Bókastuðul á miðnámi - hjálp til sjálvhjálp
Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 11, september 2016
Miðnámsskúlanæmingar undir 18 ár fáa á hvørjum ári 3.642 kr. at keypa bøkur fyri. Teir, sum eru yvir 18 ár, fáa 1.838 um mánaðin, sum er umleið 20.000 um árið. Vit mugu ganga út frá, at myndugleikin væntar, at hvør næmingur brúkar 3.600 til bókakeyp – hetta er sama upphædd, sum vit lærarar hava í okkara hugaheimi. Skúlaárið 2014/15 gingu 2.330 næmingar á miðnámi, og tað vil siga, at næmingar næstseinasta skúlaár brúktu 8,5 mió til lærutilfar (2.330 x 3.642 kr.).
Hvat við, at bókastuðulin verður markaður til føroyskt lærutilfar? Tað sær út til, at politiski myndugleikin hevur lítlan hug til at játta miðnámi stórvegis av pengum til lærutilfar beint nú, so bókastuðulin ella partur av honum kundi farið til at framleitt meir av tilfari til miðnámsskúlanæmingar. Hvussu kunnu vit skipa hetta?
Bókaforløg fyri miðnámsskúlar
Vit kundu t.d. gjørt einar tríggjar deplar við bókaforløgum: Glasir; Miðnám á Kambsdali og Tekniski skúli í Klaksvík; Fiskivinnuskúlin og Miðnámsskúlin í Suðuroy. Landið kundi so latið skúlarnar umsitið bókastuðulin. Hvør depil fekk eina upphædd í mun til tal av næmingum. Tað vil siga, at skúlin læt næmingum tilfar ókeypis líka upp til 3.600 kr.
Treytin fyri at fáa stuðul kundi verið, at tilfarið er føroyskt. Í løtuni er føroyskt tilfar á miðnámi ikki meir enn eini 20%. Í eini skiftistíð, sum kundi verið 4 ár, fingu næmingarnir ókeypis tilfar – eisini danskt. Men í 2020 fáa næmingar bara stuðul til føroyskt lærutilfar. Um lærarar eftir 2020 vilja brúka útlendskt tilfar, mugu næmingarnir gjalda fyri tað.
Slík forløg høvdu eisini kunnað verið við til at stuðlað føroyskum bókmentum. Forløgini høvdu latið næmingum stuttsøgusøvn, skaldsøgur, yrkingasøvn og sjónleikir “fyri einki”.
Skúlabøkur ein søluvøra
Um vit t.d. siga, at 20% av bókastuðlinum til forløgini bleiv markaður til nýtt lærutilfar, so fingu forløgini yvir eina millión, sum kundi verið brúkt til at gera meiri lærutilfar.
Fyri at lærutilfarið kann verða brúkt sum søluvøra, mugu rithøvundarnir alla tíðina dagføra tað. Tað vil siga, at vil høvundurin selja, so er hann noyddur at dagføra. Á henda hátt vinna vit bæði málsliga og fakliga, og eftir 10 árum er alt lærutilfar á miðnámi føroyskt.