Viðtal við Dorit Hansen – ritstjóra á Námi
Dorit hevur starvast sum ritstjóri í Námi síðani 2008 (tá Føroya Skúlabókagrunnur). Sum ritstjóri samskipar hon ávísar útgávur. Hon hevur fyri tað mesta arbeitt við lærugreinunum føroyskt og enskt. Umframt hetta ritstjórnararbeiði ger hon eisini ymiskar samskiftisuppgávur í Námi.
Hvussu stór er játtanin til lærutilfar á miðnámi, og hvussu nógvar bøkur (pappír og net) kunnu gevast út um árið?
Játtanin til Nám er fyri 2013 11,7 milliónir kr. Harumframt er søla á uml. 7 milliónir kr., men av søluni fer nógv til at fíggja útreiðslur, ið standast beinleiðis av framleiðsluni – prent, høvundalønir, grafikarar, goymsluleiga, avgreiðsla o.s.fr. So statt er nettovinningurin uml. 10%, og tá eru ritstjóralønir ikki taldar við.
Skipanarliga verður ikki ávísur partur av játtanini markaður til miðnám. So statt er talið á bókum ójavnt og hongur saman við, hvussu stórt virksemið er á júst tí økinum ávísu tíðina, men hyggja vit at teimum seinastu tveimum árunum, eru á leið tvey ársverk innanhýsis í Námi farin til miðnám og útgávur har.
Hvussu nógv fær ein týðari fyri at týða eina læribók til miðnám (bókin er umleið 300 s.)?
Tað er rættiliga tørført at meta um – men 75.000 – 100.000,- kr. Tað valdast, um talan er um reguleran tekst á 300 síður, ella hvussu tað heila hongur saman. So upphæddin kann eisini vera lægri.
Fáa tit javnan fyrispurningar frá lærarum um at gera ella týða bøkur til miðnám?
Nei!
Hvussu nógvar lærubøkur til miðnám eru í gerð í løtuni?
Beint nú er rættiliga nógv virksemi til miðnámið, tí nýtt undirvísingartilfar er í gerð í føroyskum til c-støði og hetta tilfar verður eisini givið út til b- og a-stigi. Júst útkomin er Fysiologi, og harumframt er tilfar ávegis í støddfrøði. Í fjør kom s-bók út til enskt c-stigi, og í fyrra árið kom “Rúmdin” út. Eisini er Føroysk bókmentasøga 2 í gerð.
Hvussu er samstarvið við Systime?
Samstarvið er grundað á, at Nám fær atgongd til undirstøðukervið hjá Systime. Uttan hetta samstarv høvdu vit ikki kunnað givið s-bøkur út, tí at vit hava hvørki fígging ella tíð til at menna okkara egna undirstøðukervi (plattform) til s-bøkur. Fyrimunurin er, at tað er ikki neyðugt hjá Námi at menna alt hetta undirstøðukervið frá grundini. Tað hava vit ikki fígging til og enn minni tíð til. Harumframt er avtalan, at Nám hevur atgongd til alt tilfar, sum Systime hevur givið út á danska marknaðin. So statt standa allar útgávur hjá Systime okkum í boði at týða og tillaga til føroysk viðurskifti, umframt at vit kunnu skriva upprunaføroyskt tilfar inn í undirstøðukervið. So sum gjørt verður til føroyskt á miðnámi. Dømi um týdda útgávu er “From where you are”.