FabLab á Kambsdali
Eftir Jóannes Djurhuus í miðnámsrit 20, oktober 2020
FabLab kemur av ensku orðunum Fabrication Laboratory ella framleiðsluverkstova. FabLab hevur røtur í Center for Bits and Atoms á MIT-universitetinum í Massachusetts í USA. Tað var leiðarin har, Neil Gershenfeld, sum, umframt at granska í evninum, eisini skapti fakið “How to Make (Almost) Anything” á MIT, ið síðani leiddi til FabLab-hugskotið.
FabLab er ein verkstova við tøkni og tólum til at gera næstan hvat sum helst. FabLab gevur ungum sum eldri, einstaklingum eins og fyritøkum møguleika at brúka skapanarevnini og fullføra hugskot við at sniðgeva, seta saman og framleiða við hjálp av talgildari tøkni. FabLab stuðlar undir framleiðslu í smáum nøgdum, við denti løgdum á arbeiði við prototypum. Á FabLab er stutt ímillum hugskot og prototypu.
FabLab á Kambsdali var fyrsta FabLab í Føroyum. Tað var leiðslan á Miðnámi á Kambsdali, sum loftaði hugskotinum, ið NORA (Nordisk Atlantsamarbejde) bar fram í Føroyum. Við góðum stuðli frá privatum, kommunum og frá landinum, varð farið í gongd á sumri 2017. Tól vórðu keypt inn, høli fingin til vega á skúlanum, og í 2018 varð FabLab latið upp alment.
Síðan FabLab á Kambsdali kom, er eitt annað FabLab komið, sum heldur til í Vági. Tey føroysku FabLab’ini eru knýtt í eitt netverk, sum røkkur út til fleiri enn 100 lond. Í dag eru umleið 1800 Fab Lab-verkstovur knýttar í netverkið. Sera tætt samarbeiði er millum tey norðurlendsku FabLab’ini, sum øll eru limir í felagnum Norðurlendsk FabLabs.
Einaferð um árið møtast fólk úr Norðurlondum á einum “bootcamp”, har egnar royndir verða deildar, har kann man læra rættiliga nógv. Í 2019 var ein tílíkur Bootcamp hildin á Miðnámi á Kambsdali við luttakarum úr hinum Norðurlondunum. Á hesum Bootcamp varð eitt norðurlendskt Fab Lab-felag sett á stovn.
Hvør brúkar FabLab á Kambsdali?
Fab Lab á Kambsdali heldur til á Miðnámi á Kambsdali. FabLab í Vági heldur til í niðastu hædd í vestara enda í Vágs skúla.
FabLab á Kambsdali hevur opið allar dagar í skúlatíð fyri næmingar á miðnámi. Opið er fyri almenninginum mánadag og mikudag kl. 13-16 og hósdag kl. 9-19:30, og onnur tíð kann avtalast, um tørvur er á tí. Vanliga støkka næmingar inn á gólvið av sínum eintingum; tó um talan er um eina ávísa verkætlan, har FabLab er ein natúrligur partur, verður vitjanin á FabLab gjørd í samráði við læraran; hetta sama er galdandi fyri flokkar í fólkaskúlanum.
FabLab á Kambsdali verður nógv brúkt av serbreytini, sum er ætlað teimum, ið eru tarnað at gjøgnumføra miðnám undir vanligum treytum. Tað er ymiskt, hvussu næmingar á serbreytini eru fyri at brúka FabLab. Har eru næmingar, sum eru á byrjanarstigi, tá ið tað kemur til tól og teldur, men tað eru eisini næmingar, sum eru á rættiliga høgum stigi innan økið. Innovatión er ein lærugrein, sum nýtir FabLab nógv. Tað eru ikki bara næmingar á miðnámi, ið brúka FabLab, men eisini fólkaskúlanæmingar, sum framleiða lutir, sum teir longu hava lagt til rættis og teknað á skúlanum, áðrenn teir koma á verkstovuna.
Vanliga verður rindað fyri tað tilfarið, sum verður nýtt. Er talan um størri uppgávur, verður avtala gjørd um nýtslu av tólum. Væntað verður, at brúkarin arbeiðir við tólunum sjálvur, men kann altíð fáa vegleiðing.
Av tólum, sum kunnu nýtast á FabLab, eru t.d. 3D-printarar, smáir og stórir CNC-fresarar, vinyl-skerari, broderímaskina, stórmynda-prentari og lasara-skerari. Tólini verða øll stýrd av teldum, og tey, sum brúka FabLab, verða lærd at nýta tólini eftir tørvi. Nakrar teldur eru tøkar á FabLab, men brúkarar kunnu eisini nýta egna teldu til t.d. tekningar.
Tað er rættiliga ymiskt, hvussu nógv FabLab verður nýtt. Fyri jól er sera rokaligt allar dagar. Hósdagar er opið til 19:30; tó ofta verður tað seint, áðrenn ljósið verður sløkt. Men í januar kemur bert hendinga fólk á gátt. Í miðal vitja umleið 40 fólk FabLab á Kambsdali um vikuna. Tað er sera ymiskt, hvussu drúgva tíð tey nýta – líka frá 10 minuttum til tríggjar dagar. Okkurt arbeiði verður gjørt eftir bílegging. Hetta verður gjørt, tá mett verður, at tað er tann skjótasta loysnin fyri allar partar.
Dømi um, hvat verður gjørt á FabLab:
- Brodering av tekstum, mynstrum og myndum.
- Printing av 3-dimensjonellum lutum.
- Brenna myndir á træ ella glas.
- Fínskera tunt træ ella plexiglas.
- Fresa (skera) lutir úr træi, t.d. úr heilum bygningsplátum ella fínum træsløgum.
- Tekna, framleiða og lodda printplátur.
- Skera vinyltekningar, sum kunnu klistrast uppá ymiskt.
- Gera T-shirts við einkultum tekningum.
- Prenta stórar plakatir ella klædnamodell.
Námsfrøðiligur vinningur
Í FabLab er tað stutt millum hugskot og úrslit; her verður hugsað um myndir, lutir, tekstil og elektronikk, bæði til prýðis og til gagns. At síggja ítøkiligt úrslit av egnum hugskotum kann stuðla undir førleikan innan fakøkið hjá næmingum, ið eru visuellir.
Tá brúkarin eftir so stuttari tíð kann síggja eitt ítøkiligt úrslit av sínum hugskoti, byrjar sum oftast eitt samanspæl millum hugskot og úrslit. Brúkarin fær eina væl betri fatan av egnum hugskoti. Hugskotið kann búnast til eitt meira endaligt og nýtiligt úrslit, tó kann tað staðfestast, at hetta var ikki nakað at fara víðari við; og tað er heldur ikki ein skeiv niðurstøða at koma til. Tað er týdningarmikið, at brúkarin sær, hvørjir møguleikar eru á FabLab og kann nýta henda háttin at hugsa og arbeiða uppá framyvir í komandi hugskotum og tilgongdum.