Danskt á miðnámi átti fingið hægri raðfesting
Eftir Dorthe Pedersen og Kinna Poulsen í miðnámsrit 12, januar 2017
Við nýggju miðnámsskúlaskipanini, sum varð innførd í 2013, upplivdu vit ta sannroynd, at danskt bert er kravd lærugrein á almennu leiðini og málleiðini innan hugbreytina. Hetta hevur havt við sær, at lærugreinin frá at vera ein stór lærugrein á gymnasialum miðnámi við nógvum lærarum er minkað burtur – men ikki í einki, tí tað vísir seg, at tey, sum hava og velja danskt, eru sera áhugað í lærugreinini, og harumframt uppliva dansklærarar ein øktan áhuga fyri lærugreinini eitt nú í sambandi við breytaruppgávur í 2.s og breytarverkætlanir í 3.s. Men hetta er væl at merkja bert galdandi fyri teir lutfalsliga fáu næmingar, sum antin hava danskt á almennu leið ella málleið ella velja danskt frá 2.s (hetta er á hugbreyt og náttúrubreyt). Í einari innanhýsis kanning (á Glasi í Hoydølum) í tveimum danskflokkum (einum á almennu leið og einum valholdi) vórðu næmingarnir spurdir um hetta:
- Hví valdi tú danskt? (verður bert svarað, um næmingurin hevur danskt sum vallærugrein)
- Hvussu dámar tær lærugreinina danskt?
- Í hvønn mun metir tú, at tú kanst brúka vitan frá lærugreinini?
- Í hvønn mun metir tú, at lærugreinin hóskar væl saman við hinum lærugreinunum?
- Er danskt ein neyðug lærugrein, heldur tú?
Eftir svarunum at døma eru næmingarnir sera jaligir mótvegis lærugreinini. Til spurningin, hvørt teimum dámar lærugreinina, svara tey flestu antin sera væl ella væl. Um orsøkina til at velja lærugreinina svara tey flestu frá valholdinum, at tey vilja førleikamenna seg í mun til víðari lesnað í Danmark. Sum heild halda næmingarnir, at lærugreinin er viðkomandi, og at hon hóskar saman við øðrum lærugreinum.
Í nógvum Norðurlondum læra tey mál, sum gera tey før fyri at samskifta lætt og neyvt í norðurlendskum høpi, t.e. at lærugreinir í skandinaviskum málum eru kravdar í miðnámsskúlunum í nógvum Norðurlondum (finnar hava svenskt og grønlendingar danskt). Tað tykist margháttligt, at vit velja eina heilt aðra kós at avmarka okkum til enskt. Longu nú eru vit varug við, at næmingarnir hava ilt við at brúka danskt sum amboðslærugrein, og hetta er ein trupulleiki, sum gongur út yvir abstraktiónsstigið í allari skúlaskipanini, av tí at nógv tilfar, sum verður brúkt, er á donskum. Loysnin hjá Mentamálaráðnum tykist vera at týða tilfar. Hetta er sjálvandi at fegnast um, men av tí at landið er lítið, so verður hetta tilfar ikki nóg fjølbroytt, óansæð hvussu nógv vit týða. Eisini er tað ein vansi, um meginparturin av skúlatilfarinum er skrivaður úr øðrum sjónarmiði enn føroyskum.
Tá vit dansklærarar á miðnámi í 2011 hoyrdu um ætlanir Mentamálaráðsins at skerja danskt, orðaðu vit eitt bræv til mentanarnevnd Løgtingsins, har vit mæltu frá hesum, samstundis sum vit fegnaðust um avtaluna við danska kenslumálaráðið, ið loksins viðurkendi føroyskt sum førleikagevandi móðurmálslærugrein á jøvnum føti við móðurmálslærugreinir í øðrum Norðurlondum. Hetta var ein neyðug viðurkenning av okkara máli, men í okkara optikki er eingin orsøk til at minka um danskt sum lærugrein. Aðrar røddir enn okkara hava verið frammi um hetta sama. Eitt nú fýltist Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, í grein í Skúlablaðnum herfyri á, at danskt verður lægri raðfest enn hinar lærugreinirnar, serliga tá hugsað verður um, at meginparturin av okkara ungu fara til Danmarkar at lesa. Eisini millum føroysklærarar uppliva vit eina ørkymlan um, at danskt ikki longur er kravd lærugrein. Undir gomlu miðnámsskúlaskipanini samstarvaðu føroysklærarar og dansklærarar rættiliga nógv. Við broyttu skipanini ber bara til í fáum førum at samstarva millum lærugreinarnar. Samstarvið er annars gevandi við tað, at lærugreinarnar supplera hvørja aðra so væl. Ofta er talan um tvørfakligt samstarv, eitt nú í einum tíðarráki (t.d. nýbrotinum/det moderne gennembrud). Hetta samstarvið gevur bæði lærarum og næmingum eina kenslu av, at evnið verður viðgjørt væl og virðiliga, og næmingarnir verða eisini í størri mun varugir við sambandið millum lærugreinarnar og fáa eina størri fatan av mentanarsøguliga arvinum úr Europa og Norðurlondum sum heild.
Danskt gevur næmingunum førleikar at samskifta bæði í skrift og talu í øllum Norðurlondum, gevur teimum lætta atgongd til norðurlendsku mentanirnar og er ein sera týdningarmikil málsligur førleiki hjá teimum mongu næmingunum (uml. 80-90%), sum velja at lesa í Danmark. Í viðgerðini av málinum higartil hevur mest verið víst til universitetsútbúgvingar, men ein stórur partur av næmingunum tekur professiónsútbúgvingar, og eisini har er førleikin í donskum týdningarmikil. Harumframt er danskt tað eina almenna málið í Føroyum.
Umframt málsliga partin miðsavnar danskundirvísingin seg um bókmenta-, lista- og mentanarsøgu, ið er neyðug fyri at geva næmingunum innlit í europisk hugsjónarlig rák. Við tað at danskt er eitt av teimum stóru norðurlendsku málunum, og av tí at lærugreinin fevnir um bæði svenskt og norskt, veitir lærugreinin trygd fyri stórum bókmentaligum fjølbroytni og gevur somuleiðis næmingunum møguleika at lesa dygdargóðar tekstir innan fleiri sjangrur og tíðarskeið á upprunamálinum. Sostatt hava vit dansklærarar treysti og vón um, at eisini okkara myndugleikar fara at skilja vandan í at minka um danskt á miðnámi.