Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Um at skriva undirvísingartilfar

Eftir Pól Jespersen í miðnámsrit 1, mars 2014

Eg var heilt ungur, tá ið eg visti, at náttúruvísindi skuldu verða mítt øki. Tá visti eg kortini ikki, at undirvísing og tað at skriva undirvísingartilfar fór at fylla so nógv í mínum arbeiðs­lívi, men afturlítandi vil eg siga, at undirvísingin hevur verið ein stórur framíhjárættur, eitt privilegium, og skrivingin hevur verið bæði ein stór gleði og ein plága, tí hesin hugurin gevur tær so lítlan frið.

Eftir at hava lisið alisfrøði og støddfrøði var eg í pedagogikum í Danmark fyrra hálvár í 1979. Har hevði eg góðar vegleiðarar. Tað fall mær lætt at skriva, og tey eggjaðu mær til at gera egið undirvísingartilfar. Hetta var ein lærurík tíð.

Hoydalar

Í august í 79 byrjaði eg so í lærarastarvi í Hoydølum. Eg treivst beinanvegin væl í leik­luti­num sum lærari, men merkti skjótt, hvussu danskur skúlin var. Ikki bara vóru læru­bøkurnar fyri tað mesta danskar – tað eru tær vist enn. Ein ikki lítil partur av lærarunum vóru tá danskmæltir. Tað var ikki nógv at siga til tað, tí vit vóru ikki før fyri at manna lærarastørvini við føroyskmæltum lærarum. At krevja, at danskir lærarar skuldu tosa føroyskt frá fyrsta degi, bar jú ikki til. Eg hugsaði við mær, hvussu skeivt hetta kendist, at føroyskir næmingar, sum nóg illa høvdu fingið málsligt fótafesti, skuldu verða noyddir at tosa danskt í tímunum og at læra alt nýtt gjøgnum danskt mál og donsk eygu. Av ein­hvørjari orsøk var henda kenslan sterkast, tá ið eg sat úti um landið sum próvdómari í próv­tøkutíðini. Málsliga medvitið frá yngri árum, sum var viknað í útlegdini, mentist undir hesum umstøðum skjótt aftur, og tað, saman við royndunum frá pedagogikumtíðini, gjørdi, at eg fór at skriva egið undirvísingartilfar. Tað byrjaði í smáum við royndarvegleiðingum og notum um ymiskt.  

Farloyvi at skriva lærubók

Eg minnist, at onkrir vaksnir næmingar, sum eg hevði á kvøld-hf í fýrsunum, plagdu at gera vart við, at einki rúm var fyri føroyskum dømum. Støddfrøðibókin var jú donsk. Eg fekk hug at gera nakað við hetta. Jákup í Gerðinum og Kjartan Danielsen høvdu frammanundan skrivað tilfar til málsliga deild, tað gav eisini mær dirvi. Endin var so, at eg søkti um far­loyvi. Tá ið eitt ár var farið, vóru støddfrøðilærubók og uppgávubók klárar at taka í brúk. Í Føroyum er tað so, at tú fært ikki nógv afturljóð, tá ið tú fæst við slíkt arbeiði. Frá næming­unum fekk eg tó bara positivar afturmeldingar. Tey søgdu mær, hvussu frígerandi tað var at lesa lærugreinina á móðurmálinum. Fleiri søgdu mær eisini, at bókin var vælegnað til sjálv­lestur. Tað dámdi mær væl at hoyra, tí hon var í fyrsta lagi ætlað HF-skeiðunum, sum tóku ímóti fleiri næmingum, sum ikki vóru í somu støðu sum tey, ið komu í studenta­­­­skúla beint úr framhaldsdeildini.

Frá myndugleikunum hoyrdist tó annað lag. Tað ljóðaði nakað soleiðis: “Nú, tá ið vit hava eina føroyska lærubók, noyðast vit at hava føroyskar próvtøkuuppgávur …”. Hvør skal siga, móðurmálið er bara ein byrða í føroysku miðnámsskúlunum – eitt haft um beinini. Tey orðini brendu seg føst í minnið. Á ein hátt skilji eg tó væl støðuna. Spurningarnir eru nógvir. Hvør skal røkja hetta? Og er tað sunt bara at hava eina bók? Hava vit ráð til fleiri? Vit eru jú so ørkymlandi fáment í Føroyum. Bókin varð annars nøkur ár seinni broytt og umskrivað og eftir tað eisini brúkt hjá málsligum í 1.g.

Gerandisdagurin sum lærari byrjaði aftur, men hugurin at skriva var einki minkaður. Tað endaði so við, at eg royndi at skriva, meðan eg undirvísti – tað vóru strævin ár. Men tað var eisini stuttligt og spennandi. Snorri Fjallsbak og eg skrivaðu t.d. tríggjar lærubøkur til alis­frøði. Vit vóru púra samdir um fakliga stigið. Okkara bøkur skuldu ikki vera fakliga lakari enn tær útlendsku, heldur tvørturímóti. Tað kom als ikki upp á tal at elta ta fakligu niður­laðing, sum t.d. hevur sermerkt nógvar samsvarandi danskar lærubøkur í seinni árum. Ser­liga ernir vóru vit av triðju bókini “Mekanikki 2″, sum vit mettu vera millum tað frægasta av sínum slagi í norðurlondum tá  tað var í 1996. Ætlanin var annars, at alisfrøðibøkurnar, sum vit mettu vera størstu avbjóðingina, skuldu vera fimm í tali. Eg kann enn harmast um, at vit ikki fullførdu tann setningin, men fyritreytirnar broyttust, Snorri fór t.d. í annað starv. Eg keddi meg tó ikki, tí tað vóru aðrar útgávur, sum eg arbeiddi við, t.d. relativitetsástøðinum.

Alisfrøði og evnafrøði til framhaldsdeildina

Í 1999 ringdi Niels Petersen á Skúlabókagrunninum til mín um alisfrøði og evnafrøði til framhaldsdeildina. Niels hevur umsitið flestu útgávurnar hjá mær. Hann hevur verið ein pressari, hevur torað at tikið djarv­ar avgerðir. Tað eigur hann mikið rós uppiborið fyri. Henda verkætlanin fevndi um til samans 9 bøkur og knappar 1300 síður, tá ið av tornaði. Tilfarið varð týtt og tillagað úr donskum, og eg legði so mítt afturat eftir besta førimuni. Talan var um eitt spennandi samstarv millum nógv fólk – t.d. teknaði Óli P. til bøkurnar; tað var ikki keðiligt. Hetta vóru fyrstu útgávurnar, ið eg hevði við at gera, sum fingu eina rættiliga prentlistarliga viðgerð. Tað var eg takksamur fyri. Í sambandi við eina lærubók til somu lærugrein í miðnámsskúlunum høvdu næmingarnir virknan leiklut – tey rættlósu tilfarið, sum varð skrivað og býtt út so hvørt. Tann dagin, tey fingu húgvuna á høvdið, fingu tey so hvør sítt eintak av prentaðu bókini. 

Sum nevnt skalt tú ikki vænta at fáa stórvegis afturljóð, tá ið tú fæst við slíkt arbeiði í Føroyum. Nøkur ár eftir, at hesar bøkurnar vóru givnar út, spurdi eg tí ein lærara, sum brúkti tær, um hetta stríðið hevði verið ómakin vert. Hann svaraði mær soleiðis: “Tað skal eg siga tær so væl – nú hevur lærugreinin fingið eitt mál!” Tað var ógvuliga hugaligt at hoyra. Og tað er hetta, sum er kjarnin í málinum, at fáa lærugreinunum føroyskan málburð. Royndirnar hjá mær hava annars verið tær somu sum hjá øðrum: At næming­arnir taka væl undir, og at tað eru lærararnir við øllum sínum útlendska viðføri, sum gremja seg.

Málspurningar fylla nógv

Mínar royndir frá lærubókaskrivingini eru, at mál og málspurningar fylla nógv. Tú hevur eyðvitað skyldu at vanda tær um málið, tá ið tú fæst við slíkt arbeiði, men samstundis munnu hyggjuráðini vera ikki at fara ov langt frá vanligum talumáli, tí so vil brúkarin ikki kennast við úrslitið, og so er einki vunnið. Í 1980-árunum sýntist at vera ein vilji til at skapa eitt føroyskt fakmál á fleiri økjum.

Soleiðis minnist eg hesa tíðina, men hvat hendi? Fróð­skaparsetrið, sum natúrliga átti at gingið á odda í hesum arbeiði, tveitti líkasum frá sær. Soleiðis kendist tað ið hvussu er, og úrslitið var, at einsamallar eldsálir sótu hvør í sínum lagi og stríddust við mál­spurningarnar.

Nú er so eitt málráð eftir ynski løgtingsins farið til verka. Eg vóni, at málráðið fer at taka avgerðir, sum vit øll kunnu standa saman um. Tíverri hava vit longu nú sæð, hvussu ein­staklingar royna at órógva arbeiðið í ráðnum. Tað er stórt spell. Okkara fámenta fólk dugir ikki bara illa at standa saman, tað hevur eisini ilt við at góðtaka ásetingar hjá myndug­leiku­num. Vónandi letur ráðið seg ikki taka av fótum, og vónandi megnar tað hóast ágangin at savna fólkið um eina felags málpolitiska stevnu.

Fakfólk eiga sjálvandi at leggja seg eftir at duga sítt fakmál, sama um tey eru handverkarar, miðlafólk ella lærarar. Tað málsliga eigur at vera ein sjálvsagdur partur av fakliga stolt­leikanum. Hjá lærarum hevur førleikin at duga at skriva harumframt stóran týdning. Tað hevur eitt langt læraralív lært meg.

Aðrar greinar í miðnámsrit 1