Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Darwin-vika í Hoydølum - ein tvørfaklig verkætlan

Eftir Hanne Jacobsen í miðnámsrit 16, apríl 2018

Tað hevur í fleiri ár verið vanligt at hava evnisdagar ella evnisvikur í Hoydølum, har vanliga tímatalvan er niðurløgd. Hetta hevur verið sera mennandi bæði fyri lærarar og næmingar. 

Í 2009 varð gjørt av at hava eina Darwin-viku, tí Darwin í 1859 gav út On the Origin of Species by Means of Natural Selection, or the Preservation of Favoured Races in the Struggle for Life. Bókin kom út 24. november, tí løgdu vit evnisdagarnar til rættis soleiðis, at arbeiðið endaði júst 24. november. Samstundis kundu vit eisini hátíðarhalda, at árið 2009 var 200 árið fyri føðing Darwins.

Á seinasta lærararáðsfundi í skúlaárinum 2008-2009 gjørdu vit av, at vit skuldu hava evnisdagar um Darwin 19.-24. november næsta skúlaár. Á lærararáðsfundi í september var heitt á allar fakbólkar um at velja umboð í eina nevnd, ið skuldi gera uppskot og vera við til at fyrireika evnisdagarnar. Vit høvdu okkara fyrsta fund 8. september og hildu á at fundast, í fyrstuni 14. hvønn dag og at enda fleiri ferðir um vikuna, bæði í skúlatíð og um kvøldið (tá var sáttmálin ikki sum nú).

Í sambandi við 200 árið fyri føðing Darwins vórðu nógvar bøkur givnar út, bæði í Danmark og í øðrum londum, og bløðini – serliga Information og Weekendavisen, men eisini Dimmalætting og Sosialurin og ensk bløð – høvdu nógvar áhugaverdar greinir um Darwin og tann týdning, hann hevði. Sjónvarpið og Útvarpið høvdu eisini fleiri sendingar um Darwin, so nógv tilfar var at nýta. Tann 28. oktober skuldu næmingarnir velja fak til evnisdagarnar.

Bókasavnið í Hoydølum keypti fleiri bøkur í hesum sambandi, og vit høvdu eina stóra framsýning til tess at geva øllum íblástur til dagarnar. Eisini savnaðu vit blaðgreinir og leinki, so bókasavnið hevði ein stóran og týdningarmiklan leiklut.

Harafturat hildu vit, at Darwin og hansara ástøði hevði sera stóran týdning á øllum økjum og í øllum fakum, og at allir næmingar skuldu fáa óheftan og fordómsleysan (so væl sum til ber) kunnleika um hann og ástøði hansara.

Móttøkan var góð, bæði millum lærarar og næmingar, og øll hildu, at hetta var eitt viðkomandi evni, ið arbeiðast kundi við, bæði ástøðiliga og skapandi. Sjálvsagt var tað ein avbjóðing at fáa ein so stóran skúla at “at ganga í takt”, men eg haldi, at ein fyrimunur var, at næmingarnir kundu velja frítt eftir áhuga og eftir faki, t.e. at teir ikki vóru noyddir til at vera í sínum flokki. Sjálvandi vóru næmingar, ið kanska ikki vóru til staðar hvønn dag, hetta var sera torført at forða fyri, men vanlig skráseting varð førd dagliga, so teir fingu fráveru, um so var.

Bæði tilgongdin og tað endaliga úrslitið vóru av stórum týdningi. Næmingarnir høvdu frítt í at velja, um teir vildu hava framsýningar, framførslur ella annað, og vit høvdu høvi at uppliva sera nógv áhugavert, bæði skapandi og meira ástøðiligt. Almenningurin fekk eisini høvi at síggja framsýningar, serliga foreldur og systkin, men eisini fyrrverandi næmingar.

Eisini var fyrilesturin hjá Jesper Hoffmeyer sera áhugaverdur, hann gav bókina Tro på tvivl – Kritik af religiøs og videnskabelig ufornuft út í 2008, og hetta var eitt fínt verk at nýta til okkara arbeiði.

Tá hevði eg flokk í donskum, og tey skuldu skriva eitt essay um Darwin-dagarnar við støði í innganginum til júst On the Origin. Hvussu tey gjørdu í hinum fakunum, veit eg ikki/minnist eg ikki, men vit ætlaðu sjálvsagt, at alt skuldi vera ein liður í pensum. Tá ið vikan var liðug, eftirmettu við gongdina, allir næmingar fingu spurnabløð. Sum heild riggaði tiltakið væl. Ein kritikkur frá næmingunum var, at at teir høvdu ov nógvar dagar, tí ilt var at halda næmingarnar saman um eitt evni so leingi. Eisini varð víst á, at summir fakbólkar kundu havt verið meira við. Sum heild ein frálík og lærurík vika. Tað er hart arbeiði at skipa fyri at hava eina slíka viku, men eftir eina slíka viku eru næmingar slopnir at víðka sín sjónarring. Tvørfakliga riggaði tað sera væl, tí at Darwin og hugsanir hansara kunnu brúkast í øllum lærugreinum.

Aðrar greinar í miðnámsrit 16