Onki úrslit

Miðnámsrit 3

September 2014

Um blaðið 

Góðu lesarar! 

Í hesum blaði eru seks greinir. Allar hava samband miðnámsskúlaøkið. Olav hevur tvær greinir við. Tann fyrra er um meting í undirvísing og læring. At meta um lærdóm er drívmegin í læringini, verður ført fram. Tann seinna er um franska búskaparfrøðingin Cournot, ið man vera tann fyrsti, ið kom við einari teori um eftirspurning. 

Sólfinn Hansen hevur týtt grein hjá Niels Ebrup úr donskum um floksstødd í 10. flokki. Kanning vísir, at floksstødd ávirkar próvtølini. Hetta evnið er eisini viðkomandi í Føroyum. Vit hava aftur brot úr søguni um miðnámsskúlar í Føroyum. Hesa ferð hevur Rúni Heinesen skrivað um Tekniska Skúla í Klaksvík. 

Alt fleiri næmingar, ið koma á miðnám, eru orðblindir; men tíbetur er hjálp at heinta. Martha W. Dalsgaard, sum er lærari í orðblindni, hevur skrivað grein um hetta. Í fyrsta Miðnámsriti tóku vit upp evnið føroyskar lærubøkur. Hesa ferð hevur Tórður skrivað um lærutilfar ella vantandi føroyskt lærutilfar í støddfrøði. 

Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson 

Tak niður sum PDF