðurskiftum. Samfelagfrøðin fevnir sostatt bæði um hugvísindi og náttúruvísindi og nýtir bæði “bleyt data” og “hørð data”.
Talan er um tríggjar arbeiðshættir, sum verða brúktir í samfelagvísindum: kvantitativan arbeiðshátt, kvalitativan arbeiðshátt (sí fylgiskjal nr. 1) og komparativan arbeiðshátt.
Kvalitativur arbeiðsháttur snýr seg um at tulka tekstir og hvønn týdning teir hava, t.d. politiskar talur ella útsagnir frá politikarum, t.d. útsagnir í sambandi við samrøður, eitt íkast til kjak ella ein dagbók. Hesin arbeiðsháttur fer í dýpdina, men er ikki umboðandi fyri størri bólkar. Tí er ofta trupult at brúka kvalitativan arbeiðshátt, um vit skulu gera almennar niðurstøður av eini kanning. Talan er um ”bleyt” data og verður hermeneutikkurin nýttur í samfelagsvísindi eins og í hugvísindi.
Kvantitativur arbeiðsháttur snýr seg um at rokna ella telja og savna inn tilfar (data), t.d. spurnabløð um t.d. inntøkuviðurskifti hjá einum bólki í samfelagnum, sum síðan verða viðgjørd hagfrøðiliga. Tann kvantativi arbeiðshátturin gevur grundarlag fyri at kunna gera almennar niðurstøður. Eygleiðingar eru dømi um kvalitativan arbeiðshátt. Vit eygleiða sosialar gongdir, t.d. aktivitetin, interaktiónina og samspæl millum næmingar í einum skúlaflokki, vit kunnu eisini eygleiða normar og virði í einum samfelagsbólki.
Komparativur arbeiðsháttur: komparation merkir ”samanbering”. Vit bera saman ymisk mál ella hendingar, t.d. politiskar skipanir í tveimum londum ella ymiskar mentanir. Endamálið er at skilja eitthvørt samfelagsligt fyribrigdi betur við at síggja hesar hendingar ella mál/”cases”/ borið saman við líknandi mál við at síggja líkskap og munir. Komparativi arbeiðshátturin nýtir bæði kvalitativan (t.d. samanbering av tekstum) og kvantitativan arbeiðshátt (t.d. samanbering av hagtølum).
Tilfarsskrá
Bertelsen, Lisbeth Haulrig: AT og elementær videnskabteori. 2014.
Ebdrup, Niels: Hvad er videnskaplig metode? Videnskab. 3. marts 2015.
Fink, Hans: Fag og fagsamarbejde i gymnasiet. Í Almen studieforberedelse. Red. Mogens Hansen (Gyldendal 2005).
Fuglesang, Lars, Poul B Olsen: Introduktion. Í Videnskabsteori i samfundsvidenskaberne. (RUC 2007).
Henriksen, Per, Vibeke Allerup Petersen: Metodebogen. (Columbus 2018).
Pedersen, Ole, Peter M Lauritzen, Ole Pedersen. Jesper Rasmussen, Steffen Brunn Christensen og Anja S Søndergaard. Videnskabsteori. Frederikshavn Gymnasium og HF kursus. 2009.
Rangvis, Mads o.a.: Vidensmønstre. Basal videnskabsteori. (Systime 2018).
Steen, Uffe: Videnskabsteori i gymnasiet. Gymnasieskolen. 23. Jan. 2017.
Thuren Torsten: Videnskabsteori for begyndere. (Rosinante 2012).
Vestergård, Gunver Lystbæk: Hvad er videnskab? 27. August 2010. Videnskab.dk.
Work, Hans Henning: Videnskabsteori i gymnasiet – et paradoks. Gymnasieskoen 3. nov. 2009.
Fylgiskjal nr. 1
Kvantitativur arbeiðsháttur | Kvalitativur arbeiðsháttur |
Ein kanning, sum leggur dent á støddir ella mongdir, sum kunnu skrásetast ella mátast í tølum. | Ein kanning, sum leggur dent á eginleikarnar á einum fyribrigdi í einum samfelag. |
Kann vera mátingar Kann vera uppteljingar Miðar ímóti almennari vitan Kann brúkast við at ”testa” útsagnir (hypotesur) Eru umboðandi (representativar) Leitað verður eftir samanhangum og orsøkum Hugt verður at fyribrigdum uttanífrá = objektivisering Avmarking: Tá vit skulu kanna menniskju! | Fer í dýpdina og er rannsakandi Orsakir, ætlanir, áhugi og kenslur hava stóran leiklut í kanningunum Empiriskt tilfar eru tekstir, samrøður og eygleiðingar Av týdningi, at tú ert greiðir um, hvørji umboða tað, tú skal kanna Tú arbeiðir við tilfarinum, t.v.s. tú tulkar tað, sum verður sagt ella gjørt |
Kvantitiv tilgongd: Skráseting av eksperimentellum data | Kvalitativ tilgongd: Tulking av eini yrking |
Fylgiskjal nr. 2
Idiografisk kanning | Nomotetisk kanning |
Um vísindi, sum lýsa tað serstaka, ta einstaku hendingina, tað staðbundna Idio: tað serkenda/serstaka | Um vísindi, sum arbeiða við hópum av fyribrigdum og royna at finna fram til varandi samanhangir Nomos= tað, sum hevur við sær skapanin av lógum og reglum |
Vit kanna tað serstaka og individuella við fyribrigdum Hugvísindaligar lærugreinir arbeiða idiografiskt. Í søgu royna vit at skilja tað einstaka eindømið ella hendingina Idiografiskar kanningar kunnu nýta ástøði. T.d. ástøði hjá Freud í at greina eina skaldsøgu | Kannað verður ein røð av fyribrigdum ella eindømum við atliti at at kunna gera almennar niðurstøður, sum so kunnu greiða frá øðrum eindømum ella fyribrigdum Náttúruvísindi arbeiða nomotetiskt Setir upp klassifikatiónir (flokkingar), sum kunnu lagast til tey einstøku fyribrigdini, t.d. hvørji eru smittað av koronu, og hvørji eru ikki |
Fylgiskjal nr. 3
Vit skilja betur ein tekst, um vit hava lisið hann fleiri ferðir, enn um vit bert hava lisið hann eina ferð. Hetta er júst, tí vit gjølla hava skilt og tikið við allar smálutir í tulkingini av heildini, samstundis, sum vit hava tulkað heildina í ljósinum av smálutunum í tekstinum. Myndilin er grundaður á hugtakið ”forforståelse”, t.v.s. forfatan. Vit hava øll eina forfatan av t.d. einum teksti/skaldsøgu, og við at nýta hermeneutiska spiralin kunnu vit ofta siga, um henda forfatan er sonn ella ósonn.
Fylgiskjal nr. 4
Kausal frágreiðing | Intentionel frágreiðing |
Í eini kaulsalari frágreiðing verður greitt frá við støði í, hvør orsøkin er. ”Causa” merkir ”orsøk” | Í eini intentionellari frágreiðing verður greitt frá við støði í gerðum ella tað, sum verður til, sum úrslit av tí tú ger/hevur gjørt. Hvørji eru motivini og orsakirnar til tað, tú ger ella hevur gjørt? Intentio= hensigt (ætlan) |
Í eini kausalari frágreiðing verður víst á undanfarnar treytir, sum hava havt við sær eina hending ella gongd Ofta eru tað nógvir kausalir faktorar, sum hava týdning | Vit kanna endamál og motiv Er knýtt at viðurskiftum, sum eru knýtt at subjektinum (evninum), sum kannað verður, t.d. ein politiskan flokk Vit skilja millum impulsiv og driftstýrdan atburð ella tilvitaðar gerðir |
Fylgiskjal nr. 5
Faktuell útsøgn | Normativ útsøgn |
Merkir útsøgn, sum roynir at lýsa, hvussu eitt hvørt fyribrigdi er | Merkir metingar og dømingar av einumhvørjum fyribrigdi, har virðir hava týdning, t.v.s. hvussu eitthvørt fyribrigdi eigur at vera |
Verður brúkt at siga, hvat er ”faktum”, t.v.s. sannleiki Faktuellar útsagnir verða eisini nevndar deskriptivar útsagnir Kann vera satt ella ósatt og kann prógvast ella mótprógvast við eygleiðingum, royndum ella við øðrum kanningum | Tær áseta ella leggja dent á, hvussu eitthvørt fyribrigdi eigur at vera, t.d. ein ideologi Normativar útsagnir verða undirbygdar við argumentatión. Tað eru normar fyri sosialum atburði Tað eru estetiskir normar, t.d. innan list Tað eru normar fyri vísindi Tað eru moralskir normar Tað eru flokkingarnormar, t.d. innan fyri lívfrøði |
Fylgiskjal nr. 6
Induktivir, deduktivir og hypotetisk-deduktivur arbeiðshættir | |
Hvat er empirisk vísindi? Við støði í ítøkiligari vitan og nógvum royndum um eitt fyribrigdi er møguligt (verður roynt) at koma til eina endaliga niðurstøðu. Hvat er induktión? Ástøðiligar kanningar við eygleiðingum, sum eru empiriskt tilfar, har roynt verður at koma til almennar niðurstøður. Frá empiri til teori. Frá tí einstaka til heildina. Hvat er deduktión? Við støði í einum yvirskipaðari útsøgn (hypotesu) royna vit at gera nýggja vitan. Frá einum heildarsjónarmiði til einstøku lutirnar, gera vit niðurstøður. Frá heildini til tað einstaka. Frá teori til empiri. Hvat er hypotetisk-deduktivur arbeiðsháttur ella modell? Ein vísindaligur arbeiðsháttur, har ein útsøgn (hypotesa), sum skal prógvast (verifiserast) ella mótprógvast (falsifiserast) við støði í einari útsøgn (hypotesu). Hetta verður gjørt við eksperimentum ella ”testum”, sum prógva ella mótprógva hypotesuna. | |
Hvat kanna vit við induktión og deduktión? | |
Induktión: Kanna smálutir: Observatiónir Eksperiment Serdømi Dømi | Deduktión: Kanna heildina: Hypotesur Ástøði Almennar lógir, t.d. tyngdarlógin |
Hypotetiskur-deduktivur arbeiðsháttur Empiri Induktión: At finna mynstur, generaliseringar Ástøði Kvantativ data Kategorisering: hugtøk Kvalitativ data Almennir samanhangir: ástøði Prógva Deduktión= logiskar niðurstøður Mótprógva Hypotesur, sum eru operationellar Testa |