Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Hví hava vit karakterstigar?

Eftir Olav Absalonsen í miðnámsrit 20, oktober 2020

Karakterir og karakterstigar eru nýggj fyribrigdi, søguliga sæð. Um aldar­skiftið millum 18. og 19. øld verða karakterstigar uppfunnir. Hetta er for­vitnisligt. Hví mundu karakter­stigar koma fram júst um tað mundið? Og hvussu hava teir roynst?

Søguligt afturlit

Í einari dagbók frá 1785 skrivar rektarin á Yale, at 58 studentar møttu upp til próvtøku; 20 fingu Optimi, 16 fingu Second Optimi, 12 Inferiores, og 10 fingu Pejores. Hetta er kanska fyrstu ferð, at karakterir eru givnir á hægri skúla í USA. Tey latínsku orðini bera brá av samanbering: teir bestu, teir næstbestu, teir verru og teir ringastu.

Í 1788 kom fyrsti karakterstigin í Danmark, sum var í 5 stigum: Laudabilis præ ceteris (nógv rós vert); Laudabilis (rós vert); Haud illaudabilis (ikki ikki rós vert); Non Contemnendus (ikki rós vert); 0

Í Onglandi fann William Farish, ið var lærari í Cambridge, upp á at geva karakterir í 1792. At læra næmingarnar at kenna tók ov nógva tíð frá honum. Tað kravdi, at hann setti seg inn í, hvat teir skiltu, og hvussu teir lærdu. Og tað setti mark fyri, hvussu nógvar næmingar hann kundi fylgja, og eisini mark fyri, hvussu nógvar pengar hann kundi for­vinna sum lærari. Karakterirnir gjørdu, at lønin hjá honum bleiv størri, og arbeiðið minni. Nú var ikki longur neyðugt hjá honum at geva sær far um, hvat næmingarnir hugsaðu, og hvat teir skiltu. Karakterskipanin gjørdi tað fyri hann.

Thom Hartmann heldur, at tað var ikki av tilvild, at karakterir komu fram um júst hetta mundið. Karakterlíkar skipanir vóru longu gjørdar fyri arbeiðsmenn í verksmiðjum fyri at vita, um vørurnar, teir gjørdu, høvdu tann standard, ið kravdist. Í kjalarvørrinum av ídnaðarkollveltiningini kom karakterkollveltingin í skúlunum.

Í 19. øld kom ferð á at gera karakterstigar. Í fyrru helvt av øldini vóru karakterirnir lýsingar ella lýsingarorð. Til dømis kom sokallaði Ug-stigin í Danmark í 1805, og hevði hann 6 stig. Í 1830’unum varð so smátt farið at seta tøl á karakterirnar, og í 1845 vórðu tøl sett á Ug-stigan, sum síðani hevur verið nevndur Ørsted-stigin. Munurin ímillum karakterirnar er progressivur: 1, 2, 4, 8, 16. Um Ug er 100%, Mg 80%, G 60%, Tg 40%, Mdl 20%, og Slet er 0, hevði tann støddfrøðiliga funktiónin sæð soleiðis út:

har F(x) er talið fyri karakterin, og x er avrikið í prosentum. Tað merkir, at um tú skuldi halda eitt miðal á til dømis 7, skuldi tú hava tvey Ug fyri viga upp ímóti einum G.

Talva 1. Ørsted-stigin

MetLýsingTalmet
UgUdmærket godt8
MgMeget godt7
GGodt5
TgTæmmelig godt1
MdlMådeligt-7
SletSlet-23

Tølini blivu brúkt at rokna miðaltøl, og hugsanin við mununum man hava verið at dumpa tey, sum høvdu eitt Slet ella ov nógv Mdl, hóast tey kundu hava nógvar góðar karakterir. Seinni í øldini vórðu tveir millumkarakterir lagdir ímillum tey 5 gloppini, soleiðis at stigin fekk 16 stig. Í 1943 blivu tveir teir niðastu millumkarakterir tiknir av, soleiðis at stigin hevði 14 stig, og 7 varð lagd afturat øllum karakterum, soleiðis at Ug varð 15, Mg varð 14, og so víðari. Men kravið at standa var eisini 7 hægri, so henda forskjóting hevði sum so ongan týdning. Nógvir føroyingar minnast henda stigan, sum bleiv brúktur her til mitt í 1960’unum.

Aðrastaðni í verðini vóru nógvir ymiskir karakterstigar royndir í 19. øld. Síðst í øldini varð ABCDEF-stigin uppfunnin. Mark Durm, ið hevur kannað karakterstigar í søguni, kemur til ta niðurstøðu, at henda søgan er merkt av, at skúlar ella myndugleikar royna seg fram í blindum við trial and error, og spyr, um tað er skilagott (sum eyðvitað er ein leiðandi spurningur).

13-stigin

Í 1963 kom 13-stigin, og varð settur í verk árini aftaná, fyrst í realskúlanum og á miðnámi og seinni á hægri námi. Hann var linjubeinur, og tískil øðrvísi enn Ørsted-stigin. Hugsanin er, at 8 er ein ein karakterur í miðjuni, soleiðis at 5 og 11 eru líka langt frá hesi miðju. Í real, student og HH kravdist eitt miðaltal fyri at standa, men eitt eyka krav var tann so­nevnda 13-reglan: Samløgan av tveimum teimum lægstu metunum + miðal­talið av restini skuldi vera minst 13. Í hesari reglu sæst hugsanin frá Ørsted-stiganum aftur, at hevur næmingur ov nógvar lágar karakterir, kunnu nógvir góðir ikki viga upp ímóti. Seinni bleiv 13-reglan tikin av, og kravið fyri at standa á miðnámi varð hækkað úr 5,5 upp í 6,0.

7-trinstigin

Ráðstevna var í Norðurlandahúsinum 25. august 2008. Mentamálaráðið skipaði fyri, og nógvir lærarar vóru og lurtaðu. Ráðstevnan hevði til endamáls at greiða okkum frá, hví vit í Føroyum skuldu hava tann nýggja 7-trinstigan, sum varð settur í verk í Danmark nøkur ár frammanundan. Har vóru fleiri fyrilestrar, og áhoyrarar kundu seta spurningar.

Ein førdi fram, at lýsingarnar av karakterum í 13-stiganum vóru óhepnar, og nevndi 10 sum dømi: 10 gives for den udmærkede, men noget rutineprægede præstation (av handa­hógvi merkt avrik). Eg lendi í Vágum í gjár, segði hann, og var fegin um, at flogskiparin hevði eina av handahógvi merkta lending, og ikki fann upp á nakað sjálv­støðugt – ella ørt. Eftir 13-stiganum hevði flogskiparin fingið 10, tí fyri at fáa 11 skal avrikið eisini vera sjálv­støðugt.

Henda søgan bleiv so brúkt sum ein av mongum grundgevingum fyri, at 13-stigin ikki longur var tíðarhóskandi. Søgan hevur síðani ofta elvt til kjak á lærarastovum og aðra­staðni. Er hetta so einfalt, sum fyrilesarin vil vera við? Summi føra fram, at næmingar á miðnámi eru ikki flogskiparar, og vit mugu eisini geva høg met fyri tað originala og geniala. Lýsingar av karakterunum í  7-trinstiganum bera brá av, at tað ræður um ikki at gera feilir – í tráð við søguna um lendingina í Vágum.

Á somu ráðstevnu greiddi ein annar frá, at 7-trinstigin var neyðugur, tí hann samsvaraði við ECTS-stigan: A, B, C, D, E, Fx, F. Hann fór at gera tað lættari hjá donskum og før­oyskum næmingum at søkja á hægri lærustovnar í øðrum londum, sum ikki skiltu 13-stigan. Ein áhoyrari spurdi, hví 7-trinstigin so var í tølum og ikki bara bókstavum. Svarið var: Det er fordi vi vil kunne regne et gennemsnit. Men hví tey vildu tað, kom hann ikki nærri inn á. Tað svarið hevði eyðvitað verið, at hægri lærustovnar í Dan­mark eru latir, og tíma ikki at lesa miðnámsprógvini hjá umsøkjarum, men lata eitt miðal­tal gera av, um næmingar koma inn á útbúgvingarnar ella ikki. Eins og hjá letinginum William Farish er karakterskipanin ein umbering til at sleppa undan at gera eitt dygdar­gott arbeiði.

Ein áhoyrari spurdi, hví tølini í 7-trinstiganum eru so løgin: 12, 10, 7, 4, 02, 00, -3. Hví sigur man ikki bara ein stigi frá 0 til 6 ella frá 1 til 7? Svarið var, at man miðar eftir einum normalbýti, har 7 er miðjan, og so eru tveir karakterir báðumegin 7-talið, og tá eru metini 00 og -3 ikki tald við. Karakterirnir skulu verða býttir soleiðis – í samsvari við ECTS:

Talva 2. Karakterbýti í 7-trinstiganum sum intervall.

Met02471012
Frá til2-33-5½5½-8½8½-1111-12
Býti10%25%30%25%10%

Intervallini ímillum karakterirnar eru ásett út frá hesum prosentum. Men tað skuldi ikki verið neyðugt, tí normalbýti sipar til títtleikan av karakterunum, soleiðis at intervallini kundu verið líka stór, sum víst í myndini niðanfyri. Tískil var spurningurin viðkomandi, hví 7-trinstigin ikki bara var frá 0 til 6 ella frá 1 til 7.

Mynd 1. Karakterbýti í ECTS-stiganum sum títtleiki.

Samanbera vit 7-trinstigan við 13-stigan støddfrøðiliga við miðaltølum í huga, fáa vit hesa talvu, har ovara regla er 13-stigin, og niðara regla er 7-trinstigin:

Talva 3. 13-stigin og 7-trinstigin samanbornir.

00     03   5 6 7 8 9 10 11   13
         00 02 4  7  10 12    

Nógvir lærarar hveppa seg við at geva -3, tí sálarfrøðiliga fellur tað fyri bróstið. Men stødd­frøðiliga er -3 ikki verri enn ilt. Ein, sum fær -3 fyri einki at duga, sleppur væl, tá ið hugsað verður um, at 02 í miðal er nóg mikið fyri at lúka prógv; eitt 7-tal kann viga upp ímóti einum -3-tali. Í 13-stiganum skuldi eitt 9-tal til fyri at uppviga eitt 03, og eitt 11-tal var ikki nóg mikið fyri at uppviga eitt 00 í 13-stiganum.

Hetta vísir, hvussu høpisleyst tað er at rokna miðaltøl eftir 7-trinstiganum. Tað er at mis­nýta tøl. Miðaltøl eftir 13-stiganum góvu lítla meining, men miðaltøl eftir 7-trin­stiganum geva onga meining.

Karakterstigar í øðrum londum

Hyggja vit at karakterstigum í øðrum londum, síggja vit, at teir eru rættiliga ymiskir. Tað er ringt at finna tvey lond við júst sama stiga. Í summum londum eru ikki somu stigar galdandi á miðnámi og hægri námi. Eisini síggja vit, at lond ofta broyta karakterstigar. Í talvu 4 eru nøkur dømi um karakterstigar á miðnámi.

Talva 4. Karakterstigar á miðnámi í nøkrum londum í Evropa.

LandStigiTrin
Eysturríki1-5, har 1 er hægsta met, og 5 er ikki staðið5
Finnland10-4, har 10 er hægsta met, og 4 er ikki staðið7
Frankaríki20-0, har 20 er hægsta met, og minni enn 7 er ikki staðið21
Italia10-1, har 10 er hægsta met, og minni enn 6 er ikki staðið10
Ísland10-0, har 10 er hægsta met, og minni enn 5 er ikki staðið11
Niðurlond10-1, har 10 er hægsta met, og minni enn 6 er ikki staðið10
Noreg6-1, har 6 er hægsta met, og 1 er ikki staðið6
Ongland9-1, har 9 er hægsta met, og 4 er standard pass9
Spania10-0, har 10 er hægsta met, og minni enn 5 er ikki staðið11
SvøríkiA, B, C, D, E, F, har A er hægsta met, og F er ikki staðið6
Týskland15-0, har 15 er hægsta met, og minni enn 5 er ikki staðið16

Keldur: Undervisningsministeriet, betænkning nr. 1453, november 2004. BBC, The 9-1 grading system explained, August 2020. Swedish Grades, Skolverket 2017.

Talvan kundi víst fleiri lond, men hetta er nóg mikið fyri at vísa, hvussu ymiskir stigarnir eru í ymsum londum. Til dømis hava hesir stigar millum 5 og 21 trin; og sjálvt stigar við líka nógvum trinum eru truplir at samanbera, tí markið fyri staðið er ikki tað sama. Í summum londum er hetta mark ikki knívskorið, tí tey skilja ímillum at fáa prógv og at sleppa víðari.

Sum heild kunnu vit siga, tá ið vit kanna søguna um karakterstigar, og hvussu ymiskir karakterstigar eru í ymiskum londum, at tað er eingin rættur karakterstigi. Øll trilva seg fram í blindum, og hvørja ferð ein nýggjur stigi hevur verið royndur eina tíð, koma at­finningar, og so kemur kanska ein nýggjur stigi, sum heldur ikki er tann rætti.

Hava karakterstigarnir verið til nakra nyttu?

Hetta kundi bent á, at karakterir og karakterstigar hoyra ikki heima í undirvísing og læring. Karakterstigar hava vit fyri, at tað skal vera lættari hjá skúlum at taka næmingar inn. Karakterstigar eru ikki neyðugir til at gera av, um ein næmingur lýkur prógv. Til tað kann man brúka staðið ella ikki staðið.

Eitt er, at karakterir verða brúktir til summativa meting: at skriva endalig prógv, sum næmingurin kann brúka, tá ið hann søkir starv ella søkir inn á víðari út­búgv­ing. Annað er, at karakterir verða brúktir í ólukkumát at meta um avrik hjá næming­um, meðan teir læra. Nógv gransking seinastu 30 árini vísir, at tað er skaðiligt fyri læringina at døma næmingin við einum tali ella bókstavi, meðan hann er í ferð við at læra. Ilt er at skilja, hví vit gera hetta. Ein orsøk er helst, at tað er ringt at sleppa av við gamlar vanar. Ein onnur orsøk er, at tað er ásett við lóg, at vit skulu geva støðu­met í skúlaárinum og ársmet, sjálvt um fakið ikki er endaligt. Ein triðja orsøk er, at næmingarnir vilja hava karakterir fyri at vita, hvar teir flóta, sum tikið verður til.

Til hetta síðsta er at siga, at tað er púra óneyðugt at brúka ein karakter at fortelja einum næmingi, hvar hann flýtur. Karakterurin sigur næstan einki. Her er tað aftur letin, sum spøkir. Tað er nógv lættari at skriva eitt tal, enn at seta seg inn í, hvar næmingurin er í læringstilgongdini. Í kjaki við skúlafólk fáa vit, sum mæla til at minka um karaktergeving, skotið í skógvarnar, at tað er leti ikki at tíma at geva karakterir. Hetta er ein tragikomisk grundgeving, tí veruleikin er tað øvugta.

Ein sálarfrøðilig orsøk til, at góðir næmingar vilja hava karakterir, er, at teir eru vanir við hetta frá framhaldsdeildini, og teir hava brúk fyri viðurkenning. Tað er eins og rúsevni, sum tey eru blivin bundin at. Sálar­frøðiliga er hetta ikki sunt, tí hetta er ein viðurkenning frá øðrum, sum er treytað av, at ein er betri enn onnur. Tað hevur nógv størri týdning, at ein viðurkennir seg sjálvan, sum ein er.

Karakterir geva ikki næmingum djúpt innlit, men fáa teir heldur at læra at endurgeva úr læru­bókum. Karakterir eggja ikki til kritiska hugsan, tí tað telur ikki í einum skúla, sum hevur karakterir sum grundvøll. Heldur ikki stimbra karakterir til størri áhuga fyri faki­num, og teir fremja ikki samstarv, men kapping. Saman við standardiseraðum førleika­málum forða karakterir eisini fyri kreativari hugsan.

Karakterir á miðnámi, serliga próvtøkur, mangla validitet og reliabilitet[1], tí vit leggja størri dent á at fáa næmingar at hava ávísa atferð enn at fáa teir at hava veruliga fatan. At hetta skal vera nýtt við 7-trinstiganum, er ikki sann­líkt, men kanska er tað styrkt, tí nú verður beinleiðis skrivað, at tað ræður um ikki at gera mistøk. Í læringini kann tað vera gott at gera feilir og brølarar, sum ein kann læra av. Ein fyrr­verandi næmingur fortaldi mær:

Eg fekk 11 í hesum fakinum, men eg skilti ikki tað, sum eg gjørdi. Eg lærdi meg bara at svara soleiðis, sum lærarin lærdi okkum, at vit skuldu gera til próv­tøkuna.

Og hetta er ikki eindømi. Næmingar fáa góðar karakterir, men skúlin dumpar.

Námsætlanir, sum áseta standardiserað førleikamál, leggja ikki upp til at fáa næmingar at hugsa kreativt ella originalt. Fólk, ið eru øðrvísi, og ikki passa inn í tann standard­iseraða skúlan, fáa ofta vánalig met, hóast tey kunnu hava potentiali til nakað stórt. Summi av teimum, sum klára seg illa í skúlanum (mált í karakterum), lata seg ikki tøla, men standa ímóti. Hetta mót­støðuføri er ein eginleiki, sum ger, at tey koma sær fram seinni. Nógv dømi eru um fólk, sum fingu vánalig met í skúlanum, men seinni gjørdu seg galdandi – eisini í Føroyum. John B. Gurdon (f. 1933) er ein av mongum, sum fingu vánalig met og ummæli á miðnámi. Tá ið hann gekk á Eton Bording School, skrivaði lærarin í Science soleiðis um hann (1949):

… several times he has been in trouble, because he will not listen, but will insist on doing his work in his own way. I believe he has ideas about becoming a scientist; on his present showing this is quite ridiculous. If he can’t learn simple biological facts he would have no chance of doing the work of a specialist, and it would be share waste of time, both on his part, and of those who have to teach him.

Avleiðingarnar av hesum ummæli vóru, at hann bleiv flokkaður niðast ímillum teir vána­ligastu næmingarnar í sínum árgangi, og at hann slapp ikki at hava nakað náttúruvísinda­lig fak tey næstu trý árini har á skúlanum. Kortini eydnaðist honum at sleppa inn á University of Oxford, og í 2012 fekk hann Nobel prísin í fysiologi ella medisini.

Men onnur, sum fáa vánaligar karakterir, halda, at so eru tey einki verd, og tí loysir seg ikki at royna at blíva til nakað. Fyri tey, sum fáa góðar karakterir á miðnámi, er tað kanska gott, og friður veri við tí. Men fyri tey, sum fáa vánaligar karakterir, og sum harvið missa trúnna á egin evni, eru karakterirnir ein vanlukka. Og samfelagið missir eisini, tí menniskja­lig evni og tilfeingi ikki verða gagnnýtt.

Summir lærarar á miðnámi føra fram:

Næmingarnir eru komnir á miðnám fyri at fáa eitt atgongumerki til hægri út­búgving, og tað atgongumerkið er at fáa góðar karakterir. Teir eru ikki komnir her fyri at læra, men fyri at fáa góðar karakterir. Soleiðis eru treytirnar, og tað mugu vit liva við.

Men mugu vit tað? Skulu vit finna okkum í at vera partur av einari sjúkari skúlaskipan? Aðrastaðni í verðini gera lærarar áhugafeløg, sum stríðast ímóti karaktergeving í skúla­num. Um eingin andøvir ímóti, broytist einki.

Spurningurin, um vit skulu hava ein karakterstiga ella ein annan, fyllir nógv. Men veru­leikin er, at tað hevur ikki stórvegis týdning, um ein karakterstigi hevur 5 ella 10 trin. Tað hevur nógv størri týdning, at vit eru tilvitað um, hvussu karaktergeving skaðar og forðar fyri læring, og hvussu hon kann oyðileggja lívið hjá evnaríkum næmingum, sum onkurs­vegna ikki passa inn í skúlaskipanina.

Keldur

Mark W. Durm, An A Is Not An A Is Not An A: A History Of Grading, The Educational Forum, vol. 37, Spring 1993.

Nobelförsamlingen, Press release, The Nobel Prize in Physiology or Medicine 2012: https://www.nobelprize.org/prizes/medicine/2012/press-release/

Teachers Going Gradeless: https://teachersgoinggradeless.wordpress.com/

Teachers Throwing out Grades Library: https://ttoglibrary.wordpress.com/

Thom Hartmann, A short history of grading úr bókini Complete Guide to ADHD, 2000.

Undervisningsministeriet, Betænkning om indførelse af en ny karakterskala til erstatning af 13-skalaen, november 2004.


[1] Sí grein í Miðnámsriti 12, 2017: Hví próvtøkur ikki eru eftirfarandi.

Aðrar greinar í miðnámsrit 20