Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

"Kenn tína ávirkan" - Um sjónlig læring og John Hattie

Eftir Mortan Ó. Vang í miðnámsrit 11, september 2016

Grein skrivað við støði í uppleggi, sum eg helt á námsfrøðiliga seinnapartinum í Hoydølum mikudagin 4. november 2015.

“Sjónlig læring” … ella kanska ikki!? Tað er spurningurin

Eg spurdi ein dagin lærarar í Hoydølum og Marknagili, um teir í undirvísingini upplivdu sjónliga læring. Flestu lærarar vóru ikki heilt við upp á, hvat eg spurdi um, men so var onkur, ið spurdi aftur: “Jamen, er læringin ikki netupp Ó-sjónlig?”. Jú, tað er fyri so vítt rætt! Læring er eitt fyribrigdi, vit ikki kunnu síggja, men vit ganga so ella so út frá, at næmingarnir hava lært og rokkið ávísum førleikum, tá ið undirvísingin er liðug. Næmingarnir, serliga teir ið fáa góð úrslit, staðfesta tað í ein mun til ársroyndir og próvtøkur. Men eru góð úrslit til ársroyndir og próvtøkur tað sama sum, at einstaki næmingurin veruliga hevur lært tað, sum var endamálið við undirvísingini og náms­ætlanini? Er læring tað sama sum góð próvtøl? Hvussu vita lærarar, at teirra undirvísing veruliga førir til læring millum næmingar? Hvørja ávirkan hevur undirvísing á læring? Og ber til at vísa á hesa ávirkan, at hon veruliga er har og mennir læringina? Ella ber tað við øðrum orðum til at gera læringina sjónligari? Og hvussu?

Netupp slíkir spurningar vóru grundarlagið undir drúgva savningararbeiðnum, ið John Hattie stóð fyri, og sum hann í 2009 gav út í bók, ið nevndist Visible Learning. Granskingar­úrslitini um sjónliga læring í nevndu bók hava kollvelt námsfrøðiliga kjakið í serliga ensktalandi heiminum og hava harumframt ávirkað kjakið í Norðurlondum um námsfrøði, undirvísing og læring.

Ávirkan og læring

John Hattie er føddur í New Zealandi í 1950 og starvast í dag sum professari innan gransking av útbúgving og er leiðari á Melbourne Education Institute við lærda háskúlan í Melbourne. John Hattie hevur gjøgnum mong ár vitjað á nógvum skúlum og hitt nógvar lærarar – harav fleiri ið høvdu skjalprógvað sína ávirkan á læringina hjá næmingunum – og samstarvað við fleiri av heimsins dugnaligastu granskarum innan undirvísing. Gransking hansara í útbúgvingum fevnir serliga um avrik, eftirmeting og kreativar mátingar umframt menning av undirvísing og læring. Hann er talsmaður fyri evidensgrundaðar kvantitativar granskingarmetodur, t.e. metodur, ið granskarar brúka fyri kvantitativt at máta og staðfesta, hvussu næmingar best kunnu læra og avrika í skúlanum. Út frá hesum var tað, at hann fór undir hitt umfatandi kvantitativa arbeiðið at savna saman 800 metaanalytiskar kanningar av 50.000 vísindaligum kanningum av fleiri enn 240 milliónum næmingum og lærarum. Kanningarnar fevna um alt frá barnagarði til lærdar háskúlar. Hetta granskingararbeiðið førdi til Visible Learning frá 2009.

John Hattie er mest áhugaður í gerandisdegnum hjá lærarum við fyrireiking, undirvísing og eftirmeting. Og í gerandisdegnum hjá næmingum, ið skulu læra. Hann vísir á týdningin av felagsskapinum, tað at lærarar arbeiða í felag fyri at seta spurningar, eftirmeta sína ávirkan á læringina hjá næmingunum og gera av, hvat tað optimala næsta stigið á leiðini skal vera. Felagsskapurin millum næmingar, sum samstarva fyri at gera framstig, hevur eisini sjálvsagdan týdning. Tað mest avgerandi amboðið í góðari undirvísing er hugurin og viljin til at eftirmeta ávirkan, at skilja hesa ávirkan og síðan at handla eftir tí. Tí eru slagorðini hjá John Hattie: “Kenn tína ávirkan”.

Tann “sjónligi” tátturin sipar fyrst og fremst til hetta at gera læringina hjá næmingum sjónliga fyri lærarunum, at eyðmerkja tær dygdir, ið sjónliga gera mun fyri læring, og at øll – bæði lærarar, næmingar og leiðsla – duga at síggja, hvørja ávirkan tey hava á læringina. Tann “sjónligi” tátturin sipar eisini til hetta at gera undirvísingina sjónliga fyri næming­unum, so at teir læra at gerast sínir egnu lærarar, og júst tað er kjarnan í lívlangari læring og sjálvtillagan og í lærihuginum, ið øll so fegin ynskja, at næmingar duga at virðismeta. “Læringstátturin” sipar til vitanina um, hvussu vit breiðka okkara vitan og fatan, og hvussu vit út frá hesum gera nakað við læringina hjá næmingunum. Júst hetta er høvuðstemað í granskingini hjá John Hattie, at læringin kemur í fremstu røð, og at undirvísing fyrst og fremst verður mett út frá síni ávirkan á næmingarnar.

John Hattie tosar nógv um ávirkan, tí hann vil vera við, at kanska tann týdningarmesta uppdagingin, hann kom til í Visible Learning, er, at mest sum ein og hvør uppílegging (interventión) kann sigast at hava eina ávirkan á læringina hjá næmingunum. Hetta sigur hann við støði í einum “ávirkanarbarometri”, sum hann hevur ment, og tað gongur frá -0,34 til +1,44. Við at samanbera úrslitini frá teimum mongu metaanalysunum hevur hann roknað eitt miðaltal út, ið sigur, hvussu stóra ávirkan, ein uppílegging hevur – t.d. hvussu stóra ávirkan undirvísingardifferentiering hevur, støddin á flokkinum, motivatión, órógv í flokkinum o.s.fr. – og sett tað inn í barometrið. Í barometrinum finnast 138 uppíleggingar (nú eru tær einir 150 í tali), sum aftur eru býttar sundur í seks størri bólkar: skúli, lærari, undirvísing, curriculum, heim og eginleikar næminganna. Ein og hvør ávirkan, ið hevur eitt virði størri enn 0, er ein positiv ávirkan, t.e. avrikið hjá næmingunum er vorðið betri av uppíleggingini. Vansin her er tó, at “alt riggar”. Um treytirnar fyri góðari undirvísing eru at menna avrikini, so eru 95 prosent av øllum uppíleggingum í undirvísingini positiv. So tá ið lærarar vilja vera við, at teir hava gagnliga ávirkan á avrikini hjá næmingunum, ella at ein ávís mannagongd betrar avrikini, sigur hetta í grundini rættiliga lítið, snøgt sagt tí at mest sum alt riggar. Við øðrum orðum verður markið fyri, hvat ið riggar í undirvísing og læring, sett alt ov ofta á 0, og tað er ikki skilagott.

Tá markið er á 0, er onki løgið í tí, at allir lærarar vilja vera við, at teir gera ein mun, at vit fáa nógv svar upp á, hvussu vit kunnu betra avrik, at har er grund til at halda, at næmingar gerast betri, og at ongir lærarar eru “undir miðal”. At vit seta markið á 0, merkir, at onki í skipanini hevur tørv á broytingum! Tá er lætt at siga, at okkum tørvar bara eitt sindur meiri av tí, vit longu hava – “fleiri pengar, fleiri tól, fleiri …” umframt “færri næmingar fyri hvønn lærara”, men John Hattie heldur hesa tilgongd vera skeiva. At seta markið fyri ávirkan á d = 0,0 (har d er stytting fyri ávirkanarstødd) er so lágt, at tað er vandamikið. Vit eiga at vera meiri eftirsíggin og siga fyri at meta eina uppílegging sum virðismikla, at hon má vísa, at læringin hjá næmingunum er betrað við minst +0,40, sum altso er miðal­ávirkanarstøddin. John Hattie kallar hetta miðaltalið eitt tilvísingarpunkt fyri, hvat ið hevur nóg stóra ávirkan og ikki, tí onnur helvtin av teimum 138 uppíleggingunum er yvir punktinum og hin undir. John Hattie leggur dent á, at hetta er ikki eitt leyst uppáhald, men empirisk úrslit úr tí veruliga heiminum. Á leið helvtin av øllum tí, vit gera við øllum næmingum, hevur eina størri ávirkan enn 0,40. Á leið helvtin av øllum næmingum gongur í flokkum, ið uppliva hesa 0,40 ávirkanina og meir, meðan hin helvtin gongur í flokkum, sum uppliva minni enn 0,40 ávirkanina.

Kritisk hugsan og mannagongdir

Meðan kanningarnar hjá John Hattie snúgva seg nógv um avrik, leggur hann dent á at krevja meiri av skúlum enn bara tað. Hvílir fokusið ov nógv á avrik, er vandi fyri at missa nógv av tí, ið næmingar vita, duga og elska. Fleiri næmingar elska læringstáttin og kunnu hugagóðir brúka tímar upp á ikki-skúlatengd avrik og læra nakað samstundis. Eitt hitt týdningarmesta endamálið við útbúgving er at menna førleikarnar til kritiskt at meta um eitthvørt, so at vit fáa samfelagsborgarar, ið duga at hugsa avbjóðandi og gerast virknir, kappingarførir og kritiskt hugsandi í eini torgreiddari verð. Undirvísing eigur ikki bara at føra til breiðari vitan og fatan, men at menna allan persónin, eisini intellektuelt, moralskt og borgarliga. John Hattie heldur eisini, at kritisk hugsan eigur at eyðkenna lærarar og skúlaleiðslur, og at undirvísingin tí má miða eftir at menna førleikarnar hjá næmingum at skoða heimin úr øðrum sjónarhorni, at skilja menniskjaligar veikleikar og órættvísi og at samstarva. Neyðugt er, at lærarar læra næmingar at hava umsorgan fyri sær sjálvum og fyri øðrum, at teir læra næmingar at síggja týdningin av vísindaligum prógvum sum mótvekt til fordómar og trongskygda hugsan, at teir læra teir at taka ábyrgd av egnum handlingum, og at teir menna teirra kritisku hugsan og fáa teir at síggja virðið í hugsanum hjá øðrum. Alt hetta hvílir á fakligari vitan, tí kanningar og kritisk hugsan kunnu ikki skiljast frá tí at vita nakað. Kritisk hugsan er eitt kjarnuhugtak í granskingini hjá John Hattie, serliga hetta at lærarar og skúli mugu vera kritiskir, tá ið teir meta um ávirkanina, teir hava á sínar næmingar.

At enda vil John Hattie leggja dentin á, at kanningin eggjar til undirvísingar­manna­gongdir, ikki -vísindi, tí har finst ongin vatntøtt loysn, ið tryggjar maksimala ávirkan á læringina, ella nakrar meginreglur um læring, sum eru galdandi fyri allar næmingar. Vit kunnu til dømis velja at gera meiri burtur úr feedback til næmingar og so halda, at tað fer at menna læringina so og so nógv, men so lætt hongur tað ikki saman. Tó vita vit, at onkrar mannagongdir rigga betur, meðan aðrar ikki rigga eins væl, og kvantitativa kanningararbeiðið hjá John Hattie leggur upp til, at um lærarar t.d. veita skipað feedback, so fer tað statistiskt sæð at menna læringina munandi. Lærarar eiga ikki at hugsa í strangum og óvíkiligum ástøðum, men at menna tilvitaðar mannagongdir, sum teir læra av við at undirvísa og síðan endurskoða, so hvørt teir síggja, at tørvur er á tí.

Yvirlit yvir nakrar av uppíleggingunum við bestu ávirkanini

Tað er alt ov drúgt at taka allar uppíleggingar við her. Tí eru bara nakrar av teimum týdningarmestu, ið sambært John Hattie hava bestu ávirkanina á læringina hjá næmingum, tiknar við.

Sjálvsmeting / Næmingavæntan 1,44: Næmingurin skal meta um, hvat hann væntar av sær sjálvum í sambandi við eina uppgávu, t.e. hvussu væl hann fer at loysa hana. Lærarin fær soleiðis innlit í, hvussu næmingurin hugsar, og høvi til at vísa á styrkir og veikleikar og eggjað næminginum til at betra seg.

Respons upp á uppílegging 1,07: Við støði í avriki næmingsins velur lærarin ein skipaðan leist, ið skal menna næmingin framhaldandi, og tekur úrslitini til eftirmetingar innan fyri avmarkaða tíð. Bæði leistur og úrslit mugu skrivast í loggbók, so lærarin hevur eftirlit við læringini.

Læraratrúvirði 0,90: Næmingurin heldur læraran vera álítandi, dugnaligan, dynamiskan og nærverandi.

Formativ eftirmeting 0,90: Framlítandi eftirmeting, t.d. feedback til næmingarnar, eftirmeting av menning, vísa á tað ófullfíggjaða, ólidna og feilirnar. Næmingurin ger neyðugar broytingar og brúkar mistøkini sum høvi til víðari menning og læring.

Flokskjak 0,82: Lærarin gevur næmingunum høvi til at koma til orðanna við egnum sjónarmiðum og frágreiðingum, og at teir lurta eftir viðmerkingum og atfinningum.

Lærarin er greiður 0,75: Lærarin leggur dentin á gott samskifti við næmingarnar og ger teimum greitt, hvørjar ætlanirnar við undirvísingini eru, hvør málsetningurin fyri læring er, og hvussu hann verður rokkin.

Feedback 0,75: Her verður serliga hugsað um tað feedback, ið næmingurin veitir læraranum. Lærarin sær tá, hvar næmingurin flýtur í mun til læringina, og tekur neyðug atlit hareftir fyri at hjálpa næminginum at røkka endamálunum við undirvísingini. Lærarin søkir eisini feedback av egnari ávirkan á næmingarnar.

Undirvísing sínámillum 0,74: Næmingar hjálpa og meta um avrikið hvør hjá øðrum, tó at atlit mugu takast til, hvørjir næmingar meta um avrikið hjá hvørjum.

Sambandið millum lærara og næming 0,72: Tað er gott samband millum lærara og næming, har næmingurin hevur virðing fyri læraranum, men ikki kennir seg ótryggan ella óttast.

Atferð í flokshølum 0,68: Lærarin syrgir fyri góðum fortreytum fyri undirvísing við at skúgva alt órógvandi til viks, so at betri stundir eru til at gera tað, sum er ætlað. Atferðin í flokshølunum versnar skjótt, um t.d. lærararin kemur ov seint, um undirvísingin ikki er væl fyrireikað, um hølini ikki eru innrættað til undirvísing, ella um næmingar eru fokuseraðir upp á ymiskt, sum ikki fremur endamálið við undirvísingini.

Rís og rós

Granskingin hjá John Hattie um sjónliga læring hevur síðan 2009 kollvelt stóran part av undirvísingarheiminum. Lærarar og skúlar á øllum stigum í londum kring allan heimin hava tikið granskingina og úrslitini til sín og endurskoðað undirvísingarmannagongdir, fingið námsfrøðiligan íblástur og lært at skoða sín egna leiklut av nýggjum. Eisini í Danmark hevur sjónlig læring gjørt innrás. Á heimasíðuni gymnasieskolen.dk er eitt stórt tema um sjónliga læring. Serliga eru tað teir báðir Niels Egelund og Lars Qvortrup – ið báðir eru professarar og hava leiðandi starv innan útbúgving og námsfrøði við lærda háskúlan í ávikavist Aarhus og Aalborg – sum hava gjørt nógv burtur úr sjónligari læring í Danmark. M.a. er eitt netverk millum fleiri miðnámsskúlar fingið í lag, har teir samstarva um sjónliga læring við at skipa fyri skeiðum og kjaki og býta royndir millum sín, eisini gjøgnum felags Facebook-síður.

Sjónliga læringin hjá John Hattie sleppur tó ikki undan atfinningum og ivamálum. Fyri tað fyrsta snýr tað seg um tað rúgvismikla savningararbeiðið í sjálvum sær. Tá ið John Hattie samanfatar so nógvar ymiskar granskingarverkætlanir undir felags yvirskriftir, er hann noyddur til at boyggja ávísar skilmarkingar og bólkingar í mun til hvørja aðra fyri at fáa samsvar í, og tað kann vera trupult at skilja ímillum øll hugtøkini og allar uppí­legging­arnar í kanningunum.

Fleiri vísa á, at øll úrslitini í Visible Learning eru fyrst og fremst gjørd við støði í ensk­talandi heiminum, har skúlaskipanir á mangan hátt eru øðrvísi og meiri stýrdar enn eitt nú tann almennandi norðurlendska, vit kenna til. Lærarar óttast m.a., at myndugleikarnir fyri at spara pengar brúka sjónliga læring til at gera flokkarnar størri – t.e. fleiri næmingar í hvørjum flokki, tí John Hattie vil vera við, at støddin á flokkinum hevur lítið at siga fyri læringina – ella at skúlaleiðslurnar brúka sjónliga læring til at stýra undirvísingini hjá lærarum ella enntá at máta og meta lærararnar sjálvar heldur enn undirvísingina og næmingarnar. Í øllum hesum er so aftur vandin fyri, at tað sjónliga í læringini fer at krevja ov nógva tíð og orku av bæði skúlaleiðslum og serliga lærarum, t.e. at teir mugu renna meir fyri lønina, nakað sum eitt nú lærarar í føroyska miðnámsskúlanum helst ikki eru so heitir fyri, nú økið er fyri stórum bygnaðarbroytingum.

Summi vísa á, at í ávirkanarbarometrinum við 138 uppíleggingum tykist ikki nakað at vera um, hvussu trivnaðurin millum næmingar ávirkar læringina og málsetningarnar. Kanska motivatión sigur nakað um tað (liggur sum nr. 56 í barometrinum við eini ávirkan á 0,48) ella persónligheit (nr. 119 við eini ávirkan á 0,18). Sama er galdandi fyri aðrar uppí­leggingar, sum ikki eru so einfaldar at máta. Hvussu skulu vit síggja, um ein næmingur lærir nakað um eitt torgreitt evni, sum tekur langa tíð hjá honum at seta seg inní? Eisini er tað trupult at vita, hvussu ein skal skilja úrslitini, sum ymisku uppíleggingarnar í undir­vísingini fáa. Um vit taka heimaarbeiði sum dømi (nr. 94 við eini ávirkan á 0,29), so er at siga, at heimaarbeiði kann hava nyttu fyri læringina, men tað valdast. Heimaarbeiði kann skipast upp á so nógvar mátar, at ávirkanin kann broytast til tað betra og tað verra, grundað á øll møgulig viðurskifti. Vandin her sum við øðrum uppíleggingum er algildingin, tó at John Hattie vísir á, at drúgvu kvantitativu kanningarnar loysa jú henda trupulleikan. Onnur vísa á vandan fyri, at lærarar bara avrita ávirkanarbarometrið og strika allar uppíleggingar, hvørs miðalávirkanarstødd er undir 0,40, og halda, at so fer undirvísingin at rigga, hóast John Hattie leggur upp til, at allar mannagongdir altíð eiga at verða umhugsaðar, umrøddar og endurskoðaðar.

At enda eru tað tey, sum ivast í, um sjónlig læring í heila tikið er eitt nýtt fyribrigdi og ikki bara “gamalt vín í nýggjar fløskur”, og siga, at miðnámsskúlalærarar longu sum er praktisera sjónliga læring á ein ella annan hátt, eisini um teir ikki eru tilvitaðir um tað sjónliga í tí, og duga væl at gera næmingum tað greitt, hvat teir skulu læra, og hvussu teir læra tað. Fleiri fagna kortini sjónligari læring við tí grundgeving, at hon gevur øllum í skúlaverkinum høvi til av nýggjum at seta fokus á læring, og hvussu ið undirvísing á bestan hátt førir til læring.

Samanumtikið er at siga, at sjónliga læringin hjá John Hattie er áhugaverd og spennandi, og vónandi kann hon eisini vera við til at varpa ljós á útbúgving í Føroyum. Ikki minst er hetta eitt høvi til at kjakast um námsfrøðina innan undirvísing og læring, nú miðnáms­skúlaøkið er fyri umfatandi bygnaðarligum broytingum við nýggjum námsætlanum, og vónandi verður kjakið mennandi og til gagns fyri okkum øll, bæði lærarar, næmingar og onnur viðkomandi.

Viðkomandi heimildir

http://gymnasieskolen.dk/se-hatties-topliste-hvad-virker-i-undervisningen

  • John Hattie 2009: Visible Learning: A Synthesis of Over 800 Meta-Analyses Relating to Achievement.
  • John Hattie 2012: Visible Learning for Teachers: Maximizing Impact on Learning.
  • John Hattie 2014: Synlig læring for lærere, donsk týðing.
  • Rudi Lauridsen 2015: Skeiðið “Arbejdsformer til det mangfoldige læringsmiljø 2”.
  • Visible Learning (heimasíða), http://visible-learning.org/

Aðrar greinar í miðnámsrit 11