Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Vit fóru skeiv - hví terping og uttanatlæra kortini hava týdning

Eftir Politiken 28.08.2010, leyslig týðing eftir Tórð Johannesarson í miðnámsrit 12, januar 2017

Vit gjørdu eitt stórt mistak, tá ið vit stríddust móti Svarta Skúlanum, sigur Sten Clod Poulsen.

Sten Clod Poulsen, cand.psych., hevur granskað á Danmarks Pædagogiske Institut í Keypmannahavn. Seinnu árini hevur hann verið námsfrøðiligur ráðgevi. Hann hevur skrivað bókina Tilegnelse af boglige fagkundskaber.

Fyri góðum 30 árum síðan, tað er síðst í sjeytiárunum, byrjaðu hann og tveir aðrir námsfrøðiligir granskarar eina kollveltandi verkætlan, sum snúði seg um at skriva fyrstu stóru handbókina í tvørfakligum og evnislagaðum verkætlanararbeiði í fólkaskúlanum.[1] Bókin kom út, bleiv útseld, endurskoðað og givin út aftur. Hon bleiv eisini týdd til svenskt og norskt. Seinni er hon stytt og givin út á nýggjum forlagi í Danmark.

Teir góvu aðrar líknandi bøkur út, sum vóru sera væl móttiknar. Nú 30 ár seinni er verkætlanarnámsfrøði næstan vorðin kravd í donsku útbúgvingarskipanini, serliga í fólkaskúlanum.

Teir mentu verkætlanarnámsfrøðina sum ein mótleik til tátíðarskúlan. Nú skuldi kunnskapur ikki longu terpast, hann skuldi brúkast til nakað. Hann skuldi brúkast til at fáa vitan um “veruleikan” uttan fyri skúlan. Úrslitini skuldu, segði hann, brúkast til eina kollvelting! Ella í øllum førum til eina kollvelting av allari undirvísingarskipanini.

Verkætlanarnámsfrøðin bleiv eisini skapt sum mótsetningur til ein skúla, har aðaltankin var, at einstøku lærugreinirnar vóru í hásæti, og har læringin hjá næmingunum bleiv tryggjað gjøgnum skipaðar uppgávuloysnir, krevjandi skúlating, stranga yvirhoyring og royndir við ongum hjálparamboðum.

Í blaðgreinini úttalar Sten C. Poulsen seg ikki sum granskari, men sum námsfrøðiligur ráðgevi. Hann dugir at síggja tær vanlukkuligu avleiðingarnar, sum tann einstáttaði og hálovandi hugburðurin av tvørfakligheit og verkætlanararbeiði hevur gjørt: Lærarar nú á døgum vita ikki, hvussu næmingar og skeiðsluttakarar kunnu ogna sær grundleggjandi vitan. Snøgt sagt, teir hava fortrongt týdningin av tí at minnast í sambandi við læring. Sum Sten C. Poulsen tekur til, “Vit hava knúst tann svarta skúlan[2] og ført barnið út í óføri, og samstundis fegnast vit – tað er ein vanlukka!”

Hetta er farið út av leið, tí at teir, sum komu við verkætlanarnámsfrøðini, høvdu gingið í einum skúla, har teir høvdu fingið grundleggjandi vitan. Hesa vitan tóku teir fyri givið, tí at teir høvdu gingið í einum slíkum skúla – einum sokallaðum ”svørtum skúla”.

Men uppgerðin við tann hataða skúlan, sum bygdi á dygga vitan við uttanatlæru, vóru so væleydnaðar, at tann grundleggjandi vitanin, sum undanfarna ættarliðið hevði, er fullkomiliga útruddað. Tað merkir, at tann tvørfakligheit og evnislaging (problemorientering) og tað verkætlanararbeiði, sum børn og ung uppliva nú á døgum, hvíla á  einum sera veikum og vantandi fakligum grundarlagi, sum eru tilvildarligar upplýsingar frá internetinum.

Men uttan tryggar, neyvar og viðkomandi einkultfakligar kunnleikar er eingin tvørfakligheit og problembasering gjørlig. Uttan problembaseraðar greiningar eru verkætlanir bert dagdvølja hjá næmingum, sum ikki longur megna at savna seg, og sum ikki duga at gera sær sjálvstøðugt innlit.

Miðnámið, sum Sten C. Poulsen gekk í í 1958, hevði sum aðalmál, at næmingarnir høvdu grundleggjandi vitan. Talan var um eitt miðnám, har tað at minnast var eitt aðalmál. At gera skúlating merkti at ogna sær fakliga innihaldið í bókunum, og lærarin kannaði, um næmingurin skilti innihaldið. Hetta gjørdi hann við at hava royndir.

Tá var eingin tvørfakligheit og heldur ongar verkætlanir. Men í fleiri av lærugreinunum bleiv vantandi vitan avdúkað, og lærarin gjørdi næmingunum greitt, at hetta mátti fáast upp á pláss.

Sten C. Poulsen sigur, at var eitt stórt mistak í nútímans danskari skúlaundirvísing at seta tað at minnast uttanat og tað at fata upp sum mótsetningar.

Læring gjøgnum uttanatlæru er í Danmark brennimerkt sum ”tann svarti skúlin” og er skírd sum afturhaldssinnað námsfrøðilig kúgan av næmingum, skeiðsluttakarum og lesandi.  

Læring gjøgnum tað at skilja sjálvvirkni (selvaktivitet) er lyklaorðið í fólkaskúlanum, gymnasiureforminum og hjá teimum lesandi. Hetta er sambært Sten C. Poulsen ein stór misskiljing. Grundleggjandi einkultfakligir kunnskapir eru ikki í andsøgn við sjálvstøðugt innlit; hesir eru ein treyt fyri sjálvstøðugum innliti. Herfyri undirvísti Sten C. Poulsen á VUC (voksenundervisningscenter) og tosaði við ein bólk av kvinnuligum tilflytarum.

”Okkara lærari hevur sagt, at vit ikki skulu brúka okkara minni”, segði ein ung, eldhugað turkisk kvinna. “Hví stendur tú og sigur, at minnið er týdningarmikið fyri læring í skúlanum?”

Sambært Sten C. Poulsen er hetta tekin um, at lærarar eru farnir av kós. Næmingar og lesandi skulu meta minnið og tað at skilja líka høgt, tí annars fáa tey ongantíð haldgóðar nútímans fakkunnleikar, sum kunnu brúkast til sjálvstøðuga hugsan.

Mistøkini hjá lærarunum eru útbreidd í donsku útbúgvingarskipanini. Samfelagsliga avleiðingin er, at næmingar og lesandi nema sær svikaligan og grunnan kunnleika.

Og teirra vitan er samstundis avmarkað. Teir kunnu gjøgnum internetið staðfesta vitan, men kunnu ikki meta um góðskuna av teirri mongd av vitan uttan sjálvir at hava dyggan fakkunnleika. Tað kann enda við, at teir halda, at holocaust er lygn og uppfunnið, tí teir á onkrari heimasíðu hava funnið hesar upplýsingar og brúka heimasíðuna sum prógv.     

Børn og ung, sum koma úr heimum, har foreldrini hava útbúgving, kunnu í vissan mun klára seg, tí at foreldrini hava eina fakliga grundvitan. Børn og ung, ið koma úr heimum við ongari útbúgving, kunnu í góðari trúgv halda, at skúlating eru líkamikið, og at tað ber til at tosa og skriva seg gjøgnum skúlan uttan at hava ognað sær sjálvstøðugan kunnleika, tí at tað leggur nógv av nútíðar undirvísing upp til.

Hann vísir á, at asiatisk lond hava stóran áhuga í danskari námsfrøði – tvørfakligheit, verkætlanararbeiði og stórum sjálvstøðugum uppgávum. Men í Asia hava tey frammanundan eina sterka siðvenju at ogna sær vitan við uttanatlæru. Nú fáa tey bæði – bæði fakkunnleikan og sjálvstøðuga kritiska problemgreining. Í Danmark er í løtuni bara tann eina – takkonstruktiónin uttan grundvøll. At tað er komið so langt, tekur Sten C. Poulsen meðábyrgd av. Hann biður um umbering.


[1] PBL er ein vanlig stytting á eingilskum fyri problem based learning, men summir mæla heldur til at kalla tað EBL, sum stendur fyri enquiry based learning, tí tað er ikki vist, at hetta slagið av læring altíð skal vera grundað á eitt problem; tað kann eisini vera forvitni.

[2] Tann svarti skúlin er eitt hugtak um ein skúla, sum byggir á uttanatlæru, ramsur, sum verða vandar við einum strongum og autoriterum lærara.

Aðrar greinar í miðnámsrit 12