Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Næstan 80% av lærutilfarinum í føroysku miðnámsskúlunum er danskt

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 1, mars 2014

Formæli

Á vári í 2012 gjørdi eg eina kanning, ið sýndi, hvussu nógv av lærutilfarinum á Føroya Handilsskúla var á móður- málinum. Eg kannaði allar pensum- listar á skúlanum, sum vórðu latnir MMR í 2011. Kanningini vísti, at meginparturin av tilfarinum var á donskum máli.

Avmarking

Í november 2013 søkti eg MMR um at fáa innlit í pensumlistar, ið vórðu latnir inn frá øllum miðnámsskúlum fyri 2012. Eg legði dent á at kanna hesar lærugreinir: alis- og evnafrøði, altjóða búskapur, landalæra, samfelagsfrøði (samfelagslæra), sølubúskapur (marknaðarføring), støddfrøði, søga (samtíðarsøga) og virkisbúskapur. Allar hesar læru-greinir eru á a-, b- og c-stigi.

Eg valdi hesar lærugreinir, tí at tær geva eina heildarmynd av samlaðu støðuni. Eg valdi ikki at taka málsligu lærugreinirnar við. Um vit t.d. taka føroyskt, so er lærutilfarið næstan 100% føroyskt. Í donskum man næstan alt tilfarið vera á donskum. Sigast skal, at í onkrum mállærugreinum verður føroyskt tilfar brúkt; men alt hetta tilsamans man neyvan broyta heildar myndina.

Føroyskt lærutilfar21,5%
Danskt lærutilfar78,0%
Eingilskt lærutilfar0,5%
Tilsamans100%

Hví er so lítið av lærutilfarinum á føroyskum á miðnámsskúlunum?

Tað kunnu vera tvær høvuðsorsøkir, at so nógv lesitilfar er danskt. Tann fyrra man vera, at so fáar lærubøkur eru á móðurmálinum. Tann seinna man vera, at lærarar eru afturhaldssinnaðir. Flestu lærarar á miðnámi hava nomið sær útbúgving uttanlands. Teir kenna best útlendsk fakheiti, og tá ið ein lærubók kemur á føroyskum, kann tað vera møðsamt at brúka føroysk heiti og orð, sum kunnu kennast fremmand.

Fremmandagerð

At so stórur partur av lærutilfarinum er á donskum, ger, at okkara miðnáms- skúlanæmingar fáa gott innlit í donsk viðurskifti.

Tann málsliga støðan krevur ómetaliga nógv av lærarunum, tí at teir skulu umseta alt úr donskum til føroyskt. Næmingarnir eru í somu støðu. Tað hevði verið nógv lættari, um vit høvdu lærutilfarið á føroyskum og við før- oyskum dømum; tá kundu næmingar sloppið undan fremmandagerð. Í lærugreinini støddfrøði eru t.d. bert 15% av tilfarinum føroyskt. Tað kann hugsast, at um lærutilfarið var á før- oyskum, so kundi verið lættari at fingið næmingarnar t.d. at skilja støddfrøði?

Vit læra okkara næmingar væl og virðiliga um Danmark og donsk viðurskifti á miðnámsskúlunum, t.e. at sjónarhornið á føroyskum miðnáms- skúlunum er danskt. Í løtuni verður nógv tosað um fráflyting. Tað kann hugsast, at miðnámsskúlarnir í Føroyum eru við til at geva okkara næmingunum eina fatan av, at Danmark og danskt er heimligt. Teir verða gjørdir fremmandir fyri øllum føroyskum. Vit ala teir kanska upp til eina komandi tilveru í Danmark?

Hvat kunnu vit gera?

Vit mugu øll taka ábyrgd av støðuni, líka frá politiska myndugleikanum til hvønn einstakan lærara. Vit mugu fáa eina hugburðarbroyting. Tað hevði verið eitt frambrot, um politiski myndugleikin hjálpti.

Hetta kann gerast við at játta meiri pening til skúlabøkur, t.d. at geva lærarum møguleika at fara í farloyvi, so teir kunnu gera lærutilfar á føroysk- um. Eitt annað hugskot kundi verið, at skúlaleiðslurnar hjálptu til við at eggja lærarum at gera og brúka føroyskt lærutilfar.

Bæði yrkisfeløgini hjá miðnámsskúla- lærarum kundu í komandi sáttmálum lagt dent á lærutilfar til miðnámsskúl- ar. Vit miðnámsskúlalærarar mugu eisini fara í gongd at gera tilfar. Vit kunnu síggja hetta sum part av okkara persónligu og fakligu menning. Um vit skipaðu okkum í toymi og fóru í gongd við at gera tilfar í felag, so er skjótt komið á mál. Tað snýr seg í ein mun um at samskipa og at hava rætta hugburðin.

Nógvir lærarar á miðnámsskúlunum hava lyndi til at vera atfinningarsamir mótvegis føroyskum lærutilfari. Vit hoyra onkuntíð miðnámsskúlalærarar tosa um, at teir ikki vilja brúka før- oyskt lærutilfar, tí at næmingarnir ikki skilja hesi og hasi orðini, sum eru “so føroysk”. Tað er spell, at teir við hesi grundgeving ikki vilja brúka eina heila læribók. Nøkur fá nýggjyrði kunnu neyvan gera tann stóra skaðan móti eini heilari bók á einum fremmandum máli.

Aðrar greinar í miðnámsrit 1