Onki úrslit

Miðnámsrit 11

Um blaðið

Góði lesari!

Hesa ferð eru seks greinir. Tórður Johannesarson hevur tvær. Tann fyrra er um, at stuðul til lærutilfar, sum í dag verður latin í bókastuðli og útbúgvingarstuðli, skal heldur markast, so peningurin fer til skúlarnar at umsita.

Mortan Ólason Vang hevur skrivað um sjónliga læring og um John Hattie. Hann kemur m.a. inn á sjálvevaluering, har John Hattie leggur upp til, at um lærarar t.d. veita skipað feedback, so fer tað statistiskt sæð at menna læringina. 

Olav Absalonsen hevur umsett grein eftir Keith Goree um etikk í undirvísingini. Greinskrivarin spyr, um etikkur kann lærast í skúlanum. Svarið er ja og nei.

Maybritt við Strond hevur skrivað um støðuna hjá orðblindum børnum í Føroyum, og hvussu logopediska arbeiðið við miðnámsskúlanæmingum á Glasi í Hoydølum er skipað í verki.

Seinna greinin hjá Tórði er m.a. um, at meiri enn 50% av føroyskum skrivligum próvtøkuuppgávum á miðnámi verða send av landinum at verða dømd. Hann hevur boð upp á, hvussu vit kunnu bøta um hetta.

Rógvi Thomsen hevur eitt framhald av grein, sum stóð í Miðnámsriti 7 í 2015, nevnd Undirvísing ella læring? Læring hjá teimum ungu í tí seinmodoernaða samfelagnum. Hetta er seinna grein.

Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson

Innihaldsyvirlit

Bókastuðul á miðnámi – hjálp til sjálvhjálp, Tórður Johannesarson             

“Kenn tína ávirkan” – Um sjónliga læring og John Hattie, Mortan Ó.  Vang

Etikkur í undirvísingini, Keith Goree, Olav Absalonsen týddi                         

Býr Mia Malua í Hoydølum? Maybritt við Strond                                                

Helmingurin av skrivligum próvtøkum á miðnámi verður dømdur uttanlands, Tórður Johannesarson       

Undirvísing ella læring? Læring hjá teimum ungu í tí seinmodernaða, Rógvi Thomsen

Tak niður sum PDF