Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Flokksstøddin ávirkar próvtølini

Eftir Niels Ebrup, Sólfinn Hansen týddi í miðnámsrit 3, september 2014

Tess fleiri næmingar eru í einum 10. flokki, tess verri verður úrtøkan við víðkaðu fráfaringarroyndina.

Næmingar í 10. flokki fara 0,1 próvtalsstig niður í endaligum próvmeti, um 25 næmingar eru í flokkinum, í mun til um 15 næmingar eru í honum.

Um tú sum næmingur ynskir eitt hægri próvtal, er tað ein fyrimunur at ganga í einum flokki við lutfalsliga fáum næmingum. Næmingar fáa vanliga lægri próvtøl við víðkaðu frá­faringar­royndina, um teir hava gingið í einum stórum flokki.

Hetta er úrslitið av eini kanning av próvmetunum hjá næmingum, sum luku 10.-floks­prógv árini 2003-2006. Kanningin varð almannakunngjørd í mai í ár (2014) í tíðarritinum Education Economics, og hon vísir, at ikki bert yngru næmingarnir fáa hægri próvtøl, um teir ganga í einum flokki við fáum floksfeløgum.

»Leingi hevur verið kjakast um, hvørt floksstøddin hevur týdning fyri fakliga støðið. Men okkara kanning vísir greitt, at støddin hevur týdning – eisini fyri eldru árgangirnar. Áður varð hildið, at hon fyrst og fremst hevði týdning fyri yngru næmingarnar«, sigur Karl Fritjof Krassel, ph.d.-lesandi við Center for Strategisk Uddannelsesforskning á Aarhus Universiteti.

»Kanningarúrslitini kunnu gera politikararnar betur førar fyri at taka avgerðir, og av­dúking­in kann gera sítt til, at danskir skúlanæmingar gerast sterkari fakliga«, heldur hann fram.

So nógv lækkar próvtalið

Sum næmingur í 10. flokki kanst tú rokna við, at próvtøkumiðaltalið lækkar 0,1 próv­talsstig, um flokkurin økist við 10 næmingum. Tað er altso ein fyrimunur at vera í einum flokki við 15 næmingum heldur enn einum við 25.

»Ávirkanin er ikki ógvuslig, og hon flytur ikki tað heilt nógva. Men tað er ein verulig ávirkan, sum kann ávísast hagfrøðiliga.

Vit vísa á, at floksstøddin hevur týdning, men at hon helst ikki er tann mest týðandi við­virkanin til, at næmingarnir gerast fakliga dugnaligir. Týdningarmiklari er dygdin á lærarunum«, sigur Karl Fritjof Krassel.

Karl Fritjof Krassel dugir ikki at siga, hvør floksstødd er tann besta fyri innlæring næming­anna. Men vanliga verða 10. flokkar býttir í tvey, um teir annars høvdu fingið fleiri enn 28 næmingar. Og tað er í tílíkum sundurbýttum, smærri flokkum, at næmingarnir fáa bestu próvtølini.

Stórir flokkar órógva framfýsni

Granskararnir hava eisini hugt at, hvønn týdning floksstøddin í 10. flokki hevur fyri, um næmingarnir taka víðkaðu fráfaringarroyndina. Hetta er ein meira framfýsin frá­faringar­roynd, har næmingurin sjálvur velur at fara til próvtøku á hægri torleikastigi í m.a. donskum og støddfrøði, enn til fráfaringarroyndina eftir 9. flokk.

»Vit komu fram til, at floksstøddin eisini hevur ávirkan á, um næmingarnir taka víðkaðu próvtøkuna. Um tú ert í einum flokki við nógvum næmingum, er møguleikin fyri, at tú tekur víðkaðu fráfaringarroyndina í donskum, støddfrøði og enskum, minni. Orsøkin til hetta er helst, at lærararnir hava meiri tíð til einstaka næmingin í einum minni flokki«, sigur Karl Fritjof Krassel.

Fakta

• Kanningin er bert gjørd við støði í 10. flokkum í vanligum fólkaskúlum og privatskúlum – ikki eitt nú eftirskúlum.

• Flokkarnir høvdu í miðal 21 næmingar í hvørjum.

• 46.267 næmingar vóru við í kanningini av, um næmingarnir tóku víðkaðu fráfaringar­royndina.

• 29.184 næmingar vóru við í kanningini av, um floksstøddin ávirkar próvtalið. Talið á næmingum í tí partinum av kanningini var lægri, tí granskararnir bert tóku atlit til teir næmingarnar, sum tóku víðkaðu fráfaringarroyndina í kravdu lærugreinunum. Hetta gav eitt betri hagfrøðiligt grundarlag.

• Kanningin er bert fram til 2006, tá ið nýggi próvtalsstigin varð settur í verk. Hetta tí at trupult hevði verið at samanborið millum gomul og nýggj próvtøl. Somuleiðis varð próv­tøkuhátturin eisini broyttur samstundis.

Formaðurin í felagnum fyri skúlastjórar, Claus Hjortdal, ið umboðar umleið 3.800 skúla­stjórar, er bilsin av nýggju úrslitunum. Hann ger vart við, at 10. flokkur er ein serligur ár­gangur í fólkaskúlanum, og tí skal ein vera varin við at nýta niðurstøðurnar úr kanningini á onnur floksstig. Tá hetta fyrivarnið er tikið, metir hann tó, at avdúkingin eigur at vera tikin við í grundarlagið fyri nýggju skúlaskipanini.

»Eg meti tað vera áhugavert í sambandi við, at fólkaskúlanýskipanin gevur skúlunum størri møguleikar at býta flokkarnar sundur í bólkar og harvið fáa meiri differentiering og tættari samband millum næmingar og lærarar. Mín vón er, at tølini verða gjølla greinað og saman­borin við eldri úrslit, soleiðis at vit kunnu nýta hesa vitanina í nýskipanini«, sigur Claus Hjortdal.

Góðir flokkar vaksa – trupult at samanbera

Granskararnir valdu at hyggja at 10. flokki burturav, tí tað gav teimum møguleikan at kanna sambandið millum næmingatal og próvtøl. Í yngru árgangunum er frammanundan greitt, at undirvísingin broytist eftir næmingatali, og tað hevði tí givið eina skeiva mynd at viðgjørt teir eisini.

Góðir flokkar vaksa vanliga, tí foreldrini gjarna vilja hava, at teirra børn ganga í teimum. Og øvugt minka teir minni góðu flokkarnir av somu orsøk. Hetta ger tað truplari at gera rætt­vísandi samanberingar millum yngru næmingarnar.

Karl Fritjof Krassel og starvsfelagi hansara valdu tí at kanna sambandið millum floksstødd og víðkaðu fráfaringarroyndirnar. Tá byrjað verður í einum 10. flokki í Danmark er tað nevniliga vanliga ein heilt nýggjur flokkur við øðrum floksfeløgunum og aðrari floks­mentan, ið framman­undan hvørki kann hava stygt næmingar ella drigið teir at sær. »Vit hyggja at 10. flokkum, tí har er tað gjørligt at fremja kanningina. Hetta er ein snið­fundigur háttur at fáa eitt greiðari úrslit. Eitt úrslit, sum vísir seg eisini at vera í tráð við líknandi kanningar uttanlands«, sigur Karl Fritjof Krassel.

Aðrar greinar í miðnámsrit 3