Søgan um Tekniska Skúla í Klaksvík
Eftir Rúni Heinesen í miðnámsrit 3, september 2014
Í 1935 tekur Klaksvíkar Handverkarafelag stig til at seta á stovn tekniskan skúla. Fyrsti fundurin var 18. september. Í gerðabókini sæst, at nevndin skipar seg við Jóhannesi Gaard sum formanni. Á sama fundi ger nevndin av at seta Jóhan Rasmussen (Jóhan í Grótinum) sum fyristøðumann. Setanin var fyribils fyri veturin 1935/36. Eisini verður avgjørt, at undirvísingin í motorlæru, sum hevði verið vetrarnar síðan miðskeiðis í 20-árunum, skuldi halda fram á nýggja stovninum. Jóhannes og Jóhan vóru drúgvir í starvinum. Teir hildu á til ávikavist 1955 og 1962. Fram til 1961 var øll skúlagongd skipað sum kvøldundirvísing í vetrarhálvuni. Fyrstu árini í leigaðum hølum í bygdini, og seinni, t.e. 30. september í 1953, varð nýggi bygningurin undir sjálvsognarstovninum við Skúlaveg vígdur til skúlavirksemi. Eftir Jóhannes Gaard hava formenninir verið: Sámal Petersen (1955-1958), aftur Jóhannes Gaard (1959-1965), Karl Hansen (1965-1969) og Einar Mortensen (1969-1972). Í tíðarskeiðnum frá 1972 til 1988 vóru formenninir: Jens Juul Sólbjørg, Andrias Elttør, Páll Josephsen, Karl Hansen, Sigurd Syderbø, Einar Mortensen, Oliver Olsen og Christian Jørgensen. Jan Ellebye Andersen var formaður frá 1993 til 2013, og nú er Frimodt Rasmussen formaður. Fyristøðumenn eftir Jóhan í Grótinum hava verið: Andreas Thomsen (1962-1966), Asbjørn Joensen (1966-1993) og Rúni Heinesen frá 1994.
Dagundirvísing
Frá 1961 varð virksemið umskipað til dagundirvísing. Fyrstu mongu árini var undirvísingin nærum bert ástøðilig. Tað handaliga gekk fyri seg úti á læruplássunum. Í tíðarskeiðnum 1960/70 varð tó við Einari Mortensen sum formanni gjørd íløga í eitt el-laboratorium, sum húsaðist í kjallaranum við Skúlaveg. Virksemið varð um hetta mundið, inntil blokkurin kom, fíggjað úr statskassanum. Í 1976 verða skúlaheim, undirvísingarhøli og høli til fyrisiting tikin í brúk við Borðoyarvík. Partur av praktiska virkseminum var í leigaðum hølum í KÍ-høllini fram til 1987, tá stór útbygging við framkomnari útgerð til smiðju-, el- og timburyrkið stóð liðug til undirvísingina. Skúlin varð tá javnsettur við aðrar tekniskar skúlar í ríkinum og kundi bjóða skúlagongd til lærlingar í smiðju-, elektrikara-, timburmans- og snikkarayrkinum. Fyri at tryggja støðið fóru námsfrøðiliga útbúgvingin og fakliga eftirútbúgvingin fram í donskum umhvørvi. Nevndarlimirnir umboðaðu handverksvinnuna og kommunurnar í Norðoyggjum og Eysturoynni. Lærlingarnir komu eisini úr hesum økjum. Frá 60-árunum til seint í 80-árunum var maskinistútbúgving á skúlanum.
SIT
Fyrst í 90-árunum rakti fíggjarkreppan handverksvinnuna sera hart. Talið á lærlingum minkaði niður í næstan einki, og skúlamyndugleikin gjørdi av at miðsavna skúlagongdina hjá lærlingum á Tekniska Skúlanum í Tórshavn. Samstundis varð avgjørt at fara undir støðisútbúgving í tøkni, SIT, havandi í huga, at handverksvinnan hevði tørv á lærlingum, eftir at kreppan var av.
Innihaldið í SIT-útbúgvingini var 1. árið tað sama sum skúlagongdin hjá lærlingum. Møguligt var at halda fram 2. árið á SIT, sum serliga er rættað ímóti miðallongum tøkniútbúgvingum, eitt nú maskinmeistaraútbúgvingini og útbúgvingunum í byggitøkni og veik- og sterkstreymstøkni. Fyrstu árini var ósemja millum vinnuna og skúlamyndugleikararnar um nýggju útbúgvingina, men síðst í 90-árunum slætnaði sjógvurin aftur.
Hægri tøkni
Í 1992 byrjaði fyrsti flokkurin á nýggju gymnasialu útbúgvingini, nevnd Hægri Tøkni (HT). Útbúgvingin varð skipað eftir sama leisti sum tann danska, HTX. Í mun til aðrar studentsútbúgvingar varð høvuðsdentur lagdur á tøkni og náttúrulærugreinir. Eftir at hava húsast ymsastaðni í býnum, fekk HT-útbúgvingin sítt egna studentsumhvørvi á heysti í 2008, tá ið nýggju hølini vórðu tikin í nýtslu.
Tøknibreytin
Í 2013 varð HT-útbúgvingin løgd inn undir nýggju gymnasialu lógina saman við øðrum studentsútbúgvingum. Nú er heitið Tøknibreytin.
Matvøruútbúgvingin, sum er skipað undir SIT-lógini, hevur nú 4 ár á baki. Hon heldur til í hølunum á Garðavegi, har skipskokkaskeiðið var fyrr. Eftir ætlan flytur hon í nýggj høli við Borðoyarvík í 2015. Samstundis flytur Klaksvíkar HF-skeið sítt virksemi undir somu lon. Á Tekniska Skúla í Klaksvík eru nú um 40 ársverk, harav 30 beinleiðis innan undirvísing. Maritimi stovnurin, Sjónám, við um leið 10 ársverkum, verður eisini stjórnaður av Tekniska Skúlanum. Sostatt er nærum alt undirvísingarvirksemið eftir fólkaskúlan í Norðoyggjum samskipað í einum bygnaði.