Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Helmingurin av skriviligum próvtøkum á miðnámi verður dømdur uttanlands

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 11, september 2016

Skúlaárið 2015-2016 vórðu 30 uppgávusett gjørd á miðnámi. Av teimum verða 16 gjørd og rættað í Danmark. Tað vil siga, at bara 47% av uppgávum á miðnámi verða gjørd og rættað í Føroyum. Hetta skapar nakrar avbjóðingar.

Vit mugu royna at stremba eftir at gera og rætta allar skrivligar uppgávur í Føroyum, tí annars menna vit ikki tað námsfrøðiliga, fakliga og málsliga í undirvísingarskipanini. Hvussu gera vit tað? Tað er eingin ivi um, at tað ber til, tí at vit hava akademiskar førleikar, fyrimyndir og eldsálir á miðnámi, sum vilja broyta verandi gongd, men Mentamálaráðið má hjálpa til.

Næmingurin í fokus

Vit mugu hava næmingin í fokus. Hann má fáa kensluna av, at tingini hanga saman, men tað gera tey tíverri ikki í løtuni. Um vit hyggja at undirvísingartilfarinum, so eru meira enn tveir triðingar danskt tilfar. Inni í skúlastovuni verður tosað og undirvíst í og á føroyskum, og í skúlaárinum verða uppgávur í høvuðsheitum settar og svaraðar á føroyskum í flestu lærugreinum.

Hyggja vit at skrivligu próvtøkunum, verða sum nevnt meiri enn helvtin av uppgávunum gjørd og rættað í Danmark. Vit hava onga trygd fyri, at tann, sum rættar uppgávurnar, skilir føroyskt nóg væl. Um vit gjørdu og rættaðu uppgávurnar í Føroyum, høvdu vit vunnið á fleiri mótum. Samanhangur hevði verið millum undirvísing og próvtøkur, vit høvdu vunnið okkum nøkur máløki, og lærarar høvdu ment seg fakliga og námsfrøðiliga.

Hvussu koma vit burtur úr verandi støðu? 

Niðanfyri er eitt yvirlit frá Mentamálaráðnum í sambandi við skrivligar próvtøkur á miðnámi í mai/juni 2016.

PróvtøkaBreytGjørdar og rættaðar í FøroyumGjørdar og rættaðar í Danmark
1. Alisfrøði ANáttúrubreyt X
2. Alisfrøði ATøknibreyt X
3. Altjóða búskapur ABúskaparbreytX 
4. Danskt ABúskaparbreyt/ Fyrireikingarbreyt/ Hugbreyt/NáttúrubreytX 
5. Enskt ABúskaparbreyt/ Hugbreyt/Náttúrubreyt/ Tilfeingisbreyt/ TøknibreytX 
6. Enskt BBúskaparbreyt/ Hugbreyt/Náttúrubreyt/ Tilfeingisbreyt/ Tøknibreyt/FyrireikingarbreytX 
7. Evnafrøði ANáttúrubreyt X
8. Evnafrøði ATøknibreyt X
9. Franskt A byrjanarmálHugbreyt X
10. Føroyskt ABúskaparbreyt/Hugbreyt/ Náttúrubreyt/Tilfeingisbreyt/ TøknibreytX 
11. Føroyskt CFHS/YrkisnámX 
12. Latín AHugbreyt X
13. Lívfrøði AHugbreyt/Náttúrubreyt/ TilfeingisbreytX 
14. Samfelagfrøði AHugbreyt/NáttúrubreytX 
15. Spanskt AHugbreyt X
16. Støddfrøði ABúskaparbreyt X
17. Støddfrøði ATøknibreyt X
18. Støddfrøði A (3 ár)Hugbreyt/Tilfeingisbreyt/ Tilfeingisbreyt X
19. Støddfrøði B, Innlating av verkætlanTøknibreyt X
20. Støddfrøði BBúskaparbreyt X
21. Støddfrøði B (2 ár)Fyrireikingarbreyt/Hugbreyt/Náttúrubreyt/Tilfeingisbreyt X
22. Støddfrøði CBúskaparbreyt/Fyrireikingar­breyt/Hugbreyt/ FHS YrkisnámX 
23. Sølubúskapur ABúskaparbreytX 
24. Sølubúskapur BBúskaparbreytX 
25. Tøkni B, Innlating av verkætlanTøknibreyt X
26. Tónleikur ANáttúrubreyt/Hugbreyt X
27. Týskt A framhaldsmálHugbreyt X
28. Virkisbúskapur ABúskaparbreytX 
29. Virkisbúskapur BBúskaparbreytX 
30. Virkisbúskapur CBúskaparbreytX 

Kelda: Mentamálaráðið, juni 2016

Altjóða búskapur á A-stigi – ein sólskinssøga

Tað verður ført fram, at vit eru ov smá, vit kunnu ikki gera uppgávurnar í Føroyum, tí so fáir lærarar undirvísa í einstøku lærugreinunum o.s.fr.. Soleiðis mugu vit ikki hugsa, tí at tað snýr seg eisini um, at lærarar mugu stríðast fyri sínum fakøki, so lærugreinin ikki doyr út. Ein av hesum sokallaðu “smáu lærugreinum” er Altjóða búskapur á A-stigi. Í løtuni velja millum 50 og 100 næmingar í Føroyum hesa lærugrein, ogn uppgávurnar verða gjørdar og rættaðar í Føroyum. So skjótt sum lærugreinin varð hækkað til A-stig, vendu lærarar sær til Mentamálaráðið við umbøn um at fáa skrivligu uppgávurnar gjørdar og rættaðar í Føroyum – hetta bleiv eisini játtað. At uppgávur eru gjørdar og rættaðar í Føroyum, hevur gjørt, at lærugreinin er ment og styrkt.

Uppgávunevndirnar mugu fáa størri samsýning

Tey 14 uppgávusettini, ið verða gjørd her á landi, eru fult á hædd við uppgávusett í t.d. Danmark. Vit hava fleiri dømi um, at føroysk uppgávusett hava verið brúkt sum fyri­myndir í Danmark. Ein orsøk til, at lærarar á miðnámi hava hildið seg aftur at koma upp í uppgávunevndir, eru tær vánaligu samsýningarnar, sum Mentamálaráðið letur. Tað hevur snøgt sagt ikki verið motiverandi at koma í uppgávunevndirnar. Vit hava tó havt eldsálir, sum hava fjálgað um sínar lærugreinir; hesar hava gjørt arbeiðið av idealismu. Í løtuni fáa tey, sum sita í uppgávunevndunum, einar 800 krónur um mánaðin í miðal, og tað er ikki serliga nógv í mun til danir, ið fáa nógv hægri samsýningar, okkurt um trífalt so nógv.

Um vit bera samsýningar saman, sum nevndarlimir í føroysku uppgávunevndunum fáa, so eru summar nevndarsamsýningar í t.d. Vinnumálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum 10 ferðir so høgar (12.000 kr. um mánaðin). Neyvan munnu nevndarlimir í uppgávu­nevndunum hjá Mentamálaráðnum gera so nógv vánaligari arbeiði enn nevndarlimir í øðrum almennum nevndum. Ráðið átti at hækka hesar samsýningar, tí við slíkum pírni sendir stovnurin eitt keðiligt signal út í samfelagið.

Lærugreinaráðgevarar

Ein gongd leið er t.d., at vit fáa lærugreinaráðgevarar fyri allar lærugreinir á miðnámi eins og vit hava gjørt í føroyskum. Í nítiárunum fingu vit lærugreinaráðgeva í føroyskum. Hetta hevur verið við til at ment føroyskt sum lærugrein. Hesin hevur verið savnandi og hevur havt tætt samband við myndugleikan. Á hvørjum ári hevur hann skipað fyri fundi, har føroysklærarar koma saman at tosa um tað, sum rørir seg innan fakøkið. Fleiri av hesum lærarum koma eisini saman, tá ið skrivligar uppgávur á C- og A-stigi skulu rættast í próvtøkutíðini í juni. Tey fyrstu árini gjørdi táverandi lærugreinaráðgevin, Jonhard Mikkelsen, eina rúgvu av undirvísingartilfari, sum enn verður brúkt. Í løtuni arbeiðir lærugreinaráðgevin næstan burturav við bókunum Sýni og Dýpi, og føroysklærarar kenna tað, eins og teir hava mist ráðgevan.       

Tað er spell, at myndugleikin ikki vil raðfesta lærugreinaráðgevaraleiklutin. Um rætt var borið at, so kundi ein slíkur blivið ein eggjari, kveikjari og hjálpari hjá uppgávu­nevndunum. Tað hevði verið eitt stórt framstig, um miðnámsskúlalærarar fingu nakrar dugnaligar lærugreinaráðgevarar afturat. Sjálvsagt er tað dýrt at hava ein ráðgeva fyri eina “lítla” lærugrein, men vit kundu lagt uppgávurnar saman, t.d. ein ráðgeva fyri søgu og samfelagsfrøði, ein fyri tær handilsligu lærugreinirnar, ein fyri støddfrøði og alisfrøði, ein fyri evnafrøði og lívfrøði, ein fyri fremmandamál o.s.fr.. Samstundis høvdu vit fingið eitt toymi av lærugreinaráðgevum.

Í nýggju gymnasialu skipanini verður dentur lagdur á tvørfakligt samstarv. Hetta toymið av ráðgevum kundu verið eitt bindilið millum lærugreinarnar, og verið við til at ment tvørfakligt samstarv á miðnámi til frama fyri næmingin, sum skal læra fleirfakliga.

Í fyrsta Miðnámsriti vístu vit á, at 80% av undirvísingartilfarinum á miðnámi er danskt. Lærugreinaráðgevararnir kundu verið oddvitar í arbeiðinum at gjørt føroyskt undirvísingartilfar á miðnámi.  

Øll hesi uppskot koma sjálvsagt at kosta nógvar pengar, men hava vit ráð til at lata vera?

Aðrar greinar í miðnámsrit 11