Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Eru føroyskar skúlabøkur dýrar at gera?

Eftir Olav Absalonsen í miðnámsrit 1, mars 2014

Ofta verður ført fram, at tað loysir seg ikki at skriva føroyskt undirvísingartilfar, tí at marknaðurin er so lítil, at tað er ómøguligt at fáa tað at hanga saman búskaparliga. Hetta er ein meting, ið er vinnu­búskapar­lig, og tað er eyðvitað lætt at seta eitt roknistykki upp, ið vísir, at tað loysir seg ikki út frá vinnubú­skaparligum áhuga­málum: Bókin verður seld í so fáum eintøkum, at tað vigar ikki upp ímóti tí, sum tað kostar at gera hana, ella skal hon seljast so dýrt, at eingin keypir hana, og er hetta tí ein ómøgulig verkætlan.

Men um vit víðka sjónarringin nakað, soleiðis at vit síggja út um tað vinnu­búskaparliga, kann hugsast, at niður­støðan verður ein onnur. Skúlar eru ein samfelagsuppgáva, sum vit hava valt at brúka nógvan pening til. Landskassin brúkar umleið 850 milliónir um árið til útbúgving og gransking. Tað kostar einki at ganga í skúla í Føroyum, og tað er ein politikkur, ið byggir á ta hugsjón, at tað loysir seg at brúka pening til hetta, tí vit mugu hava útbúgvið fólk til allar upp­gávur bæði á sjógvi og landi, um sam­felagið skal virka í longdini. Nyttan av útbúgving er at tryggja ein høgan livifót í longdini.

Viðkomandi tilfar

Í hesum sambandi slepst illa undan at taka støðu til, um vit skulu hava føroyskt undirvísingartilfar í Føroyum, og kanska er spurningurin tá, um vit yvirhøvur hava ráð til ikki at gera nógv meiri av føroysk­um tilfari, enn vit gera í dag. Føroyskar læru­bøkur hava tann fyrimun, at tær eru skrivaðar á føroyskum til føroyingar. Tær útlendsku hinvegin eru vanliga skrivaðar til útlendingar og taka støði í einum fremmand­um samfelag, sum flestu føroyingar hava ilt við at kenna seg aftur í. Ein, sum gekk á skips­føraraskúla fyri nógvum árum síðani, fortaldi hesa søgu:

Teir flestu í flokkinum høvdu siglt sum fiskimenn í mong ár. Eitt fak á skúlanum var Virkisbúskapur, og bókin byrjaði við setninginum: Gitte Hansen åbner en modebutik på Strøget í København …

Teir fingu sær ein bíligan látur. Men hetta lýsir støðuna hjá føroyska skúla­verkinum í eini øðuskel. Bókin byrjar við onkrum, sum málbólkurin skal kenna seg aftur í, fyri at tað skal vekja áhuga fyri fakinum, men skotið fer langt við síðuna  av. Her skal tó nevn­ast, at á eingilskum finnast lærubøkur, ið eru skrivaðar til ein breiðan málbólk, tí at bókin er ætlað at verða nýtt í nógvum londum, men hetta er vanliga til hægri útbúgvingar. Í eingilskt mæltum londum eru lærubøkur ein týðandi út­flutningsvøra. Á permuni stendur ofta ‘International version’.

Nyttuvirði

Tá ið vit tosa um, hvat loysir seg, er sostatt umráðandi at taka nyttuvirðið av føroysk­um tilfari við. Um vit venda eyguni móti kostnaðarsíðuni, so kostar tað at gera eina bók. Rithøvundarnir skulu hava løn, so kemur rættlestur, sniðgeving, perma, myndir, umbróting, prentumsiting og annað. Men alt arbeiðið er í landinum, og vit halda lív í fleiri virðismiklum fakum. Lærubóka­rithøvundar eru ofta lærarar, sum vita og hava eina meining um, hvussu ein lærubók skal leggjast til rættis. Fakliga er hetta sera mennandi, og tað er gott fyri skúlan og fyri samfelagið.

Í pengarenslinum (búskaparligu ring­rásini) fara pengarnir av einari føroyskari bóka­útgávu úr einum búskaparligum geira í annan. Um Nám gevur bókina út og fíggjar hana, fara pengarnir í fyrstu atløgu úr Lands­kassanum sum løn og gjald til fyritøkuna, ið ger bókina, sum aftur rindar starvsfólkum sínum løn. Øll hesi gjalda skatt av innkomuni og avgjald, tá ið pengarnir verða brúktir; hesin partur kemur innaftur í landskassan. Tá ið næmingarnir keypa bókina, kemur nakað innaftur tann vegin. Beinleiðis innflutningur er næstan eingin. Fyri at tryggja nyttuna av føroyskum skúlabókum átti søluprísurin at verið hildin lágur, tí tað kostar samfelagnum einki; tað er bara eitt gjald frá húsar­hald­um til for­lagið, og lægri prísurin er, fleiri fáa nyttu av bókini.

Men velja vit í staðin at keypa út­lendskar lærubøkur, fara allir pengarnir beinleiðis av landinum. Vit missa ikki bara tað. Evnarík fólk í landinum sleppa ikki at menna síni evni at skriva ella gera annað arbeiði, ið hoyrir til eina bókaútgávu, og næmingarnir fáa ikki bøkur, sum eru skrivaðar til teir.

Hugsjónarbroyting

Eitt, ið vit skulu leggja til merkis, er, at út­lendskar lærubøkur kunnu vera sera dýrar, tí útlendsku forløgini vita, at tað er lærarin, sum ger av, hvørja bók næmingarnir skulu brúka, og tá ið tann avgerðin er tikin, eru næmingar­nir noyddir at keypa. Tá ið tann, sum tekur avgerð­ina, ikki skal gjalda, er hetta ein møgu­leiki hjá vinnurekandi forløgum at vinna pening. Í marknað­arførsluni fara forløgini eisini eftir at ávirka læraran, og egna tey millum annað við vegleiðandi loysnum til allar upp­gávur fyri at appellera til letina, sum liggur í okkum øllum.

Eitt annað, sum útlendsk forløg brúka, er at hava nógv aktuell dømi í bókini, og tað er eisini ein eyka tænasta, tí so skal lærarin sleppa undan at finna dømi sjálvur, og hann kann í frið og náðum undirvísa eftir bók, men sam­stundis blívur bókin skjótt for gomul. Tað passar forløgunum væl, tí so kunnu bøkurnar ikki brúkast aftur, og tey kunnu gera nýggjar útgávur annað hvørt ár, og tað tryggjar framhaldandi virksemi.

Tá hava føroysku bøkurnar eina heilt aðra visjón, og endamálið er ikki at vinna pening, men at útvega málrættað og væl egnað undirvísingartilfar, sum hevur varandi nýtsluvirði, tí at tey aktuellu dømini fylla nógv minni. Um tey skuldu við, so hevði bókin longu verið for gomul, áðrenn hon kemur út. Hugskotið er, at bókin verður supplerað við øðrum tilfari, sum lærarin finnur ella ger. Í búskapi, handilsskapi og øðrum samfelags­ligum lærugreinum er neyðugt at fylgja við í samfelagnum, og tí er ein føroysk lærubók í tílík­um lærugreinum einans ein grundbók, og annað tilfar skal til.

Fyri 12 árum síðani yvirtók Landsstýrið undir­­vísingarmál, ið ikki frammanundan vóru á føroyskum hondum – millum onnur handils­skúlan og tekniska skúlan. Formliga hevur hetta havt ta broyting við sær, at allar lógir, kunngerðir, rundskriv og námsætlanir verða gjørd í Føroyum. Hetta skuldi havt við sær, at skúlin bleiv meira føroyskur enn framman­undan. Men fyri tey, sum hava fylgt nakað við, er syrgiligt at staðfesta, at so hevur ikki verið, tí tað er freistandi at laga føroyskar námsætlanir neyvt eftir teimum donsku fyri at kunna brúka danskar lærubøkur. Henda gongd er ikki mennandi fyri føroyskar útbúgvingar – hvørki fakliga ella námsfrøðiliga, og hon tænir ikki næming­unum – og sam­felagnum enn minni.

Hugsjónin má vera at gera og útvega meiri av føroyskum undirvísingartilfari, tí tað er ein fyritreyt fyri dygd í læring og undir­vísing. Kostnaðurin er eingin forðing, tí før­oyskt undirvísing­ar­tilfar kostar í veruleikanum einki.

Aðrar greinar í miðnámsrit 1