Orðblidni
Eftir Martha W. Dalsgaard í miðnámsrit 3, september 2014
Tórður Johannesarson hevur biðið meg skriva eina grein til Miðnámsrit um Orðblindni.
Orðblindni er vanligt, eisini í Føroyum, men tey fægstu munnu geva sær far um, at kanska millum 10 og 15 prosent av øllum føroyingum eru orðblindir, og møguliga 5 prosent av øllum føroyingum hava stórar trupulleikar av orðblindni.
Tó eru góðar vónir. Telduforrit finnast, ið fullkomiliga hava kollvelt møguleikarnar hjá orðblindum. Til dømis finnast pennar, ið kunnu skanna tekstir inn í telduna, so teldan kann lesa tekstin upp fyri tí orðblinda.
Hvat er orðblindni?
Orðblindni, dysleksi, eru eyðsýndir trupulleikar við at læra at lesa og skriva. Hetta merkist sum seinfatandi og óneyv umseting av bókstavum og bókstavafylgjum til málljóð.
Orðblindni stendst hvørki av tvørrandi evnum ella av sjóntarni. Harafturímóti er tað torført hjá orðblindum at skifta samanhangandi talu sundur í teimum málljóðunum (fonemunum), ið eru støðið undir skriftini. Orðblindni vísir seg ofta saman við øðrum málsligum trupulleikum (dysfasi).
Orðblindni er arvaligt, men tað merkir ikki, at øll arva tað, minni enn so. Tað hevur einki við vantandi evni ella ágrýtni hjá tí einstaka at gera.
Heimskendu John Lennon, Bill Gates og Jamie Oliver eru orðblindir, men hava sanniliga nátt nógv.
Staðfesting av orðblindni
Millum annað kann staðfestast við einari kanning, um lesi- og skrivitrupulleikar botna í orðblindni. Tað ber eisini til hjá skúlanæmingum og vaksnum við hesum trupulleika at fáa hjálp, so tey annaðhvørt læra at lesa og skriva, ella á annan hátt fáa atgongd til fakliga vitan. Tað er munur á at vera orðblindur og lesiveikur. Ert tú lesiveikur, hevur tú ilt við at lesa og hevur brúk fyri einum eyka skumpi at fáa lesingina á glið. Ert tú orðblindur, brýtur tú ikki lesikotuna uttan góða serundirvísing.
Tey orðblindu skulu hava sín lærdóm á ein øðrvísi hátt.
Orðblindni er eitt brek, sum við rættari hjálp kann bøtast um. Veruleikin er, at orðblind eru vanliga gávað menniskju við einum heilt ítøkiligum málsligum trupulleika.
Støðan í dag
Hvussu er støðan í skúlunum nú á døgum viðvíkjandi orðblindni, og hvørja hjálp fáa hesir næmingar?
Í dag er støðan tann, at orðblindalærarar eru útbúnir til miðnámsskúlar, vinnuskúlar umframt kvøldskúlarnar, so hjálp er at heinta hjá teimum, sum hava fingið staðfest orðblindni ella á annan hátt halda seg vera orðblind.
Á samskipaða umsóknarblaðnum til miðnámsskúlarnar verður roynt at varnast tey, ið eru orðblind, so neyðug hjálp kann verða veitt. Tað, sum hevur týdning, er at viðurkenna orðblindni og at skipa tilboðini, so tað ikki verður steinur omaná byrðu at fáa fatur á røttu hjálpini, sum er til taks.
Í 2011 tóku 18 orðblindalærarar prógv. Hetta er ein útbúgving fyri tey, ið undirvísa vaksnum, 14 ár og eldri, sum eru orðblind. Luttakarar vóru lærarar, ið undirvísa í frítíðarundirvísingini, vinnu- og miðnámsskúlunum og lærarar, ið undirvísa í elstu flokkum fólkaskúlans. Hesir lærarar starvast í dag á omanfyrinevndu skúlum, og úrslitini eru sjónlig.
Áhugafelagið Lesi- og skriviveik hevur í fleiri ár veitt orðblindum ráðgeving og undirvísing, og Mentamálaráðið veitir felagnum árligan stuðul til hetta virksemi av serligari játtan á fíggjarlógini. Bæði lesivegleiðarar, orðblindalærarar og serlærarar undirvísa hjá felagnum.
Tað eru nógvar sólskinssøgur, har tey orðblindu tora at stíga fram og siga, at tey eru orðblind. Samstundis er orðblindni enn eitt brek, sum hevur havt ilt við at verða viðurkent. Vit hava nógv talandi dømi í dag, hvussu trupult tað hevur verið at berjast fyri egnum rættindum, men at tað veruliga eru mong, sum royna at stuðla, og at til ber at fáa eina útbúgving hóast orðblindni.
Nú á døgum eru fleiri tól, sum tey orðblindu kunnu nýta í sambandi við skúlagongd. Nógvar skúlabøkur eru lisnar inn, og ein føroyskur orðabanki er gjørdur, soleiðis at tað ber til at fáa bæði upplestur, lesi-og stavihjálp á fleiri málum. Eitt annað dømi, er forritið Dictus, ið skrivar orðini beinleiðis í Word, so hvørt sum tú sigur tey. Ljós hevur verið varpað á orðblindni tey seinastu árini, bæði frá almennari síðu og privatum felagsskapum. Tað gongur tann rætta vegin og tað er próvfast, at tess skjótari orðblindni verður staðfest og serkøn hjálp veitt, tess betri verður úrslitið.