Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Býr Mia Malu í Hoydølum?

Eftir Maybritt við Strond í miðnámsrit 11, september 2016

Eitt sindur um støðuna hjá orðblindum børnum í Føroyum, og um hvussu logopediska arbeiðið við miðnámsskúlanæmingum á Glasi í Hoydølum er skipað í praksis.

Fyrri partur

Innleiðsla og tankar um ábyrgd

Í seinastuni hevur nógv verið frammi um orðblindni og ta ónøktandi hjálp, sum børn við hesi avbjóðing uppliva. At tey ikki fáa hjálp í góðari tíð hevur eisini gjørt sítt til, at miðnámsskúlar eru vorðnir eitt slag av fløskuhálsi fyri orðblindni, tí í miðnámsskúlunum verður meira kravt av børnunum, og avbjóðingin kann nú tarna teimum í at sleppa víðari í lívinum. Hetta er keðiligt, men tvífalt so keðiligt er tað, at mong av hesum børnum høvdu sloppið undan at komið í støðuna, um tey fingu hjálp fyri orðblindni í góðari tíð.

Vit kunnu undrast og flyta ábyrgdina higar og hagar, men í royndum eiga vit hana øll. Rektarin á Glasi í Hoydølum, Herleif Hammer, hevur tó saman við øðrum lærarum gjørt hol í sjógv og hevur gjørt nakað við trupulleikan.

Men hví sigi eg, at vit øll hava ábyrgdina av at hjálpa orðblindum børnum, og hvat hevur Mia Malua nú gjørt, síðan at hon skal blandast upp í málið?

Tað er so, at børn eru mest ávirkilig málsliga, frá tí at mamman ber tey undir hjarta, til tey eru um trý ára gomul, tí tað er í hesum skifti, at heilin mennist mest neurologiskt, og at vit læra grundleggjandi ljóðini og rútmurnar í málinum. Hetta hevur eitt nú amerikanski sálarfrøðingurin og nervagranskarin, Charles A. Nelson, staðfest í sínari gransking, har hann vísir á, at tað er hesa tíðina, at ein týdningarmikil partur av tí málsliga grundar­lagnum hjá barninum verður skaptur.

At mamman prátar og syngur fyri barninum, meðan hon gongur við tí, og at abbin seinni nanar og kvøður fyri tí, hevur tí alstóran týdning fyri málsligu menning barnsins.

Hesa ábyrgd at læra børn okkara rím og rútmu og at geva teimum ein góðan, málsligan rygg, hava vit øll. Tað er her, at Mia Malua kemur upp í søguna, tí við henni hevur Mjólkarvirkið tilvitað ella ótilvitað víst ábyrgd og lagt fyri dagin, hvussu vit kunnu læra børnini rútmur og ramsur, og mjólkarpakkayrkingarnar hava verið eitt sera gott mál­menningaramboð til føroysku familjuna, tí tær hava savnað børn og foreldur eina løtu og víst børnunum, hvussu ein kann spæla við málið og geva tí lív. Júst, sum tá ið hin vaksni setir tað lítla á knæið og syngur fyri tí. Tað er í hesum leiki og samspæli, at tað rennur upp á ta málsligu gandasnælduna hjá barninum. Vit kunnu kalla hetta Mia Malua-effektin.

Nú er Mia Malua ikki longur á mjólkarpakkunum, og tað kunnu vit halda vera spell, men nógv álvarsamari er tað, at tann málsliga menningin millum barnið og tann vaksna tykist vera fyri afturstigi yvirhøvur, tí børn eru ikki so nógv saman við teimum vaksnu sum áður og fáa ikki sama møguleika at taka til sín málsliga. Mia Malua-effektin er vekk, og viðhvørt kann hetta bæði síggjast og hoyrast, tá ið børnini koma í vøggustovu og barnagarð.

Tí tað er granskað og staðfest, at tekin um orðblindni kunnu longu síggjast í smábarna­aldri. Eitt nú hevur læknin og heilagranskarin, Peter Lund Madsen, víst á, at smábarna­pjátran mennist sera nógv frá 0-12 mánaða aldur, og at ein longu hesa tíðina kann síggja dysfunktiónir, m.a. orðblindni.

Supplerandi hevur eitt nú Trine Kjær Krogh, lektari í logopedi og sernámsfrøði, víst á, at ein longu í hesum aldri kann hjálpa tí orðblinda. Tann, sum hevur hug at lesa meira um hetta evni, kann eitt nú lesa “Sprogets milepæle” eftir Helle Iben Bylander og Trine Kjær Krogh, har serliga kapittul 3 er áhugaverdur í hesum sambandi.

Kunnu pedagogarnir hjálpa hesum børnum?

Ja og nei. Ja, tí at pedagogar eru góðir eygleiðarar og duga væl at stuðla barninum, so at tað mennist rætt. Nei, tí kommunur vilja ikki raðfesta ta tíð, sum hetta krevur. Hetta hevur við sær, at tað verður torført at eygleiða og styrkja tey málsliga veiku børnini, og tað er harmiligt, tí tað er sum nevnt próvfast, at ein sera týdningarmikil partur av málsligu menning barnsins verður skaptur um 0-3 ára aldur.

Orsøkin til ta fráverandi hjálpina er ikki manglandi kapitalur, men manglandi rað­festingar. Tí heldur enn at raðfesta tann góða barnagarðin, so hevur Tórshavnar kommuna t.d. valt at brúka peningin til at gera barnagarðin mestsum ókeypis fyri foreldrini. Hetta kemur ivaleyst væl við hjá fleiri, men vit mugu ansa eftir, at vit ikki spara peningin inn aftur við at skerja kvalitetin á dagstovnaøkinum, tí tað kann hava við sær, at dagstovnarnir hava ov lítið at bjóða børnunum, og at innihaldið tá samanum kemur verður barna­parkering í staðin fyri barnamenning.

Skulu vit so ikki bara geva kommununum skyldina?

Jú, helst er tað freistandi, men samstundis gera vit tað grundleggjandi mistak at frásiga okkum ábyrgd av nøkrum, sum vit øll hava ábyrgd av. Ikki minst tey nærmastu hjá barninum. Tí var tað ikki sørt hugvekjandi at uppliva tað stóra pedagogverkfallið í 2012, tá ið pedagogarnir eggjaðu foreldrunum til at stuðla sær í ynskinum um at fáa betri stundir til at vera um børnini og til at gera eitt dygdargott arbeiði á stovnunum. Næstan eingi foreldur stuðlaðu pedagogunum aktivt í hesum ynski. Í staðin vístu fleiri foreldur sína ónøgd um, at tey nú skuldu gjalda fyri tíðina, sum børnini ikki høvdu verið á dagstovni undir verkfallinum. Úrslitið varð, at pedagogarnir fingu ikki betri sømdir til børnini, og tað bleiv tíverri ikki pláss til nakra Miu Maluu-effekt á hesum sinni.

Neuropedagogiskt er tað púra burturvið, at vit í fyrra lagi raðfesta dagstovnaøkið so lágt, og at logopedar í øðrum lagi ikki síggja børnini, fyrr enn tey eru 7 ára gomul, tí í málsligum høpi er heilin nógv meira liðugt bygdur neurologiskt í hesum aldri, og tí verður munin torførari at hjálpa teimum málsliga veiku børnunum. Hetta kann vera byrjanin til eina ónda ringrás, tí er grundarlagið fyri menningini av heilanum ikki nóg væl stimulerað, so eru menningarmøguleikarnir fyri restini av heilanum heldur ikki optimalir.

Tí gransking vísir, at tey flestu av teimum svert orðblindu hava antin onga útbúgving ella eina lægri útbúgving, enn evnir teirra í veruleikanum strekkja til. Gransking vísir eisini, at tey, sum fáa staðfest svert orðblindni seint í lívinum, stríðast oftari við angist, tunglyndi og sosialar avbjóðingar.

Viðurkendi búskaparfrøðingurin, James Heckman, hevur eisini staðfest í kanningum, at búskaparliga er skilabetri at raðfesta tey orðblindu tíðliga í lívinum, tí á tann hátt fáa tey størri møguleikar at vera virkin í vaksnamannalívinum.

Nú vit eru við heilan

Latið okkum so hyggja eitt sindur nærri at honum. Sjálvur heilin er í trimum. Niðast er heilarunnurin, sum stýrir t.d. hjartasláttri, andadrátti og instinktum. Vit kunnu kalla hann okkara autopilot. Síðan kemur limbiska kervið, sum stýrir sansum okkara, t.d. hoyrn, sjón og kinæstetiskum inntrykkum. Ovast er neocortex, sum er tann hugsandi heilin, ið stýrir t.d. arbeiðsminni, kompleksum tonkum og sortering av upplýsingum.

Heilin mennist niðri frá og upp, um ein kann siga so. Er heilarunnurin ikki nóg væl stimuleraður, kunnu limbiska kervið og neocortex heldur ikki mennast rætt. Fær barnið við øðrum orðum ikki optimalar menningarmøguleikar í vøggustovu- og barnagarðsaldri, kann tað heldur ikki mennast rætt og megna fullgóðan, bókligan lærdóm, tá ið tað kemur í skúla.

Hetta eigur at siga okkum so mikið, at við teirri vitan, sum vit hava í dag innan heila­gransking, eiga vit at venda raðfesting okkara á høvdið og hava mest fokus á umstøðurnar hjá heilanum at mennast í heilt ungum árum. Vit mugu hugsa fakliga í gerandisdegnum uttan at hugsa, at vit eru faklig. Vit mugu við øðrum orðum skapa Miu Maluu-effektir kring børnini, meðan tey eru heilt smá.

Umsorganarsvikið

Í bók síni “Den følsomme hjerne” skrivar Susan Hart, sálarfrøðingur og granskari í menningarsálarfrøði, m.a. soleiðis um umsorganarsvik:

De første fem år, herunder graviditet, er ekstremt vigtige for en persons fysiske, psykiske og sociale funktionsevne. Tidligt omsorgssvigt har stor betydning for indlæringsevnen.”

Og vit kunnu spyrja: Um so er, at vit umsorganarsvíkja børn okkara – og tað gera vit – hvør er so syndarin? Svarið er, sum longu nevnt fleiri ferðir í hesi grein, at tað eru vit øll. Foreldur. Ommur og abbar. Familja. Øll vit, sum ikki hava hug ella ráð at vera um okkara børn tey fyrstu árini. Øll vit, sum arbeiða á teimum stovnum, ið tey ganga á. Øll vit, sum loyva fátækraváða, sum lata orðblindu børn okkara ganga uttan hjálp og ikki raðfesta hjálpiamboð, sum bjóða áralanga bíðitíð til sernám, oyrnalækna og eygnalækna. Øll vit, sum ikki stuðlaðu børnum okkara, tá ið pedagogarnir vildu bjóða teimum betri umstøður og hjálp í barnagørðunum. Øll vit, sum skapa Føroyar.

Soleiðis sær umsorganarsvik út

Myndirnar niðanfyri eru tvær skannaðar myndir av heilum hjá tveimum trý ára gomlum børnum. Heilin vinstrumegin er av barni, sum hevur havt normalar umstøður og umsorganarfull foreldur, hitt er grovliga umsorganarsvikið. Vit síggja týðiliga, at heilin veksur ikki rætt uttan umsorgan. Gev tó gætur, at myndin vísir dømi um sera grovt umsorganarsvik, sum ikki kann samanberast við tað umsorganarsvikið, sum vit umrøða í hesi grein, men myndin talar tó sítt greiða mál. Umsorganarsvik hevur fysiskar avleiðingar og ávirkar okkara møguleikar at mennast.

Seinni partur

Nei, Børge, Mia Malua býr ikki í Hoydølum

– vit royna bara at hjálpa teimum, sum ikki sóu hana so ofta sum smá.

Á sumri í 2014 fekk eg arbeiði á Glasi í Hoydølum og skuldi byggja upp eitt nýtt starv. Størsta avbjóðingin hjá rektara og leiðslu var orðblindni, eisini kallað dysleksi, og valdu vit tí miðvíst at leggja orkuna á hetta økið. Martha Dalsgaard lýsti orðblindnisfyribrigdið til fulnar í Miðnámsriti 3, so tað fari eg at lata liggja og fari heldur at greiða frá, hvussu logopediin í Hoydølum er skipað í praksis, og hvussu vit arbeiða við at skipa økið, soleiðis at orðblindir næmingar kunnu fáa bestu hjálpina.

Lat meg fyrst siga eitt sindur um, hvat ein logopedur í Hoydølum ger.

Screening

At screena kemur frá tí enska “to screen”, sum merkir at sálda ella sortera. Orðið verður ofta brúkt, tá ið ein systematiskt kannar útvaldar bólkar fyri ávís eyðkenni. Tey, sum vísa tekin um hesi eyðkenni, verða síðan kannað nærri. Hetta kalla vit at víðariútgreina.

Screening er eisini ein skjótur og effektivur kanningarháttur til at spora tekin um orð­blindni og aðrar avbjóðingar hjá næmingum at lesa og skriva, og hon er tað fyrsta, sum næmingar í Hoydølum merkja til logopediina. Screeningin fyrigongur soleiðis, at tey, sum arbeiða í logopediini, fara runt til allar 1. árs flokkarnar í innleiðsluvikuni við nøkrum skrivligum uppgávum, sum næmingarnir skulu svara í skúlanum, meðan logopedurin er inni. Hetta tekur ein tíma.

Út frá tí, sum næmingurin skrivar, kann ein síðan síggja, um hann hevur tekin um avbjóðingar og eigur at verða víðariútgreinaður. Tí teknini merkja ikki neyðturviliga, at hann er orðblindur, men at hann hevur onkra avbjóðing, t.d. at hann er lesiveikur ella hevur ábendingar um niðursetta hoyrn, at hann hevur APD, lættari Aspergers syndrom, ADHD, samsjón, Irlen syndrom ella okkurt, ið onkursvegna kann ávirka evnini at læra á vanligan hátt. Næmingurin er líka gløggur sum allir aðrir næmingar, men hann skal bara læra upp á ein annan máta.

Frá 2013 til nú eru til samans 1130 skreeningar gjørdar, og víðariútgreiningarnar vísa, at í miðal eru 7% av næmingunum orðblindir. Harumframt hava onnur 5% avbjóðingar at skriva/lesa ella hava aðrar neurologiskar avbjóðingar.

Tá ið næmingur er orðblindur

Vísir screeningin, at næmingur hevur tekin um orðblindni, verður hann innkallaður til kunnandi samrøðu. Grázonunæmingar verða eisini bodnir til samrøðu. Teir eru ikki orðblindir, men hava eitthvørt annað, ið hindrar læringini. Tað kann vera ADHD, niður­sett hoyrn, sjóntrupulleikar ella annað.

Er næmingurin undir 18 ár, verða foreldrini boðin við. Eftir hetta verður næmingurin víðariútgreinaður, og vísir tað seg, at talan er um orðblindni, hevur skúlin fasta manna­gongd at arbeiða eftir, soleiðis at næmingurin kann fáa rætta hjálp. Hann verður m.a. kunnaður um føroyskar ljóðbøkur, føroysku teldutaluna, skannarapennar og skúla­hjálparpakkan til orðblind, og hann fær ta hjálparútgerð, sum tørvur er á. Ynskir næmingurin tað, verður læraratoymið kunnað um støðuna, so at hvør einstakur lærari veit, hvussu hann kann undirvísa næminginum best. Næmingurin kann eisini koma til lektiuhjálp tvær ferðir um vikuna og fær tilboð um at verða knýttur at eini næminga­mentorskipan, har hann fær undirvísing ein-til-ein.

Umframt at omanfyrinevnda mannagongd er implementerað, verður eisini arbeitt við orðblindnispolitikki fyri skúlan, logopediskari ráðgeving til lærarar, skeiðum í hjálpar­forritum og implementering av orðblindnisvinarligari frálæru.

Visti tú forrestin, at næmingar eisini kunnu vera talblindir?

Teir hava dyskalkuli, sum tað eitur á fakmáli. Vit vita ikki so nógv um hetta økið enn, men av tí at talblindni er arvaligt eins og orðblindni, so kunnu vit rokna við, at vit hava fleiri talblindar næmingar enn grannalond okkara, tí tess smærri samfeløgini eru, størri er møguleikin fyri, at tvey við sama ílegueyðkenni koma saman og føra eyðkennið víðari til børn síni.

Einfalt uppsett eru tað fýra formar fyri talblindni.

  1. Semantiskt talblindni: næmingurin megnar ikki málsligu avbjóðingarnar í stødd­frøðini, t.d. at minnast, hvussu tølini eita, hvat dividera merkir o.s.fr.
  2. Proseduru-talblindni: næmingurin hevur trupulleikar við raðfylgjum, strukturum og ordan, og hann dugir ikki at grípa tingini ann.
  3. Visuelt talblindni: næmingurin hevur trupulleikar við rúmd og tí visuella, at skilja pinnaklokku, finna frá A til B, at kenna mun á ættum og á høgra og vinstra, dugir ikki at skilja bussætlan o.s.fr.
  4. Numeriskt talblindni: næmingurin hevur ikki forstáilsi fyri tølum, hevur trupult við at plussa, minusa, falda og dividera, og tað er vónleyst at læra raðfylgjur og støddfrøði­reglur, tí basisvitanin manglar.

Semantiskt talblindni er tann vanligasti formurin.

Fáa tey talblindu nakra hjálp í Hoydølum?

Nei, til tess er fakliga vitanin ikki nóg stór – og tó. Vit kunnu útgreina indikatorar fyri talblindni, men kunnu ikki endaliga staðfesta tað. Hetta skal gerast saman við einum sálarfrøðingi, ið hevur vitan um talblindni, og tað finst eingin slíkur í Føroyum.

Hava vit illgruna um, at næmingur er talblindur, so kunnu vit útgreina indikatorarnar, og støddfrøðilærarar kunnu síðan kopiera tilfar úr idébókini “Kognitiv træning i matematik.” Hetta er ein serstøk metoda, ið er ment av neuropsykologinum, Bjørn Adler.

Rokniappir eru eisini tøkar, og vit eru í holt við at útvega visuelt tilfar og alternativar mátar at loysa støddfrøðiuppgávur. Tá hetta er klárt, verður hetta lagt á heimasíðu skúlans, so at allir næmingar kunnu brúka tilfarið, um teir føla, at tað hjálpir.

Sum sagt, er fakliga vitanin um talblindni ikki nóg dygg til at vit kunnu geva professionella hjálp. Ráðgevi okkara í talblindni er Hendrik Skovmus í danska undirvísingar­mála­ráðnum, og hann er góður í ráðum, tá ið vit møta avbjóðingum.

Tað verður í altjóða høpi annars arbeitt við at gera eina standardiseraða skreening fyri talblindni, og so títt og knapt, sum hon er tøk, verður hon ivaleyst eisini partur av logopediska arbeiðinum á Glasi, so at eisini tey talblindu kunnu fáa betri hjálp.

Hoydalar sum orðblindnisvinarligur skúli

Tað logopediska arbeiðið í Hoydølum er framvegis í føðingini, og enn er brekkan long at ganga, áðrenn komið er á mál, um tað nakrantíð kemst á mál. Fyrsti ísurin er tó brotin, og tøkk fái tey, sum hugsaðu tankan og góvu honum lív.

Nú nevndi eg orðið orðblindnisvinarligur í yvirskriftini, men nær kann ein skúli kalla seg tað? Hvørji tilboð skal hann kunna bjóða, og hvørjar fakligar treytir skal hann uppfylla?

Í Noregi hava tey sett upp 10 eyðkenni fyri at norskir skúlar kunnu kalla seg orðblindnis­vinarligar. Hesi 10 eyðkenni hava vit tikið til okkara, og teimum arbeiða vit eftir í einum tillagaðum formi, sum hóskar til okkara viðurskifti á Glasi í Hoydølum.

Eyðkennini eru hesi:

§ 1     Leiðsla og lærarar tosa um málsetningin við einum orðblindnisvinarligum skúla. Minst ein orðblindur næmingur skal vera í næmingaráðnum.

§ 2     Skúlin hevur sum endamál at økja um førleikamenning á orðblindnisøkinum. Tað merkir t.d., at lærarin skal hava møguleika til at fáa sær vitan um hjálparamboð til tann orðblinda, og hann skal kunna fara á orðblindnisskeið og talblindnisskeið fyri lærarar.

§ 3     Skúlin hevur fastar mannagongdir fyri kt-nýtslu, hjálparforrit, ljóðbøkur og tekstskanning.

§ 4     Skúlin arbeiðir aktivt fyri at skapa eitt gott læringsumhvørvi til orðblindar næmingar.

§ 5     Skúlin hevur sum rutinu at skreena og útgreina fyri orðblindni, og hann hevur fastar mannagongdir fyri næmingar, sum hava orðblindni ella eru svert lesi- og skrivi­veikir.

§ 6     Skúlin hevur tillagað átøk til hvønn einstakan næming, sum er orðblindur.

§ 7     Skúlin hevur góðar lesi- og læringsætlanir, góðan struktur í undirvísingini, lektiu­hjálp til næmingar við orðblindni, orðblindnisvinarligar arbeiðsmetodur, bjóðar pedagogiska frálæru í orðblindnisvinarligum forritum, hevur heimasíðu og First Class við teldutalu, hevur facebook-bólk til orðblindnisnæmingar við app til at lesa upp.

§ 8    Næmingurin við orðblindni fær møguleika at brúka skúlahjálparpakkan til royndir, kann fáa forlongda tíð til royndir (1 tíma), kann fáa longda tíð til ritgerðir (3 dagar), kann um neyðugt fáa hjásitara, um cd-orð ikki hjálpir nóg væl. (Cd-orð er eitt telduamboð, sum hjálpir næminginum at lesa og skriva, antin hann er orðblindur ella lesi-/skriviveikur.)

§ 9     Skúlin hevur leypandi samtalur við orðblindar næmingar.

§ 10   Foreldur at næmingum undir 18 ár fáa góða kunning og vegleiðing, og skúlin er opin fyri hugskotum um at fáa ein upp aftur orðblindnisvinarligari skúla.

Eitt av hesum eyðkennum manglar at verða sett í verk: tað at minst ein orðblindur næmingur skal vera í næmingaráðnum. Hini koyra, og Glasir í Hoydølum kann tískil út frá hesum eyðkennum skjótt kalla seg ein orðblindnisvinarligan skúla.

Men eingi framstig uttan samstarv og gott starvsfólk

Í arbeiðinum at seta í verk omanfyrinevndu eyðkenni er ótrúliga umráðandi at geva hvørjum einstøkum lærara og starvsfólki ta røttu kunningina og ein eigaraskap, so at tey kenna ábyrgd fyri tí nýggja, logopediska arbeiðinum og ikki minst fyri orðblinda næminginum.

Hvør einstakur er ein umráðandi partur av tí orðblindnisvinarliga skúlanum og hevur nakrar fastar uppgávur, sum hann skal loysa. Í stuttum kunnu vit seta uppgávurnar soleiðis upp:

Lærarar:

  • Syrgja fyri, at orðblindir næmingar fáa alt tilfar talgilt, antin gjøgnum Nota ella kopikallin. (Nota er bókasavn, sum er skipað undir danska mentamálaráðnum. Nota framleiðir ljóðbøkur, e-bøkur og punktskriftsbøkur til fólk, sum ikki fáa lisið vanligan, prentaðan tekst).
  • Geva næmingunum frálæru á tann hátt, sum hóskar næminginum best, og eftir vegleiðing frá logopedinum.

Næmingar:

  • Skulu hava hoyratelefonir og teldu, ið megnar cd-orð.
  • Skulu koma til lektiuhjálpina.
  • Skulu brúka Nota.
  • Skulu siga frá, um okkurt ikki er nøktandi, t.d. forrit ella talgilding.

Bókasavn:

  • Vegleiðir næmingum og lærarum um alt innan ljóðbøkur og Nota.

Skrivstova:

  • Samskipar, so at næmingar við longdari tíð sita í sama høli til allar royndir og próvtøkur.

Inspektørar:

  • Til munnligar royndir og próvtøkur: Skulu tryggja sær, at lærarin er kunnaður um, at hann hevur ein orðblindan næming, og at hann avgreiðir næmingin fyrst ella síðst, so at tað passar við tíðarætlanina.
  • Til skrivligar royndir og próvtøkur: Skulu tryggja sær, at alt talgilt er komið fram, og at tað er lagt á servara skúlans.

Telduvegleiðari:

  • Skal leggja talgildu royndirnar og próvtøkurnar á servaran.
  • Lestrarvegleiðing:
  • Kunnar við ársbyrjan læraratoymið um, hvør hevur nakað logopediskt at dragast við. Læraratoymið kunnar síðan restina av lærarunum. Hetta er einans, um næmingurin ynskir tað.

Leiðsla/rektari:

  • Tryggja sær, at øll liðini fungera og hevur leypandi eftirmetingar.

Endamálið við hesum samstarvi er at kunna geva øllum orðblindum ta logopedisku hjálp, sum teimum tørvar, og at skapa so nógvar sólskinssøgur, sum til ber. Tíverri eru tað støður, har tað ikki endar soleiðis, sum vit ynskja, men tær fækka.

Eitt ávíst samstarv er eisini komið í lag við Glasir í Smiðjugerði og Glasir í Marknagili, nú teir eru lagdir saman í ein stovn. Enn koyrir tað ikki 100 %, men vit eru á veg. Í ár hevur rektari okkara á Glasi í Hoydølum valt at uppraðfesta logopediska økið enn meira, og tí eru Joan Sørinardóttir og Rakul Napoleumsdóttir Joensen, ið eru útbúnir orðblindnislærarar frá Mentamálaráðnum, komnar aftur at tí logopediska toyminum. Hetta er sera gott, tí skjót og dygg hjálp á staðnum er tað, sum hjálpir næminginum best. Tað er somuleiðis ótrúliga gleðiligt, at nýggi rektarin á samanlagda skúlanum, Bogi Bech Jensen, eisini raðfestir tað logopediska økið.

Endi

Samanumtikið kann sigast, at tað er hugaligt, at Glasir í Hoydølum hevur skapt rúm fyri tí logopediska fakinum í skúlanum. Spurningurin er kanska, um ikki allir miðnámsskúlar noyðast at gera hetta fyrr ella seinni, tí tað eru so mikið nógv orðblind, at tað slepst ikki undan at taka støðu til trupulleikan.

Eg nevndi í innganginum, at miðnámsskúlar eru vorðnir eitt slag av fløskuhálsi fyri orð­blindni, men eg hugsi ikki, at nakar ávísur fakbólkur kann lastast fyri hetta, men vit eiga at vitanardeila meira, tí vit hava so sera nógv góð og dugnalig starvsfólk runt umkring. Vit standa sterkari saman og kunnu hjálpa betur, um vit hava stev.

Veruleikin er væl tann, at miðnám kemur at hava eina størri ábyrgd á spesialpedagogiska økinum, ið hvussu er eini 10 ár fram, inntil tað er vorðin vanlig mannagongd at hjálpa orðblindum børnum á dagstovnaøkinum, og inntil fólkaskúlin fer at gera skipaðar skreeningar av næmingum sínum.

Av øllum er tað týdningarmikið, at vit øll taka ábyrgd, og at vit byrja rætt. Sum er, verður barnið sum oftast ikki staðfest sum orðblint, fyrr enn tað kemur á Glasir í Hoydølum. Hetta er tann umvenda verð, tí indikatorar um orðblindni eiga at verða staðfestir longu í vøggustovuni ella tíðliga í barnagarðinum, og orðblindnið eigur at verða staðfest í ungum fólkaskúlaárum. Saman við hesum er tað eisini so sera umráðandi, at vit alla tíðina flætta læring inn í gerandisdagin, so at tað gerst ein vanligur partur av okkum. Tástani kann hjálpin gerast veruliga góð, so at vit gerast fleiri, sum fáa eina lættari leið at ganga ígjøgnum uppvøksturin og okkara skúladagar.

Har vit øll møta okkara Miu Maluum á vegnum.

Keldur

Bylander, Helle Iben & Krogh, Trine Kjær (2014) Sprogets milepæle – hvornår skal vi være bekymrede for et barns sproglige udvikling? Dafolo

Hart, Susan (2009) Den følsomme hjerne – hjernens udvikling gennem tilknytning og samhørighedsbånd, Gyldendal Akademisk

Heckman, James (2008) Schools, Skills, and Synapses: Economic Inquiry, 46/2008. Grein funnin tann 2/9/2016 á http://onlinelibrary.wiley.com/doi/10.1111/j.1465-7295.2008.00163.x/full

Heckman, James (2011) The Economics of Inequality: The Value of Early Childhood Education: American Educator 35/2011. Grein funnin tann 2/9/2016 á http://files.eric.ed.gov/fulltext/EJ920516.pdf

Madsen, Peter Lund (2012) Dr. Zukaroffs testamente – en bog om menneskehjernen, Gyldendal

Nelson, Charles A. (2003) Neglect. Grein funnin tann 2/9/2016 á http://developingchild.harvard.edu

Nelson, Charles A. (2006) Early Childhood Mental Health. Grein funnin tann 2/9/2016 á http://developingchild.harvard.edu

Nelson, Charles A. (2009) Gene-Environment Interaction. Grein funnin tann 2/9/2016 á http://developingchild.harvard.edu

Aðrar greinar í miðnámsrit 11