Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Etikkur í undirvísingini

Eftir Keith Goree, Olav Absalonsen týddi í miðnámsrit 11, september 2016

Tá ið leiðarar verða spurdir, hvørjar eginleikar teir meta hægst hjá fólki, so standa persónligir eginleikar sum etiskur atburður ofta ovast á listanum, tá ið nýggj fólk skulu setast í starv. Og tað er ikki so løgið. At læra ein erligan og álítandi persón at arbeiða á einum nýggjum stað er lættari enn at sleppa undan trupulleikum av einum óerligum og óálítandi persóni. Óetisk starvsfólk kosta nógv. Teirra avgerðir kunnu gera, at sølan minkar, at kundar rýma, at virkið verður stevnt, at sjúkufráboðanir verða misnýttar, og at virkið missir virði.

Harumframt eru óetisk starvsfólk skaðilig fyri virkismentanina. Tey hava negativa ávirkan á onnur starvsfólk, sum kunnu koma keðiliga fyri av teimum. Eitt starv er heldur ikki altíð so trygt. Starvsfólk verða sum heild ikki koyrd úr starvi, tí tey gera eitt vánaligt arbeiði. Dugnaloysi er ikki ein vanlig uppsagnargrund. Hinvegin føra etisk misbrot ofta til uppsøgn ella burturvísing. Starvsfólk, sum stjala, lúgva fyri leiðarum og kundum ella fremja kynsligan ágang, eru heilt einfalt ov stórur váði hjá fyritøkuni at hava í starvi. Hvat kunnu lærarar gera fyri at hjálpa næmingum at menna og hava etiska atferð?

Fýra liðir í etiskum atburði

Avleiðingar av etiskum misbrotum gera, at vit mugu spyrja, um tað ber til at undirvísa í etiskari atferð. Svarið er ja og nei. James Rest sálarfrøðingur og etiskur granskari vísir á, at tað eru 4 liðir í etiskum atburði, og at til ber at undirvísa í tveimum av teimum og læra teir. Tann fyrsti liðurin er moralskur sensitivitetur – evnini at duga at meta um etisk evni og vandamál. Um ein persónur ikki er greiður um, at ein støða er ein etiskur spurningur ella etiskt dilemma, er lítil møguleiki fyri, at hann tekur skilagóða avgerð.

Dømi: Tonya, sum er 16 ára gomul, er nýggj í sínum fyrsta starvi. Hon leggur til merkis, at nógv starvsfólk á arbeiðsplássi hennara brúka stóran part av arbeiðstíðini at lesa og senda persónligar teldupostar. Eitt av teimum eldru starvsfólkunum mælir Tonyu at gera tað sama, og vissar hana um, at leiðslan leggur einki í tað: “Hetta virkið er ógvuliga avslappað. Tey blanda seg ikki upp í, hvat vit gera, so leingi sum vit fáa okkurt arbeiði frá hondini.” Tonya fer neyvan at halda, at henda støðan kundi verið eitt høvi til etiskt høvuðbrýggj.

Lærarar kunnu hjálpa næmingum at menna moralskan sensitivitet. Nógvar kanningar vísa, at næmingar, sum kjakast um, lesa um og kanna etisk mál, gerast meira sensitivir um hetta alt lívið. St. Petersburg College í Florida (SPC) ger eina kanning frammundan og eina aftaná fyri at vita, um sensitiviteturin økist av eini undirvísingargongd. Í byrjanini av hvørjum lestrarhálvári verða nakrar stuttar søgur lagdar fyri næmingarnar um støður, ið kunnu koma fyri á einum arbeiðsplássi. Á einum stiga frá 1 til 5 verða næmingarnir bidnir at meta um, hvussu álvarslig støðan er, sæð úr einum etiskum sjónarhorni. Tvey dømi, sum eru komin fyri í kanningini, síggjast niðanfyri; annað av teimum inniheldur etiskt misbrot, og hitt ikki.

Dømi 1. Cicely skrivar fyri eitt lokalt blað. Hon hevur skrivað eina positiva søgu um, at borgarstjórin hevur vitjað ein skúla, har hann lesur søgur fyri børnunum. Men tá ið blaðstjórin sendir henni greinina aftur, er hon nógv broytt. Nú er tað ein søga, sum finst at borgarstjóranum, at hann brúkar tíð til týdningarleys høvi fyri at síggjast, meðan átrokandi mál í býnum ikki verða loyst. Blaðstjórin greiddi henni frá, at søgan varð broytt, tí at stýrið fyri blaðið stuðlar einum øðrum valevni til næsta borgarstjóraval.

Dømi 2. Fyrisitingin í Sandy Beach Community College hevur broytt tímatalvuna fyri at geva næmingunum fimm minuttir eyka at fara frá einum klassa til tann næsta.

Úrslitini av kanningunum hjá SPC hava víst, at við endan á hálvárinum halda næmingarnir, at dømið um Cicely er ein álvarsamari etiskur spurningur, og dømið um Sandy Beach er ein minni álvarsamur etiskur spurningur, enn teir hildu í byrjanini av lestrarhálvárinum. Broytingarnar eru statistiskt signifikantar. Niðurstøðan av kanningunum er, at næmingar menna moralskan sensitivitet, tá ið lærarar taka etiskar spurningar inn í undirvísingina.

Men moralskur sensitivitetur er ikki nóg mikið. At duga at síggja, at svikaligur atburður er ein etiskur spurningur, er eingin trygd fyri erligum atburði. Her kemur annar liður inn í myndina – moralsk dømievni. Moralsk dømievni eru evnini at hugsa tvørtur ígjøgnum eitt vandamál og taka støðu til, hvat er moralskt frægast at gera; við øðrum orðum at taka eina etiska avgerð.

Tað ber eisini til at læra moralsk dømievni. Í veruleikanum verður longu undirvíst í etiskari avgerðargongd sum liður í kritiskari hugsan, ið er eitt slitið orð fyri at loysa vandamál. Kritisk hugsan er ikki so løtt at máta, men fólk kunnu læra at taka betri og vísari avgerðir. Á sama hátt kunnu lærarar hjálpa næmingum at menna moralsku dømievnini við at taka ta etisku dimensiónina inn í tilgongdina í kritiskari hugsan. Ein myndil fyri kritiska hugsan kann til dømis hava hesi 4 stigini:

  1. Lýs vandamálið og avgerðina, sum skal takast.
  2. Ger ein lista yvir møguligar avgerðir.
  3. Met um avleiðingarnar av hvørjum møguleika.
  4. Vel og verj tann besta møguleikan.

Hesi stigini kunnu lættliga verða lagað til ein myndil fyri etiskar avgerðir soleiðis:

  1. Lýs vandamálið og ta etisku avgerðina, sum skal takast.
  2. Ger ein lista yvir møguligar avgerðir.
  3. Hugsa um øll, sum hava áhuga í avgerðini (einstaklingar, sum kunnu verða ávirkaðir av hesum møguleikum).
  4. Met um avleiðingarnar av hvørjum møguleika fyri hvønn einstakan áhugaðan
  5. Nýt viðkomandi etiskar reglur.
    1. Strika hvønn møguleika, sum greitt ger seg inn á rættindini hjá einum ella fleiri áhugaðum.
    1. Strika hvønn møguleika, sum brýtur ta gyltu regluna (ger ímóti øðrum, sum tú vilt, at tey skulu gera ímóti tær).
    1. Strika hvønn møguleika, sum inniber at lúgva, misnýta ella fara órímiliga við einum ella fleiri áhugaðum.
  6. Vel og verj tann besta møguleikan.

Næmingar kunnu nýta myndilin til etiskar avgerðir at velja ta mest etisku kósina. Dømið niðanfyri gevur eitt stutt yvirlit yvir, hvussu myndilin verður brúktur.

Dømi. Tummas søkir starv, men hevur ikki nógvar arbeiðsroyndir og hevur heldur ikki útint nógv í lívinum. Um hann prýðir umsóknina við at skrøgga og pella eitt sindur, kundi tað kanska hjálpt honum at fáa eitt gott starv.

  1. Lýs vandamálið og ta etisku avgerðina, sum skal takast. Hvussu skal Tummas skriva umsóknina?
  2. Ger ein lista yvir møguligar avgerðir. (a) Skrøgga og smyrja tjúkt uppá. (b) Skriva eina erliga umsókn.
  3. Hugsa um øll, sum hava áhuga í avgerðini (einstaklingar, sum kunnu verða ávirkaðir av hesum møguleikum). Áhugaði eru Tummas sjálvur, arbeiðsgevarar, starvsfelagar í framtíðini, og kundar í framtíðini.
  4. Met um avleiðingarnar av hvørjum møguleika fyri hvønn einstakan áhugaðan. Tummas kann fáa fyrimunir í byrjanini, um hann roynir at lumpa seg fram, men hini áhugaðu fáa tað ikki. Um arbeiðsgevarin og starvfólkini rokna við, at Tummas er so nógv dugnaligari, enn hann veruliga er, fara tvørleikar at stinga seg upp, serliga við kundum. Ein erlig umsókn er betri fyri øll onnur og eisini fyri Tummas í longdini.
  5. Nýt viðkomandi etiskar reglur.
    1. Strika hvønn møguleika, sum greitt ger seg inn á rættindini hjá einum ella fleiri áhugaðum. Arbeiðsgevarar hava rætt at vænta, at umsøkjarar eru erligir um, hvørjar royndir og førleikar teir hava.
    1. Strika hvønn møguleika, sum brýtur ta gyltu regluna (ger ímóti øðrum, sum tú vilt, at tey skulu gera ímóti tær). Um Tummas sjálvur skuldi sett fólk í starv, hevði hann viljað, at umsøkjararnir umtalaðu seg sjálvar erliga.
    1. Strika hvønn møguleika, sum inniber at lúgva, misnýta ella fara órímiliga við einum ella fleiri áhugaðum. Um ein umsókn er óerlig, brýtur hon reglu a og b.
  6. Vel og verj tann besta møguleikan. Falsloysi heldur longst, og tað er ikki trupult at verja. Eitt erligt svar er eitt etiskt svar, sum forðar fyri keðiligum avleiðingum í framtíðini. Í umsóknini kann Tummas nevna aðrar góðar eginleikar og vilja at læra.

Moralsk dømievni eru heldur ikki nóg mikið í sjálvum sær. Tá ið samanum kemur, verða flestu etisku misbrot framd av fólki, sum fullvæl vita, at tað, sum tey gera, er skeivt. Sum heimspekingurin Hannah Arendt hevur víst á: “Tað er ein døpur sannroynd, at mesti óndskapur er framdur av fólkum, sum ongantíð hava tikið støðu til, um tey vilja vera góð ella ónd.”

Ein triði liður, sum skal til fyri at hava áhaldandi etiska atferð er moralsk motivatión – ein innari vilji at gera tað, sum er rætt og gott. Nú blívur undirvísingin í etikki knappliga meira avbjóðandi. Kunnu lærarar læra næmingar at vilja vera etiskar? Kanska er svarið at finna í spurninginum, hvaðani fólk, sum ynskja at gera tað rætta, fáa motivatiónina til tað. Hesi fólk kunnu seta motivatiónina í samband við trúgv, við foreldur ella við lívsroyndir. Onnur vísa á ein lærara, ið virkaði sum eitt slag av mentori og hevði avgerandi ávirkan á lív teirra.

Og eyðvitað er, at á onkran hátt kann moralsk motivatión koma av einum mentori; og nógvir lærarar stremba eftir at vera hetta slag av mentori. Tað krevur, at tú tekur tær av næmingunum, ert málrættaður og ósjálvsøkin, og er hetta torført at liva upp til; tí eru hesir lærarar sera sjáldsamir.

Hvør orsøkin enn er, kann moralsk motivatión, eins og moralskur sensitivitetur og moralsk dømievni, ikki standa einsamøll. Fólk koma ofta í eina støðu, har tey eru greið um, at hetta er eitt álvarsligt etiskt vandamál. Tey vita, hvat er rætt, og tey vilja gera tað rætta, men av onkrari orsøk gera tey tað ikki. Tí hevur James Rest tann síðsta liðin í áhaldandi etiskari atferð, og er hann moralsk styrki – sum er at hava dirvi og sjálvsaga og at vera avgjørdur í at gera tað, sum er rætt, eisini tá ið onnur ikki gera tað.

Moralsk styrki er ikki einans fyri halgimenni og hetjur; vanlig fólk vísa moralska styrki hvønn dag. Ein kanning hjá LRN Corporation (2006) kom til, at 33% av starvsfólkum, sum høvdu svarað, søgdu, at tey høvdu sagt seg úr minst einum starvi orsakað av etiskari sannføring. Tað kann vera, at nógv fólk koma upp á hetta stigið onkuntíð, men at halda seg á hesum stigi er ein avbjóðing. Moralsk styrki, ið ber tað í sær, sum vit kunna kalla etiskt treysti, kemur innaneftir. Kunnu næmingar verða undirvístir í moralskari styrki? Eins og við moralskari motivatión hava mentorar ein avmarkaðan men avgjørdan leiklut.

Moralsk styrki ella persónsmenska kemur av lívsroyndum – serliga av teimum ringastu royndunum. Tá ið Arisoteles skrivaði “vit kunnu ikki læra uttan at líða”, skrivaði hann um at byggja persónsmenskuna upp. Sjálvt um persónsmenskan veksur innaneftir, kunnu lærarar ávirka næmingar við at sáa eitt fræ til hesa styrki og hjálpa teimum at fáa hana at vaksa.

Hvat kunnu lærarar gera fyri at geva eitt íkast til hesa menning hjá næminginum? Teir kunnu vera fyrimyndir; teir kunnu raðfesta etikk fremst; og teir kunnu vera idealistiskir.

At fáa etiska boðskapin til næmingarnar

Ver fyrimynd. Tað mest týðandi, ið lærarar kunnu gera, er at vera fyrimyndir sjálvir í støðugari etiskari atferð. Næmingar eru ofta meira idealistiskir og tola verri dupultmoral enn tilkomin fólk flest. Næmingar hava eyguni við lærarum og síggja, um teir stremba eftir góðari undirvísing, ella um teir bara undirvísa sum frægast fyri at fáa løn. Næmingar fylgja við og vita, um lærarin sigur satt, um hann heldur givin lyfti, og um hann tekur ábyrgd av mistøkum. Tískil mugu lærarar, sum vilja gera mun, støðugt vísa lyndisdrøg sjálvir, ið næmingar kunnu síggja upp til.

Raðfest etikk. Flestu øki innan handilsútbúgvingar eru sera væl egnað til etisk evni og kjak. At tosa um etikk og etiskar spurningar hjálpir til at økja um moralska sensitivitetin hjá næmingunum. Etisk dømi kunnu brúkast í øllum handilsfakum. Dømini kunnu vera um trúnaðarmál, sølu- og lýsingarteknikk, sum misnýtir kundar, plagiarismu, brot á copyright, at arbeiða við tvørligum fólki, kurteisi í teldupostum og umsóknir um starv.

Dagliga eru hendingar, sum kunnu elva til kjak ímillum næmingar. Lærarar kunnu eisini brúka case-undirvísing, ið kann vera just-in-time-undirvísing, sum er grundað á egnar royndir hjá næmingum. Dømið niðanfyri lýsir henda undirvísingarhátt:

Dømi: Tú arbeiðir í einum gimsteinahandli, sum fyrireikar eina stóra útsølu. Í lýsingarherferð verður sagt, at prísir verða lækkaðir 70%, og stjórin hevur biðið teg prísa nakrar vørur av nýggjum. Tú leggur til merkis, at bara eitt avmarkað tal av lutunum eru í útsøluni, hóast einki verður nevnt um tað í lýsingunum. Harumframt er prísásetingin løgin: tú tekur tað upprunaliga prísmerkið av, har $50 stendur, men tað nýggja prísmerkið sigur, at upprunaligi prísurin var $200, og við 70% avsláttri verður útsøluprísurin $60.

Hvat hendir her? Tú fært varhugan av, at hetta er ikki útsøla, men ein máti at lumpa kundar at keypa gimsteinar, sum handilin ikki hevur klárað at selt, og ein roynd at billa kundunum inn, at teir fáa ein dýran lut fyri nógv lækkaðan prís. Hvat gert tú?

Ver idealistiskur. At vera idealistiskur er eitt, sum eyðkennir lærarar, sum gera mun í lívi næminga. Hesir lærarar hava hug at miða hægri enn fólk flest. Teir krevja nógv av sær sjálvum og av næmingunum. Og tað sum hevur størri týdning er, at lærarar við idealismu vísa næmingunum, hvussu teir skulu krevja nógv av sær sjálvum – ikki bara akademiskt, men eisini í lívinum. Hetta eru lærarar, sum næmingar minnast við virðing, tí teir ikki bara trúðu upp á næmingarnar, men lærdu næmingarnar at trúgva upp á seg sjálvar.

Niðurstøða

At taka etikk inn í undirvísingina er sjálvandi ikki einasti háttur at skapa íblástur; men at gera tað regluliga hevur við sær, at næmingarnir so við og við blíva meira tilvitaðir um at nema sær lærdóm út um tekniska og tøknifrøðiliga vitan. At hjálpa næmingum at menna moralska sensitivitetin, moralsku dømievnini, moralsku motivatiónina og moralsku styrkina ber í sær, at lærarar sjálvir mugu vísa etiska atferð, og teir mugu senda krøvini um etiska atferð víðari til næmingarnar. Hesi boðini røkka út um ta stuttu tíð, sum næmingarnir ganga í skúla, og boðini kunnu verja næmingin seinni ímóti svárum avleiðingum av etiskum misbrotum í arbeiði ella í lívinum annars.

Keldulisti

Ethics Resource Center. (2007). ERC’s 2007 National business ethics survey. Retrieved June 25, 2008, from http://www.ethics.org/research/nbes.asp

Goree, K. (2007). Ethics in the workplace. Mason, OH: Cengage Publishing.

Hansen, R.S., & Hansen, K. (n.d.). Quintessetial careers: What do employers really want? Top skills and values employers seek form job seekers. Retrieved June 25, 2008, from http://www.quintcareers.com/job_skills_values.html

LRN Corporation. (2006). Ethics study: The effect of ethics an ability to attract, retain and engage employees. Retrieved June 25, 2008, from http://www.winningworkplaces.org/library/research/LRNEthicsStudy.pdf

Rest, J. R., & Narvaez, D. (1994). Moral development in the professions. Hillsdale, NJ: Lawrence Erlbaum Associates.

St. Petersburg College. (2004-2007). [Applied ethics student pre/post survey results]. Unpublished raw data.

Seldes, G. (1985). The great thoughts. New York, NY: Ballantine Books.

Aðrar greinar í miðnámsrit 11