Heilsuskúli Føroya
Eftir Jórun Petersen í miðnámsrit 12, januar 2017
Við útbúgving av umleið 60 fakfólkum árliga síðani 2001 er almanna- og heilsuøkið ment og styrkt nógv fakliga tey 15 árini, ið heilsuútbúgvingarnar hava verið í Føroyum. Tað vóru framskygdar og vísar kvinnur, sum í 1974 kravdu at fáa útbúgving innan hetta arbeiðsøkið.
Heilsuskúli Føroya er stovnaður í 2001 og byrjaði á Tvøroyri í mai mánað hetta árið. Fyrstu næmingarnir vóru heimahjálparar, ið tóku uppskúlingsútbúgving, ið var styttri enn vanlig útbúgving, tí at næmingarnir høvdu viðkomandi arbeiðsroyndir innan fyri røkt. Sama árið í september byrjaði fulla útbúgvingin, har kravið var lokið 10. floks prógv. Tað er ilt at siga nakað um søguna og forsøguna hjá Heilsuskúla Føroya uttan at nevna Heilsuhjálparafelagið, ið er fakfelagið hjá heimahjálparum í Føroyum.
Forsøga
Sambært bókini Hendur ið fjálga, sum Ása Olsen hevur skrivað, og Heilsuhjálparafelag Føroya hevur givið út, vóru tað Havnar Kvinnufelag og Kvinnusamskipanin, sum arbeiddu fyri at fáa eina heimahjálparaskipan í lag í Føroyum, og sum ivaleyst hava sæð tørvin á einari slíkari skipan. Heimahjálparaskipan varð lógarásett í Føroyum í 1973 og var ein av sosialu ábótunum í føroyska samfelagnum, og harvið spratt tørvur á útbúgving eisini.
At byrja við vóru høvuðsuppgávurnar hjá heimahjálparunum at rudda, gera reint, ganga ørindi (um tað var neyðugt), bøta klæði, ansa børnum og hjálpa til við persónligum reinføri og matgerð. Uppgávurnar kundu vera at sita inni hjá eldri fólki, tí at tey avvarðandi vóru til arbeiðis. Um heystið kom mangan fyri, at heimahjálpin tók slakt ella epli upp fyri borgarar. Tað var ikki óvanligt at taka klæðir hjá borgarum heim við at vaska og bøta, at geva heimalambinum, at skifta dysu á oljufýringini ella at mála fyri tey. Tað kom fyri, at ein heimahjálp var inni hjá einum borgara í 8 tímar um dagin. Mangan vóru arbeiðsumstøðurnar tungar og torførar, og hjálparamboð sum vóru eingi. Arbeiðið var ofta einsligt og sjálvstøðugt.
Heimahjálparaútbúgving
Innan heimahjálparaskipanina hevur tørvurin á skeiðum og útbúgving øll árini verið sæddur og mettur at vera umráðandi. Longu í 1974 kom møguleiki at taka skeið fyri heimahjálparar í Føroyum. Fólk frá Socialministeriet í Danmark skipaðu fyri. Lærugreinir, ið tá vóru á skránni vóru: sálarlæra, sjúkrarøkt, matlæra, fyrstahjálp, arbeiðs- og flytihættir, samfelagslæra og sosiallæra, ja enntá oljufýring var á tímatalvuni. Hesi skeið vóru hildin fram til 1996, tá ásannað var, at brúk varð fyri aðrari útbúgving.
So líðandi broyttust uppgávurnar frá húsligum uppgávum til at umfata persónliga røkt og umsorgan. Starvsfólkini fingu størri ábyrgd og vóru í størri mun við til at taka avgerð um, hvussu hjálpin skuldi raðfestast og harvið tryggja, at teir mest røktarkrevjandi borgararnir fingu hjálp. Heimahjálpararnir fingu egið fakfelag í 1979, og felagið hevði stóran leiklut í arbeiðinum, ið var gjørt fyri at fáa heilsuútbúgvingar settar á stovn í Føroyum.
Heilsuhjálparaútbúgving verður sett á stovn
Tá heimahjálparaskeiðini vórðu avtikin í 1996, varð skjótt greitt, at um fakbólkurin skuldi hava nakrar møguleikar at klára nýggju avbjóðingarnar, varð neyðugt at fáa nýggja heilsuútbúgving í Føroyum. Heimahjálparafelag Føroya byrjaði eitt miðvíst og drúgt arbeiði fyri at røkka hesum máli og gjørdi politiska myndugleikan varugan við tørvin á útbúgving. Ein nevnd varð at enda sett at gera uppskot um lóg um heilsuútbúgvingar á miðnámsstigi.
Í 2000 varð gjørt av, at Heilsuskúli Føroya skuldi vera á Tvøroyri. Útbúgvingin var mest sum tann sama, ið tá var í Danmark. Hetta valið tóku myndugleikarnir fyri at tryggja, at útbúgvingin kundi sammetast við onnur lond, og fyri at kunna nýta útbúgvingina aðrastaðni, bæði í arbeiði og til víðari útbúgving.
Tann 5. mai 2001 byrjaði skúlavirksemi í Heilsuskúla Føroya á Tvøroyri. Sett vórðu trý starvsfólk, tveir undirvísarar við niðursettari tíð og ein deildarleiðari við undirvísingarskyldu.
Fyrireikingar vóru mánaðirnar frammanundan, har skúlin søkti sær fakliga ráðgeving frá Sosu-skúlanum á Bornholm. Tveir uppskúlingsflokkar frá heimahjálp til heilsuhjálpara vórðu tiknir inn um árið, og teir byrjaðu í apríl og november mánað hvørt ár fram til 2006. Uppskúlingsnæmingar vóru fólk, ið vóru í føstum starvi innan heimatænastuna. Upptøkukrøv til uppskúlingsútbúgvingina vóru arbeiðsroyndir innan heilsu- og røktaryrkið, í minsta lagi 24 tímar um vikuna í 3 ár tey seinastu 5 árini. Fulla útbúgvingin vardi 12 mánaðir, og har vóru tveir skúlapartar og tveir starvsvenjingarpartar. Arbeiðsroyndirnar góvu rætt til at taka stytta útbúgving, ið vardi ½ ár og var uppbygd við einum skúlaparti og einum starvsvenjingarparti.
Ein flokkur av heilsuhjálparum, ið tók fulla útbúgving, byrjaði í september á hvørjum ári frá 2001 fram til 2006. Tey fyrstu 5 árini vóru tríggir flokkar í gongd árliga. Umleið 60 næmingar fingu tá prógv um árið. Heilsuskúlin var fyrstu árini ein undirdeild av Sjúkrasystraskúla Føroya í Tórshavn. Eitt útbúgvingarráð var at ummæla broytingar í útbúgvingunum.
Fyrstu árini helt skúlin til í gamla skúlahúsinum við Tvøroyrar skúla, har var ein skúlastova, eitt uppihaldsrúm og tvær skrivstovur.
Tørvurin á meira plássi øktist so hvørt, sum fleiri flokkar komu til, og eitt tíðarskeið var Musikkstovan leigað frá Tvøroyrar skúla. Tá tann møguleikin ikki var longur, varð farið út í býin at leiga høli. Hetta bar ikki til í longdini og var helst orsøkin til, at ætlanir um nýggjan skúla komu í lag.
Stór førleikamenning
Í 2006 høvdu flestu heimahjálparar, ið luku krøvini um uppskúling, fingið útbúgving. Sambært tølum frá Heilsuskúlanum vóru 160 heimahjálparar uppskúlaðir til heilsuhjálpara tey fyrstu 5 árini. Hetta er helst størsta førleikamenningin í Føroyum higartil av einum so stórum starvsfólkabólki í so stutta tíð.
Eftir 2006 var uppskúling frá heimahjálpara til heilsuhjálpara ikki longur møgulig. Møguleikin at fáa meritt fyri arbeiðsroyndir var tó skrivaður inn í kunngerðina fyri útbúgvingarnar. Harumframt tóku nakrir psykiatriskir pleygarar í 2010 uppskúlingsútbúgving til heilsurøktara.
Heilsurøktaraútbúgvingin verður sett á stovn
Í apríl 2006 byrjaði heilsurøktaraútbúgvingin í Føroyum, og er hon 22 mánaðir long. Heilsuhjálparaútbúgvingin bleiv broytt, og tveir flokkar av heilsuhjálparum og ein flokkur av heilsurøktarum vóru frá 2006 árliga upptiknir á Heilsuskúlan.
Útbúgvingin til heilsuhjálpara bleiv longd frá 12 mánaðum til 15 mánaðir, og almennar lærugreinir sum føroyskt, danskt, enskt og náttúrulæra vórðu lagdar inn í útbúgvingarnar, eins og gjørt varð í donskum útbúgvingum. Í Føroyum bleiv útbúgvingin tó tveir mánaðir longri, tí at føroyskt bleiv lagt afturat sum tann fjórða almenna lærugreinin.
Almennar lærugreinir blivu lagdar inn í útbúgvingarnar fyri at betra um almenna vitan, og tí at skrivlig skjalfesting er eitt krav til fakbólkin. Ein orsøk var eisini at geva næmingunum møguleika at útbúgva seg víðari.
Heilsuútbúgvingarnar á Heilsuskúlanum blivu við broytingunum at rokna sum yrkisførleikagevandi miðnámsútbúgvingar, ið geva atgongd til víðari útbúgving, og tað var eitt stórt framstig á útbúgvingarliga økinum.
Førleikin í útbúgvingunum
Ofta verður hildið, at tað er ilt at kenna munin á báðum útbúgvingunum. Heilsuhjálparaútbúgvingin gevur førleikar at veita umsorgan og røkt, og heilsurøktarin veitir sjúkrarøkt. Heilsuhjálparar kunnu eftir lokna útbúgving arbeiða á ellisheimum og í sambýlum og hava uppgávur inni í privatum heimum at stuðla, tá evnini hjá borgarum svíkja. Yrkislærugreinirnar eru: røkt, endurmenning, sálarfrøði, almanna- og samfelagslæra og arbeiðsumhvørvi.
Heilsurøktaraútbúgvingin er framhald av heilsuhjálparaútbúgvingini og gevur førleikar at veita sjúkrarøkt, heilsurøkt og fyribyrgjandi arbeiði. Heilsurøktarin kann arbeiða á sjúkrahúsum og innan psykiatriska økið, á ellisheimum og í privatum heimum.
Yrkislærugreinirnar eru: sjúkrarøkt, somatisk og psykiatrisk sjúkralæra, heilivágslæra, endurmenning og almenna- og samfelagslæra.
Báðir fakbólkarnir veita hjálp til sjálvhjálp og skulu umhugsa ikki at yvirtaka tað, ið borgarin kann, og soleiðis verður arbeitt við at vinna aftur mistar førleikar. Sjálvsavgerðarrætturin hjá borgarunum verður settur í hásæti soleiðis, at borgarin hevur ávirkan á egið lív og virki.
Nýggjar tíðir við menning og broytingum
Í 2009 flutti Heilsuskúlin í nýggj høli í Skúladeplinum í Suðuroy, har tveir skúlar skulu húsast saman: Miðnámsskúlin í Suðuroy og Heilsuskúli Føroya. Hetta var ein stórbroyting í hølisviðurskiftunum. Ígjøgnum árini hevur Heilsuskúlin húsast nógva ymiska staðni, og eitt tíðarskeið í 2014 helt skúlin til í fólkaskúlanum í Vági, meðan umvælingar vórðu gjørdar í núverandi hølum á Skúladeplinum.
Broytingar verða gjørdar í fyrisitingini av skúlanum. Heilsuskúlin verður ikki longur partur av Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya, men sjálvstøðugur skúli. Broytingin er neyðug, tí at Sjúkrarøktarfrøðiskúlin verður lagdur undir Setrið, og Heilsuskúlin er ein yrkisútbúgving. Tørvurin á starvsfólki økist, sum broytingar hava verið gjøgnum árini. Í dag starvast 11 starvsfólk á Heilsuskúlanum.
Eitt ávist skeiðsvirksemi hevur verið og er á Heilsuskúlanum. Í 2012 varð skipað fyri skeiðið í Cooperative learning, samskipaðari læring, og undirtøkan var stór, bæði frá miðnámsskúlum og føroyska fólkaskúlanum. Førleikamennandi skeið innan medisin, hava somuleiðis verið hildin. Tað verður á hvørjum ári skipað fyri vegleiðaraskeiðum, fyri starvsvenjingarpláss hjá næmingunum.
Heilsurøktarar fingu í 2014 møguleika at søkja autorisatión eins og í Danmark. Heilsuskúlin vendir javnan eyguni úteftir fyri at fylgja við í broytingum í útbúgvingunum aðrastaðni. Tillagingar verða gjørdar so hvørt, tað er neyðugt, fyri at hava nýggjastu vitan, besta fakliga førleikan og møguleikan at søkja víðari útbúgving. Heilsuskúlin hevur enn í dag tætt samstarv við danskar skúlar um innihaldið í útbúgvingunum fyri at tryggja støðið í útbúgvingunum.
Hví útbúgving?
Áhugavert er at hugleiða um tørvin á útbúgving innan røkt og sjúkrarøkt, og av og á eru spurningar settir, um tað er neyðugt við útbúgving til hesi starvsfólk, ið áttu at dugað vanligar húsligar uppgávur og røkt ígjøgnum lívsroyndir við egnum børnum og húsarhaldi.
Uppgávurnar hjá heilsuhjálparum í dag eru av slíkum slagi, ið ein og hvør við vanligum lívsroyndum innan húsligt arbeiði ikki kann taka sær av. Uppgávurnar umfata millum annað at “eygleiða” broytingar hjá borgarum sum sera týðandi part av at fyribyrgja sjúku og mistar førleikar í samstarvinum við aðrar fakbólkar á økinum.
Slíkar eygleiðingar, ið er undirbygdar av einari grundleggjandi vitan, kunnu við smáum tiltøkum fyribyrgja longri innleggingar og varandi førleikamiss. At duga at síggja týdningin av at boða frá, tá ein borgari er svimbul, manglar vætu, ella tá ein borgari er við at fáa sár av at sita ov nógv í somu støðu. Ella tá innrættingin í heiminum við leidningum og leysum teppum ger, at vandi er fyri at detta og bróta seg sundur, og tað kann føra við sær, at borgarin blívur tungur røktarkrevjadi sjúklingur restina av lívinum. Slíkar eygleiðingar eru ikki sjálvsagdur førleiki, men krevja upplæring.
Útbúgving tryggjar, at arbeiðið verður framt við einsrættaðum fakligum støði soleiðis, at borgarar fáa somu veitingar uttan mun til, hvør starvsfólkið er, ið veitir uppgávuna. Útbúgving av starvsfólki tryggjar bestu arbeiðsumstøður og fyribyrgir skaðar og óneyðugt slit í arbeiðinum, bæði kropsliga og sálarliga. Útbúgving brynjar starvsfólkini til at vera um onnur menniskju á ein virðiligan hátt.
Við útbúgving av umleið 60 fakfólkum árliga síðani 2001 er almanna og heilsuøkið ment og styrkt nógv fakliga tey 15 árini, ið heilsuútbúgvingarnar hava verið í Føroyum. Tað eru higartil 560 heilsuhjálparar og 165 heilsurøktarar útbúnir á Heilsuskúlanum. Ikki kann sigast annað enn, at føroyskar kvinnur í 1974 hava verið framskygdar og sera vísar, tá tær hava kravt at fáa útbúgving innan sítt arbeiðsøki.