Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.
Miðnámsrit 1
Um blaðið
Góðu lesarar!
Hetta er fyrsta útgáva av Miðnámsriti. Í eina tíð hava vit tosað um at givið eitt netblað út við fakligum og námsfrøði- ligum tilfari – nú er tað veruleiki. Tað er nógv spennandi og viðkomandi, ið rørir seg í miðnámsskúlaøkinum, og sum eisini hevur almennan áhuga, og tí halda vit, at tað er neyðugt at hava eitt blað, sum lærarar, leiðarar, em- bætisfólk, politikarar og onnur, ið vara av miðnámsútbúgving, kunnu skriva í.
Vit ætla, at blaðið verður so fjølbroytt sum gjørligt við høvuðsdenti á tað, sum er viðkomandi á miðnámi. Blaðið, sum skal koma út fýra ferðir um árið, verður lagt á heimasíðuna hjá Føroya Handilsskúla.
Í fyrsta blaðnum hava vit valt læru- tilfar sum tema. Eitt tema verður ikki í
hvørjum blaði, men av og á. Hesuferð hava vit fingið Pól Jespersen at skriva eina grein um lærutilfar á føroyskum. Pól fekk í heyst M. A. Jacobsens heiðursløn fyri yrkisbókmentir. Hann hevur gjørt eitt stórt arbeiði at gera lærutilfar á føroyskum til miðnám. Vit hava eisini sett Dorit Hansen á Námi nakrar spurningar um undirvísingar- tilfar og um samarbeiðið við Systime. Olav Absalonsen hevur skrivað eina grein, har hann spyr, um tað nú er so dýrt at gera føroyskar lærubøkur. Tórður Johannesarson hevur kannað, hvussu nógv av læru-tilfarinum í miðnámsskúlunum er á føroyskum.
Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson
Uppseting: Gunnvá Gray
Tak niður sum PDF