Skúlanet - ein KT-loysn?
Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 20, oktober 2020
Í september í ár handaði ein bólkur landsstýrismanninum í skúlamálum eina KT-loysn fyri skúlaverkið. Ein áhugaverd frágreiðing, ið hevur batar, sum eisini kann hava nakrar vansar. Ein av hesum vansum er, at menningin av KT innan skúlaverkið steðgar upp, tí at øll bíða eftir 2024. Eisini kunnu skúlarnir verða til mjólkineyt hjá privatu vinnuni.
Ein felags skrásetingarskipan
Ein av grundgevingunum fyri at fáa eina felags KT-loysn er, at forkanningar hava staðfest, at eingin av verandi KT-skipanum lýkur krøvini til KT-trygd og verju av viðkvomum persónsupplýsingum. Fleiri KT-skipanir krevja longu nú dagføringar, sum hvør sær eru kostnaðarmiklar. Landsgrannskoðarin og Dátueftirlitið hava víst á álvarsligar veikleikar við trygdini í verandi skipanum. Skúlaleiðslur, myndugleikar og politiska skipanin fáa ikki álítandi hagtøl, ið eru ein fyritreyt fyri umsiting, planlegging og menning. Staðfest er ein víðfevnd dupultskráseting og manuell deiling av upplýsingum, sum elva til feilir í málsviðgerð og høpisleyst orkuspill hjá myndugleikum, lærarum, næmingum og foreldrum.
Ein fyrimunur við at fáa eina felags KT-loysn er, at allir skúlar fáa somu skrásetingarskipan, har møguleiki er at skráseta fráveru, innlatingar, undirvísingarfrágreiðingar og annað. Í løtuni hava miðnámsskúlarnir ikki eina slíka, men hava ymiskar skipanir, báði føroyskar og útlendskar. Á Glasi er ein sera góð skrásetingarskipan, ið hevur heitið Tímaglasið, ið er ment av tveimum lærarum. Ein sera greið og fleksibul skipan, sum starvsfólk og næmingar eru glað fyri. Helst kunnu ábøtur og annað gerast.
Hvat er Skúlanet?
Í frágreiðingini stendur m.a.: “Stovnað verður Skúlanet, sum er ein felags rakstrar- og supportorganisatión, ið mennir og rekur eitt vælvirkandi og trygt KT-net fyri alt undirvísingarverkið, ið svarar til tað, sum Landsnet er fyri landsstovnarnar. Skúlanet er ein KT felagskapur millum Undirvísingarstýrið, Nám, kommunurnar, fólkaskúlan, miðnám, Setrið og KT landsins. Størsti parturin av uppgávunum verða útveittar til føroysku KT-vinnuna.”
Sambært frágreiðingini er ikki heilt greitt, hvussu Skúlanet skal skipast. Men vit kunnu ímynda okkum, at tað verður ein stovnur við stjóra, deildarleiðarum, skrivstovufólkum og KT-fólkum. Tað vil siga, at vit fáa ein nýggjan stovn; frágreiðingin sigur ikki, hvørt hesi fólk verða lønt av tí almenna ella tí privata, men mest sannlíkt er, at tað verður ein almennur stovnur, sum so fær inntøkur, hvørja ferð KT-fólk, sum arbeiða fyri Skúlanet, koma út á skúlarnar at hjálpa, vegleiða og umvæla. Hetta verður neyvan bíligt, tí at veita KT-tænastur er ómetaliga dýrt. Helst verður tað soleiðis, at Skúlanet veitir eitt gjald fyri hvørja vitjan umframt rokning fyri umvælingar o.a. Á henda hátt fara privatir veitarar at senda tí almenna rokningar.
Í frágreiðingini stendur, at Skúlanet veitir KT-trygd, KT-innkeyp, KT-rakstur og KT-support til allar stovnar í undirvísingarverkinum. KT-support fæst alt samdøgrið, so brúkararnir kunnu fáa loyst átrokandi spurningar, eisini uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Hetta ljóðar fínt, men hvat siga KT-fyritøkurnar í Føroyum, sum ikki eru kappingarførar, tá ið Skúlanet fer at keypa 1.000 teldur um árið frá einari úrvaldari fyritøku, sum kann bjóða Skúlaneti bíligastu teldur?
Víðari í frágreiðingini stendur, at KT-serfrøðingar koma á staðið at seta hardware upp og læra fólk á staðnum upp. Tað merkir, at nógvar tøkniligar uppgávur verða fluttar frá skúlunum til Skúlanet. Sostatt ber til hjá KT-starvsfólkum at savna seg um KT-didaktiska ráðgeving, og hjá skúlunum at savna seg um skúlaskap og ikki KT-spurningar. Hetta er nokk so løgin grundgeving, sum svarar til, at aðrar tænastur verða veittar út úr húsinum, til dømis umsiting, fíggjardeild, húsatænarar, vaskifólk o.s.fr. Hví verður KT-tænastan á staðnum tikin burturúr – og ikki hinar?
Vit vita, at KT kann vera svikalig. Á einum skúla eru hvønn dag tøkniligar avbjóðingar, sum næmingar og lærarar hava. Tað er skjótt og einfalt at seta seg í samband við fólk, ið vara av KT á staðnum. Eg sum lærari ræðist tankan um, at tá ið næmingar og lærarar hava tøkniligar trupulleikar, koma vit á ein langan bíðilista á Skúlaneti, sum kemur út á skúlarnar, tá ið tey hava tíð. Stórur vandi er eisini fyri, at tað, sum skúlarnir hava bygt upp hesi seinastu árini, verður ikki hildið við líka og ment, tí at framtíðin er so óviss.
Í dag virkar KT á miðnámi væl. Lærarar og næmingar fáa skjóta og góða tænastu frá KT-fólki. Eisini er stutt millum brúkarar og KT-fólk. Vit kunnu vænta, at øll forritan og menning á skúlunum á KT-økinum fara at verða merkt av støðuni, tí at øll fara at bíða eftir Skúlaneti og 2024. Alt hetta kann koma at ganga út yvir næmingar og lærarar, og tí mugu leiðslur ansa væl eftir, at tað ikki hendir.
Nú skal frágreiðingin gjøgnum politisku skipanina; bólkurin, ið hevur skrivað frágreiðingina, væntar, at tað fer at kosta 40 milliónir at fremja hesa ætlan, sum skal vera liðug í 2024. Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2021 eru tríggjar milliónir settar av, og bólkurin, sum handaði landsstýrismanninum álitið, mælir til 10 milliónir um árið. Tað kunnu vit so tulka sum, at 2024 neyvan verður árið, tá ið Skúlanet er komið upp at koyra.
Sum heild
Við Skúlaneti er vandi fyri, at vit fara at merkja eina fremmandagerð; royndir hava víst, at hesin vandin er til staðar. Vit kunnu vænta, at hesin felagsskapur ella stovnur fer at verða sera dýrur at reka, og vandi er fyri, at næmingar og lærarar fara at fáa eina verri tænastu, enn teir fáa í dag.
Kelda
Saman um eina trygga heildarloysn heildarætlan fyri undirvísingarverkið 2021-2024, september 2020.