Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Hví próvtøkur ikki eru eftirfarandi

Eftir Olav Absalonsen í miðnámsrit 12, januar 2017

Samrøður við lærarar, ið umboða øll fakøki á Føroya Handilsskúla, og sum hava drúgvar royndir í undirvísing og í próvtøkudøming, avdúka, at próvtøkur ikki eru eftirfarandi. Próvtøkuskipanin er viðbrekin, siga teir.

Skrivligar próvtøkur eru meira eftirfarandi enn munnligar, og sum heild er stórur ivi um, hvørt próvtøkur eru so eftirfarandi og álítandi, sum tær áttu at verið. Tað er høvuðsniðurstøðan í samrøðukanning, sum varð gjørd við lærarar á Handilsskúlanum í 2008. Álitið á próvdømingina er eisini avgerandi fyri eina útbúgvingarskipan, men tá ið lærarar sjálvir viðganga, at próvdømingin ofta er tilvildarlig, kann tað hava álvarsligar avleiðingar fyri tað álitið. Næmingar hava harafturat krav uppá, at metini eru so neyv endurspegling av avrikinum, sum gjørligt. Próvtøkuskipanin má í minsta lagi verða endurskoðað, ella endurskapað, um hesi krøv skulu lúkast.

Ein próvtøka eigur at vera vísindalig: Hon skal eftir ásettum krøvum og reglum gera av, hvørjar førleikar næmingurin hevur eftir ávísum standardi, sum er settur frammanundan. Men skal próvtøkan vera vísindalig, má hon vera eftir­farandi[1] og álítandi[2], sum allar vísindaligar kanningar skulu vera. Krøvini til próvtøkur kunnu verða býtt í trý:

  1. Próvtøkuspurningarnir umboða tey ásettu læringsmálini.
  2. Avrikið hjá næminginum er ein ábending um, hvørjar førleikar næmingurin hevur.
  3. Próvdømingin er álítandi.

Próvtøkuspurningarnir

Próvtøkuspurningarnir eru avgerandi fyri, um próvtøkan skal vera eftirfarandi. Munnligar próvtøkur eru ofta skipaðar soleiðis, at næmingurin tekur ein spurning í einum øki í fakinum. Lærarar, sum eg havi tosað við, halda, at henda skipan manglar validitet – uttan í fremmandamáli, har metingin av at duga at samskifta munnliga er ein partur av heildini. Her eru nakrar endurgevingar av tí, sum lærarar søgdu:

  • Munnligar próvtøkur eru ikki umboðandi
  • Munnligar próvtøkur umboða bara ein part
  • Um munnligar próvtøkur eru eftirfarandi? Tað er sum at spæla í happadrátti
  • Munnligar próvtøkur eru reint eydnuspæl
  • Næmingar hopa, at teir ikki fáa spurning í onkrum ávísum evni, tí so fer tað ikki at ganga væl

Sum heild halda lærarar, at skrivligir próvtøkuspurningar eru meira eftirfarandi. Í onkrum skrivligum próvtøkum kunnu næmingarnir velja ímillum fleiri evni, og tí kunnu teir velja eitt evni, sum teir kenna seg sterkar í. Tí eru skrivligar próvtøkur heldur ikki altíð umboðandi. Næmingar skulu viðhvørt sita í 5 tímar til skrivliga próvtøku, og er tað so mikið leingi, at hesar próvtøkur testa ikki bara tað, sum tær skulu, men eisini hvussu sterkur og treystur næmingurin er, og tað skaðar validitetin. Her eru nakrar endurgevingar frá samrøðum við lærarar:

  • Í munnligum próvtøkum kemur vitanin hjá næmingunum væl fram í einum parti av førleikakrøvunum, men í tí skrivligu próvtøkuni kemur vitanin hjá teimum heldur verri fram í einum størri parti
  • Skrivligar próvtøkur hava størri grundarlag enn munnligar
  • Um teir próvtøkuspurningarnir, sum verða gjørdir uttanhýsis, svara til námsætlanina, er próvtøkan eftirfarandi, men tíverri er tað ikki altíð so
  • Í tí skrivligu próvtøkuni kunnu næmingarnir velja ímillum 5 evni, og teir kunnu velja í tráð við, hvat teir eru sterkir í
  • Um skrivligar próvtøkur eru meira eftirfarandi, veldst um evni, men samanumtikið eru tær meira eftirfarandi enn munnligar

Ein annar munur ímillum skrivligar og munnligar próvtøkuspurningar er, at uppgávunevndir undir Mentamálaráðnum gera skrivligar próvtøkuuppgávur, og lærarar sleppa ikki at síggja hesar uppgávur, fyrr enn próvtøkan hevur verið, men í munnligum próvtøkum ger lærarin próvtøkuspurningarnar, sum skulu góðkennast av uttanhýsis próvdómara. Her skal leggjast afturat, at einstakir lærarar eru limir í uppgávunevndum undir Mentamálaráðnum.

Avrikið

Avrikið hjá næminginum er ábyrgdin hjá næminginum, men avrik kunnu vera ójøvn. Próvtøku­støðan er ónatúrlig, og hon ávirkar fólk og avrik ymiskt, sum víst er á í grein í Miðnámsriti nr. 10, har ein niðurstøða er, at flestu dreingir klára seg lutfalsliga betur til próvtøkur enn flestu gentur. Sjálvt um næmingurin hevur ábyrgdina at gera sítt besta, eru aðrir faktorar við próvtøkuni, sum hann ella hon ikki ræður yvir.

Ein kanning á Føroya Handilsskúla í 2007 gevur ábendingar um, at tá ið próvtøkan er skrivlig, eru ársmetini ofta hægri enn próvtøkumetini, men tað er við tí fyrivarni, at hetta ikki er líka fyri allar lærugreinir. Tveir av lærarunum, sum eg havi havt samrøðu við, vísa á, at summir næmingar hava ikki so góðar førleikar at skriva, og tá ið ársmetið er grundað á fleiri metingarhættir, meðan próvtøkan er nógv treytað av førleika at skriva, er vantandi førleiki at skriva ein forðing fyri summi at vísa, hvat tey eru før fyri.

Tær munnligu próvtøkurnar á miðnámi eru í flestu førum fullkomiliga munnligar, og tað munnliga er sostatt avgerandi fyri avrikið, og næmingurin, sum ikki megnar skrivligar próvtøkur so væl, kann klára seg nógv betur í munnligum próvtøkum. Munnligar próv­tøkur kunnu hava ein fyrimun í samskiftinum, sum er millum næmingin og próvdómarar.

Hvussu nógv næmingar snýta til próvtøkur vita vit ikki fyri vist, tí vit kenna bara til tað, sum verður avdúkað, men orsøk er til at halda, at tað, sum ikki verður avdúkað, er nógvar ferðir tað, sum verður avdúkað, tí tá ið næmingur verður tikin í at snýta, er tað vanliga, tí  hann hevur dugað sera illa at fjala tað. Her átti próvtøkuskipanin at lagt upp fyri, at tað skal ikki vera lætt at snýta.

Dømingin

Tá ið samrøðurnar við lærararnar vórðu gjørdar í 2008, vóru reglurnar soleiðis í flestu lærugreinum, at ein uttanhýsis próvdómari dømdi saman við læraranum í bæði skrivligum og munnligum próvtøkum. Lærararnir vórðu spurdir um uttanhýsis próvdómararnar, og her eru brot úr tí, sum teir svaraðu:

  • Summir eru betri enn aðrir. Teir lúka ikki altíð krøvini hjá Mentamálaráðnum. Teir eru ógvuliga ymiskir
  • Tá ið vit hava próvdómarar frá vinnulívinum, kunnu teir seta ov stór krøv til næmingarnar; men oftari seta teir ov lítil krøv, og tá hava teir hug at geva ov høgar karakterir
  • Viðhvørt hava vit sama uttanhýsis próvdómara í fleiri próvtøkum í sama próvtøkuskeiði; tað er ein gøla
  • Meira ofta enn ikki er Mentamálaráðið ikki ført fyri at halda egnar reglur (um førleikakrøv til próvdøming)
  • Sum heild eru teir væl skikkaðir, men undantøk eru: viðhvørt tykjast teir at líða av undirlutakenslum
  • Ikki allir eru egnaðir, teir eru sum blandað bomm

Eftir hesum útsøgnum at døma manglar støðufesti í dømingini, og ábyrgdin at seta væl skikkaðar próvdómarar er hjá Mentamálaráðnum. Her skal sigast, at Mentamálaráðið hevur síðani 2010 skipað fyri próvdómarafundum í sambandi við allar skrivligar próvtøkur á gymnasialum miðnámi, áðrenn avrikini eru endaliga dømd, og er hetta helst við til at bøta um støðufestið, soleiðis at tað verður ein meira felags linja í dømingini, enn tað var frammanundan.

Eins og við próvtøkuspurningum og uppgávum er munur á dømingini í skrivligum og munnligum próvtøkum. Í skrivligum próvtøkum døma nú tveir uttanhýsis próvdómarar, men í munnligum próvtøkum er ein uttanhýsis próvdómari, og hin próvdómarin er lærarin hjá næminginum.

Kjak

Tey trý krøvini til eina kanning vóru: próvtøkuspurningarnir (innanhýsis validitetur); avrikið hjá næminginum (uttanhýsis validitetur); og dømingin (hvussu álítandi hon er). Tað er lætt at síggja, at henda skipanin er viðbrekin. Sjálvt um næmingurin ger sítt besta, eru meinbogar á vegnum frá próvtøkuspurningum umvegis avrik til avgerðina um met.

Bæði lærarar og næmingar uppliva skipanina við at taka ein spurning til próvtøkuna sum eitt slag av happadrátti. Harumframt føra lærarar fram, at munnligar próvtøkur eru ikki eftirfarandi, tí næmingar kunnu taka ‘góðar’ spurningar, og summar skrivligar próvtøkur eru heldur ikki eftirfarandi, tí næmingar kunnu velja ímillum nógvar spurningar; hetta er ein annar happadráttur. Tann triði happadrátturin í sambandi við próvtøkur er, at próvdómararnir, sum koma uttaneftir, ikki døma eins.

Vit kunnu ímynda okkum, at næmingur sleppur til próvtøku í faki, har hann hevur góðan møguleika at fáa betri próvtøkumet enn ársmet. Harumframt fær hann ein hepnan spurning til próvtøkuna, soleiðis at avrikið verður enn betri, enn væntað. So kann hann eisini hava hepni við sær, at próvdómarin er ein, sum gevur hægri met enn aðrir. Alt kann eisini fara hinvegin. Tann námsfrøðiliga leiðslan, sum tekur avgerðir um hesi viðurskifti, er Mentamálaráðið, ið er á makro stigi, men tey, sum eygleiða hesar veikleikarnar, eru lærarar á mikro stigi. Tí eru skúlaleiðslurnar á meso stigi, sum liggur ímillum makro og mikro, í eini lyklastøðu at taka stig til at broyta verandi skipan.

At summativ meting í verki er ein fløkja, er ikki serføroyskt. Peter T. Knight vil vera við, at tað er ikki bara metingarteknikkurin, sum skinklar, men at sjálv endamálini við metingini eru fløkt saman, soleiðis at dømingin verður líkasæl og óstøðug, sum er óetiskt. Fyri at broyta fatanina um hetta setir hann hesar spurningar[3]:

  • Hvat hava vit summativa meting til?
  • Hvønn er hon fyri?
  • Hvat kann hon gera?
  • Hvat kann hon ikki gera bíliga?
  • Hvat átti ikki at verið kravt av henni?

Hesir spurningar eru so rúmir, at teir eru viðkomandi á øllum leiðslustigum, har avgerðir verða tiknar um útbúgving í verki: Broytingar, sum skulu fremjast á mikro-stigi, mugu stuðlast við einum metingarpolitikki á meso-stigi í útbúgvingarstovninum, og við yvirskipaðum metingarpolitikki á makro stigi. Vit kunnu eisini venda tí hinvegin: um avgerðir tiknar á makro stigi skulu virka, er neyðugt, at leiðarar á meso og mikro stigi verða involveraðir.

Eitt endamál við summativari meting er at skriva prógv ella váttanir, sum uttanhýsis brúkarar, ið til dømis eru arbeiðspláss og útbúgvingarstovnar, taka avgerðir út frá, tá ið teir skulu seta fólk í starv ella taka næmingar inn. Slík skjøl kunnu verða samanborin við ársfrásagnir hjá partafeløgum, sum eru gjørdar til uttanhýsis brúkarar, ið eru íleggjarar og kreditorar, og sum taka avgerðir út frá hesum frásagnum. Vinnulívið hevur reglur og standardar at brúka á hesum øki. Á sama hátt tørvar okkum á miðnámi nøkur amboð til summativa meting í verki, so vit gerast meira tilvitað um, hví hon verður gjørd, hvat hon skal brúkast til, og hvørjum hon er ætlað.

Nógv kann verða gjørt fyri at próvtøkurnar verða meira eftirfarandi og álítandi. Fyri at minka um snýt við próvtøku kundu vit havt stuttar afturlatnar próvtøkur við ongum hjálparamboðum, sum longu verður gjørt í onkrum lærugreinum í dag. Hesar próvtøkur kunnu vera stuttar, og tær eru væl egnaðar at finna út av, hvat næmingurin dugir. Próvtøkur skulu heldur ikki vera so drúgvar, at tað ger validitetin verri. Fyri at minka um snýt í verkætlanum er eitt hugskot, at næmingurin skal verja skrivliga arbeiðið munnliga. Hetta verður sjálvsagt dýrari, men bíligar loysnir eru ikki altíð tær skilabestu.

Við reforminum, sum varð gjørdur innan gymansialt miðnám í 2013, og við tillagingunum innan aðrar miðnámsútbúgvingar, sum vórðu gjørdar um somu tíð, er ikki nakað broytt, sum ger próvtøkur meira eftirfarandi ella álítandi. Skrivligar próvtøkuuppgávur verða framvegis gjørdar av uppgávunevndum, sum ikku mugu lata nakað leka út til lærararnar, tó at summir lærarar eru í uppgávunevndini. Tað kundi økt munandi um dygdina, um próvtøkuuppgávurnar vórðu sendar øllum lærarum til ummælis, áðrenn tær vórðu endaliga samtyktar.

Munnligir próvtøkuspurningar verða framvegis gjørdir av læraranum, sum skal føra næmingarnar upp. At hesir spurningarnir verða sendir til ummælis hjá uttanhýsis próvdómara, er eitt eftirlit, ið skal halda onkra dygd í spurningunum, tó at tað er ivasamt, hvussu trygt hetta eftirlitið er. Tá ið verandi skipan letur arbeiðið at gera munnligar próvtøku­spurningar upp í hendurnar á viðkomandi lærara, er tað enn meira óskiljandi, at lærarar ikki fáa tær skrivligu próvtøkuuppgávurnar til ummælis. Eisini er tað órímiligt, at uttanhýsis próvdómarar í skrivligum próvtøkum, ikki fáa loyvi at síggja próvtøku­uppgávurnar, áðrenn teir játta at verða próvdómarar. Dømi eru um, at teir kenna seg førdar út í óføri, tí próvtøkuuppgávurnar eru so illa frágingnar, at tað er mestsum ómøguligt at døma.

Tey trý krøvini fyri, at ein próvtøka skal vera eftirfarandi og álítandi, eru sum ein keta, og ketan er ikki sterkari enn veikasta liðið. Eru próvtøkuspurningar ógreiðir, er trupult at tosa um gott ella vánaligt avrik, tí næmingurin hevur kanska ikki skilt spurningin. Her kemur tað afturat, at próvtøkustøðan er spent og ónatúrlig, og lítið skal til at ørkymla næmingar – summar meira enn aðrar – og tað kann ganga út yvir alt avrikið tann dagin. Í slíkum umstøðum er trupult at gera eina álítandi døming, tí ketan er longu slitnað. Tíverri hava myndugleikarnir viðhvørt ilt við at viðurkenna brek í skrivligum próvtøkuuppgávum og bjóða næmingunum endurpróvtøku, tí teir eru helst bangnir fyri, at tað skal leka út. Nógv av hesum kundi verið fyribyrgt, um lærarar og uttanhýsis próvdómarar fingu próvtøkuuppgávurnar til ummælis, áðrenn tær fara út.

Til at styrkja sjálva dømingina er eitt hugskot, at uttanhýsis próvdómarar eru limir í einum føstum próvdómarahópi á einum skúla. Tá ið teir hava játtað at verða limir í hesum hópi, kunnu teir rokna við at verða bidnir at vera próvdómarar. Skúlin sjálvur ella Mentamálaráðið skuldi so havt til uppgávu at røktað próvdómarahópin soleiðis, at hann er kunnaður um allar broytingar, sum verða gjørdar í reglunum. Av og á kundu teir verið bodnir til fyrilestrar ella skeið í próvtøkudøming.

Viðmerkingar at enda

Próvtøkur á miðnámi eru ikki nóg eftirfarandi og álítandi, tá ið vit hugsa um, hvat prógvini skulu brúkast til. Próvtøkur eiga ikki at bera brá av happadrátti. Tær reint munnligu próvtøkurnar skuldu verið tiknar av, og munnligar próvtøkur kundu verið ein partur av eini størri heild, til dømis at næmingurin verjir eitt skrivligt avrik munnliga. Tað kundi eisini minkað um snýt við próvtøkuverkætlanum, tí sum nú er, verður eitt nú breytarverkætlanin bara latin inn og dømd. Ein munnlig verja kundi avdúkað, um næmingurin sjálvur hevur skrivað uppgávuna.

Próvtøkuskipanin eigur ikki at bjóða inn til, at næmingarnir snýta. Skrivligar próvtøkur við øllum hjálparamboðum freista til snýt. Tí áttu vit bara at havt skrivligar próvtøkur, har eingi hjálparamboð eru loyvd; hesar próvtøkur, sum kunnu vera stuttar, skuldu so talt ein ávísan part av endaliga metinum. Arbeiði, har næmingarnir kortini kunnu nýta øll hjálparamboð, kunnu vera gjørd heima. Tíðin er farin frá at seta næmingar inn í eitt høli við vaktarhaldi, tá ið teir kortini kunnu samskifta við umheimin.

Fyri at bøta um validitetin við skrivligum próvtøkum skuldu próvtøkuuppgávurnar verið gjørdar lokalt á hvørjum skúla – við góðkenning av umboðum frá Mentamálaráðnum, ella skuldu tær verið gjørdar sum nú í Mentamálaráðnum, men so mugu lærarar og uttanhýsis próvdómarar fáa uppgávurnar til ummælis, áðrenn tær verða brúktar. Tað er betri, at kritikkurin kemur, áðrenn skaðin hendir. Til at gera dømingina meira álítandi skuldu próvdómarar fingið vegleiðing í at døma. Tað er ikki nóg mikið at hava fakligar førleikar. Onkrar formligar reglur eru, men próvdómarahópurin má styrkjast, soleiðis at vit fáa meira støðufesti í dømingina.


[1] Eftirfarandi merkir her, at próvtøkan skal kanna tað, sum hon eigur at kanna: hon skal hava validitet

[2] Álítandi merkir her, at dømingin er eins og støðuføst: hon skal hava reliabilitet

[3] KNIGHT, P., 2002. Summative Assessment in Higher Education: practices in disarray, Studies in Higher Education, Vol. 27, No. 3, pp. 275-286.

Aðrar greinar í miðnámsrit 12