Onki úrslit

Miðnámsrit 12

Um blaðið

Próvtøkur á miðnámi eru ikki eftirfarandi. Tað er niðurstøðan í kanning, ið byggir á samrøður við lærarar á miðnámi. Olav Absalonsen hevur skrivað grein um hetta, sum er ein av 5 greinum í tólvta Miðnámsriti.

Heilsuskúli Føroya byrjaði 2001. Frammanundan høvdu skeið verið fyri heimahjálparar og heilsuhjálparar, sum framskygdar kvinnur høvdu tikið stig til. Jórun Petersen hevur skrivað søguna um heilsuskúlan, har hon vísir á ta stóru nyttu, hesin skúli hevur fyri samfelagið.

Dorthe Pedersen og Kinna Poulsen hava skrivað um lærugreinina danskt, sum eftir reformin í 2013 ikki longur er kravd á gymnasialum miðnámi. Samstundis sum danskt varð tikið burtur sum kravd lærugrein, skuldi føroyskt styrkjast, men tað hendi ikki.

Fyri fyrstu ferð síðani 1997 hevur miðnámslærari í aðrari lærugrein enn føroyskum tikið bæði ástøðiliga og verkliga partin av námsfrøðiligu útbúgvingini í Føroyum. Jón í Haraldsstovu, ið tók verkliga partin í 2016, greiðir í viðtali frá hesum framstigi, at aftur ber til at taka verkliga partin í Føroyum.

Ein av oddamonnunum at útrudda sokallaða “svarta skúlan” í Danmark síðst í sjeytiárunum var Sten Clod Poulsen, sum mælti til at sleppa allari uttanatlæru og leggja dent á tvørfakliga læring. Hetta hevur havt við sær, at næmingar hava lopið fakligheit og uttanatlæru um. Nú biðja Sten Clod Poulsen og aðrir um umbering. Tórður Johannesarson hevur leysliga týtt grein, ið stóð í Politiken í 2010.

Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson

Innihaldsyvirlit:

Hví próvtøkur ikki eru eftirfarandi, Olav Absalonsen                                         

Heilsuskúli Føroya, Jórun Petersen                                                                        

Danskt á miðnámi átti at fingið hægri raðfesting, Dorthe Pedersen og Kinna Poulsen    

Námsfrøðiliga útbúgvingin eigur at vera í Føroyum – viðtal við Jón í Haraldsstovu, Tórður Johannesarson           

Vit fóru skeiv – hví terping og uttanatlæra kortini hava týdning, Sten Clod Poulsen, Tórður Johannesarson týddi     

Tak niður sum PDF