Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Námfrøðiliga útbúgvingin eigur at vera í Føroyum - viðtal við Jón í Haraldsstovu

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 12, januar 2017

Jón í Haraldsstovu, ið er MA í søgu og samfelagsfrøði, hevur tikið bæði ástøðiliga og verkliga partin av námsfrøðiligu útbúgvingini fyri miðnáms­lærarar í Føroyum. Hetta er fyrstu ferð síðani 1997, at lærari, sum ikki undirvísir í føroyskum, tekur alla útbúgvingina í Føroyum. Jón tók ástøðiliga partin í 2012. Á heysti 2016 tók hann verkliga partin á Miðnámi á Kambsdali.  

1. Hví mundi tað taka so drúgva tíð at fáa verkliga partin? 

Tí at møguleiki var ikki at taka verkliga partin í Føroyum, og ikki var gjørligt at fara av landinum í 10 vikur. Av prinsipiellum orsøkum helt eg eisini, at tað var skeivt, at eg skuldi taka verkliga partin í Danmark, har eg skuldi undirvísa á einum øðrum máli enn mínum móðurmáli. Tað kann ikki vera annað enn ein løgin støða.

2. Hví valdi tú at taka verkliga partin av námsfrøði á Miðnámi á Kambsdali og ikki í Danmark?

Eg var fegin um tilboðið at fara á Kambsdal. Eg kundi samskifta við bæði næmingar og vegleiðarar á mínum máli og undirvísa næmingum, sum eru í okkara undirvísingarskipan.

3. Hvat heldur tú um, at tað gingu so nógv ár til, at tú slapp at taka verkliga partin?

Eg fekk í 2014 tilboð um at fara til Danmarkar at taka verkliga partin, men valdi ikki at taka av tilboðnum (sí omanfyri). At tað er so stórt glopp ímillum ástøðiliga og verkliga partin er spell, tí tað hevði heilt víst givið betri meining og meira samanhang millum tað ástøðiliga og tað verkliga, um lærarar beinanvegin kundu tikið verkliga partin beint eftir tann ástøðiliga.

4. Hvørjar fyrimunir og vansar sært tú í at taka verkliga partin í Føroyum? 

Sum nevnt, samskifti og undirvísing, og samskifti við vegleiðarar og mentanin ger tað eisini meir viðkomandi enn eg kann ímynda mær, at tað ger í Danmark. Fleiri, eg havi tosað við, ið hava verið uttanlands, saknaðu at kunna brúka móðurmálið.

5. Hvat fekst tú burturúr?

Tað var ein sera góð og gevandi tíð, sum eg hevði á Kambsdali. Vegleiðararnir vóru dugnaligir, og eg fekk sera nógv burturúr bæði fakliga og námsfrøðiliga. Eg kendi tveir teirra frammanundan, men helt ongantíð, at tað var ein trupulleiki. Í gongdini høvdu teir  kritikk og ráð, sum eg fekk nógv burturúr, og sum eg tann dag í dag hugsi um, tá ið eg fyrireiki meg til undirvísing.

6. Hvussu heldur tú, at námsfrøðiliga útbúgvingin á miðnámi átti at verið skipað í framtíðini?

Á Læraraskúlanum eru kreftir, sum hvønn einasta dag undirvísa í námsfrøði, og frá Læraraskúlanum (Fróðskaparsetrinum) koma hvørt einasta ár bæði lærarar og námsfrøðingar, so eg skilji ikki, at hesir førleikar ikki vera brúktir til at undirvísa miðnámsskúlalærarum í ástøðiliga partinum; tað átti at verið ein sjálvfylgja. Um ástøðiligi parturin var í Føroyum, kundi tað verið skipað gjøgnum eitt heilt skúlaár, so so at ein dagur um vikuna fór til undirvísing í ástøðiliga partinum, í staðin fyri, at tað verður trýst saman til drúgv vikuskiftisskeið. So eg haldi, at vit púra vist áttu at havt bæði ástøðiliga og verkliga partin í Føroyum.

Aðrar greinar í miðnámsrit 12