Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Karakterfundir eru frá einari farnari tíð

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 20, oktober 2020

Á øllum miðnámsskúlum er siðvenja at hava karakterfundir. Um tú spyrt teg fyri, er svarið, at soleiðis plagdu vit at gera. Fá munnu vita, at hesir fundir hoyra til eina tíð, tá ið lítið var granskað um karakterir, og tí eru karakter­fundir ein tíðarvilla – ein anakronisma.

Karakterfundir sum siðvenja

Á hesum karakterfundum eru læraratoymini savnað saman við lestrarvegleiðara. Á summum skúlum eru eisini umboð fyri leiðsluna við. Tann elsti av studentaskúlunum, Studentaskúlin og HF-skeiðið í Hoydølum, hevur í mong ár havt karakterfundir, helst líka síðan skúlin byrjaði. Tá ið teir smáu studentaskúlarnir komu, fylgdu teir hesi siðvenju. Allir vinnu­skúlarnir uttan Handilsskúlin í Havn hava havt hetta slagið av fundum. Eg havi spurt meg fyri millum lærarar og leiðslur í fólkaskúlanum; har verða ikki karakterfundir brúktir.

Næmingar á miðnámi fáa tvær ferðir um árið støðumet, tó ikki fyrsta árið á búskaparbreyt og FHS á Glasi, har næmingarnir fáa eitt støðumet. Tað er ójavnt, nær støðumetini verða givin, men tey munnu liggja millum november og mars. Tá ið freistin fyri at hava givið støðumetini er farin, skipa miðnámsskúlarnir fyri karakter­fundum. Summir skúlar kalla karakterfundirnar fyri toymisfundir, men endamálið er at tosa um karakterir. Á karakter­fundunum verða øll støðumetini, sum lærarar hava givið næmingunum, kunngjørd á einum blaði ella á einum skíggja. Lærarar sita so og hyggja at metunum, og tosað verður um karakterirnar hjá einstaka næminginum ella flokkinum.

Tey, sum ganga inn fyri karakterfundum føra fram, at tað er týdningarmikið, at lærarar síggja, at ein næmingur klárar seg væl ella illa í onkrari lærugrein; so kunnu teir fáa eina frágreiðing um, hví hesin klárar seg so væl ella illa – og kunnu teir møguliga broyta okkurt í síni lærugrein. Eisini verður sagt, at karakterfundir eru eitt gott høvi hjá toyminum at tosa saman um einstakar næmingar, flokkin ella um karakterirnar. Á summum miðnáms­skúlum verður ein samanbering gjørd millum seinasta met og nýggjasta met. So hoyra lærarar, hvørt karakterirnir eru farnir upp ella niður hjá næmingunum. Eru karakterirnir hjá onkrum næmingum farnir munandi niður, kann ein lestrarvegleiðari tosa við hesar næmingar. Teir lærarar, sum halda, at tað er gott við slíkum fundum, siga, at tað er ein trygd hjá teimum, at teir at síggja, at teir eru á rættari kós í karakatergevingini.

Á slíkum fundum er ikki óvanligt at hoyra lærarar siga:

  • Eg síggi, at eg eri tann einasti, sum hevur givið hesum 02, tí at næmingurin hvørki dugir ella tímir nakað!
  • Eg síggi, at eg havi verið ov bleytur!
  • Eg havi nokk verið ov harður!
  • Eg gevi ikki 02 fyri ikki at taka mótið frá henni, sjálvt um tað er uppiborið!
  • Eg gevi honum ikki 10, sjálvt um hann hevur tað uppi­borið, tí so slakar hann av, vænti eg!

 Og ikki er óvanligt við verjurøðum hjá onkrum lærara, sum er tann einasti, ið hevur givið einum næmingi 02. Tað kann virka sum, at við­komandi skal sannføra eitt nevningating um, at hann hevur borið seg rætt at.

Tað er ikki óvanligt, at ein næmingur fær góðar karakterir í eini lærugrein, men vánaligar karakterir í øðrum lærugreinum. Flestu okkara høvdu nakrar yndislærugreinir, sum vit dyrkaðu, tá ið vit gingu á miðnámi, meðan aðrar lærugreinir dámdi okkum kanska ikki so væl, tí at okkum ikki dámdi undirvísingina, lærugreinina ella lærutilfarið. Á karakter­­fundunum kemur hetta eisini til sjóndar, tí at summir lærarar kunnu undrast á, hví onkrir næmingar fáa so høg ella lág met í hinum lærugreinum. Tað er ikki óvanligt, at næmingar klára seg væl í lærugreinum, har tøl verða nógv brúkt, meðan teir klára seg minni væl í málsligum lærugreinum, ella øvugt. Onkursvegna er eitt forstáilisi fyri hesum á karakter­fundunum, tí at frágreiðingin liggur í mytuni um, at summir næmingar ikki duga at rokna, meðan aðrir ikki duga mál. Mínar royndir frá karakterfundum eru, at lærarar verða frustreraðir yvir, hví ein næmingur fær góð met í t.d. føroyskum, men ikki í eingilsk­um og donskum, tí at talan er um mál. Havi eisini hoyrt, at lærarar undrast á, at ein næmingur fær góðan karakter í støddfrøði, men ikki í virkisbúskapi, tí at her er rokning ein felags­nevnari. Tá sita hesir báðir lærararnir og undrast og kjakast, og hug­burður til ymiskt kemur fram. Tá kann tað henda, at annar teirra følir seg illa, fer so at ivast í, um hann hevur gjørt okkurt skeivt námsfrøðiliga, fakliga ella menniskjaliga. Ein avleiðing kann vera, at við­komandi verður ávirkaður av hugburðinum hjá hinum ella øðrum í toyminum. So til næsta karakterfund hevur viðkomandi møguliga broytt karakter­in við teirri hugsan, at hini geva ikki næminginum góðan ella vánaligan karakter, og kennir hesin seg noyddan at gera tað sama sum hini. Um slíkt hendir, hava karakter­fundir ikki verið eitt heppið forum, og offrið gerst næmingurin. Sum nevnt klára næmingar seg so ymiskt í ymisku lærugreinunum, tí er tað púra natúrligt, at spjaðing er í karakterunum hjá summum næmingum.

Vit kunnu eisini spyrja, um tað er rætt at hava karakterfundir. Ein karakterur ella eitt støðumet er rættiliga privat; hann er millum lærara, leiðslu, umsiting og næming. Eg sum lærari havi ongan áhuga í at síggja, hvat aðrir lærarar geva, tí at eg kann bara staðfesta, hvat fer fram í míni lærugrein. Spurningurin er, um tað er rætt, at so nógvir lærarar síggja metini hjá næmingunum. Karakterir eru sera persónligir og viðkvæmir fyri nógvar næmingar.

Toymisfundir

Sum heild munnu karakterfundirnir á miðnámi byggja á eina sera gamla siðvenju. Sam­felagið, undirvísingarhættirnir og námsfrøðin eru broytt. Fundirnir stava frá eini tíð, tá ið millum lítið og einki var granskað í karakterum og læring. Tá í tíðini vóru spurnar­tekin ikki sett við karakterir, teir vóru næstan tann einasta eftirmetingin, sum bleiv brúkt. Tá á døgum vóru tað eisini tey bókliga bestu, sum sluppu á miðnámsskúla. Nú fara eini 90% av ungdóminum á miðnám, so onkursvegna kunnu vit seta spurnar­tekin við karkaterfundir í núverandi líki.

Formativ meting hevur sum endamál, at næmingurin skal læra: læra háttaløg, læra at hugsa fakliga og tvørfakliga. Búgving (dannelse á donskum, og Bildung á týskum) er eitt hugtak, sum sipar til, at næmingurin skal búnast og mennast – og ikki bara útbúgvast. Siðvenjan við karakterfundum fremur ikki búgving.

Nú á døgum hava vit aðrar eftirmetingarhættir enn karakterir; granskarar mæla frá at seta fokus á karakterir. Hepnari hevði verið, at havt toymisfundir á miðnámi uttan karakterir, har fokus var á læring, og hvussu vit kunnu hjálpa næminginum at mennast.

Aðrar greinar í miðnámsrit 20