Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Næmingar lesa minni enn nakrantíð

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 20, oktober 2020

Í september í ár fór átakið “Føroyar lesa” av bakkastokki. Eitt átak, sum skal stimbra lesi­hugin hjá teimum ungu. Vit mugu vóna, at hetta átak er ein nýggj byrjan, har Menta­mála­ráðið sær álvaran í, hvussu týdningarmikið tað er at lesa. Fyrrverandi lands­stýris­kvinna, Hanna Jensen, setti sjøtul á.

Næmingar lesa ov lítið

Eg havi verið miðnámsskúlalærari í 17 ár, tað er ómetaliga stórur munur á, hvussu nógv næmingarnir lósu fyri 17 árum síðan og nú. Hví so er, er ilt at siga, møguliga hevur hetta okkurt við fólkaskúlan at gera ella føroyska nútíðarmentan? Teldur, teldlar og snar­tele­fonir eru eisini komnar inn, og hetta hevur ikki bøtt um standin.

Í dag er tað vanligt, at næmingar siga, at teir aldri hava lisið eina føroyska skaldsøgu, tá ið teir koma á miðnám. Sjálvsagt gera hesir næmingar av, men tað boðar frá, at føroyskar skaldsøgur eru ikki frammarlaga í huga teirra ungu. Tá ið vit skulu lesa skaldsøgur saman við næmingunum, er fyrsti spurningurin, hvussu long søgan er; tað verður ikki spurt um innihald. Mínar royndir eru, at fáir næmingar kenna teir stóru føroysku høvundarnar, sum t.d. Heðin Brú, William Heinesen, Jóannes Nielsen og Jens Paula Heinesen. Í triðju sendingini “O móður­mál”, sum varð send í 2016, sigur Hanus Kamban, at hann hevur illgruna um, at før­oy­ingur­in nú á døgum ikki lesur. Hetta kunnu miðnámsskúlalærarar vátta, ið undirvísa í máli og bókmentum. Ein av stóru avbjóðingunum hjá miðnáms­skúla­lærarum er at fáa næmingar at perspektivera. Sum eina síðusøgu kann eg nevna, at eg til eina próvtøku spurdi ein næming, um hann kendi til skaldskapin hjá Heðini Brú, hvat hann skrivaði um. Jú, hesin hevði lisið “The old man and his sons”. Sum heild megna næmingar sera illa at lyfta seg upp frá tekstinum, tí at teir hava lisið so lítið. Teir hava einki at bera saman við, sjálvsagt eru undantøk, men sum heild er hetta galdandi. Onkun­tíð kemur fyri, at brot í tekstum sipa til Bíbliuna, spyrt tú sum lærari um hetta, so er vitanin sera fátøk, eisini hjá næmingum, ið eru andaliga vaktir. Tað kundi verið áhugavert at gjørt kanning um lesi­vanar í hádeild og miðnámi.  

Breytaskipanin leggur ikki upp til lesing av stórum verkum

Í 2013 fingu vit nýggja breytaskipan, sum tíverri ikki er eftirmett av lærarum, tað er spell. Sum skilst, hevur onkur bólkur sitið við leiðslum og forfólki í lærararáðunum á miðnámi og eftirmett, men vanligi miðnámsskúlalærarin hevur ikki samskift um breytaskipanina. Ein slík eftirmeting hevði møguliga kunnað givið ráðnum ábending um støðuna. Men tað er ikki ov seint, mítt tilmæli er, at vit øll á miðnámi sleppa at eftirmeta skipanina. Í sam­bandi við breytaskipanina fingu vit nýggja kunngerð fyri allar lærugreinir á miðnámi. Tann stóra kollveltingin var, at farið var frá pensummi til førleikar. Í nýggju kunngerðini stendur ikki greitt, hvat næmingurin skal læra, men hvørjar førleikar, ið hann skal ogna sær. T.d. hava vit lærarar í føroyskum roynt at tulka tekstin í kunngerðini, sum ynskir, at næmingurin skal hava førleikar til alt møguligt. Tað er tó eitt, sum stendur greitt í hesi kunngerð, tað er, at næmingurin skal duga skaldskap av mannamunni væl og virðiliga. Næmingurin skal lesa eina rúgvu av ymiskum tekstasløgum, men tað verður ikki nevnt ítøkiliga hvørji. Til dømis verður einki nevnt um skaldsøgur, yrkingasøvn ella bøkur um yrkistekstir. T.d. stimbra skaldsøgur og yrkingasøvn næmingin upp á allar mátar. Bøkurnar geva næmingum hugflog, mennir teir báði málsliga og mentanarliga. At fara frá pensumi til førleikar hevur fingið keðiligar málsligar avleiðingar og versnandi lesiførleikar. Vit á miðnámi varnaðust eisini, at okkurt broyttist í 2009, tá ið fólkaskúlin eisini fór frá pensumi til førleikamál. Vit eru onkursvegna noydd at hálsa um, vit eru noydd at stramma upp, soleiðis at vit koma á beint aftur.

Hvørjar avleiðingar hevur breytaskipanin og sáttmálin frá 2013 havt?

Samstundis sum vit fingu nýggja breytaskipan á miðnámi, fingu vit nýggjan sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Yrkisfelagið Miðnám. Hesin sáttmálin var eisini ein koll­velting, sum gjørdi, at lærarar meira ella minni eru blivnir til tímaløntir, har alt gongur út upp á prógva og viga, hvat lærarin ger. Sáttmálin byggir á misálit og eina skipan, sum ger, at lærarin ger bara tað, sum hann fær løn fyri, alt annað verður ikki lønt. Tað er bara av góðum vilja, at lærarar lesa skaldsøgur við næmingunum. Skipanin er ómetaliga óliðilig og ómotiverandi. Sí grein í Miðnámsriti 14, 2017: Ársverkið køvir hugin.  Í dag brúka mið­námsskúlarnir stóra orku upp á akkordskipanina, fólk sita burtur av og ansa eftir, at alt fer rætt fram. Lærarar hava ynskt, at farið verður frá hesi skipan, men Fíggjarmálaráðið er ikki sinnað at ganga hesum ynski á møti.   

Hvørjar avleiðingar hava so námsætlanirnar í føroyskum og sáttmálin frá 2013 havt fyri Føroyar? Hesar hava gjørt tað, at ein føroyskur miðnámsskúlanæmingur lesur munandi minni, enn hann gjørdi fyri 2013, bæði í lærugreinini føroyskum og øðrum lærugreinum. Fyrr las ein miðnámsskúlanæmingur 6 bøkur í føroyskum tey trý árini, hann gekk á mið­námi, nú kemur hann kanska upp á tvær ella tríggjar, tí at tíð er ikki til meir. Á HF las miðnámsskúlanæmingurin umframt tær seks bøkurnar 6 sjálvlisin verk, tá kundi hann bara í føroyskum koma upp á 12 bøkur upp í tvey ár, tá eru danskt, enskt, týskt og franskt ikki tikið við. Hetta er ein sera óheppin gongd. Fyri 2013 vóru skúlarnir við til at stuðla føroyskum bókum og rithøvundum, tí at miðnámsskúlanæmingar í túsundatali skuldu lesa bøkur á móðurmálinum á hvørjum ári. Í dag er hesin marknaðurin næstan burtur. Vit sóu eisini í september, at ein av størstu prentsmiðjum landsins hevur undirskot.

Føroyskar skúlabøkur – ein føroysk avbjóðing

Um vit venda okkum til skúlabøkur, so er sami standur. Tað er spell, at tað almenna ikki unnir okkara miðnámsskúlanæmingum lærubøkur á móðurmálinum. Fyri seks árum síðan gjørdu vit í Miðnámsriti eina kanning um føroyskt lærutilfar, hon vísti, at 80% er danskt tilfar, ongar ábendingar eru um, at talið er minkað hesi seks árini. Tað almenna gevur eisini miðnámsskúlanæmingum báði bókastuðul og lestrarstuðul, sum m.a. er ætlaður til bókakeyp, men í løtuni fer stórur partur av hesum pengum til donsk forløg sum Systime. Talan er um milliónir, ið føroyskir miðnámsskúlanæmingar stuðla donskum forløgum. Mentamálaráðið átti at sett í verk bókagerð í Føroyum, sum báði stuðlaði føroysku vinnuni og føroyskum lærarum, ið kundu gjørt lærutilfar til miðnáms­skúla­næmingar. Á henda hátt verða pengarnir verandi í Føroyum. 

Mentamálaráðið og politiski myndugleikin hevur seinastu árini bygt og umvælt bygningar fyri yvir eina milliard, men hava ikki viljað raðfest innihaldið á miðnámi, og avleiðingin er, at vit hava ein miðnámsskúla, har lesing á móðurmálinum ikki verður raðfest. Men kanska kann gongd koma á, nú Mentamálaráðið saman við øðrum ætlar, at næmingar skulu lesa meir. Livst, so spyrst.

Aðrar greinar í miðnámsrit 20